mánadagur 4. apríl 1977síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 32 — 4. apríl 1977
Losjan 75 ár:
sosialurin
Síða 3
Ein mentunar rørsla
Fråhaldsrørslan hevði
24 ár á baki, tann fyrsta
losjan varð stovnað í
Havn 1. mai 1902 av 13
kvinnum og monnum
— sum losjan »Støt
Viljen« nr. 466 undir
Nordisk Inpendident
Order of Goodtempl-
ars. Tað vóru hjúnini
Laurits Henrichsen,
snikkarameistari og
konan Elisabeth, ið var
av føroyskari ætt, ið
tóku stigið til stovning-
ina.
Ymiskum nyggjum
Sjålvt um onnur fråhaldsfeløg
vóru i Føroyum frammanundan,
so kom lojsan við ymiskum
nýggjum, bæði í hugsjónum og
arbeiðsformum. Altjóða felags-
skapurin IOGT International
Order of Goodtemplars — er
tann goodtemplarafelagsskap-
urin,' sum hevur havt stórstu
útbreiðsluna, men sum fráleið
vóru stovnaðir hópin av ymsum
felagsskapum innanfyri somu
rerslu, sum fingu sterri og minni
týdning í teimum londum, har
teir tóku seg upp. Eitt nú vóru
eitt skifti ikki færri enn 7 ymsar
gooodtemplararørslur i
mark, ein teirra NIOGT, sum
foroyski felagsskapurin er
sprottin úr.
Vøggan í Amerika
Vøggan stóð i Ameriku, har ein
rúgva av ordansrørslum tóku
seg upp í miðari nítjandu eld,
allar við brennandi framburð-
vilja. IOGT var tann fysta, ið
fekk fótafesti uttanfyri USA,
nevniliga í Onglandi og spjadd-
ist sohvert víða um. Nú var
komið so langt, at eitt hald-
gott grundsteði var at byggja á
og ein identitetur, sum svaraði
væl til kringumstødurnar. Prin-
sippið var bróðurskapur, at øll
fólk vóru líka nógv verd uttan
mun til fólkaslag, kyn, átrúnað,
politiska hugsan, samfelagsligt
stødi og starv. Tann hvíta
regaljan (frámerki), sum limirnir
bóru á fundunum myndaði javn-
rættin, hver nýggjur limur fekk
vígslu sína staðfesta, varð tikin
uppí limaringin, har limirnir allir
stóðu hond í hond í einum
systkinaringi. Hesin ringur
myndaði eisini heimsumfatandi
virksemi og bróðurskapin í
IOGT.
Fundirnir i hesi rørslu — i
losjunum — vóru og eru fram-
vegis rituellir, t.v.s. teir fylgja
einum festum formi, har lisin
verða ávís petti, sum minna um
hvat henda rerslan stendur fyri,
hverjar uppgåvur, ið loysast
skulu og hverjar skyldur limirnir
hava. Ávísir sermoniir hoyra til
og geva ein hugnað og hátíð,
sum er sermerkt fyri losjufundir
Dan
Størri partur av luttakarunum
hava uppgåvur at loysa å van-
ligum fundum enn vanligt er i
eðrum feløgum, t.d. tað einfalda
at ansa eftir, at friður er um
hurdarnar og í fundarråminum.
A henda hátt hevur IOGT átt
hegni á ein serstakligan hátt at
aktivisera limirnar so sterri
meguleiki er at fáa áhuga og
samfelagssini, so tú merkti, at
ein uppgáva var fyri ell. Eftir-
hondini var limurin valdur til
meiri kverjandi uppgávur og
ámintur at gera sítt verk til lítar.
Hetta gevur í stuttum eina
mynd av losjuni sum skúlu og
uppælari í demokratinum.
Mentunarvirksemi
Annað mál hjá IOGT er mentun-
arvirksemi. Her var IOGT tíð-
liga á fótum. Fólkarerslurnar
fóru so við og við at fáa týdning
sum liðar í framburði og vøkstri
á mentunarøkinum. Her gjørdu
tær átrúnarligur rørslurnar eitt
stórt arbeiði, somuleiðis tær
politisku og mangar aðrar við.
Hver losjufundur skuldi hava
sína skrá við onkrum mentunar-
ligum innihaldi. Sangurin hevur
altíð átt stórt túm í losjuni.
