mikudagur 6. apríl 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 27 — 6. apríl 1977
sosialurin
Síða 5
panelið
#
/
—æ
—… 2 -—
Fiskiskapur undir Føroyum
Fara vit at kanna eftir, hvørji lond fiskad hava undir Føroyum
seinastu hálvthundrað árini, síggja vit, at Bretland hevur fingið
bróðurpartin av veiðuni at kalla alla tíðina upp til seinastu árini
Miðalveiða um árið av botnfiski. Tons av åsløgdum fiksi.
Feroyar Bretland V-Týskl.
1924 — 29 5.389 47.858
1929 —33 2.453 54.891
1934 — 38 2.196 53.229
1952 — 56 10.498 52.545
1957 — 61 16.736 48.418
1962 — 66 19.539 41.203
1967 — 71 28.913 37.925
1972 — 75 31.526 34.359
Talvan vísur, hverji lond ið
roynt hava her. Bara botnfiskur
er tikin við. Í 30'unum fekk
Bretland yvir 95% av heildar-
veiðuni undir Føroyum. Aftaná
kriggið komu trý lond afturat at
veiða undir Føroyum, og vóru
tey Vesturtýskland, Noreg og
seinni Frakland. Seinastu árini
hava eisini onnur lond av og á
veitt eitt sindur her. Hetta eru
lond sum Polen, Eysturtýskland
Rusland, Holland og Spania.
Undir Feroyum veiða vanliga
allir útlendingar við troli uttan
norðmenn, sum fiska við línu og
seinnu árini við upsagernum.
Bretskir trolarir veiða á grynri
vatni enn aðrir útlendingar, og
teir fáa mest av toski og Hýsu.
Fransar royna á djúpari vatni og
fáa mest upsa og seinastu árini
eisini blálongu. Týskir trolarar
royna enn djúpari, og fáa teir
upsa, kongafiks og blálongu.
Heildarveiðan vaksandi
Sum kunnugt hevur føroyski
fiskiskapurin undir Feroyum
higartil at kalla bara verið við
húki. Tó hava vit seinnu árini
eisini roynt við ødrum reiðskapi
sum garni og troli. Nógv mest er
roynt eftir toski og hýsu.
Um gongdina í fiskiskapinum
hesi seinastu 25 árini kann í
stuttum sigast, at bretski fiski-
skapurin hevur verið minkandi,
og at Týskland, Frakland, Nor-
eg og Feroyar hava vaksið um
fiskiskapin undir Feroyum.
Hetta sæst eisini skilliga á
talvuni. Eisini heildarveiðan
hevur verið vaksandi. Ein av
størstu orsekunum til henda
vøkstur, hevur verið hin vaks-
andi upsafiskiskapurin. Eisini er
meira veitt av blálongu, ein
fylgja av at meira er roynt á
djúpum vatni, bæði við troli og
línu. Við línu er tað serliga
norðmenn, ið hava fingið væl av
blálongu, longu og brosmu.
Eg skal strika undir, at talvan
vísur fiskiskapin av botnfiski,
t.e. fiskasløg sum aloftast eru á
botni ella við botn. Flotfiskasløg
Noreg Frakland Heild
10 — 909 56.928
5 — 1.195 58.618
NE 242 220 55.901
6.363 1.541 295 71.255
13.921 1.853 240 86.558
10.200 3.412 10.792 84.964
10.089 7.038 13.211 95.471
17.014 9.300 30.407 126.282
sum sild, makrelur og svartkj-
aftur eru ikki tikin vid.
Hvat eigur at vera gjørt
Hvat eigur at vera gjøt fyri at
fåa sum mest burtur ur fiska-
stovnunum undir Føroyum?
Sum kunnugt hava vit higartil
lagt størstan dent å at veida tosk
og hysu. Og fiskiskapurin av
hesum bådum fiskasløgum, ser-
liga av toski, var sera góður
bæði í 1975 og 1976. So góður at
vit als ikki kunnu vænta at veitt
verður so nógv á hverjum ári.
Men hetta er ikki eiðasert, at vit
sjálvir kunnu hjálpa eitt sindur
til at fáa urtøkuna so góða sum
meguligt. Menn tala um deyða-
talið, t.e. hvussu stórur partur
av stovninum doyr árliga. Ein
skilur imillum fiskideydatalid
t.e. tað ið fiskað verður, og tað
nátúrliga deyðatalið, t.e. tað ið
doyra av eðrum orsøkum.
Nátúrliga deyðatalið er van-
liga størst, so leingi fiskurin er
smáur. Og stendst hetta eina
mest av fugli og oðrum fiski.
Tað liggur okkum sjálvandi fjart
at fara at oyða allan fugl, sum
av fiski. Fátæksligt hevði verið
við strendur okkara, um hesin
fuglur hvarv. Oðrvísi er helst við
onkrum fiski. Her kundi okkurt
verið gjørt fyri at mika um fiska-
stovnarnar, ið liva av teimum
fiskasløgum, sum vit helst vilja
veida.
Havtaskan
Sum dømi um slikan fiskastovn,
kann nevnast havtaskan. Hon
Harav
Toskur Hysa Upsi
34.824 8.923 6.210
31.818 10.691 8.211
25.824 12.991 8.162
32.568 15.755 7.671
30.269 22.308 15.164
24.491 21.908 17.544
31.852 19.068 25.679
29.198 17.467 47.528
livir av oðrum matfiski, so sum
toski, hysu og tungu. Og er hon
ti sera kostnaðarmikil at »fram-
leida«. Áðrenn fiskimarkid varð
flutt út á 12 fjórðingar i 1964,
var veitt um 800 tons av
havtasku um árið. Aftaná út-
flytingina minkaði fongurin nið-
ur í um 500 tons árliga. Hetta
gjørdi, at stovnurin vaks. Hesi
seinastu fýra árini, meðan trolað
hevur verið á landleiðini, er veitt
yvir 1.000 tons av havtasku um
árið. T.e. at hesi 1.000 tonsini av
havtasku hava etið eini 10.000
tons av fiski. Vit hava ov fáar
kanningar av havtasku til at
kenna støddina av stovninum
við vissu. Men gita vit, at
stovnurin undir Feroyum er um
5000 tons, vil tað siga, at
havtaskan etur eini 50.000 tons
av fiski, og stórur partur av
hesum er matfiskur.
