leygardagur 2. apríl 1977síða 3
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
i
Nr. 26 — 2. april 1977
sosialurin
Byggja bygdahús við
sjálvbodnari arbeiðsmegi
Meginparturin av ti
sum gjørt er av bygda-
og samkomuhúsinum i
Midvågi, er gjørt vid
sjálvbodnari arbeiðs-
megi. Grund og planer-
ingsarbeiðið er liðugt
Miðvágs bygda- og samkomu-
hús er ikki longur bert nakar
strikur á pappirinum ella nakar
verunleikafjarur dreymur.
Grund og planeringsarbeiðið
er liðugt, og menn eru nú farnir
undir at seta upp forskallingina
til útveggir. Meginparturin av tí
sum longu er gjørt, er farið fram
við sjálvbodnari arbeiðsmegi og
hesin áhugi er ikki minkaður.
Hans Jørgensen, sum er ein
av nevndarlimunum, sum
stendur fyri byggingini av hus-
inum sigur, at tad arbeidi, sum
konur i bygdini hava gjørt, sum
millum annnad av tilvirkan av
lutum til eydnuhjól og á annan
hátt, hevur stimbrað nevndina
Grund og planeringsarbeiðið er liðugt og menn gera fyrireikingar
til forskallingar til veggir
nógv í sínum arbeiði. Í mei
mánaða verður aftur skipað fyri
eydnuhjóli til frama fyri húsið,
og vóna teir at fáa einar 40.000
kr. inn tá. Tað arbeiði, sum í
lotuni er gjørt, stendur í umleið
400.000 kr, og teir hava enn
umleið 100.000 kr. at arbeiða
við.
Nevndin hevur eisini sekt
landsstýrið um stuðul uppá stiv-
liga 600.000 kr., sum er 30 pst.
av samlaðu kostnaðinum av
húsinum. Eisini hava teir sekt
tipsfondin og vóna teir eisini at
fáa stuðul haðani, soleiðis at
setðgur ikki kemur í arbeiði fyrr
enn liðugt er.
Soleiðis sum Miðvágs bygdar og samkomuhús kemur at síggja út. Myndin omanfyri er síðan
suðureftir og myndin niðanfyri sýnir síðuna vestureftir
Tann 5. apríl kemur sovjettiska havrannsóknarskipið »Sejmen Dezhnev< á Havnina. Skipið ger
havrannsóknir í norðuraltantshavinum.
Við skipinum, sum er uppá 3000 tons og 90 metrar langt, eru 80 mans. Skipið liggur á Havnini til
tann 9. apríl.
Síða 3
Børurin givið
75.000 krónur
Kvívíkingar hava nú framført sjónleikin »Bør Berson Jr.< fyri meira
enn 4000 fólkum. Tað hevur givið umleið 75.000 krónur í innteku,
tá eru útreiðslurnar ikki farnar frá.
Sjónleikurin verður framferdur í kveld aftrat fyri páskir. Eftir
páskir er so ætlanin at byrja aftur og halda fram nakað út í apríl.
Tað verður her gjørt kunnugt, at tann av
býráðnum samtykta fíggjarætlan yvir inn-
tøkur og útreiðslur hjá Tórshavnar kommunu
og Tórshavnar havn fyri figgjarårid 1977/78 er
til skjals á býráðsskrivstovuni frá 31. mars —
14. apríl.
Tórshavnar býráð
Væl útbúgvin maður
Til eitt stórt virki í Havn verður sekt eftir
manni við góðari útbúgving innan økonomi
og handilsskap.
Arbeiðið fevnir um budget- og planlegg-
ing, dataviðgerð og -tilrættaleggin og annars
økonomiskar útrokningar og roknskapar-
analysu.
Felagið ynskir helst at fáa ein meðarbeið-
ara við prógvi sum cand. merc., H.D., cand.
polit, cand. oecon ella líknandi útbúgving.
Áhugaði verða biðin um at senda skrivliga
umsókn við neyðsturvuligum upplýsingum
og lønarynskjum til
Jógvan Sundstein
statsaut. revisor
Torshavn