Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin søsialurin telf. 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Bladmadur: Jan Miiller Prent: Dimmalætting Lønarbæti EFTIR AT såttmålarnir millum arbeiðarafel- egini og Feroya Arbeiðsgevarafelag vóru uppsagdir til 1. mai, eydnaðist tað teimum kortini, í evstu lotu, mikunáttina 11. maí at koma ásamt um nýggjar sáttmálar. FYRI VERKAMENN gav semjan, seinasta mikudag eina løn uppá 25,87 kr. um tíman og harafturat eina hækking uppá tvær krónur um tíman frá 1. mai 1978. Eisini var eykasamsýningin til trukkførarar, bilførarar, kranferarar, spreingjiarbeiði og annað tílíkt hækkað við einari krónu um tíman. FYRI KVINNURNAR týddi semjan miku- dagin eina prinsipiella broyting. Frá 1. mai 1981 fær verkakvinnan somu løn sum verkamaðurin. Kvinnulønin er nú hækkað við 2,90 kr. um tíman, soleiðis at hon nú er 24,59 og frá 1. mai 1978 verður kvinnulønin hækkað við tveimum krónum um tíman. 1. mai 1979 og 1. mai 1981 hækkar kvinnulønin vid åvikavist 60 og 68 oyrum umframt såttmalahækkingarnar. HETTA VIL vid eðrum orðum siga, at kvinnurnar tá fáa somu løn sum menn, og hóast vit kundu ynskt, at hesin ójavnin var beindur av vegnum, fyri nógvum árum síðani, og í seinasta lagi nú beinanvegin, so kunnu vit kortini fegnast um at arbeidsgev- arin nú hevur bundið seg til at geva verka- kvinnuni fulla løn frá 1. mai 1981. Vit vilja her undirsktrika, at arbeiðsgevarar við hesum eisini hava viðurkent at teir, við lønarsåttmålum sínum øll árini hava undir- lønt føroysku verkakvinnuna. STRIDID HJÅ verkakvinnuni fyri at vinna lika løn, hevur verið drúgvt,. Biditidin eftir at fáa endaliga úrslitið av hesum áralanga stríði, verður nú eisini fýra ár, men kortini er hetta ein óferur bæti — ein sigur vit fara at ynskja føroysku verkakvinnuni tillukku við. EIN ANNAR sigur hjá verkafólkinum undir hesum lenarsamráðingunum var, at all verkamannafeløgini nú stóðu saman undir samráðingunum, meðan tað annars hevur verið so seinastu árini, at verkamannafelog- ini hava ført samráðingar í trimum. Føroya Arbeiðarafelag fyri seg, Havnar Arbeiðs- mannafelag fyri seg og Klaksvíkar Arbeiðs- mannafelag fyri seg. Vónandi verður hetta byrjanin til eina nýggja samanrenning millum øll feløgini. SAMANTIKID var talan um triggjar sigrar undir lønarsamrådingunum i år. Fyri tad fyrsta at verkakvinnurnar fingu tilsøgn um somu løn, fyri tað næsta, at øll verkamanna- felogini stóðu saman og førdu samrådingar i felag, og fyri tað triðja sjálvur lønarbatin. dagbókin GUÐSTÆNASTUR Kristi Himmalfarsdag: Havnar kirkja: Gudstæn- asta vid Erling Ruud. Talvan gongur til frama fyri Etiopiu- missiónina. Nólsoyar kirkja: Guðstæn- asta við Hans J. Joensen. Guðstænasta við altar- gongd í Hvannasundi og sunnudagin í Hættarvík. 100 AR Í morgin tann 19. maí verður Johanna Jacobsen í Syðru- gøtu 100 ár. Vanliga verður hon nevnd Husajohanna. Hon er einkja eftir Thomas Jacobsen. sum doyði í 1959. Johanna býr hjá dóttrini Katu Vangberg. Eftir tí sum vit frættu er Johanna blind og seingjaliggjandi. BRÚDLEYP Í dag giftast í Havnar Kirkju Siborg Klode og Ólavur Arge. Brúdleypsadr: Hotel Feroyar. Umframt festu sendingarnar: 07.15: Veðurtíðindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Veðurtíðindi og tíðindi 07.35: Tónleikur 08.00: Veðurtíðindi og tíðindi 08.05: Lurtararnir og vit spæla grammofon 09.00: Vedurtidindi og tíðindi 09.05: Morgunlestur 12.00: Middagskonsert 12.20: Veðurtíðindi og tíðindi 12.32: Dogurðatónleikur 12.50: Veðurtíðindi i2.51: Tónleikur 18.30: Veðurtíðindi og tíðindi 18.42: Nátturðatónleikur 20.00: Veðurtíðindi og tíðindi Mikudagin 18. 13.00: Kveðuljómar til sjó- fólkið. 18.42: Miðvikan. 19.30: Fólkalog. Hósdagin 19. 14.00: Vedurtidindi og tíðindi 14.10: Konsert. Havnar Hornorkestur 15.00: Til lands í Íslandi. 15.30: Grammofongestur á Bryggjubakka. 16.00: Leikum fagurt. 16.30: Orgulkonsert úr Eiðis kirkju. 17.00: Guðstænasta. 18.05: Klassisk smástykki. Fríggjadagin 20. 19.00: Fiskivinnutátturin. 19.30: Spælimenninirnir í Hoydølum. Landsfundur Føroya Javnadarflokks verður i húsum Havnar Arbeiðsmanna- felags í dogunum 20., 21. og 22. mai. Fundurin verður settur friggjakvøldid kl. 19. Fundirnir halda fram leygardagin 21. mai og sunnudagin 22. mai. Báðar dagarnar kl. 14. Allir felagslimir hava atgongd til fundirnar. NEYNDIN Javnaðarveitsla Í samband við landsfund Feroya Javnaðar- flokks verður veitsla í veitsluhellini á landssjúkrahúsinum leygarkvøldid 21. mai kl. 20. Tekningarlisti liggur á telf. 11820 millum kl. 15 og 17. Freistin at tekna seg er til friggjakveldið kl. 17. Feroya Javnaðarflokkur Leyst starv Treytað av góðkenning mynduleikanna verður væntandi eitt starv leyst sum leiðari fyri »Fritidarheimid í Skrivaragøtu«. Heimið skal vera eitt umlættingar- og fritidarheim fyri sálarliga menningartarnaði fólk og moguliga fyri fólk, ið hava onnur brek. Leiðarin skal hava umsorgarútbúgving. Lønartreytirnar eru ikki ásettar enn, men verða væntandi eftir danskari skipan í mun til líknandi størv í líknandi stovnum í Danmark. Skrivliga umsókn við provtøkuskjølum verður at skriva til Fyribils-stýrið fyri Fritidarheimid í Skrivaragøtu og at lata inn til Almannastovuna, postsmoga 196, Tórshavn, í seinasta lagi tann 7. juni 1977. 1) Korrespondenti køn i føroyskum og enskum 2) Dataoperatøri (holidamu) evt. 1/2 dag seinnapartin 3) Roknskaparkønum fólki og 4) Skrivstovufólki vid teoretiskari og prakt- iskari útbúgving Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. SJOVINNUBANKIN Nr. 36 — 18. mai 1977