Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. juni 2002síða 17

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 122 - 29. juni 2002 Nr. 122 - 29. juni 2002 33 Landsgrannskoðanin søkir eftir starvsfólki Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 1. september 2002 ella eftir avtalu. Starvið: Talan er um áhugavert og fjølbroytt starv, sum gevur gott innlit í føroysk samfel- agsviðurskifti. Arbeiðið fevnir um grannskoðan av almennum stovnum, skipan- um og virkjum, herímillum eftirlit við, at: • roknskaparhaldið er í tráð við galdandi bókhalds- og roknskaparreglur, og at roknskapar- og eftirlitsskipanir eru tryggar • landsumsitingin hevur hildið seg innanfyri játtanir á fíggjarlógini • inntøkur og útreiðslur innan t.d.skatta-,almanna-,vinnu-,fiskivinnu- og menta- mál eru hildnar í tráð við lógir, kunngerðir og reglugerðir á økinum • landsumsitingin hevur loyst sínar uppgávur á ein sparnan og virknan hátt sam- svarandi endamálinum við játtanini Til ber at laga arbeiðsuppgávur eftir førleika og áhuga. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Leiv Harryson á tlf. 355100. Fyrispurningar verða við- gjørdir í trúnaði. Førleikakrøv: Umsøkjarar hava fyrimun, um teir hava útbúgving innan grannskoðan, løgfrøði ella roknskap o.l., og hava royndir innan almenna ella privata umsiting. Dentur verður eisini lagdur á, at viðkomandi hevur góð samstarvsevni, er arbeiðssamur, dugir væl at skriva og kann vera við í fakligu menningini av arbeiðsgongdunum á stovninum. Útbúgvingar- og eftirútbúgvingarmøguleikar: Arbeiðið á Landsgrannskoðanini skal vera á høgum fakligum støði,og tí leggja vit dent á at bjóða starvsfólki okkara útbúgving og eftirútbúgving.Landsgrannskoð- anin er við í mennandi samstarvi ímillum norðurlendsku ríkisgrannskoðanirnar, og starvsfólkunum stendur m.a. í boði at fara á skeið og at arbeiða styttri tíðar- skeið í hinum norðurlondunum. Lønar- og setanarviðurskifti: Lønar- og starvsviðurskifti verða ásett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráð- ið og viðkomandi yrkisfelag. Umsókn: Skrivlig umsókn við aviriti av prógvum og viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15.juli 2002.Postadressa: Landsgrannskoðanin,J.Paturssonargøta 9, Postrúm 376, 110 Tórshavn. (Tlf. 355100. Fax: 355101. Teldupostur: gralands@post.olivant.fo). LANDSGRANNSKOÐANIN er stovnur undir Løgtinginum,sum virkar sambært L1.nr.25 frá 21.apríl 1999« um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. »Landsgrannskoðarin er skrivari hjá løgtingsgrannskoðar- anum, og tí fyrireikar og avgreiðir Landgrannskoðanin mál vegna løgtingsgrannskoðararnar, sum m.a. gjøgnumganga og leggja almennarr roknskapir fyri Løgtingið at góðkenna. Sernámsdepilin Mentamálaráðið Í skúlaverkinum er eitt starv sum tekn- málsráðgevi leyst at søkja til at taka við 1. september 2002 ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðið er Sernámsdepilin, men umsøkjari má tola møguliga broyting seinni. Møguliga kann talan vera um 2/2 størv, ið kunnu verða skip- að eftir umstøðunum í samráð við Ser- námsdepilin/Mentamálaráðið. Teknmálsráðgevin skal undir ábyrgd stjórans í Sernámsdeplinum • saman við fakfólkum virka fyri at tryggja at førleikin til tiltøk og fakliga røkt á deyvaøkinum alsamt er nøkt- andi og í menning, soleiðis at sum best kann byrgjast fyri og minkast um darvandi árin av at vera deyvur ella av vánaligari hoyrn annars – eis- ini við øðrum loysnum enn við tekn- máli • ráðgeva skúla- og øðrum viðkom- andi myndugleikum, foreldrum, pedagogum, lærarum og øðrum av- varðandi viðv. neyðugum atlitum – bæði til fakliga og persónliga menn- ing hjá børnum og ungum. • Í samráð við leiðsluna í Sernáms- deplinum leggja til rættis og fyri- skipa teknmálsførleikagevandi og upplýsandi skeiðvirksemi til tess at náa nevndu endamálum. Førleikakrøv • Lærari við serútbúgving og roynd- um á deyvaøkinum og sum er kønur í teknmáli. Arbeiðið krevur alsamt meira servitan. Tí er tað ein avgerandi fyritreyt fyri trivn- aðin í starvinum, at umsøkjarar eru serstakt áhugaðir í júst hesum øki. Umsóknir frá lærarum,ið eru undir eftir- útbúgving á deyvaøkinum, eru eisini vælkomnar. Lønin verður ásett eftir sáttmála mill- um Føroya Lærarafelag og Fíggjar- málastýrið í lønarflokkunum 30.1 til 32.2. Umsóknir við viðmælum skulu vera Sernámsdeplinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin tann 19. juli 2002. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til stjóran í Sernámsdeplin- um ella til deildarstjóran í Fólkaskúla- deildini í Mentamálaráðnum. Víkingur 800 árg. 2000 Motorur Volvo Penta 230 HP siglt 1800 tímar 5 stk. snellur, línuspæl og línurennu kr. 890.000 u/ mvg tá hann er í Føroyum til sølu vegna keyp av nýggjum Gáski báti. Gáski 800 árg. 7/1991 Motorur skiftur 11/1997 Cummins 350 HP 4 stk. snellur línuspæl og línurennu kr. 685.000 u/ mvg tá hann er í Føroyum. Gáski-bátar Jens Mortan Rasmussen tlf. 227830/442198 http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo Lesið Sosialin Pedagogur til Sernámsdepilin Søkt verður eftir pedagogi til Sernámsdepilin hálva tíð skúlaárið 2002/2003. Starvið er tíðarav- markað frá 1. august 2002 til 31. juli 2003. Tann, sum settur verður, kemur at arbeiða við eygleið- ing og samskifti í smábarnadeildini. Pedagogur við talilæraraútbúgving hevur fyrimun. Lønin er samb. sáttm. millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið. Umsóknir til starvið skulu vera Sernámsdeplin- um, á Frælsinum 32, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 11. juni 2002. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Magnus Hansen, tlf. 22 37 12. Sernámsdepilin Vegna barnsburðarfarloyvi er eitt áhugavert og fjølbroytt starv sum fulltrúi í Mentamáladeildini leyst at søkja. Setanartíðin er frá 1. august 2002 til 1. apríl 2003. Mentamálaráðið er skipað í 3 deildir:Fólkaskúladeild, Vinnu- og Miðnámsskúladeild og Mentamáladeild. Herumframt er ein stápsdeild við løg- og búskaparfrøðingum. Í Mentamáladeildini starvast, umframt deildarstjóran,tveir fulltrúar,ein ráðgevi og ein skrivari. Starvið Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru m.a.: • At umsita, tryggja menning og samstarv og røkja samskiftið við teir skúlar, stovnar og øki, ið eru undir Mentamáladeildini, herundir serliga Sjúkra- systraskúlan og Almanna- og Heilsuskúlan, og at taka sær av málsviðgerð í hesum sambandi • At røkja samskiftið og málsviðgerð í sambandi við fólkakirkjuøkið • At umsita ymiskar stuðulsjáttanir • At ráðgeva og vegleiða í spurningum innan økið, tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a. • At taka sær av málsviðgerð sum heild • At átaka sær ávísar avmarkaðar og/ella tvørgang- andi uppgávur eftir deildarstjórans avgerð • At taka lut í arbeiðsbólkum • At røkja aðrar fyrisitingarligar uppgávur Fulltrúin skal tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi, og at manna- gongdir eru í samsvar við nútímans krøv. Førleikakrøv Umsøkjari skal • hava útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra við- komandi útbúgving • kunna arbeiða sjálvstøðugt umframt samstarva í arbeiðsbólkum o.l. • vera fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir • hava áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggjar leiðir. Vit bjóða Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir.Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar- málastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Umsókn við prógvum, C.V. o.ø skulu sendast til: Mentamálaráðið Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. juli 2002, kl. 12.00. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra, t-post: joannes@mms.fo,tlf.355050 og 215052,Kristionnu S. Jacobsen, fulltrúa, t-post: kristianna@mms.fo, tlf. 355050 og 215037, ella Petur Petersen, aðalstjóra, t- post: petur@mms.fo, tlf. 355050. Avloysari fyri fulltrúa Mentamálaráðið Mentamáladeildin Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,mentamál og gransking.Haraftur- at eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Mentamálaráðið er skipað í tríggjar deildir - Mentamáladeild, Fólkaskúladeild og Vinnu- og miðnámsskúladeild. Mentamáladeildin hevur fyrisitingina av hægri útbúgvingum, mentamálum, gransking, søvnum, loft- miðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Harafturat fyrisitur deildin ávísar uppgávur viðvíkjandi kirkjuni. Frá Fuglafjarðar býráð Feløg og einstaklingar, sum hava ætlanir um at nýta fimleikarhøll skúlans vetrarhálvuna 2002– 2003,verða biðin um at senda mentamálanevnd- ini skrivliga umsókn í seinasta lagi hósdagin 15. august 2002 kl. 15.00. Fuglafjørður, tann 24. juni 2002 Fuglafjarðar býráð Dagrøktari søkist til dagrøktina í Oyndarfirði, at byrja 15. august 2002. Dagrøktarheimið skal vera innrættað barna- vinarligt,har rúm er til børnini at spæla í og hósk- andi trygt spæliøki uttanfyri. Lønin er sambært sáttmála við Føroya kommunala Arbeiðsgevarafelag. Nærri upplýsingar fáast við at ringja tlf. 44 47 83. Skrivlig umsókn skal vera Dagrøktini í hendi í seinasta lagi 20. juli 2002. Dagrøktarskipanin í Oyndarfirði v/ Eriku L. Petersen 690 Oyndarfjørður Til sølu Ein gráur Renault Laguna 3.0 Dynamic við chip Tronic og aðrari eyka útgerð (árg 8/2001). Verður seldur við stórum avsláttri. Annar bilur kann møguliga ganga inn í keypið. Tlf 217406 - 213388 -tað loysir seg C M Y K 33 32