Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mai 1977síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Brot úr Dagbók Og Magnus heldur fram: Lat meg venda aftur til, hvussu bókin Í Grenlandi Við Kongshavn varð til. Har lógu, frammanfyri mær, 21 maskin- skrivaðar síður. Í 1972 og 1973 skrivaði eg privata yrkingasavn- ið EGO-TERAPI. 150 yrkingar á donskum við undirtitlinum »udtryk for stærke indtryk«. Her skrivaði eg niður nógv av ti, ið hart hevði gingið á. Eg var nú vorðin troyttur av, bara at skriva fyri meg sjálvan. Vildi hava tilfarið almannakunngjørt. Vildi geva. Lata frá mær. Sendi yrkingarnar til Gyldendal. Fekk repilin í heysin aftur við sundur- lemjandi kritikki. Hann, ið hug hevur, at lesa hendan kritikk, kann Dimmalætting nr. 32 hósd. 17/3 1977, udnir BROT UR DAGBOK ella Sosialin nr. 22 19/3 1977. Var í ødini í eitt hålvt år. Hatadi allar andsknokklarar. Men, so kølnadi, og klårnadi. Burtur ur kritikkinum gjørdi eg eina sålarlysing av mær sjålvum i 12 pørtum, sum eg kalladi Libris Magnus. Kom so aftur fram á hesar 21 síðurnar frá Grenlandstúrinum. Tá runnu nekur orð fram fyri mær, brot úr kritikkinum frá Gyldendal: „Han er bedst nár han henfalder til stemningsdigte fra sin tid som fisker!< Har var tað! Sjálv- andi! Teir snobbaðu fyri nøkrum og droymdu um nakað, teir einki kendu til! Fór beinanvegin undir at umseta hesar 21 síðurnar til danskt. Tær vusku til 50. Hetta helt eg vera ov tunt. Stakk nøkur BROT UR DAGBOK, ið einki samband høvdu við bók- ina, innimillum. Nú fylti hon 70 maskinskrivaðar síður. Sendi tilfarið bæði til Gyldendal og Arnold Busch. Best at spæla uppá fleiri hestar. Fekk tilfarið aftur og boð um, at tey tíverri ikki kunda átaka sær úgávuna. Men, tey høvdu lisið tilfarid! Og eg hevði fingið góðan kritikk! Tildemis skrivaði Arnold Busch, at: „noget virkede lidt páklistr- et«. Skundadi mær at hála brotini burturúr, so tær upp- runaligu 50 stóðu eftir. Gylden- dal skrivaði: »Hr. Jacobsen er humanist til fingerspidserne. Han vil langt hellere undskylde end han vil bebredje nogen noggt. Dette er ganske vist et smukt undgangspunkt, men....< So vánalig og ófullfiggjarð, sum bókin tá var í mun til í dag, so var hetta sjáldsama góður kri- tikkur. Ut frá teim leiðbeining- um og royndum eg nú hevði gjørt, fór eg undir at skriva bókina Í Grenlandi Við Kongs- havn. Úr hesum 50 síðunum vaks hon til 113 maskinskrivað- ar síður. Tá hevði eg skrivaða hana einaferð í dagbókina. Rein- skrivað hana tvær ferðir á foroyskum. Síðani 2 ferðir á donskum. Hereftir 7 ferðir á foroyskum. Tilsamans 11 ferðir. Um onkur heldur hetta vera stórt arbeiði, kann eg greiða frá, hvat elsta dóttir min, Liv í Baiansstovu, segði, tá eg greiddi henni frá arbeiðsgongdini: >Leo Tolstoy skrivaði bók sína „Kriggj og Fridur« 27 ferðir. Og lat meg leggja afturat: í hondini. Lat meg enda hetta BROT UR DAGBÓK við byrjanini. Eg ætli mær at royna, at liva av at skriva. Royna at arbeiða tann tanka inn í fólk, at gjalda fyri skrivað tilfar. Fyri at liva av at skriva, so má tilfarið, ið skrivað er, keypast av teimum, ið brúka skrivað tilfar. Tað vil siga: av felogum, tíðarritum, mynda- bloðum, dagbløðum. Og her koma vit aftur til veruna: hvussu kappingarfør hin er. Innihaldið, stilurin og formurin. I Føroyum hevur ongantíð verið vanligt, at keypa skrivað tilfar. Eg ætli mær sjálvur at leggja fyri á tann hátt, at velji mær ummælarar, sum eg løni eftir arbeiði. Eg keypi teirra arbeiði. Teirra skrivikynstur og kunn- leika, hann verið seg minni ella størri. Eg keypi ikki teirra mein- ingar. Teirra meiningar um min- ar bøkur, teirra ummælið, svara teir sjálvir fyri. Men, eg loyvi mær til