leygardagur 14. mai 1977síða 15
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
4
3
3
2
Nr. 35 — 14. maí 1977
sosialurin
Síða 15
Arsfrágreiðing frá Býarbókasavninum 1976-77
Byarbókasavnið
ringar umstødur
Nógv tilboð til føroyingar,
sum fara uttanlanda at ferdast
Byarbokasavnid hevur nú umleið 30.000
bind. Vit hava roynt at hildið áfram at út-
byggja Býarbókasavnið og gera tað meira
tíðarhóskandi. Serligan dent hava vit lagt á
at keypa yrkisbókmentir, ið kunna vera til
hjálp hjá teimum, ið eru undir útbúgving, og
er útlánið av hesum eisini vaksið við umleið
2.000 bindum
Annars keypa vit so fjølbroytt
sum meguligt, soleiðis at øll
kunnu fáa gleði av bókasavnin-
um.
Av feroyskum bókum keypa
vit so nógvar sum yvirhevur
gjørligt. Eisini útlánið av før-
oyskum bókum er vaksið í farna
árið við umleið 700 bindum.
Spurt hevur verið nógv eftir
føgrum bókmentum á enskum,
og ti hava vit fingið Býarbóka-
savninum eitt úrval av enskum
og amerikansum føgrum bók-
mentum.
Nú tá Smyril fer í uttanlanda-
sigling, kunnu vit gera vart við,
at vit hava rættiliga nógvar
bøkur um Noreg, Ísland, Ong-
land og Skotland.
Av tí, at fiskivinnan hevur so
stóran týdning í Feroyum, hava
vit hildið tað verið rimiligt eisini
at leggja dent á hetta evnið,
hvat bókakeypið viðvíkir.
BØKUR TIL OKKUM ØLL
Í mars 1977 fóru vit undir at
læna bekur út, lisnar inn á kas-
settubond, og visir tað seg at
vera eitt væleydnað tiltak. Tað
er í fyrsta umfari bert til fólk,
sum ongursvegna ikki fáa lisið
vanligar bekur. Samstundis
kunnu vit eisini gera vart við, at
Býarbókasavnið hevur bekur við
grovum stíli til tey, sum ikki
síggja væl. Bæði kassettubond-
ini og bøkur við grovum stili, eru
fyribils bert á donskum.
Á lesistovuni eru øll føroysk
blað og tíðarrit og eisini eitt
úrval av útlendskum bloðum og
tðarritum. Eitt handbókasavn
við vanligum uppslagsbókum er
eisini á Býarbókasavninum.
EINGIN
BARNABÓKAVORÐUR
Tíverri fór barnkabókaverðurin í
oktober 1976, og ongin er komin
aftur síðani. Saknurin á barna-
bókaveðri hevur sjálvandi verið
stórur. Barnabókasavnið hevur
verið ómetaliga nógv merkt av,
at vit ikki hava havt fólk við
serútbúgving at taka sær av tí
burtur av. »Spæl og tonleikur«,
sum farið var undir í februar
1976, datt av somu orsek niður-
fyri. Vit hava kortini roynt, at
havt ymiskt fyri bernini, t.d.
hava Steibjørn B. Jacobsen og
Lina Larsen verid og sagt frå
søgum, vit hava vist ljósbílet og
i seinastuni eisini film. Norrøni
dagurin 23. mars varð hildin á
Barnabókasavninum. Hetta var
eitt sera væleydnað kveld, har
Bárður Jákupsson segði frá søg-
um, og Jórun Simonsen og
Sigrid Grendal sungu og dans-
aðu við bernunum. Umleið 120
bern vóru mett.
Í hesum árinum hevur Býar-
bókasavnið fingið eina stóra
bókaútgávu frá rithevundarnum
Poul Holm Joensen, ættaður úr
Havn og búsitandi í Danmark.
Býarbókasavnið hevur fingið
Bárð Jákupsson at tekna eina
bókasavnsplakat, sum eitur:
>Bókasavnið er fyri øll. Læn, les
lær!< Plakatin er tann fyrsta i
Feroyum av sínum slag og kann
keypast fyri 10 kr. við at snúgva
sær til Býarbókasavnið.
M. A. Jasobsens bókmenta-
virðislen varð sum vant handað
á Býarbókasavninum, og varð
hon í ár latin til Marius Jo-
hannesen, Oluvu Skaale og Rik-
ard Long.
