mikudagur 15. juni 1977síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a>talurinð
sosialurin
lesarabrov
Føroyar sum ferðamannaland
Aftaná panelfundin í Utvarpin-
um herfyri um annaðhvert Før-
oyar skulu »gerast« til ferða-
mannaland og bjóða turistum at
vera vælkomnar, hava mong
lesarabrøv verið at sæð í blødun-
um, bæði fyri og ímóti. Men so
einfaldur er spurningurin nú
ikki, sum ein av luttakarunum í
panelinum (Lars Larsen, Thom-
as Arabo, Eiden Miller og
Sigurd Simonsen) segði, at hetta
er ikki ein spurningur, vit av-
gera sjálvir einsamallir — her
eru nógvir faktorar, ið spæla
inn, og sjálvir eru føroyingar
farnir at ferðast um lond sum
ongantið áður í seguni. Tað
mugu vit eisini minnast til og
eingin her í vesturheimi forðar
okkum at vitja land teirra,
tverturímóti, útlendsk ferðafólk
fáa altið góða mótteku.
Nú er tað jú so, at mong lond
peningaliga hava stóra vinnu av
turistunum, eitt nú Spania,
Eysturríki, Grikkaland, men
tað er óviað ikki beint frá einum
fornyskum sjónarmiði í okkara
demi at rokna við ein størri
Tað ber ikki til at siga, at Óðin
Odn fer væl um Pår Lagerkvist.
Rytman og musikkurin eru burt-
ur. Og Jåkup i Skemmuni er
heldur bonskur vid Graham
Greene. Tu hevur ein illgruna
um, at tydingin er gjørd ur
donskum. Hesin ósiðurin átti at
verði avlagdur. Og tað nú.
Og ummælini til — sein-
ast: at kalla øll tóm orð um
tóman skaldskap. Men Sverri
Djurhuus sigur væl frá sínum
fyrsta túri. Og Olavur Clements-
en: tvey stutt, men áhugaverd
uppiskoyti til Sands Søgu,
skrivað á góðum føroyskum. Og
endurminningarnar hjá Heðin
Brú: tinnur! men gerið ongan
háva meistarin arbeiðir!
»Vardin« er við aðrum orðum
ójavnur hesuferð. Sum heild:
undir miðal. Tibetri noyðast vit
ikki at lesa alt, sum kemur út á
foroyskum. Vit kunnu gud hava
lov lesa annan skaldskap. Vit
kunnu lesa Ken Kesey. Vit
kunnu lesa Heinrich Bøll. Ella
fara niður í tíðina og lesa
Andersen Nexø ella Dumas ella
Balzac.
Hvat ið skaldskapi viðvíkir:
nær fara feroyingar at rakna við
og síggja, at Regin Dahl er tann
besti føroyski yrkjarin eftir 2.
heimsbardaga, kanska okkara
størsta skald yvirhøvur?
Tað ber kortini ikki til at lasta
blaðstjórnina. Teir hava gjort
ein lítlan verr. Ferðabrævið av
c fingi
turistídnaði. Nógvir av teimum
fremmandu vitja bert stutt í
Feroyum, og meginparturin av
útlendingum eru tilikir, ið koma
við teimum stóru ferðamanna-
skipunum, ið vitja í mesta lagi
ein dag — flestu teirra bert
nakrar tímar. Eitt sindur eðrvísi
er tí nú, aftaná at England og
“Smyril hava byrjað regluliga
uttanlandasigling á sumri, hvat
ið streymurin av norksum, is-
lendskum, bretskum og týskum
turistum vísir.
Men sum tað skiltist av panel-
fundinum, so hildu teir luttak-
andi, at tað var beint, at vit
eina stýring av ferða-
streyminum, so at ikki alt fer
fram sum best ber til, og tað er
óivað rætt. Eitt nú viðvíkjandi
camping-plássum, tað er ein
stórur ampi at slík ikki finnast,
5 ti sloðast teir fremmandu ofta í
haga ella á bei, og tað er einki at
siga til, at bøndur ikki eru glaðir
um hetta. Men har eigur so tað
almenna annaðhvert sjálvt ella
við at loyva privatum at gera og
reka campingpláss, ið hjá okk-
í ans«.
um eins og allar staðir mugu
verða rikin við skili, vaktarhaldi
og uppsýni.
