Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-06-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 1977síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 <neinlv=in sosialurin Pisurgðan 1977: Lond vera ikki bygd av teimum fáu, men bert við at hækka um almenna undirvisingar- stoðið, segði Heðin Samuelsen m.a. Gott fundarfólk — góðu pisur tað veri seg av gamla slagnum og av nýggja HFslagn- um. „Her standi eg. Eg kann ikki annað. Harrin hjálpi mær. Am- tr Heðin Samuelsen, handilsskúla- stjóri, helt pisureðuna en«. skal Luther hava sagt, tå hann 18. apríl í 1521 stóð fyri ríkisdegnum í Worms og skuldi taka atur í seg, tey orð, sum ikki hóvaðu åvisum monnum. Hesi orð kom eg athugsa um nakað skjótt aftaná at Sverri hevði biðið meg um at halda rødu fyri pisum undan einum visdémsstovni, sum nú hevur 40 ár á baki. Ti, hvenn ferning hevur tu í grundini at lata frá tær? Er tægan ikki í tómligari lagi? Er nakað at bera fram fyri fólki, tá ein sjálvur bert hevur livsåkodanir, sum stødugt rilla. Tå ein onga fasta partapolitiska trúgv hevur. Tá ein ikki kann taka fult undir við nakrari samfelags politiskari hugsjón. Og tá lítið er til at taka av moralskum, etiskum o.l. regl- um? Til undanferslu fyri at ein hóast tað stendur her í dag, havi eg valt: 1, At tað er ein sannroynd, at flestu týðandi broytingar í hugs- unarhátti, teknikki o.ø. stava frá, at bygt verður á samstarv við og á royndir hjá eðrum. 2. At tað kann verða til ugga hjá onkrum, sum livur í iva, at fáa at vita, at tað letur seg gera at liva livid uttan fastar áskoðanir og tó hava tað nøgunlunda gott við sjálvan seg, at skilja soleiðis, at tú fært mest møgu- ligt burtur úr teimum ymisku ættunum í lívinum. Hesum lívi hvers djúpari meining ein hevur ingt við at skilja, ikki hevur eina klettfasta guðstrúgv, um ein men sum vit tó halda okkum vita so mikið um, at tað er progvad, at universið ongan enda hevur, og at vit tískils ong- antíð koma at kenna merkini. Tað ber væl til at liva uttan fast- ar áskoðarnir, sjálvt í eini tid, har tað er líkt til, at tann ein- staklingur ella tey hugtek fáa bestu undiretku, sum best — til rettu tíð — duga at kyrra seg afturat tí rettu politisku áskoð- anini, ti røttu samgonguni, teimum røttu: frimurarfeløgun- um, teimum røttu trúðarbólkun- um o.s.fr. Hendan stødutakanin, nevni- liga onga fasta stødu at hava til tær ymisku samfelagsåskodan- inar og samfelagsmålini, er tætt saman tvunnin vid hugtøkini ábyrgd, skyldur og normar, t.v.s. medmenniskjuligar koyri- reglur. Ti annars er vandi fyri, at ein endar í misskiltum fri- sinni, andligum forfalli ella kyn- ismu — eitt nú í forkærleika fyri »surival of the fittest« — teoriini hjå Darwini t.v.s., at tey best egnaðu til hetta jardarlivid — sæð yvir eitt longri tidarskeid — troðka tey verri egnaðu burtur. Ella sum vanliga verdur tikið til av kynikarum í kappingarsam- felagnum (í skemti sjálvandi): „Teir stóru fiskarnir eta teir småu« ella „tann klóki snytir tann fåvitskuta«. Hesin andligi livihátturin er grundaður á arbeiðsprinsippið hjá Descartes >de omnibus dubi- tandum est«. T.v.s. at tú eigur at ivast i øllum. Og tað vil aftur siga, at tú í ollum málum leggur út við at ivast.Lutvist