eina og hverja tíð, at skriva um og viðgera hesi um- mæli. Hetta hava viss fólk, ið ikki daga alment fram, men „arbeiða í loyndum«, sum tað si vakurt eitur, fingið ilt av. Tey meina, at ein brýtur gamlan sið ikki bara at vera takksamur, fella niður á knøini og takka sínum skapara fyri, at tær bøkur ein hevur skrivað í heila tikið verða ummæltar. Hesir tankar koma frá sokallaðum »frisinnad- um«, sokalladum >revolutioner- um«, sokallaðum »humanistisk- um, sosialistiskum« fólki. Fólk, sum helst vilja, at listin verdur lønt av statinum. Syrgiligu fylgjurnar av hesum hava vit fyrstadømi um i teimum sosial- istisku einrædislondinum, har stjørnin eisini hevur keypt mein- ingarnar. Eg arbeidi å kapitalis- tiskum grundarlagi, ið ongan botn hevur í veruleikanum, utt- un tú selur tína sál til sosalist- isku statskapitalistarnar. Eftir skriving mina, til millum onnur Feroya Rithevundafelag, havi eg fingið bókling í A-4 stødd, sum eitur »Ålit á mentar- spurningum<. Bóklingurin er prentaður og heftur á ROTA, hvor tað so er. Men, til slíkar bóklingar og bleð, er hesin prentháttur avgjert hóskandi. Hann er skjotførur, biligur og praktiskur. Bóklingurin er út- komi í 1972, og er útgivin av Rithøvundafelag Føroya. Eg skal umrøda hendan bókling nærri seinni og vil halda meg til mitt eki, sum kemur undir bólk 2: Feroyskar bókmentir. Fyri- bils kann upplýsast, at eg gjøgnum hendan bókling havi fingið eitt sindur at vita um lán- og studningsmøguleikar. Hevdi Rithøvundafelag Føroya haft tann góða vana, at sent limum 'sinum hendan bókling beinan- vegin ístaðin fyri bara at senda uppkrav uppá limagjaldið, ja, so stóð betur til, og ein hevði vitað nakað. Hevði Rithøvundafelagid aftrat hesum verið so frægt, at sær komið, at felagið av og á sendi nøkur duplikeradi ørk út til limirnar vid upplysingum nær og hvar ein kann søkja lån og studning, so høvdu mong orð, mangir tankar, mangt brævið, mong dýr telfonrokningin fyri undirritaða verið spard. Sum er, hevur einkifingið at vita. Dømi Tá eg gjøgnum „Álit á mentun- sosialurin Nr. 39 — 28. mai 1977 arspurningum« fekk at vita, at eg kundi sekja um lán tí »100.000 krónur settar av á fíggjarlógini til lán til útgávu av bokum«, avgjørdi eg beinanveg- in at søkja. Men, so stungu spurningarnir seg upp: I. Til Hvønn skuldi umsóknin skrivast? 2. Hverjar vóru treytirnar? 3. Hvussu nógvan pening ráddi lánigrunnurin yvir, sum fráliðið? Eg ringdi so til Føroyar, tí tað er einasti effektivi mátin at arbeiða uppá, skalt tú.í heila tikið fáa nakað av skafti. Mínar telefonrokningar liggja um 3000 krónur kvartalið. Frá Lands- stýrinum fekk eg rt vita, at eg skuldi tosa við ein fulltrúa. Frá fulltrúanum fekk eg at vita, at eg bara skuldi skriva til Lands- stýrið, so skuldi Landsstýrið syrgja fyri, at umsóknin kom rettu viðkomandi í hendi, ti fulltrúin visti ikki hvenn um- sóknin skuldi stílast til. Tá 10 dagar vóru gingir, sakin hastaði, ringi eg aftur. Fekk nú at vita, at grunnurin lá undir Mentunar- grunninum, formaður Jákup Lindenskov, skrivari Niklas Andreasen. Ringdi so til Niklas, sum greiddi mær frá, at hann bara var skrivari, hvat ikki var annað enn sannleikin. Ringdi so til Jákup. Men, sjálvandi, ein maður í hansara starvi flytur nógv, og er fult upptikin. Hugs- Tr Billettsøla er byrjað í hesum stoðum: S. H. Jakobsen (plåtusølan), Torshavn KONSERTIR við ti kenda bólkinum LOLLIPOPS verða í Itrøttarhøllini á Hálsi fríggjadagin 10.6. kl. 20 og leygardagin 11.6. kl. 19 MUNTRA, Fuglafjørdur Eiler Rasmussen, Klaksvík Bilstoðin BIL, Vestmanna Vangberg, Sydrugøtu Stokkastovan, Runavík Blaðbúðin, Tveroyri Víssið tygum atgongumerki í góðari tíð! FØROYA BOOKING AGENCY á 5