Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 1977síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SK ak + | Rr Nr. 33 — 7. mai 1977 Fyrigevingin hjå Ola neit fast Tað eru sanniliga ikki mjúkir tónar, sum hava verið at sæð í Dagblaðnum hesa seinastu tíð- ina. Eg, sum vanligur limur av javnaðarflokkinum, má ógvast við yvir ta førdu skrving, sum ungi alvi fólkafloksins Óli Breckmann vágar sær at seta uppá prent bæði í tíð og ótíð — og so skal her enntá vera talan um ein samgongupartnara! Hetta snýr seg um spork av tí óstortliga slagnum í ymsar ætt- ir, men fyrst og fremst hevur javnaðarflokkurin fingið ákoyr- ingina. Tað skal verða sagt her alt fyri eitt, at tað so sanniliga flovaði um hjartað, tá Haldur Hansen fekk noytt Breckmann at ganga Ganossagongd út í Tinganes og á samgongufundi har at biðja um fyrigeving fyri eina av hansara grovu ósannind- um um alment oyðsl hjá javnað- armonnum v.m. Men hesin Breckmann uppfer- ir seg júst sum ein flongdur smádrongur, sum er sloppin passaliga langt burtur frá hinum sum sterkari er, tá fer hann aftur at kalla og vera sjenskur. Al- menna »nøsin«, sum hann fekk, má hava tikið honum fast, tað skilst á ellum brøgdum! Nú hava fleiri Dagbloð verið á tremur við gori og galli yvir javnaðarfloksins politikk bæði í landsstýri og á tingi eftir hesa »NØS«. Ein må undrast å hvussu leingi okkara følkakaldu menn vilja finna seg i hesum grovu skuldsetingum, ja, tað er meiri at kalla talan um heilar ella hálvar injuriur frá hasi síðuni, sum eru at síggja á leiðaraplássi í Dagblaðnum hverja ferð ein fær blaðið í hondina. Orð sum partibamparar, bedrag o.s.fr. eru ikki sjåldsom at siggja. Ohugnaliga folkaflokstidin! Vit, sum eldri eru og minnast tidina her i Havn undir krignum, tá fólkaflokkurin domineradi øll- um bynum uppå sin hålvfacis- tiska måta, kenna tiverri alt ov væl hesar tónar aftur. og ta tíðina ynski eg ikki mínum ringasta fígginda at uppliva einaferð aftur — tá skuldi tú vera fólkafloksmaður fyri at fáa daglenina heim, tú fekst ikki lán í einum vissum banka, uttan at tú vart fólkafloksmaður, útgerð- arfelogini í býnum Uwak, Sperm, Tór o.s.fr. vóru fólka- floksreiður burturav, og skuldi tú við skipi hjá hesum felogun- um so skuldi floksliturin helst vera í lagi! Hasa ódemokratisku tíðina við tí ódámliga lagnum sum tá valdaði, hana lata vit fara i søguna, við ti vón, at hon aldri aftur fær fastatøkur í fólki okkara. Hon hevur ikki frægari uppiborðið! Tað er tí eisini nógv fyri, at hesir somu menn í dag ganga og reika landið runt og greiða fólki frá í håflogdum flaggreðum, hvussu frálík grundlógarfestu rættindi okkar at tala og skriva fritt eru — um hesin flokkur skuldi rátt, so er ivasamt hvussu hevði verið vorðið við hesum rættindum — teir ávarða í heilum móti komunistiska vand- anum — jú víst lúra vandarnir, sosialurin Síða 11 bæði frá vinstru og hegru, og vit eiga vist at leggja okkum í geyma, at við monnum sum Ola Breckmann á odda er ein vissur vandi á ferð. Tað er fyri langari tíð sligið fast, at einasta borgan- in fyri varðveitan av demokrat- iskum viðurskiftum er ein sterk- ur javnaðarflokkur, vit kunnu bert. samanbera meguleikarnar, sum kommunistarnir hava at gera seg galdandi í Skandinavi- en, hvar kappingin er farin fram á jøvnum feti við aðrar flokkar við t.d. úrslitini sum knúsingar- politikkurin av kommunistum í Suðureuropa hevur ført við sær. »Breckmannjugend« Nýggjast spirin innan hesa fylk- ing er eitt ungmannafelag, sum nevnist Viljin, mestiparturin av limum felagsins eru studentar, sjálvandi fyri mesta partin úr fólkafloksyvirklassaheimum, sum taka undir við propaganda- talunum hjá Óla. Latið hesar studentasnobbar dusa sær í Viljanum (navnið minnir ikki sert um felag við sama innihaldi og endamáli, kent úr Nazitýsk- landi), men tað er spell at ungir fittir, óskyldingir menn, sum Kári Thorsteinsson o.a. lata seg útnytta í einum so ivasomum fyritakandi hjá hr. Breckmanna! Søgufalsan Seinasta dømi