fyri at fyribyrgja at tú kemur at trúgva okkurt skeivt og lutvíst fyri, at kunna styrkja trúnna á tað, sum tú heldur er á beinari leið. Og ein sonn stremban eftir at liva eftir hesum lívsprisippi krevur eisini tveir sálarligar eginleikar hjá tær sjálvum, nevniliga samljóð og viðkvæmi. Tyngdin í einum sjálvum má hvíla á einari samvitsku, sum er eins egna, og ikki bert eitt ekkó frá oðrum. Og ein má í yvirmåt evna at taka ímóti ávirkanum, bæði kensluliga og andligt, á einum steði, sum liggur oman- fyri tað dagliga vanbundna. Tú kemur altso at liva í einum hugaheimi, har ongar moralskar reglur ella vanar forða tær í at hugsa fritt og at royna allar teir meguleikar, sum gevast. Tú tekur stødu frá máli til mál. Tú hevur ikki skyldu til at halda fast um tær áskoðanir um lívið og lutir av tilveruni, sum tú einaferð hevur vunnið. Tú verð- ur tín egni dómari. Livid verður ein stremban eftir skili og med vitan A hendan hátt minni reiðiligur iskja. Ti helst manst tú hóast alt verður tú ikki sum medmenn pisurødu síni koma til eina serliga niðurstøðu, um tú ikki ynskir okkum aftur í frumskógin, og um tú vilt liva í samljóði við teg sjálva ella sjálvan, og hon er, at tú mást hava virðing fyri menniskjum og mannarættini, og at tú tí mást hav aábyrgdarkenslu fyri hesum somu, og at tú tí hevur skyldu til ikki at seta forningin av tær við vegin, men mást bera hann longur fram. Ti mást tú, hóast alla tina vitan og alla tína vantrúgv fyri dagligum fyribrigdum, halda teg so nær til medmenniskjuligu koyrireglurnar — normarnir — "NE Ti > að -. ma . Havnar Hornorkestur, við Hugh Watkins, sum leiðara, setti sin dám á hátíðarhaldið at tú ikki tekur fótin undan ødrum, líkamikið hverja áskoð- an hesi hava. Við hesum verður ikki sagt, at tær ikki er loyvt at bera frávíkj- andi meiningar alment fram. Men tú hevur ikki loyvi til at trútta við tínum meiningum. Tú hevur ikki patent uppá ævin- ligar sannleikar. Tann sum roynir at taka staðið undan føstu trúnni hjá fittu gomlu ommuni hevur ikki skilt hetta lívsprinsippið. Tað sama er at siga um hann sum skjýtur lomviga. Og um tann, sum í intelektu- ellari sjálvgleði, roynir at trýsta fremmandar hugsjónir og ment- an niður yvir hevdið á fólki. Og um Þpolitikaran, sum, aftaná sjálvur at hava fingið góða útbúgving og góð sterv og bein í samfelagnum, ikki vil hava, at onnur fáa betri útbúgv- ingar- og livimøguleikar her á landi enn hann sjálvur. Tað mentalt sunna menniskja strembar eftir at duga at síggja munin millum >„útvikling< og framstig. Tað veit at objektivi veruleikin ikki er til. Tað veit, at tað eru ymsar fysiskar og kem- iskar trongdir, kveikingar og rembingar, sum driva menniskj- uni fram. Tað veit, at egoisman og sjålvhevdanartrongdin hjá fólki djúpt eisini í teimum, sum bjóða fagrar hug situr Ta Tað vóru nógvir studentar at síggja á Vestanstevnu sjónir fram eitt nú pisureðarum. Tað lurtar væl eftir, men tekur sjálvt stødu til góðskuna. Tað veit, at vit ikki kunnu liva av ediolegium. Og tað veit, at vit ell skulu vera til á hóskandi fysiskum og andligum stødi. Nú er tit pisur floygdar. Onkur vil halda, at stúdents- og HF-prógv, uttan framhald- andi lestur, ikki er vert meira enn pappírið, tað er skrivað