I årinum eru 1197 nyggir
lånarar komnir afturat. Útlánið
av bókum hevur verið 60.165,
mest til fólk í Havn, men eisini
eitt sindur út á bygdirnar.
Í oktober 1976 fóru tveir
bókaverðar, og eru ongir komnir
ístaðin. Ti hevur tað verið
neyðugt hjá Býarbókasavninum
at stytt um útlánstíðina við 9
tímum um vikuna. Arbeiðsum-
stødurnar eru sostatt ikki góðar,
men vit royna at fáa sum bestu
burtur úr.
Viðmerkjast skal eisini, at vit
keypa og gera klárar bekur til
tey 3 kommunalu skúlabóka-
søvnini í Havnini. Her er Eyst-
urskúlin fyri stuttum komin
afturat og er skúlabókasavnið
undir uppbyggind har.
Býarbókasavnið hevur í árin-
um eisini havt vitjan av skúla-
klassum og læraraskúlanæm-
ingum, sum hava fingið vegleid:
ing í bókasavnsnýtslu.
Brot úr Dagbók
Og Magnus heldur fram.
Undir skrivingini kom eg aft-
ur fram á dagbókina. Nú skuldi
tað vera. Eg setti meg niður at
reinskriva. Tá avtornaði, fylti
hon 21 síður. Tað var tað heila.
Og eg ætlaði at fáa hana út.
Einki sum at. Hon skuldi út. Eg
fekk Frants Restorff, tá Grafia,
at gera mær prentmyndir av
tekningunum í bókini. Hetta
kostaði gott og væl 1100 krónur
á sumri 1972. Og ongantíð
kravdi Frants mær fyri pengarn-
ar. Ein himmalskur munur á
honum og vissum eðrum, ið
løgdu stein omanå byrðu og sum
nå fåa tad aftur i gråum kålvs-
skinni. Slikar gerdir, sum hend-
an Frants sýndi mótvegis mær,
gera, at ein ikki heilt missir
trúnna á menniskjað. Tá eg á
sumri 1976 orðaði hetta við
hann, svaraði hann, at eg bara
kundi senda honum bekur fyri
pengarnar. Og tað havi er gjørt.
Hann keypti 10 bekur av 17
Yrkingar, 10 Vaknaður Vársins
Songur og restina fekk hann í
Grønlandi við Kongshavn. Ti,
sum hann segði: >Ég ætli mær,
at brúka tær sum gåvu«. Vóru
fleiri slíkir til, kundi ein saktans
liva av at skriva
Útreiðslurnar hugsaði eg
slettis ikki um. Eg bara arbeiddi
og legði ætlanir, og royndi at
fremja tær. Á prentsmiðjuni hjá
H.N. Jacobsens Bókhandli fekk
eg ávaringar. Bæði frá prent-
smiðjustjóranum, Martin
Thomsen, og Prentarafelagsfor-
manninum, John í Sjúrðagarði.
Orsøkin var ikki tann, at eg
arbeiddi ov lítið. Nei, eg arbeiddi
ov nógv! Sprongdi allar ramm-
ur. Eg havi bara einaferð fyrr
fingið ávaring av sama slag. Tað
var, tá eg, 19 ára gamal,
arbeiddi á Columbus Emballage,
úti á Amager. Mær dámar, at
arbeiða hart. Havi altíð gjort
tað. Havi tað so nógv betur, tá
gongd er á. Við snerið, í sjálv-
drátti, eins og við skrivimaskin-
una. Ein brúkar kropp og hevd
til bæði. Men, her mátti okkurt
gerast, so eg ikki fekk sekkin
vegna ovarbeiði. Fór so omaná
Perluna fyrrapartin, at drekka
te. Sat har ein tíma. Seinnapart-
in fór eg oman á Hafnia, at sita
ein tíma. Tá fekk eg frið. Eingin
skilti nakað av tí heila. Tá eg
seinni, eftir nýtt ragnarrok,
arbeiddi sum jorð- og betogrotta
uppi á Samfelli, umvældi funda-
mentini undir kuplunum fyri
Phil & Sen, segði Martin Thom-
sen, at hatta var júst tað rætta
arbeiði fyri meg. Meiningin var
góð nokk, og eg skilji hann væl.
