leygardagur 25. juni 1977síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
VR SÅRE ØS
SER
Nr. 47 — 25. juni 1977
JOansøka
sosialurin
Síða 7
Skúlaviðurskifti á Tvøroyri:
Vilja varðveita gomlu skúlarnar
í Froðba og í Trongisvági
Í skúlanum á Tveroyri eru út við
400 bern. Fyri tveimum árum
síðani flutti framhaldsdeildin inn
í nýggjan skúlabygning. Hesin
bygningurin, sum er bygdur
uppí hin gamla skúlan, er út-
gjørdur við ollum nútímans und-
irvísingaramboðum og serstov-
um.
Frammanfyri skúlan er gjørt
Gamli skúlin
eitt ítróttarpláss, sum er serliga
vælegnað til hondbólt. Hetta
ítróttarpláss verður heilt nógv
brúkt bæði til venjingar og sum
spælipláss hjá børnum.
Í Tveroyrar skúla fer eisini
fram undirvísing til HF. Lær-
arnir í fólka- og relaskúlanum
eru 22 í tali. Á HF-deildini eru 6
fastir lærarar.
Stjóri er Mannbjern Morten-
sen og varastjóri er Erling
Eidesgaard. Tað er annars ætlan
myndugleikanna at farast skal
undir at beta um gamla skúlan,
ið ikki er tíðarhóskandi.
Um skúlabygging á Tveroyri
er annars at siga, at tað júst er
farin fram stór útbygging av
skúlanum. Men tað er eisini
politikur býráðsins at varðveita
teir smáu skúlarnar í Trongis-
vági og uppi á Hamri í Froðba.
Hetta ger, at skúlaleiðin ikki
verður so: long hjá teimum
yngru. Myndin sýnir skulabørn-
ini í Froðba uttanfyri skúlan.
Húsini eru júst sett í stand og
spæliplássið er stikað mót veg-
um, so børnini ikki koma sær í
vanda av bilunum.
Bernini trivast væl í teimum
smáu skúlunum og foreldrini
dáma væl, at teir verða varð-
veittir.
Karl Jespersen er lærari í
Trongisvági og Jacobina Wang í
Froðba
Nýggi skúlin
Uttanfyri skúlan er stórt spæli- og ítróttarpláss
Keypssamtøkan í Suðuroy:
Ætla at fara undir bygging í næstum
Hevur fingið 3000 m? stórt grundøki í Trongisvågi
Vit hava vent okkum til formannin í Suðuroyar
Keypssamtøku, Havgrim Hammer og spurt hann,
hvussu vorðið er við Keypssamtøkuni. Havgrímur
greiðir soleiðis frá
Í ár eru 50 ár liðin síðani fyrsta
keypssamtøkan i Føroyum varð
sett á stovn í Havn. Seinni eru
o keypssamtøkur komnar í
Klaksvík (1961) og í Fuflafirði
1962). Hesar keypssamtekur
hava lagt saman, so tær nú eru
deildir i Føroya keypssamtøku
(FK).
Tankin um keypssamtøkur er
náttúrliga komin fram aðrastað-
ir, so at um somu tíð í fjør vórðu
felog stovnað í Suðuroy og í
Vágum við tí endamáli at tekna
limir og seta á stovn ein keyps-
samtøkuhandil.
Vit valdu her eina 7-lima-
nevnd til at tekna limir. Teknað
varð við ti fyrivarni, at okkara
deild kom at verða upptikin í
FK. Vit teknaðu her í norðaru
helvt á Suðuroy uml. 500 limir.
Á stovnandi aðalfundinum
varð fyrireikingårnevndin vald í
nýggju nevndina: Havgrím
Hammer, formaður, og Hákon
Carlsson, næstformaður av
Tveroyri. Jóannes Dalsgarð
Froðba, skrivari. Dánjal av
Rana og Solveig Bærentsen úr
Trongisvági. Kamma Vang og
Arnold Vest úr Hvalba.
Søkt varð beinanvegin um
uppteku í FK, og á aðalfundin-
um seinasta heyst var okkara
Vágunum ein
deild og tann í
mælt upptiknar. Ein stórur fyri
nunur fyri okkum og ein styrki
fyri FK, sum sostatt á 50 ára
stovningarári sínum er at kalla
landsumfatandi.
Vit hevdu frá byrjan av leita
eftir hóskandi heli, so at byrjast
kundi við handlinum beinanveg-
in, men tann meguleikin, ið var,
datt burtur, ti semja fekst ikki
um leigu ella keyp.