á. Eg meti tað vera skeiva hugsan og kundi unt eðrum næmingabólkum, eitt nú vinnu- skúlanæmingum, at fingið høvi til at seta seg inn í partar av tykkara verð. Hinvegin meti eg eisini, at ein studentur, ella HFari, sum ikki hevur tikið lut í vinnilivinum og fyri alt tað eisini í gerandis- lívinum á bygd og bý, ikki hevur fortreytirnar fyri at nýta sín teoretiska kunnleika soleiðis, at hann finnur samljóðið í teimum ymisku lívsmálunum. Tit hava í skúlanum nomið við bulin á nógvum samfelagsgrein- um. Nú restar rótin, mergurin og krúnan í. Eg veit, at tit hava havt lærarar,sum hava roynt at fest eygu tykkara á tann hugsunar- hátt, sum eg beint nú havi umrøtt, og sum ikki er møguligt at greina gjøllari í reðu, sum helst ikki skal vera ov langrekin. Sovorðnir lærarar vóru illa um- tóktir í okkara skúladogum. Vónandi er betur statt nú. Vit hava í seinastuni hoyrt nógv um fuglin, sum verður av- tøktur. Tað er ein stóru spurningur, um ikki eisini framtíðar pisur verða riknar av rók. Og um so verður, verður tynnt á rókunum I erva, t.v.s. øvugt av ti hendir vid fuglinum sum Í hvussu so er, stendur gamla akademikaraútbúgvingin fyri skotum í hesum degum. Funnist verður at, at student- arnir verða bornir á lógvunum frá veggu og til teir hava lokið hægri lestur eini 25 ár eftir hetta. Teir koma aivitandi og oftani betrivitandi út frá læru- stovnunum, fáa fest og feit størv — og so hoyrist ikki meira frá teimum — tó kansa um teir. Eg haldi ikki, at vit eiga at syngja við í tí kórinum, sum hevur nakað ímóti, at onkur veit meira enn ein sjálvur um ávis evni. Hetta hevur sína orsøk i vidføddum gåvum, idni og spesi- alisering. Vit mugu eisini sleppa okkum undan hesum óvanunum at meta fólk eftir um tey eru bókliga væl at sær komin ella ikki. Lívið og evnini eru so fjølbroytt, at tað er beinleiðis ólogiskt at nýta hetta mát. Men eg haldi, at vit hava loyvi at meta fólk, sum hava verið borin á lógvunum til eina góða útbúgving, eftir, um tey nýta sínar gávur og vitan til sam- felagsgagn ella ikki. Í Føroyum eru fleiri akadem- ikarar, sum hava ábyrgdar- kenslu fyri landi og fólki og leggja alla orku í tær arbeiðs- uppgávur, teir eru settir at rekja. Tað sum býður teimum flest ímóti, er hetta betrivitandi slagi, sum kann sveima vida í teorium av ymsikum slag, men ikki dugir at fylla eina postávísan rætt út og ikki dugir ella vil hava samband við gerandislívið og sini medmenniskju. Víst hava vit brúk fyri vis- indamonnum, og víst hava vit brúk fyri væl útbúnum fólki. Men tað er líkasum at javn- vágin haltar. Ein samfelagsbólkur — ser- liga tey frá heimum, har tey sita væl í ti frammanundan, hava høvi til at fáa hægsta lærdóm. Nógv av teimum fáa størv seinni, har krøvini til visindaliga viðgerð ikki eru serliga stór. Samfelagið — og helst eisini tey sjálvi — hevdu fingið meira gagn av, at tey heldur fingu eitt breiðari enn eitt hægri undir- visingarstødi, íroknað handligar royndir í gerandislivinum. Aðrir samfelagsbólkar hava í okkara vælferðartíð eisini hevi til at læra. Men tað liggur líkasum í luftini, at ein handlig serútbúgving er nóg mikið fyri tey. Tey skulu ikki nema so nógv við tað, sum ikki beinleiðis hevur við framtíðarstarv teirra at gera A