um søgufalsan og rangjan av veruleikanum, er Olasa meting i Dagblaðnum nr. 33, av tidini eftir seinra heims- bardaga, hvar hann metir netto- ágóða okkara uttanledis í mill. kr. tey árini fyrsta lands- stýri sat frá 1948-50, hvar javnaðarflokkurin, sambands- flokkurin og gamla sjálvstýri ráddu fyri borgum, við tíðar- skeiðið frá 1950-54, tá fólka- flokkurin og sambandið vóru í landsstýrissamarbeiði. Nidur- steðan er sambært Óla, at í 1948 áttu vit 42,9 mill. Og hokus pokus hjá Ola er, at javnadar- menn hevdu seplað allar hesar milliónirnar burtur, tí teir eru so oyðslutir í landshúsarhaldinum. —Sannleikin er hann, at fólka- floksmenn lupu á leistum til Onglands og aðrastaðnir, og kappbjóðaðu upp á gamlar rusti- kustar av nøkrum trolarum, við vælsignilsi frá Thorstein Peters- en, og oyddu harvið dýrt vunnar krónur frá krigstidini burtur — hesir trolarar blivu fá ár seinri seldir aftur til Onglands, hesa- ferð sum gamalt jarn! Hetta vóru fíggjargeniini í fólkaflokk- inum, sum skipaðu fyri hesum »megnarkeypum«. Rakårini miklu Og so fer Oli at rósa fólkaflokk- inum og sambandsflokkinum fyri landsstyrisskeidi frå 1950-54 mangt verður í neydini nytt — hetta eru og verða stórtu rakår i Føroya nýggjari søgu við stór- um arbeiðsloysi, fiskimenn okk- ara í túsundatali vórðu noyddir út av landinum fyri at vinna sær foðina fyri seg og síni, skipa- flotin í stødugari minking, neyð og elendigheit í mongum før- oyskum heimi. Hetta landsstyri kom sjålvsagt i minniluta vid valið i 1954, men tíverri kom tå sjålvstyrisflokkurin, sum altíð hevur rikist sum tongul í brimi, og bjargaði hesi samgongu møguleikan at halda áfram til 1958, ein vanlukka í sjálvum sær, hvar hitt svartasta aftur- hald hevði rottað seg saman og kom hetta at kosta Feroya fólki dýrt. Har hendi so everska lítið hesi 8 árini, at tað neyvan er vert at taka uppá tunguna! Valsigur javnaðar- floksins I 1958 verða teir noyddir frá aftná stóra valsigur javnaðar- floksins, har fólkið tíðuliga og greitt vildi hava eina heilt aðra leiðslu í landsins stýri. Hvert mansbarn í Feroyum veit, at tá kom ein broyting til tað betra fyri tað stóru fjøldina av fólkin- um. Bara fyri at nevna nekur stórmál sum vórðu loyst úr lagdi: endurnýggjanin av skipa- flotanum, sosiallóggávan, og verður hon gjøgnumførd, gongd kemur á samferðslunútbygging- ina, og ikki minst verða skaptir meguleikar fyri øll, bæði á sjógvi og landi, aftur at sleppa at virka í føroyska samfelagn- um, og harvið verða við til at útbyggja okkara egna land, í- staðin fyri at blóman av vinnu- fora fólkinum varð noydd at fara í fremmand lond at tæna sum húskallar, meðan fólkaflokkurin sat í Tinganesi og helt væl standa til! Nei Óli, lat hatta dapra tíðar- skeiðið fara aftur við borðinum, tað man løna seg best fyri allar partar. Hald síðani uppat við at grava veitirnar djúpari í fólki okkara, tað tænir ongum enda- máli at seta bólkar kunstiga upp ímóti hvor ødrum. Javnaðarflokkurin borganin fyri tryggleika og framburði Vit javnaðarveljarar hava enn sum áðum stórt álit á okkara valdu umboðum, og uppfata teir sum borganina fyri tryggleika og framburði hjá fjøldini her á landi. Vit foroyingar — tað veri seg teir sum skipini reka ella teir sum standa á skipabunka — fela okkum tryggar, og vita, at við samráðingarborðið, um tað so er nær ella fjart, situr okkara av- gjort besti samráðingarmaður Atli Dam legmaður, hann er heilt einfalt borganin fyri, at vit vita at alt verður gjørt sum er politiskt meguligt, sjálvt um mangan óivað er stríggið at fáa mótpartin at skilja okkarw ser- ligu steðu. Eitt síggja allir foroyingar tíðuligari og tíðulig- ari fyri hvenn dag sum gongur, og tað er at fiskivinnupolitikkur landsstýrisins er fyrst og fremst fiskivinnupolitikkur javnadar- floksins, og tað er í sjálvum sær at fegnast um, vit hava ikki ráð til ein antin/ella politikk á hesum eki, men ein bæði/og. Haldið áfram í landsstýri og á løgtingi tit javnaðarmenn og kvinnur, og vit eru