leygardagur 21. mai 1977síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 37
Leygardagin
21. mai 1977
50. árgangur
Leysasøla 2,00 kr.
frælsi
javnadur
brødralag
Studentaskulin og venjingarskulin:
Kommunistiskar uppalingarstødir,
sigur Ivan Carlsen
Landsfundurin:
OKKARA samfelag er bygt å demokratiska
grundvøllinum, — i hesum samfelag skulu
øll sjónarmið hava møguleikan at koma
fram íljósið, soleiðis at vit byggja eitt sam -
felag, har allir bólkar hava meguleikan at
mynda samfelagið.
MILLUM hesar er Javnaðarflokkurin tann
politiski flokkur, sum einafremst hevur
sett sær fyri at fremja ein politikk, sum vil
skunda undir at ellum borgarum verður
tryggjað frælst lív við at beina burtur vesal-
dóm, ótryggleika og órættvísi og at leggja
til brots fyri, at teknisku og fíggjarligu
framstigini verða nýtt til at fremja vælferð í
landinum og harvið vælferð fyri fólkið, fyri
einstaklingin.
HVUSSU hetta hevur roynst kann sjálvsagt
verða mett um, og ymiskt kann vera, sum
vit halda hesar royndir hava eydnast, men
tað er greitt, at tann útbygging sum Javn-
aðarflokkurin hevur verið við til og hevur á-
virkað í vinnulivinum á sjógvi og á landi,
hevur fort við sær, at arbeiði er fyri allar
hendur, hetta sum er eitt hitt fremsta aðal-
málið hjá Javnaðarflokkinum.
Í HESUM døgum heldur Foroya Javnaðar-
flokkur landsfund. Flokkurin skal taka
stødu til tey mál sum liggja fyri av ymisk-
um slag í
í landspolitikkinum, samstundis
sum flokkurin skal velja sær floksleiðsluna
og leggja politiska arbeiði til rættis fyri
komandi tid.
TAÐ ER at vóna, at tann positiva ávirkan,
sum Javnaðarflokkurin gjøgnum sítt polit-
iska arbeiði hevur havt á
á landsins fram-
burð, framvegis verður at skunda undir, at
bygt verður tað vælferðarsamfelag, sum
skal tryggja tey sosialu og mentunarligu
framstigini, ið flokkurin hevur sett sær fyri
at verja og føra víðari.
Eg kenni foreldur,
heldur vilja senda børn síni til
Danmarkar í skúla, enn at
senda tey niðan í Hoydalar til
ateistiska upplæran, sigur
Ivan Carlsen í viðtali vi Sosi-
alin. Hetta var í samband
við, at myndablaðið NÚ hev-
ur havt samrødu við Ivan
Carlsen og Kurt Nielsen, har
teir m.a. siga:
sum
Eisini hava vit eina stød,
sum niðurbrýtur alla Guðs-
trúnna hjá ungdóminum,
og her hugsi eg um skúlan í
Hoydelum. Eftir heilt stutt-
í Hoydølum:
Rektarin
mr |
DS
ari tid á skúlanum, verða
komin úr
heilt
broytt, tey vera møtstødu-
børn, sum eru
kristnum heimum
fólk til tað, sum áður hevur
verið heilagt fyri teimum. «
Ivan Carlsen sigur eisini, at
hann kennir foreldur, sum
heldur vilja senda barn teirra
á adventistaskúlan í Vejle,
hóast hverki teirra eru ad-
ventistar og líkalítið vilja
hava, at barn teirra gerst ad-
ventistur, men heldur tað enn
ateist í Hoydelum.
Ivan sigur, at tað helst
man vera umhvørvid, sum
skapar henda ateistiska and-
an og sigur, at tað visir seg
ferð eftir ferð, at bern úr
TTT LL AA TA EET
"I HTERDNKNEEBEELDKELARER EGE RE3E1
IT LER :
BTBTBT
» ge - á Á
ek salan
trúgvandi heimum koma á
skúlan og gerast ateistar eftir
stuttari tid. Sama sigur Ivan
um Venjingarskulan. Hetta
eru kommunistiskar uppal-
ingarstødir, sigur hann og
heldur fyri, at børnini eftir
fáum døgum á skúlanum, seta
Che Guevara hægri enn Jesus
Annars viðmerkir Ivan Carl-
sen, at í prátinum vid NU,
varð lovað teimum, at teir
skuldu sleppa at lesa greinina
áðrenn hon kom á prent.
Hann sigur, at hetta lyfti
blaðstjórans ikki varð fylgt,
og sigur hann, at um hann
hevði lisið hetta áðrenn, var
hetta umrødda pettiðog kans-
ka okkurt annað eisini ikki
komið við.
æ
i
1144
Vit avirka ikki
okkara næmingar
Vit hava eisini vent okkum til
rektaran í Hoydelum, Arn-
bjørn Mortensen, og sigur
hann, at hann gjørdist ikki
sørt skelkaður av at lesa
hetta. Hetta er eitt ljótt álop
á skúlan, sigur Arnbjørn
Mortensen og heldur fram:
ollum
sum
»Skulin undirvisir i
teimum lærugreinum,
vit skulu, og dugi eg ikki at
síggja, at vit ávirka næming-
arnar åvisan veg. Næmingar-
nir, sum ganga her uppi, eru
úr ollum ymiskum trúarbólk-
um. Eg haldi eisini, at teir
trívast væl. Í HF er ein av
lærugreinunum kristni, og
teir taka roynd í hesi læru-
grein. Eisini á studentaskúla
num er kristni lærugrein í 2
og 3. g. og fáa næmingarnu
har árskarakter.
Sum lærarar í kristni hava
vit ein katólskan prest, ein
prest úr fólkakirkjuni og ein
lærara, sigur Arnbjørn Mort-
ensen
Tað er skeivt at geva skil
anum skuldina fyri alt ilt,
sigur Arnbjørn Mortensen og
heldur fyri at næmingarnir
eisini verða ávirkaðir av ti
umhvervi teir eru í uttanfyri
skúlatið.