Hann meinti, at eg hevði ov
nógvar kreftir, at arbeiða sum
prentari. Men kroppsligt ar-
beiði, drukktúrar, niðurtúrar,
upptúrar, konufólkaflipp, skriv-
ing, teknig, ævigi ófriðurin,
vóru bara tekin um nakað heilt
annað. Nakað, sum eg heldur
ikki sjálvur tá, visti nakað um. Í
dag ivist eg ikki í, at hópin av
menniskjum fara til grundar í
brennivíni, narko, nervum,
sjálvdrápi, sinnissjúkum og el-
endigheit, tá at okkurt, ið rópar
innan ífrá og ikki sleppur út, ger
av við tey.
Eg var so heppin, at sleppa
sálini út. So ístaðin fyri at gera
enda á mær, eg royndi sjálvdráp
tvær ferðir, lyfti hon meg upp.
Herfrá mín sterka trúgv á
menniskjasálina, upprunan, lív-
sins ævigu vallaragongd,
mannaættina, forfedrarnar, for-
tíðina, nútíðina, framtíðina, vilj-
an, royndirnar, vitið. Men, tað
tók langa tíð at koma so langt.
Tíðarskeiðið liggur raðið. Tað
maniska, ovfarakætið, havi eg
altid havt lyndi til, eisini tung-
lyndið, depressiónina. Fyrstu
ferð hin sjúpi óttin kom, var á
heysti (oktober) 1971. Aðru ferð
óttin leyp á, hesaferð saman við
1
djúpun tunglyndi, var í januar
1972. Steðan helt á til seinast í
mai mánaða sama ár. Tá kom
mítt fyrsta maniska herðindi.
Var maniskur: juni-juli-august.
Depressivur: september-oktob-
er-november. Maniskur: des-
ember. So koma vit til 1973.
Maniska staðan heldur fram.
Tann hægsta, mest titrandi,
fantastiska eg nakrantíð havi
havt: januar-februar-mars.
Depressaiónótti: apríl-mai-juni-
juli-august-september-oktober.
Maniskur: november-desember.
So koma vit til 1974. Maniska
stødan heldur fram: januar.
Depressiónótti: februar-mars-
apríl-mai. Maniskur: juni-juli-
august-september-oktober-nov-
ember-desember. Nu eru vit i
1975. Eg eri við at læra >sjúk-
una<, sum er ein ógvuliga natúr-
ligur atburður mótvegis hend-
ingum og upplivingum, saman
við umsteðum og ættarbregði at
kenna. Eri við at læra at stýra
henni. Eri við at finna ein livsstil
og eitt arbeiði eg kann liva
saman við, ein nýggjan edendi-
tet. Havi funnið út av, so smátt,
at >sjúkan<, hon kann brúkast,
og at hin vil brúkast. Á heysti
kemur fyrsta bókin, 17 Yrking-
ar. Í hesum yrkingum stendur
mín arbeiðsætlan, arbeiðsskema
og -øki. Men, tað er bara eg
sjálvur, ið veit tað. Hesar 17
Yrkingar vóru tiknar beinleiðis
1 i privat yrkingasavni
ur minúm
Ego-terapi, udtryk for stærke
indtryk. Eg umsetti tær bara til
føroyskt. Um várið 1976 kemur
onnur bókin, Vaknaður Vársins
Songur, eftir faðir mín, sála,
Jens Dam Jacobsen. Um ein
hyggur eftir støddunum á bók-
unum, so eru tær ógvuliga væl-
hugsað bygdar upp. Eg hevði
ikki ráð, at geva út bókina Í
Grenlandi Við Kongshavn. Tí
mátti eg fyrst geva 17 Yrkingar
út. Og tað hon kostaði, var nóg
dýrt. Eg mundi farið á heysin.
Ti i Føroyum vóru bara seld 200
eintøk. Eg arbeidi vi3 småum
uppí skoytum, sum seld verða
beinanvegin. Havi ikki ráð, at
lata bøkur liggja óseldar í ára-
vis. 300 eintak seldi eg herniðri
við at súkla runt. Seldi míni
fyrstu tvey yrkingasevn til
Magnus Dahl, sum búði úti í
Drager, sjálvur búði og tá í
Søborg. Soleiðis traðkaði eg
runt. Frá Drager til Heduhusene
Øst. Frá Sydhavnen til Norð-
havnen. Frå Amager til Helsin-
gør. Ein praktfull uppliving. So,
um eg sigi, at tað vóru tey minst
múgvandi, kollegianarnir her í
býnum, id figgjadu grundarlagið
undir minum bókaútgávum, so
er tað einki annað enn sannleik-
in. I dag havi eg 2 eintøk eftir av
17 Yrkingar. 650 vórðu prentaði.
150 forerdi eg burtur
framhald