leygardagur 7. mai 1977síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 33 — 7. mai 1977
sosialurin
Síða 3
Danska sjóverjan fær
nýggjar helikoptarar
Nú skal danska sjóverjan fáa
nýggjar helikoptarar til skipini,
ið rekja sjóverjuna m.a. undir
Føroyum og í Grenlandi. Hesi
hava higartil nýtt helikoptarar
av franska Aluette slagnum,
men hesir eru ikki longu tíðar-
hóskandi, og tí hevur sjóverjan
nú ætlan um at fáa sær heilt
nýggjar helikoptarar av fransk-
bretska LYNX slagnum. Hesin
er sterri og meiri nútíðarhósk-
andi enn Aluette og flýgur eisini
skjótari.
Lynx varð royndarkoyrdur, tá
ið »Beskytteren« um dagarnar
fór til Grenlands at hava eftirlit
við grønlendska fiskimarkið
komandi hálva árið. Nýggi heli-
koptarin varð framsýndur í
Oyrasundi og Kattegat, og
menn lata væl at. Blaðið Aktuelt
skrivar, at helikoptararnir eisini
verða nýttir til sivil endamál
umframt til eftirlit við fiski-
markinum og til at flyta sjúk-
lingar, teir hava eisini verið
nýttir til „transport af slagtede
fár pá Færøerne, nár verjfor-
holdene har hindret sejlads og til
eftirsegnings- og redningstjen-
este í Nordatlanten og ved
Grønlands kyster«.
Ein søgulig mynd: Fremst fer ein » Alouette« helikoptari avstað frå »Beskytteren« at geva pláss fyri
»Lynx« helikoptaranum aftanfyri
Ov litid gjørt burtur år:
Trygdarspurninginum
å arbeidsplåssinum
Føroya Arbeidarafelag hevur avgjørt at senda
tveir mans å skeid uttanlanda i trygdarspurning-
um å arbeidsplåssinum
Umframt tær såttmålasamrådingar, sum herfyri
eru byrjaðar, varð trygdarspurningurin á arbeiðs-
plássinum havdur til viðgerðar á aðalfundi í
Føroya Arbeiðarafelag
Menn vóru samdir um, at alt ov
lítið verður gjørt fyri trygdina á
arbeiðsplássinum, og semja var
um, at Feroya Arbeiðarafelag
skuldi gera sítt til, at tryggleikin
á arbeiðsplássinum avgjert
verður havdur í huga. Semja var
um at senda tveir mans frá
-felagnum á mánaðarskeið, ann-
z
aðhvert til Noregs ella Dan-
markar, fyri at nema nakað av
tílíkari útbúgving.
Samráðingarnar
Sjálvandi varð eisini nógv talað
um lenarsamráðingarnar, sum
nú fara fram. Felegini vóru øll á
fundi, og tosað varð nógv um,
Tað er ikki altíð nóg mikið at vera varin
hvønn tydning tað hevur at
standa saman og at hava eina
felagsstødu undir samráðingun-
um.
Nevndin
Av teimum nevndarlimum, sum
gingu út vóru Teddy Mikkelsen
»
a #
Tað er vert at hava trygdina í huga
og Símun Pauli Poulsen og
vórðu hesir báðir afturvaldir.
Fyri Hansinu Midjord kom
Ingiborg Winther úr Vági í
nevndina. Hinar nevndarlimirnir
eru Johannes Olsen, form, Arni
á Rógvi, næstform., Jóannes
Steingrund og Anna Berg.
Aftur diskotekdansur
í Klubbanum
Tað verður nú aftur diskotekdansur í Havnar
Klubba. Eftir at hava verið húsvillur í eina tíð og
sum eina neyðloysn lænt Sjónleikarhúsið, fekk
Diskotekklubburin i Havn mikukvøldid gjørt ein
såttmåla vid nevndina i Havnar Klubba
Talan er um ein fyribils såttmåla
fyri triggjar månadar. Såttmålin
sigur i stuttum, at Diskotek-
klubburin fær mikukvøld, hós-
kvøld og leygarkvøld til dans.
Friggjakvøld og sunnukvøld
hevur Havnar Klubbi sjålvur al-
mennan dans.
Við hesum sáttmálanum er nú
meguleiki at hava dans miku-
kvold eisini. Lars Jespersen,
formaður í Diskotekklubbanum
sigur, at teir ætla at gera miku
kvold til eitt hugnakvøld av
onkrum slag. — Tað hevur verið
roynt at hava dans mikukveld
nakað herfyri, men tað gekk
ikki. Men vit fara møguliga at
royna okkurt nýtt hetta kveldið,
Ein onnur broyting
eð tað áður hevur
sigur Lars,
er tann, at nú í
verið dansur annaðhvert hós
kvold, verður nú dansur hvert
hóskveld
Sjónleikarhúsið
Diskotekklubburin helt til í
Sjónleikarahúsinum tvey kveld.
Seinasta friggjakveld vóru gott
700 fólk og leygarkveldið gott
500 fólk til dans. Diskotek-
l.klubburin arbeiðir annars
løtuni við at finna eitt høli
býnum aftrat Klubbanum til
dans. Á henda hátt kann verða
dansað fleiri staðni samstundis
Sum steðan er í dag, er ov lítið
pláss við einum dansiheli í
býnum.