Fyrilestrar, upplestur og annars
bólkar, sum tóku sær av ymisk-
um, sangi musikki, sjónleiki.
Átrúnarliger spurningar eru ofta
á fundum. Alt gekk fyri seg á
rerslurnar grundsteði: Bróður-
skapur — javnrættindi — sam-
felagsinni — virðing fyri sjónar-
miðum hjá eðrum.
Tað var ikki av tilvild at
IOGT var fyrsti felagskapurin,
sum tók upp regluligt studiu-
kreðsarbeiði, byrjanin var í Sve-
ríki — og síðani hava aðrir
felagsskapir tikið upp henda
arbeiðsform, ein av teim stórstu
faktorum í fólkaupplýsing,
vaksnamannaundirvising í norð-
urlondum.
Óivað kundi nógv meira verið
skrivað um hesa sermerktu
folkarørslu, sum er vaksin sterk
í allum nordanlondum og sum
gjørdist so tidandi partur i
okkara demokratisku samfeløg-
um.
Frá fyrstu tíð var heimurin
virkiseki hjá IOGT. Frá USA
breiddi rerlsan seg til Onglands,
síðan til Noregs og øll hini
norðurlondini, suður gjøgnum
Europa, til Afriku, Indiu og
onnur lond og heimspartar.
Fram ímóti fyrra heimsbardaga
vaks rerslan ógvuliga skjótt og
hevði stórt limatal. Síðan komu
afturstigini, afturgongdin, part-
vist av teimum hendingum sum
heimsstrid og samfelagsum-
broytingar førdu við sær.
Men í árunum eftir seinra
heimsbardaga tók ein nýggj tíð
seg upp, serliga undir leiðslu av
svenska politikaranum og fólka-
rerslumanninum Ruben Wagns-
son og síðani við núverandi
leiðaranum Sven Elmgren.
Lond lótu dyrnar upp fyri
rørslum, sum stóðu á grundstødi
IOGT's i fráhaldsspurningum og
sum virkaðu fyri toleransu og
mentunarligum framburði. Síð-
ani eru aðrar rerslur komnar
uppi IOGT í mongum londum,
og í dag er IOGT tann samein-
andi rerslan fyri sjálvbodna
fráhaldsarbeiðnum sum byggir á
totalfråhaldsstødi. Limatalid er
vaksandi, og eitt av ti besta i
hesi tid er, at IOGT hevur verið
fort fyri at fáa fótafesti í
summum londum, har rerslan
annars ikki fekk loyvi at virka í.
IOGT hevur eina tíðandi stødu i
altjóða fráhaldsarbeiðnum, sum
eisini telur pesónar, bólkar og
stovnar, sum byggja á annað
staði og grundarlag enn IOGT
og totalfráhaldsrerslan annars.
Tað eru eisini í ár 100 ár síðani
IOGT fekk fótafesti í Norðan-
londum. Tann fyrsta losjan er
stovnað í Porsgrunn 8. mars
1977.
»Kong Sverre«
Sidani teir stovnadu fyrstu
losjuna i Noregi fyri 100 årum
sidani eru broytingarnar i sam-
feløgunum stórar.
Hoast føroyska goodtemplara-
rørslan kom at vera partur av
NIOGT, so hevur JOGT upp-
runaliga havt fotafest i Føroyum
longu i 1930, tå menn m.a.
Símun av Skarði, sáli stovnaðu
losjuna >Kong Sverre«.
I dag er goodtemplararørslan
aftur runnin saman i eina eind
undir felagsheitinum IOGT.
Tað eru fólkarerslur, sum
henda, ið hava verið av ovur-
stórum týdningi eisini í landi
okkara
Kring um landið liggur hópur
av skrivaðum tilfari, gerðabekur
o.a. frá teimum mongu fundun-
um, sum hverja einastu viku
vóru í losjunum frá sunnast í
Suðuroy, næsta í Norðuroyggj-
ar. Tilfar, sum ikki bara ber boð
um eitt mentunarstarv av týdn-
ingi, men sum eftirtíðin fær brúk
fyri til granskan og upplýsning
ararbeiði um tíðina frå aldta
skiftinum og frameftir. Um
bygdaliv, um menniskju og
hendingar, sum skaptu liv og
vekstur, sum bygdu land
Jákup Lindenskov