harvið við til at mynda Føroya framtíð. J.S. Parodi, skemtileikur ella veruligur arbeiðarapolitikkur???? Vit, sum respektera dag alheims arbeiðara 1. mai, vit undrast yvir, at hann verður gjerdur til kabarett í Feroyum. Boðað verður frå, at ein rødari er Pauli Ellefsen. I øllum ødrum londum fylkj- ast arbeidarar um henda dag. Jesus: er tað álvara ella skemt, at føroyingar útstilla hesa skammstúttu fyri lygn, arbeiðs- gevarar, »gevarar«, borgarlig- heit, Dimmalættingar, er hetta tað, sum føroyingar hava at bjóða arbeiðaraklassanum 1. mai (sum Sosialurin mai- fyri at tekkjast dønum?) Og vit síggja myndirnar av teim uppríktu og uppfyltu ung- fólkaútnyttarunum í disc- klubbunum. Gott, at slíkir nú blíva økonomiskt avhøvdadir. Vónandi gerast teir næstu ikki slíkir peningahávar, sum teir undangongumenninir vóru. Tað vísir seg sum at ung- dómurin ikki hevur onnur áhugamál enn at danska og drekka og tvætla ítrótt. Kann fyrsti mai ikki gerast eitt symbol fyri, at nú átti ungdómurin at taka annað róður í hond? Gerast politiskur! Gera eitt arbeiði fyri samfelagið, arbeiðsmannin, ið staðin fyri at útloysa sínar agressivu og erotisku driftir i itrotti go diskotekismu? Og i Klaksvik er Svend Thule- sen, 1. mai-maður! Guð for- barmi seg....... fyri arbeiðara- mentanina í Føroyum! Parodi, kabarett ella hvat? Og so yrking eftir róa niðri- undir myndini av Svend Thules- en, skal tað rættvísgera hvat? Vit bíða eftir sæluni, haleluja. Arbeiðaravinur dr ÅH Skeivt at seta gjaldid upp Aftaná at hava lisið blød og hoyrt í Utvarpi um uppskot landbúnaðarnevnarinnar viðvík- jandi nýggjari hundalóg, vilja vit hervið Djóraverndarfelagsins vegna sláa fast, at vit als ikki taka undir við hesum uppskoti. Tvørturimoti er hetta eitt hitt storsta vóbrot vit nú hava fingið, og vit hava fingið ikki so fá hesi 2 árini, felagið hevur virkað. Orsøkin til, at vit væntaðu okkum annað úrslit, skulu vit her greiða frá: Tann 23. mars í ár Jar formadur felagsins bodsendur at koma å fund saman vid Løgting- sins landbunadarnevnd, og møtti hon saman vid skrivaran- um. Her fingu tær at vita, at tad var spurningurin um uppskot til nýggja hundalóg, ið fundurin skuldi snúgva seg um, og tosað var aftur og fram um hetta mál. Tær vóru samdar við land- búnaðarnevndini í, at alt ov nógvir hundar eru, og allir ikki hava tað so gott, sum teir áttu: men tær hildu ikki, at tað var tann rætta leiðin at ganga, at seta gjaldið so høgt upp fyri hvønn hund, tí tað eru ikki allir hundaeigarar, ið hava ráð at gjalda so nógv, t.d. fólkapensio- nistar. ut Út ar. Eisini hildu tær tað vera skeivt, at nakrir fáir mans skuldu kunna gera av, at allir hundar á einum plássi skuldu burtur uttan seyðahundar o.s.fr. soleiðis sum uppskotið nú ljóðar. Skuldi tað verið so galið, at tað var neyðugt at siga hund- arnar av, so átti frestin at verið longri enn eitt ár fyri teir hund- arnar, ið verða passaðir, sum teir eiga. Tað er stórur órættur, at teir eigarar, ið hava hundar sínar við hús, skulu beta fyri, at aðrir ikki gera tað sama. Vit skuldu neyðugt komið í tað stødu, at hundaeigarar verða kroystir at velja hundavinir til kommunuvalini! Á nevnda fundi vóru fleiri aðrir og betri meguleikar at minka um hundatalið nevndir, t.d. at minka um talið av tíkum, o meira kontrol við hundunum og eigarum teirra. Eingir av hesum møguleikum eru, so vítt vit vita, í uppskotin- um, sum nú er komið. Ti vilja vit vegna felag okkara heita á Løgting og Landsstýri um ikki at styðja hetta uppskot, ið eftir okkara tykki er stak vánaligt og illa umhugsad! Til seinast kann eisini nevn- ast, at á fundinum nýttu umboð felagsins høvi til at greiða frå ollum trupulleikunum við myndugleikarnar, og bóðu teir taka ymiskt av tí við í uppskot- inum, við von um, at løgtingid vildi styðja okkum, tí frá Lands- stýrinum hava vit ongantíð fing- ið svar uppá brev og áheitanir, men heldur onki av hesum er nevnt í uppskoti landbúnaðar- nevndarinnar! Nevndin fyri Djóraverndarfelagið