Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-05-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mai 1977síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Kyndil vísti okkum i Hóast góðveðrið tyskvøldid, var væl av fólki samankomið i Ítróttarhellini á Nabb, at síggja Kyndil Neistan 1. lið menn. Øll væntaðu vit at síggja ein góðan og spennandi dyst, tí hesi bæði liðini lógu bæði væl fyri at gerast meistari, men vit fóru vónsvikin omanaftur, tí Neystin megnaði ikki at fylgja við í tí kvika og »præsissa« spælinum Kyndil vísti okkum. Kyndil tók leiðsluna beinanvegin, og fingu 4 mál áðrenn Neistin fekk sítt fysta mál. Í hálvleikinum var staðan 13-5 til Kyndil. Hjá Neistanum miseydnaðist alt. Vánaligur uppdekningur gjørdi tað, at Kyndil fekk síni mál alt ov lætt. Álopini vóru sein og Bjarni í málinum var heldur ikki tann sami Bjarni vit eru von at síggja. Tað var næstan ógjerligt hjá Neistanum, at koma igjøgnum ta tettu Kyndlaverjuna, og tær fáu ferðirnar tað eydnaðist teim- var Finnur til reiðar at um, > ag BL bjarga. Finnur hevði ein ógvu- liga góðan dyst. Kári 2 mál, Bergur 2 mál, Natti 1 mál, Bent 1 mál, Áki 1 mál. Finnur klárar ikki at taka straffikastið frá Jógvan Martin Eftir hesum dysti at dema, verður Kyndil meistari, og tað hava teir eisini uppiborið, við tí vakra spælinum. Dysturin endaði við sigri ti Kyndil 18-9. Fyri Kyndil skeyt Finnur 6 mál, Sverri 3 mál, Jóan Petur 2 mál, Sverri scorar frá spískum vinkli A —— Nú Stødan í 1. og 2. deild 1. deild stig dystir mål TB 5 3 12 3 B36 3 3 4— 7 HB 2 1 5— 0 IF 2 2 3 2 KÍ 2 2 3 7 VB 2 2 3 7 Fram 0 3 1—13 2. deild stig dystir mål MB 5 3 6—4 HB 4 3 5-3 B68 3 2 4—2 EB 2 2 6—5 KI 2 2 4—4 NSI 2 2 4—6 TB (0) 3 3—9 Hver man vinna dystin suðuri í Vági í dag Fyri Neistan skeyt Jógvan Martin 3 mál, Mortan C. 2 mál, Mortan M. 1 mál, Sigmund 1 mál, Christian 1 mál, Vagnur 1 mál. Dómarar vóru Heðin og Palli úr VÍF. Her er Neistin komin igjøgnum kyndlaverjuna Menn vóru ofta, serliga í seinna hálvleiki ógvuliga heitir, og brúktu seg móti dómarunum, hetta fordi við sær at fleiri spælarar vórðu útivístir. Europa-cup finalan .…” Vågbingar sóu dystin i Rom beinleiðis i sjón- varpi frá Skotlandi Mikukveldið varð finalan í Eu- ropa-cup kappingini spæld á olympiska leikvellinum í Rom. Hesaferð var tað týsku meistar- inir Borussia Mønchengladbach og ensku meistarinir Liverpool, ið mettust. Tá fyrri hálvleikur var liðugur førdi Liverpool 1-0 uppå eitt mål scora av MC Dermod. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað Borussia' at javna út, hetta hendi tá lítli danin Allan Simon- sen fekk eina avlevering i vinstru síðu og trekti inn í brotsteigin við bóltinum, har hann við einum avbera vekrum skotið setti hann í fjarðara mál- hornið. Allan Simonsen ið ann- ars var ein tann besti leikarin á velli hevði áðrenn henda týðandi dyst fingið ein innspræning móti pínu. Janvleikurin vardi ikki langa tíð. Aftaná hornaspark headaði Tony Smith bóltin í netið til 2—1 til Liverpool. Triðja og seinasta málið fekk Liverpool 7 min. áðrenn leiklok, tað var Phil Neal ið scoraði uppá brotsspark. . Hetta brotsspark varð dømt tá besti spælari Liverpools Kevin Keegan fór einsamallur igjøghum tað tysku verjuma og varð feldur i sjálvum brotsteiginum, beint áðrenn han skuldi skjóta Liverpool hevði so avgjørt uppiborið at vinna henda dyst. Teir høvdu næstan allan dystin igjøgnum tamarhald á midvøll- inum og høvdu sostatt yvirvåg i spæli, men besti spælari teirra Kevin Keegan fekk ikki so nógv av skafti sum vanligt, tá týski liðleiðarin Bertie Vogts alla tíð- ina ansaði eftir honum. Í stuttum kann sigast at hetta vórðu so avgjørt tvey hold i heimsklassa ið mettust, tvey hold við hver sínum spælistili, týskarinir meiri lættir og »ele- gantir« og onglendingarnir meiri arbeiðssamir við konstantum álopum, og vísti enski taktikk- urin seg at verða tann rættið. Bert spell at Liverpool tapti ensku steypafinaluna seinasta leygardag móti Manchester Uni- ted, hevdu teir vunni hana afturat hevdu teir sum fyrsta enska lið vunni »the tripple« (meistaraheitið), steypa- og Eu- ropa-cup kappingina. Hetta er aðru ferð at Liverpool og Borussia Mønchengladbach hittast í einari europeiskari fin- alu. Fyrru ferð var í 1973 í * har tveir onglend- dystir UEFA-cup'inum ingarnir aftaná vunnu 3—2 Sóu europa-cup dystin í beinleiðis sending Longu kl. 9 mikukvøldid høvdu vågbingar høvi til at siggja hesa spennandi finalu. Hetta lat seg gera ti at å Loranstødini å Eggjunum er møguleiki at síggja tað skotska sjónvarpið. Hetta er best tá tað er hátrýst og hetta kveldið vóru líkindini sera góð og varð tann beinleiðis sendingin fest á band og so seinni sýnd í nýggja VB-húsin- um. Sendingin var í litum og hava vit frætt at góðskan á hesari sending var av besta slag, undantikin ein lítil lota av seinna hálvleiki. T veir teir bestu í Europa, Kevin Keegan og Allan Simonsen