leygardagur 18. juni 1977síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 18. juni 1977
sosialurin
Síða 7
Sørvågur í dag
Sørvågs Róðrarfelag
tekur nýtt neyst í brúk á Vestanstevnu
Neystið, sum nú verður tikið í brúk, liggur við nýggja bátahylin.
Neystið hevur staðið í gerð í 16 mánaðir
SOSIALURIN hitti formannin í
Róðrarfelagnum,Suna Jacobsen.
Hann greiðir soleiðis frá sambart
brot úr fundarbókini:
Stovnanin
15. mai 1956 varð kallað saman
til fundar í kaffistovuni hjá
Jógvan á Túgvu. Friman á
Brúnni legði fyri og bar málið
fram til tingingar. Tinæst legði
Haldur A. Hansen fram lógar-
uppskot. Aftaná góða umhugs-
an og við lívbornum huga varð
nevnd vald og felagið skýrt:
»Sørvågs Róðrarfelag<. Limirnir
í fyrstu nevndini vóru: Fríman á
Brúnni, Mogens Jacobsen, Kaj
Johansen, Haldor A. Hansen og
Leivur Ole-Jacobsen.
Stevnuróður
Sørvågs Róðrarfelag, ið einans
var ein fimm-mannanevnd við
einum lógarblaði í hondini, byrj-
aði nú lívsdag sín. Tíðin var ikki
búgvin enn at fyrireika báta-
bygging. Skuldi rógvast mátti
bátur lænast og tað beinanveg-
in, tí Jóansekan var í hondum
Farið var til Sandavágs og har
fingu teir Oyragjáarbátin, sum í
Servági varð doyptur Ull. Í hesi
vælsignaðu Ull baksaðust teir
nú, ta stuttu tíð, ið eftir var til
stevnuna
Teir fóru suður við Royndini
og komu til lands í Vági í ellum
góðum. Móttekan var stórsligin,
samantyrptir á kajini tóku våg-
bingar móti servingum. Tað,
Pylsuvogninum
Teir sótu í hesi vælsignaðu ull...
Nýggja róðraneystið liggur inni við bátahylin
sum eftir er at siga frá hesi ferð
heldur tíðin í føvningi sínum við
ódoyggjandi minnum, ið einans
eru ogn sannleikans
Veturin 1956
Etlanin var at flyta fram sjón-
leik, so at felagið til komandi
kappingarår var figgjarliga ført
fyri at hava kappingarførar båt-
ar. Lagt varð til brots vid brot-
um úr meistaraverkinum »Eras-
mus Montanus« og saman vid
peningainnsavnan og einari ser-
stakari gåvu frå manningini å
Tindhólmi, kundi róðrarfólkið
fara í nýggjar bátar árið eftir.
Arið 1967
Hetta árið fekk felagið nýggjan
Serving og nýggja Dúgvu. Sein-
ast í 60-unum vóru hesir framma-
laga í róðri og spenningurin var
stórur meginpartin av sumri-
num, bæði millum róðrarfólkið
og bygdarfólkið. Síðan minkaði
venjingin og úrslitini gjørdust
hareftir
Neystið
Tá ið nýggj nevnd varð vald í
1975, fór hon undir at fyrireika
um- og tilbygging av neysti
num. sum felagið hevði fingið í
gávu frá Karin Bo
Byggingin er figgjað soleiðis
Fyrst varð umsókn send lands-
stýrinum um stuðul eftir fyri
skipanum um by gdarhús. Síðan
var heitt á tryggingina, ið veitti
stuðul og lán. Lánini hevur Ser
kommuna veðhildið fyri
Føroya Fiskasola, A. P. Møller
og Sørvågs kommuna hava eis
vårs
ini veitt studning. Felagid hevur
eisini søkt tipstænastuna um
studning. Arbeidid uppá neystið
er lutvist gjørt av sjålvbodnari
arbeidsmegi.
Landsstýrið
At enda sigur Sune Jacobsen, at
teir kunnu bæði veita lands
stýrinum rís og rós. Tá ið felagið
vendi sær til teirra við umsókn
um studning, gekk næstan eitt
ár, áðrenn tilsøgn kom haðani.
Men tá felagið bað um ein part
av studninginum rindaðan, varð
alt leyst og liðugt í stundini.
Hetta, at fáa hendur á studn-
ingin skjótt, hevur sjálvandi al-
stóran týdning, tí skulu felogini
hava byggilán í fleiri ár uppá
studningin, verður hann uppetin
í rentum. *