Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-06-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 spsjalurin telf. 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmaður: Jan Miller Prent: Dimmalætting Fiskiloyvi GONGDIN við fjarfiskiskapi okkara hevur verið tann seinastu árini, at forboðini eru vorðin fleiri, at aumarkningarnar eru alsamt stórri og at veidimøguleikarnir tískil eru nógv avmarkaðir. HETTA hevur verið gongdin á øllum teimum leiðum vit hava troytt. Hetta er stødan í Norðsjónum, eystanfyri, undir Íslandi, við Grønland og við New Foundland. Og javnan megu fiskimenn okkara gevast við fiski- skapinum tá mest er at fáa. VIT SKILJA væl, at føroyskir fiskimenn i Norðsjónum ella við Grønland eru ónggdir og argir, tá boð koma frá føroyska landsstyrin- um um, at nú má gevast við fiskiskapinum, tá ongin kvota er eftir. Hetta kann tykjast harðrent, og spurt verður, hví okkara lands- stýri ikki kann lata sum onki. Men gamalt orðatak sigur, at ein maður er ein maður, og eitt orð er eitt orð. VIT HAVA jú fleir avtalur við ávís lond og felagskapir um veiðiloyvir til føroysk skip. Sjálvandi kundu føroyskir mynduleikar lati sum onki og bert lati okkara skip fiska nógv meira enn avtalað er. Hetta hevði sjálvsagt givið meir í fyrsta umfarið. Men spuringurin er, um hetta ikki vildi roynst okkum ein stokkutur løtuvinningur, sum í longdini vildi avmarka okkara møguleikar enn meira i framtíðini. ONGIN IVI er um, at ein slík líkasæla frá føroyskari síðu vildi elvt til, at tey lond og teir felagsskapir, ið vit hava avtalur við, tá sam- ráðingar aftur skulu verða um kvotur og” veiðuloyvi, vildu tikið. ta støðu, ikki at geva okkum inn í eyga, við teirri grundgeving, at vit ikki hava hildið tær gjørdu avtalurnar. HINVEGIN má tað geva okkum eina sterka støðu til komandi samrådingar við øll hesi lond, at okkara mynduleikar hava lagt alla orku í at halda tær avtalur, sum gjørdar eru. Við hesi mannagongd vilja vit vinna eitt tílíkt álit hjá hinum, at teir ikki vilja vera í iva um, at gera nýggjar og møguliga betri avtalur við okkum seinni. HETTA er tað einasta vit hava at halda um, soleiðis sum stødan við fjarfiskiskapi okkara er í løtuni, og royna vit framvegis við tí sam- ráðingarpolitikki vit higartil hava ført, hava vit vónir um at tað fer at eyðnast at tryggja okkara langfaraskipum rættindir í framtíðini eisini. VIÐ FLEIRI alternativum veiðugkjum og fiskasløgum, hevur tað latið seg gjørt higartil Trolarnir fáa ein túr eystanfyri, ein ella tveir við Grønland og ein við New Foundland. Nótaskipini skifta ímillum lodnu við Ísland, svartkjaft við Føroyar, brisling, makrel o.s.fr. Og soleiðis ber til at halda hesum parti av fiskivinnuni gangandi sosialurin dagbókin Guðstænastur Í Havnar kirkju verður guðs- tænasta við altargangi. Inge Tranholm-Mikkelsen, prdik- ar. Nólsoyar kirkja: guðstæn- asta við Hans J. Joensen. Vesturkirkjan: guðstæn- asta við Kjartan Mørkøre. Kirkjubøar kirkja: guðs- tænasta við altargangi við Hagna Poulsen. 21 nýggjir lærarar Á lærarskúlanum í Havn hava í ár hesir 21 lærarar tikið prógv. 4. fl. málsliga deild John Næs Berg, Jóannes Eidisgaard, Árna Hejgaard, Katrina Joensen, Jógvan á Lakjuni, Elsebeth Magnuss- en, Dorthe Mikkelsen, John Mouritsen, Joan Nielsen, Jógvan Petersen, Sonja Pet- ersen, Bjarni Samuelsen, Jónsvein Simonsen, Henning Tausen. 4. fl. natúrfreðislig deild Óli Jacob Ber, Bjarta Høj- gaard, Hjerdi Johannesen, Ólavur Magnussen, Herfríð Vang, John í Skemmuni og Trúgvi Samuelsen. Svartkjaftaveiðan Fiskivinnustovan sigur frá at til hálvan juni í ár hava norskir bátar veitt tilsamans 13.720 tons av svartkjafti, íslendskir bátar 3.940 tons, svenskir 1.620 og feroyskir bátar tilsamans 27.470. Sostatt eru tilsamans veidd 46.750 tons av svart- kjafti undir Føroyum higartil í ár. Íslendsk landing Fyrrapartin í vikuni var ís- lendski trolarin Bjørgvin úr Dalvík á Klaksvík og landaði 110 tons av feskfiski til pf. Dávur úr Gerðum. Í farna mánaða var trolarin Bjorgúlf- ur hjá sama felag í Dalvík á Klaksvík og landaði eina feskfiskalast. Útgerðarfelagið í Dalvík á Eysturlandinum eigur fýra trolarar av hesum slag, og í letuni verður ein stórur reyðutrolari bygdur til Dal- víkar. Í Dalvík búgva bert 1200 fólk. UÚtróður Av límuveiðu avreiddu 16 bátar til flakavirkið á Kósini mánadagin. Teir komu upp í 5.800 pund á bátin. Sama dag avreiddu tveir bátar av trol- veiðu. Teir høvdu åvikavist 11.400 pund og 10.100 pund. Týsdagin fekk virkið fisk frá 11 bátum. Teir lógu úr 1500 upp í slek 6.000 pund. Tá vit hevdu samband við Í flakavirkið á Kósini miku- dagin, hevdu sjey bátar av- reitt, meðan fleiri vóru eftir at koma. Teir, sum komnir vóru, høvdu úr 1.800 upp i 00 pund me Nr. 45 — 18. juni 1977 Gloymið ikki ferðatryggingina ! Tær vanligu ferðatryggingarnar eru: Vanlukka (deyð, avlamni og dagpengar) Vidføri Sjúkraútreiðslur og heimflutningur Åbyrgd Ferdandi i Danmark, Noregi, Svøriki og Islandi fåa vanliga læknahjålp eftir galdandi reglum, medan møguligar eykaut- reidslur i samband vid heimfluttning eru fyri egnu rokning, um ikki heimflutningstrygging er teknað. Tå ferdast verdur uttanfyri omanfyri nevndu lond, er trygg- ast at tekna trygging fyri Sjúkraútreiðslur og Heimlfutning. Teknið ferðatrygging tygara soleiðis, at hon svarar til tørv tygara og ætlaðu ferðina! Ferðatrygging verður teknað hjá hesum umboðum, sum geva nærri upplýsingar og leiðbeining: FERÐAMANNASTOVAN Kongabrúgvin, tlf. 122 77 FLOGFELAG FOROYA Aarvegur, tlf. 11025 Flogvellurin 3 2055 N / KJARTAN /DALSGAARDN HOYDALSVEGUR 6 Tryggingarsambandid Føroyar Kongabrúgvin, tlf. 14590 Lýsið í sostalinum | FOT NDS Er | VP ÉT er