leygardagur 18. juni 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 18. juni 1977
sosialurin
Síða 5
Sørvågur i dag
Linu- og garnabåturin Vestur-
leiki og trolarin Vesturrodin av-
reida meginpartin av råvøruni til
flakavirkid. — Teir royna undir
Føroyum. Restin av båtunum
royna við línu ella snellu. Her er
talan um 8 dekksbátar og umleið
25 opnar bátar. Umsteðurnar at
rógva út við opnum bátum eru
munandi bettar, eftir at báta-
hylurin kom fyrr í ár.
Flogvøllurin
A flogvellinum eru o.u. 25 fólk í
fastari vinnu, men í løtuni eru 30
mans við at byggja nýggjan
teminal, so samlaða arbeidsfolk-
ið er nú gott 50.
Havnaætlan
Sum áður nevnt fingu servingar
nýggjan bátahyl fyrr í ár. Á
nýggju havnaætlanini eru av-
settar 8 milliónir til Servágs
Havn. Meiningin er at nýta hesa
peningaupphædd til ein brim-
garð út frá Klivunum og megu-
liga eisini til at vidka um
bryggjuekið.
Inntaka og skattur
Samlaða skattainntøkan i år er
17,4 milliónir kr., mótvegis 15
30 manns byggja terminalin
milliónum í fjør. Álíknaði komm-
unuskatturin er 2,5 milliónir kr.,
mótvegis góðum tveimum milli-
ónum i fjør. Í prosentum svarar
hetta til ein vekstur uppá 15,8 í
skattainnteku og 23,0 í álíknað-
um skatti. Skattaprosentið er í
ár 1% hægri.
Skúli og mentan
Í skúlanum eru 225 næmingar
og 11 lærarafólk. Framhalds-
deildina hava vågafolk felags.
Sørvågs skuli hevur åbyrgdina
av 8., 9. og 10. flokkunum og
skúlin á Giljanesi av realdeildini.
Í 1974 fekk skúlin innilokaðan
svimjihyl, hann er 16,75 X 5 m til
støddar.
Bygdarbókasavnið heldur til i
einari av stovunum, men skúlin
er við at gerast ov trongur. Ætl-
anin er tí at flyta savnið yvir í
gamla skúlan, ið væntandi verð-
ur tekur um eitt hálvt ár.
Tað eru nógv fritidarfeløg i
bygdini. Á ítróttarekinum eru
ítróttarfelagið og róðrarfelagið.
Av eðrum felogum eru skótar-
nir, ungmannafelagid, húsmeðra-
felagið, talvfelagið, bridgefelag-
ið og tónleikafelagið. Helisvið-
urskiftini eru vánalig, bert róðr-
arfelagið hevur egin hús.
Gjaldstovan
opnaði mánadagin
Fyrrapartin mánadagin yvirtók
Gjaldstovan, Vága deild, inn-
krevjan av skatti, tolli og ødrum
almennum gjøldum til lands-
kassan frá sýsluskrivstovuni í
Sørvågi. Yvirtøkan samsvarar
vid eina samtykt frå 1958.
Gjaldstovan i Vågum heldur
til í kjallaranum hjá Niclas
Niclasen í Servági. Starvsfólkini
eru tvey, Erling Simonsen og
Elin Nielsen. Opið er frá mána-
degi til friggjadag kl. 8—12 og
14—15,30. *
Gjaldstovan heldur til í kjallaranum hjá Niclas Niclasen
settur politistur.
hann hjálp frá einum eykapoli-
tisti og sýslumanninum. Á Vest
anstevnu verður løgreglan styrkt
við tveimum monnum.
Vestanstevnuyrking eftir H. M.
Niclasen, sála. Yrkingin stendur
í savninum >Summarljómur<
Lag: Á leikvellum funnust...
A Vágoynni mannamúgva
er samankomin í dag,
so grøn stendur hver ein túgva
og oll tykjast glað.
Vár unglingar ítróttin íðka
eins og kappar í fornu tid,
si mjørkatåm, summarlýkka,
nú gloymt er alt strev og stríð.
Nu Vågastevnu vit halda
—ein nyggjan håtidardag,
og ítróttin øllum man valda,
vit kapprógva, ferðast avstad.
Sí fjøllini brettu standa,
og speglast í bláan sjó,
ei óttast tey nakran vanda,
um enn hólmur á vetri róð.
Vit vóna tað nýggja má vinna,
og gleðin má verða stór.
Vit roysnini royna útinna.
og minnast væl tað, ið fór.
LØGREGLAN
Í Vágum er bert ein heiltíðar-
Dagliga fær
Í 1976 vidgjørdi løgreglan:
100 mål i samband við åbyrgdar
trygging.
32 ferðsluóhapp, herav:
25 vid materiellum skada
7 vid personskada
12 mål i samband vid sprutt-
koyring
23 brot á politividtøkur.
Leif Alykke og hundurin Baldur
— boðsendir 107 ferðir í fjør
A sýsluskrivstovuni í Servági
verða allir bátar skrásettir. Mar-
ni av Kák, sýslumaður, upplýsir
í hesum sambandi, at seinastu
tvey árini hevur ein stórur
vøkstur verið at merkt í báta-
talinum
I 1976 var samlaða skráset
ingin 43 og higartil i år eru 24
nyggir båtar komnir til oynna
Tað er eisini sýslumaðurin,
sum hevur útpanting um hendi
og hesi málini eru eisini í vøkstri.
I fjør vóru tilsamans 46, higartil
i ár hava teir vidgjørt 26, sigur
Marni.
Politisturin, Leif Alykke, er
dani, men hevur fult tamarhald
á foroyska málinum. Leif við-
gongur, at uppgávan sum einsa-
mallur løgreglumadur í Vágum
krevur sín mann.
Í veruleikanum er ongin fri-
dagur alt tað, at eg eri staddur á
oynni, so tað hevði verið til stórt
gagn fyri meg og sjálvandi eisini
íbúgvararnar í Vágum, um ein
politistur varð settur afturat í
fast starv.
A Vestanstevnu åvisir løgregl-
an parkering vid skulan og å
brygjjuni. Innkoyring er bannað
inn å bryggjuna og ut til Biggj
ar, meðan kappróðurin fer fram.