Nevndin í FK mælti tí til at
leita eftir grundøki, tí at reka
handil í hølum, ið ikki eru bygd
til sama endamál, er ongantíð
góð loysn. Vit hevdu verið
noyddir at farið undir bygging
álíkavæl um nekur ár
Nú kann nevndin í Suðuroyar
Keypssamteku upplýsa limun-
um, at vit hava fingið grundekið
góðar 3.000 m? stórt. Grund-
ekið liggur stak væl við nýggja
vegin í Trongisvági, og eru har
allir meguleikar til steðar at fáa
bygt ein tíðar- og framtíðar-
hóskandi handil við góðum par
keringsumstødum.
Sjålv fyrireikingin av bygg-
ingini kemur at verda gjørd a
F.D.B (Forenede
Brugsforeninger) arketekti, ið
stilar fyri FK bygging i Hoydøl
um og Fuglafirdi i løtuni.
Dansk«
Í september verður aðalfund
ur, og vóna vit, at nakað er
komið áleiðis tá
Tíverri hevur nevndin í Suður
oyar Keypssamtøku ikki havt
møguleikarat spurt øll hús:
hald, um tey vilja verða limir
TO kann ein og hver úr Sandvik
til Sumbiar tekna seg sum lim,
og tað gerst best við at tekna seg
hjá einum av nevndarlimunum.
Limagjaldið er kr. 10 (tiggju)
einaferð med alla.
Við tað at arbeiðið við keyps-
samtøkumålinum hevur verið
nakað drúgvfort, vóni eg at
henda stutta frágreiðing kann
vissa limir og onnur áhugaði um,
at arbeitt hevur verið vit málin-
um alla tíðina.
FK nevndin og nevndin í
Keypssamtekuni í Suðuroy eru
sum sagt fullsamdar um at
byggja handil, og verður hetta
gjørt í næstum.
Eftir hjá okkum er so at
standa saman um okkara handil
Keypssamtekuna stuðla
og stimbra hana
Vit byggja við hesum sam
tøku endamál: Ei at tjena frá
ødrum men hvørt at tæna
ødrum.
Pol F.
og Tvøroyri
Pól F. hevur sungið til Tvør-
oyrar pris. Mest kendur er Tvør
oyrarsangur hansara, sum VIt
prenta her
Lag: Det er dejligt ved Øresunds
kyst
Í summarskrúð bjert Suður-
oyggin lå
Av Olavsøku heim vit silgdu tå
eg Hargafelli undan Nypu så
Borgarknappin við sólkrúr
Í sólarloga spegiblankt hav ið lá
tå Tvøråfjørå í silvitni eg sá
av hoyggj og urt av landi angin
dró
og úr líðunum fuglaljóð fró
Stórt Ørnafjall seg speglaði í våg
og Ravnaberg hátt yvir fjørdin
smaragd og gull- og silvurlitt
var vág,
tað er vænasta sjón, sum eg sá.
Kring fjørdin bygdir fimm við
sævarstrond,
sum systrar báðar halda hond í
hond,
mangt avreksverk í felag framdu
tær,
aldri ósemja millum tær var.
Í forðum Tveroyri tú krúnu bar,
á sjógv og landi fremst i
Feroyum var,
Her komu fólk úr landsins bygd
um flest
livikor
best.
her vóru stórvirki
Við skip og handi Feroya navn
tú bar
úr Leith til Rom, Madrid og
Miklagarð,
og dranga eina línu øll í senn,
skal tú menna teg einaferð enn
Nátúrin okkum gav i Føroyum
mest
ti ræður um at rekja tað
best
hin fremsta vág til virkir eins og
skip,
og í fjøllunum dýrasta grip
Stór var tín fortið, stór tann
tú skal frám aftur ganga við ferð
Vit skulu sýna tað, at Tverá
menn
í handans virki roynast fullvæl
enn,
í ítrótti og skaldskapi og list,
stavnhald vera skal: Tvøroyri
fyrst.
Dró utlongsil tín son frá heima-
strond,
til suðurheimsins gyltu dreyma-
lond
og ævintýrsins djór- og blómu
verð,
altið heimlongsil higar hann ber
Ti urtin trivist best har rótir
rann,
og gamal har, sum móður aldi
hann
Hitt síðsta hvildatstad er best á
jorð,
millum blómur við Tveroyrar
fjørð