Eitt annað, sum hevur vundið
nógv uppá seg í Danmark og
Noreg hesi seinnu árini, eru tær
fyriskipanir, ið ferðamannafel-
øgini har taka fyri at lata útlend-
ingar koma í sambandið danir
og norðmenn. Danir nevna hetta
„Meet the Danes< og norðmenn
rópa tað »Kvow the Nordwegi-
Tað fyrigongur á tann
hátt, at fremmadugestir, ið vilja
verða vegleidd av ferðamanna-
feløgunum, sum so beinir hesi
fremmandafólk til eina familju.
Ein helst fyri amerikanarar hev-
ur henda skipan stóran áhuga,
og mong vinarbond eru knýtt
millum útlendingar og tey, sum
búgva á staðnum. Og er hetta
ikki sunnur og góður tanki at
velja áhuga fyri millum landa
samvinnu og tvørtur um landa-
mark? Eg eri ein, ið heldur so,
og eg haldi eisini at fólk í
Føroyum, ið vilja bjóða verilsi til
leigu við morgundrekka, tað teir
nevnda „Bed and Breakfast«
k KK
privat søk, id hvør einstakur
húsaeigari má avgera fyri seg
sjálvan.
Sum ein av luttakarunum í
panelinum segði so rámandi: vit
hava fingið turismuna og hon er
komin fyri at vera verandi, antin
okkum líkar ella ikki. Vilja vit
sjálvir sleppa at ferðast ómaka-
leyst i oðrum londum ber ikki til,
at spenna bein fyri teimum, ið
vilja vitja okkum. Nakað annað
er, at tað ræður um at fáa hesar
turismu í eina fasta legu, so ikki
alt gongur meiri tilvildarliga til
sum nú, og verja av náttúru og
privatum ognum eigur sjálvsagt
eisini at verða fyriskipað.
Men gott er, at málið er komið
til umrødu alment, fyrst í Ut-
varpinum, ið framdi hetta góða
panel-tiltak og síðani í blødun-
um. Einasta, ið ikki ber til í
árinum 1977, er at vera so star-
blindur og sjálvglaður at siga, at
vit vilja als ikki síggja turistar.
Tað letur seg nú á døgum heilt
einfalt ikki gera!
Ein, ið dámar væl
at ferðast
Norðurkolli er bæði upplýsandi
og áhugavert. Saman við kollag-
uni hjá Steinbjørn Jacobsen er
hon eitt stig tann rætta vegin,
eitt stig móti ti, sum »Vardin«
upprunaliga var, og sum hann
sum skjótast aftur átti at verið
gjørdur til: eitt blad við bók-
mentaligum, politiskum og sam-
felagsligum innihaldi. Eitt aktu-
ett blað. Eitt blað, sum, tá tað
kom, fekk fólk at smárenna
oman í bókhandilin!
Nú er tað so, at vit liva í
einum eitt sindur sjáldsomum
landi. Nógv fólk hava ikki
uppdagað, at her finst annað enn
torvroykur og tveingir. Og tað
veiggið, sum hevur verið í blað-
stjórunum, hava teir hoyrt nógv
fyri. Ja, i grundini er »Vardin«
nogv minni åhugaverdur enn tey
»ummæli«, sum eru komin i
kjalarvørrinum å honum.
Yvirhøvur ber til at siga, at
blødini hava verið so undirhald-
andi í seinastuni. Crayon, neyð-
ar maður, er vilstur inn í ein
labyrint av fiktivum kvinnu-
fylkingum, hvussu er tað, hevur
hann funnið út aftur? Ája, tað er
ikki so, tá ið hárið tekur at grána
og heilakyknurnr taka til rým-
ingar. Lesið ikki Asterix, lesið
Dimmalætting hon er nógv
stuttligari!
Oðrvísi er við Dagblaðnum og
Tingakrossi. At lesa Óla Breck-
mann og Marius Johannesen er
nakað sum at ganga úti eftir
keiini, tá ið grind hevur verið, og
áðrenn hvalirnir eru uppskornir
Tú sært hesar blonku hvalirnar,
og so knappliga, rennir tú teg í
ein hval, har lýsnar hava bitið
seg fastar í hveljuna. Náttúran
er rík, men leingi stendur tú ikki
og hyggur at slíkari sjón. Ein
má hugsa um sín næsta, og sigið
mær, hvussu skulu vit hjálpa
Óla undan Hoydalsspyskosuni.
Veit eingin nøkur ráð? Vit síggja
hann fyri okkum, neyðar mann,
har hann liggur í andvekri um
næturnar. Hoydal, sigur tað inni
í heysinum á honum, hoydal,
hoydal, hoydal, hoydal, surrar
tað inni í knokkinum á honum.
