Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. mai 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 35 — 14. mai 1977 giro 6282725 H sm telf. 11820 « sostalurin box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmaður: Jan Miller Prent: Dimmalætting Stuðulslán SÍÐANI seinast í fimtiárunum, hevur landskassin rindað upp til 25 pst. í studningi til skipabygging, og tað sama til tekniskar innleggingar í gomul skip. FYRI stuttum legði landsstýrið aftur uppskot fyri tingið, um at avtaka hendan studning, og ístaðin at veita sonevnd stuðulslán uppá 25 pst., i skulu vera avdråttafri tey fyrstu árini og til eina rentu uppá 4 pst. UNDIR 1. viðgerð á tingi tóku andstødan og partur av samgonguni als ikki undir við hesum uppskoti, men mæltu til, at landskassin framvegis skal rinda beinleið- is studning til skipabygging. FYRI okkum er hetta heilt ófatuligt. Í fyrsta lagi, eru fyritreytirnar fyri hesum studningi burtur, tá hugsað verður um, at lógin um studning til skipabygging kom í eini tíð, har tað var bráneyðugt við eini umfatandi endurnýgging av føroyska fiskiflotanum, sum tå var sera ótíðarhósk- andi og eisini høvdu vit alt ov fáa skip til allar okkara fiskimenn. Í DAG er ødrvisi. Vit hava ein stóran og tíðarhóskandi fiskiflota. Hjá stórum parti av okkara skipum er tað trupult at fáa manning og nógv skip sigla við undir- manning. Eisini meta fiskifroðingarnir, at vit einsamallir, við tí heimaflota vit nú hava, kunnu veiða alt tað, sum ráðiligt er at veiða í okkara egna heimasjógvi. Og tað tykist rættuliga trupult at tryggja nóg mikið av rættindum á fjarleiðum til allan okkara langfaraflota. ALT HETTA bendir á, at tað als ikki er neyðugt beint nú, at eggja monnum til at byggja alt ov nógv skip. Og í øårum lagi, fáa skipaeigarar, annað — hvert talan er um felog ella einstaklingar, ikki so ringar semdir á annan hátt. Hugsið bert um skattligu avskrivingarmeguleikarnar og um veðhalds — bindingarnar hjá lands- kassanum. SANNLEIKIN er jú tann, at landskassin veðheldur fyri ollum lánum til skipabygg- ing, at skipaeigarar sleppa væl betri í skatti enn onnur og at tað tískil ikki kann verða nekur ólukka, um studningurin uppá 25 pst. verður broyttur til lagalig stuðulslán. VIT EIGA at minnast til, at tað er maðurin við ti litla lagkøkustykkinum, sum frammanundan rindar tann skattin, ið reiðarin við avskrivingarmeguleikunum sleppur undan at rinda, sum eisini skal rinda studningin. UNDIR umreðuni av málinum græt Pauli Ellefsen síni seltu tár yvir mannin við 300.000 kr. í inntøku, sum einans slapp at avskriva 100.000 kr. og fekk 100.000 kr. í skatt. ER IKKI størri orsøk til at gráta yvir mannin vid eini inntøku uppå 60.000 kr og við eini skattarokning uppá 20.000 kr GUÐSTÆNASTUR Sunnudagin verðu guðstæn- asta í Havnar Kirkju við Hans Jákup Joensen. Talvan gongur til farma fyri nýggjari grønlendskari bibliu. Sunnudagin verður guðs- tænasta í Sjóvar Krikju kl. 11. Kristi himmalsferdardag verdur gudstænasta i Skåla kirkju kl. 11. Umframt føstu sendingarnar: 07.15: Vedurtidindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Vedurtidindi og tidindi 07.35: Tónleikur 08.00: Vedurtidindi og tidindi 08.05: Lurtararnir og vit spæla grammofon 09.00: Vedurtidindi og tidindi 09.05: Morgunlestur 12.00: Middagskonsert 12.20: Vedurtidindi og tidindi 12.32: Degurðatónleikur 12.50: Vedurtidindi 12.51: Tónleikur 18.30: Vedurtidindi og tidindi 18.42: Nåtturdatonleikur 20.00: Vedurtidindi og tidindi Leygardagin 14 13.00: Endursendingar. 19.00: V 4 dråttur. 19.05: Spurnarkapping. 20.00: 15 tær bestu. 20.45: Trihyrnti hatturin. 21.15: Dansimusikkur. Sunnudagin 15. 14.30: Kveðuljómar. 17.00: Gudstænasta. 18.40: Tíðindi á grønlendsk- um. 18.50: Ítróttur. Månadagin 16. 18.42: Ur ymsum herðas- hornum. 19.00: Løtt løg. 19.30: Grammofonkonsert. Tysdagin 17. 18,42: Barnaútvarpið 19.15: Klassiskt + Ætt og vinum gerst kunnugt at kæri bróður okkara FRASER LEIVUR EYSTUROY andaðist á landssjúkrahúsinum týsmorgunin. Jarðaferðin verður úr Havnar Kirkju leygardagin kl. 13. Systkini Til limir Suðurstreymar Javnaðarfelags Felagsfundur verður tyskvøldid 17 mai kl 20 á Hotel Føroyum. Metið fjølment. NEYNDIN Mikukveldið 11. mai var felagsfundur. Evnið var komandi Landsfundur. Á fundinum vóru ell samd um, at halda ein felagsfund afturat, áðrenn Landsfundin, tí nógv mál eru, ið eiga at viðgerast. Hesin fundur verður sum áður nevnt tyskvøldid 16. mai kl. 20 á Hotel Føroyum. Væntandi siggjast allir limir felagsins. Brøv eru send ut til limirnar. Men framvegis fær nevndin brøv aftur, ti adressan er skeiv. Vit vilja ti heita á teir limir, ið hava skift adressu at siga nevndini frå. HANS J. HØJGAARD Føroysk songløg er útkomin og fæst í bókabúðunum. Bókin er innbundin og kostar 100 kr. Avgreiðsla: BOKAMIDSØLAN Tinghúsvegur 18, 3800 Tórshavn, tlf. 137 56 Av upplagnum eru 200 eintek talmerkt og signerað av høvundanum. Hesar bøkur verða bert avgreiddar beinleiðis frá Bókamiðseluni. Kostnaður 140 kr. MENTUNARGRUNNUR FØROYA LØGTINGS Landsfundur Føroya Javnadarflokks ; verður í húsum Havnar Arbeiðsmannafelags í døgunum 20., 21. og 22. mai. Mål, sum feløgini ynskja vidgjørd å fundin- um, skulu vera skrivaranum i hendi seinasta lagi 15. mai. Dagsskrå verdur send feløgunum. Fv. Atli Dam, formaður Vilhelm Johannesen, skrivari Lýsið i sosialinum EEEEEEEEEEESSSESSSEEEEEEEEEEEEEEEEEEEEEE