Ikki veiða smáfiskin
Viðvíkjandi fiskideyðatalinum
kunnu vit gera nógv sjálvir, um
viljin annars er til tess. Her eru 2
avgerandi spurningar, og eru
teir, hvussu stóran part av
stovninum eiga vit at veiða á
hverjum ári, og nær skulu vit
taka fiskin, á hverjum aldri ella
á hvørjari stødd.
Fyri flest allar fiskastovnar,
serstakliga tosk og hysu, kann
sigast, at tad rædur um at veida
so lítið av smáfiski sum møgu-
ligt. Hetta kann gerast við at
fiska so lítið sum møguligt
á teimum leiðum, sum fiskurin
veksur upp, ella at brúka slíkan
reiðskap, sum tekur minst
moguligt av smáfiski.
Reiðskapurin
Um reiðskap, ið vanliga verður
brúktur á okkara leiðum, kann
sigast:
Toskur
Garn: Við hóskandi meskavidd
tekur garnið at kalla bara tosk.
T.e. at fyri stovnin er garið
góður reiðskapur.
Lína: Línan tekur mest tosk,
men eisini væl av millumfiski
Er eisini góður reiðskapur.
Snella: Tekur bæði tosk, mill-
umfisk og smáfisk. Fyri stovnin
er snellan ikki so góður reiðskap-
ur sum garn og lína, men tó betri
enn trol.
Trol: Við núgaldandi meskavidd
tekur trolið nakað eins av toski,
millumfiski og smáfiski. Tó hava
bretsku trolararnir meira smá-
fallandi fisk, væl av smáfiski og
mest millumfisk.
Samantikið kann sigast, at
trolið við teimum meskum, sum
nú vera nýttar togar støddarbyti
av toskinum skeivan veg. Snell-
an hevur betri býti, meðan lína
og garn toga hin betra vegin.
Hýsa. Fyri hýsu er at siga, at
línan sum heild hevur eitt gott
støddarbyti, meðan føroyskt trol
togar nidur eftir, og serliga
bretskt trol tekur nógva små-
hýsu.
Sostatt má sigast, at um tann
parturin av toska- og hýsuveið-
uni, sum verður tikin í troli við
núverðandi meskavidd, verður
øktur, so merkir hetta, at tað,
sum fæst burtúr í vekt av hesum
báðum stovnum, fer at minka.
Eg skal gera vart við, at her
bert er talan um, hvussu nógv
vit fáa burturúr í rúgvu ella
vekt. Her verður einki sagt um
góðskuna á fiskinum, ei heldur
hvor reiðskapur loysir seg best
atbrúka. Tá tala verður um
støddarbyti, so er roynt at meta
um steddina á fiskinum alt árið
og ikki bert eina árstíð.
Trolið og smáfiskurin
Sum sagt er tað trolið, ið tekur
mest av smáfiski. Vil ein gera
nakað við hetta, eru tveir kostir í
at velja, antin at trola minni ella
brúka størri meskur. Í Íslandi er
nú sett eitt minstamát uppá 155
Jákup Sverri Joensen
mm í troli. Noreg ætlar at gera
tað sama. Hetta hevði eisini
verið stórur fyrimunur hjá okk-
um undir Feroyum, um ein
hugsar um heildarveiðuna av
toski og hýsu. Menn hava
roknað út, at um verandi 120
mm meskan varð viðkað til 155
mm, vildi veiðan av hýsu eftir
fáum árum vaksi vid knapt 40%,
um annars árgangirnir vóru av
somu stødd sum nú. Eisini
toskaveiðan hevði verið eitt
sindur sterri enn nú. Um toskin
kann sigast, at vanliga er tann
regla galdandi, at longri tú
kemur út frá landi, minni fæst
av smáfiski. Ti er tað avmarkað,
hvussu nógvur smáfiskur fæst
við troli, tá ikki verður trolað
nær landi.
I Íslandi hava teir hækkað
minstamálið á fleiri fiskasløgum
munandi. Soleiðis at minstamál-
ið fyri tosk 50 cm og fyri hýsu 45
cm, t.e. at ikki er loyvt at veiða
tosk, sum er minni enn 50 cm
ella hýsu, ið er minni enn 45 cm.
Núgaldandi minstamál undir
Føroyum er 34 cm fyri tosk og 31
cm fyri hýsu. Tað hevði helst
komið eitt sindur illa við hjá
smábátum í fyrsta umfari, um
minstamálið varð sett til tað
sama sum í Íslandi. Men sum frá
leið hevði tað verið ein vinningur
hjá bátum, ið royna við sneri ella
snellu, og fyri heildarveiðuna
hevði tað verið munandi bati.
Øll fiskasløg
Um vit bert høvdu brúkt húk og
garn undir Føroyum, høvdu vit
ikki fingið tað burturúr, sum vit
eiga at fáa av ollum fiskastovn-
um. Ikki er tað øll fiskasløg,
sum fáast við húki ella garni. Ti
er tað neyðugt eisini at brúkta
trol. Og vit eiga at fáa mest
møguligt av øllum fiskasløgum
her.