Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-04-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. apríl 1977síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

INTERNATIONALI varð yrktur av frans manninum Eugene Pottier í París eftir at Paris-kommunan var fallin várið 1871. Sangurin fekk navn sítt eftir fyrsta Internationala, ið varð stovnaður av Marx og Engels. Í 1888 setti belgiarin Pierre Degeyter lag til, og stutt eftir gjørdist sangurin vida kendur Kom kúgaðu kring allan heimin, øll nidurboygd av sorg og neyð! Nú kyknar eldurin úr eimi, nú verður strid um lív og deyd! Gomlu skipan vit nú sundur bróta. Upp trælir! Vit hava valt. Og tey, sum áður máttu lúta, nú ongum skulu gerast alt. :,1 So fylkjast vit á vølli, síðsta stríðið er í nánd og Internationali ber sigurin í hond :,: Frá veldisharrum kemur einki, ei heldur guð vit líta á. Vit bróta sjálvi okkar leinkjur, og fulla frígering vinna tá. Til at taka alt tað stolna aftur og at slíta andans bond krevsta allur okkar egni máttur og samanhald kring heimsins lond. Tá kongar sinåmillum kriggjast, teir krevja, at vit koma við. Men næstu ferð teir skulu síggja, at vit einans vilja frið. So tá boðið ljóðar: Skjót tín næsta! — vit venda vápnum við ímóti borgarveldi versta — og fylkjast síðan lið um lið Hoyr arbeiðsfólk á sjógv og landi, ein dag skal verðin gerast vár! Tann stætt, ið lat frá okkum rændi, hon skal fáa banasár. Leingi hevur rovfuglur oss herjað, vit hann skulu týna skjótt. Og sigurin, sum vit tá verja, ber eydnutíð til land og fólk.