Hann fer upp og tekur eina
mogadon. Men tað sigur fram-
vegis hoydal. Hvat feilar? Eru
tað tær triggjar almennu lønirn-
ar, hann fær fyri trý arbeiðir,
sum gera fortreð? Er tað ring
samvitska um, at hann er land-
inum ein so dýrur, og samstund-
is ónýtur, drongur? Ella er fyri-
brigdið meira flokt. Hvat sigur
sakkunnleikin?
Við Mariusi er alt meira
greitt. Hjá einum so pesjutum
flókatrolli má alt, sum ikki snýr
seg um tveingir ella pylsupinn-
ar, kennast fremmant og skelk-
andi!
Tað er tað góða við myrkrin-
um, at tað fær okkum at hugsa
um ljósið. Tað er tað góða við
mjørkanum, at hann fær okkum
at gleðast til tað einaferð lýsir í.
Hvalalys, hvalspýggjur og
brenninotur eru partur av eini
størri heild. Sóljurnar verða
gulari av teimum, silvitnið
bjartari. Men nem ikki við.
maður í steinboga
*k*x*
Genturóðurin á
Norðoyastevnu
A norðoyastevnu hendi tað, sum
vist ikki er hent fyrr!
Tá ið gentubátarnir høvdu róð
góðan hálvan teinin, varð av
dómaranum gjørt av, at rogvast
skuldiumaftur, og båtarnir blivu
stedgadir. Orsøkin var, sambært
útvarpið, at bátar vóru komnir
saman.
Kann vera, at líkindini ikki
vóru av teim bestu — eg veit ikki
men í einum kappróðri eru táð
ikki bara tær, sum sita vid árar-
nar, ið skulu vísa síni kynstur,
men eisini tær við róðri. Stýrir
róðursmaðurin so illa, at bátar
bera saman, so kann róðurin ikki
stedgast av teirri orsøk, men
heldur kann báturin, ið skuldina
hevur, diskvalifiserast, um ikki
tað. at teir koma saman í sær
sjálvum, er revsing nokk.
Í hesum ferinum hendi tað, at
teir fremstu bátarnir, sum vóru
komnir heilt inn móti málinum, í
veruleikanum róðu allan teinin 4
ferðir og tað er kortini ov
mikið at bjóða okkara annars
dúgligu gentum.
Onøgdir lurtarar
kk AK
Skrivifrælsi
— aftursvar
Orsakad av skriving i 14. sept-
ember um blaðstjórn á Dag-
blaðnum — skriving sum vit
ikki skulu nerta við her — hevur
Dagblaðið tann 1. juni 1977
gjørt nakrar generellar hugleið-
ingar bera prógv um hvussu
Dagblaðið tulkar tey demokrat-
isku rættindini, ið vit plaga at
nevna talu- og skrivifrælsið.
Eyðkent fyri hesar hugleiðingar
er eisini, at tær, sum so ofta fyrr
hevur verið gjørt í borgarligum
politiskum hugleiðingum um
rættindi borgaranna, avmarka
politiskt virksemi til nakrar for-
mellar aktivitetir, so sum at
velja og tala og skriva. Hetta er
sjálvandi at mistulka veruleik-
an, men hetta er júst tað, sum
liggur í brogarligu uppfatanini
av orðinum demokrati.
Dagblaðið skrivar: >Tað er
hin einstaki við valborðið, sum
avger, hvussu samfelagið skal
stýrast og skipast«.
Hvussu ein nú enn vendir og
snarar hesum vælkendu floskl-
um, so er tað tó veruleiki, at
hesin floskul bert partvis er
sannur. Ein og hver, við bert
eitt sindur í toppinum, veit, at
tann aktivitetur, sum endar við
at tú setur ein kross á eitt papir,
hetta vir kalla at velja, ikki á
nakran avgerandi hátt er við til
at avgera „hvussu samfelagið
skal stýrast og skipast<. Ein
stórur partur av teimum persón-
um, sum veruliga stýra her á
landi eru ikki valdir (m.a. blað-
stjórarnir), men sleppa at stýra
so leingi fólk livir í ti trúgv, at
stýringin fer fram á legtingi og í
landsstýri.
At borgarligu kreftirnar í
samfelagi okkara áhaldandi tala
um »fyrimunir« í samband við
hitt parlamentariska demokrati-
ið kemur ikki av, at hesar
kreftirnar elska frælsi og demo-
krati, men av at hesar kreftirnar
ræðast veruligt demokrati,
fólkaræði. Eitt slíkt demokrati
kann ikki byggjast og trívast
undir ti samfelagsskipan, sum
tær borgarligu kreftirnar arbeiða
fyri.
Hitt parlamentariska dm,