leygardagur 25. juni 1977síða 28
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vágbingar fáa nýtt flakavirki:
Flakavirkið — har einki fer til spillis
Flakavirkið er eitt tað mest nýmótans virki av sínum slag í heiminum.
Nýtsla verður gjørd úr øllum ráfiskinum. Einki fer til spillis. Framleiðast
skal flak, saltfiskur og sjálvt slógvið fer til minkafóður. Á henda hátt
hevur virkið møguleika at vaksa munandi um årtøkuna uttan at økja rá-
vørunøgdina
Nýggja flakavirkid i Vagi, sum
Polarfrost letur byggja, er um at
vera lidugt. Flakavirkid verdur
væntandi tikid i nytslu fyrsta
dagin. Nýggja virkið er so stórt,
at tað árliga kann taka ímóti
umleið 12.000 tonsum av ráfiski
Hetta er nærum tvífaldað negd
sammeta vit við negdina, sum
Polarfrost tók ímóti í 1976. Tá
tók virkið ímóti umleið 6.200
tonsum
Nýggja flakavirkið hjá våg-
bingum er ikki einans stórt. Tað
hevur allar teir nútímans hent
leikar, sum eitt flakavirki skal
hava í dag. Goymsluplássið er
stórt og gott, maskinurnar eru
av nyggjasta slag og umstød
urnar hjá arbeiðsfólkinum verða
av teimum allar bestu
Sosialurin var í Vagi herfyri.
Vit hittu stjóran á Polarfrost
prátaðu
Jákup Joensen og
við hann
flakavirkið hjá Polarfrost
er bert evarska lítið í mun til tað
nýggja. Upprunaliga ætlanin
var at gera virkið 2.900 m? til
støddar, men tað visti seg
skjótt, at neyðugt var at gera
virkið væl sterri, skuldi mest
møguligt fáast burtur úr. Ti kom
núverandi bygningurin, sum er
liðugur at vera 3.400 m til
tøddar, ella umleid 500
tørri enn upprunaliga ætlad
A flakavirkinum er stort
goymslurúm til ráfisk og
fisk. Har eru fyrstirúm og |
rúm, finskeringsheli og onnur
] at arbeiða fiskin i. Har
rúm ti
umframt er ein kantina til
arbeiðsfólki og umklæðingar
rúm
Arbeiði til 120 fólk
Tá arbeiðið á nýggja flakvirkin
um er komið rættiliga í gongd
er arbeiði til eini 120 fólk
Flakavirkið verður avgjert
stórsta arbeidsplåss í Vági. Á
gamla virkinum hjá Polarfrost
arbeiða í dag eini 12 fólk
Meginnartiuri iv art if
1
gamla nyt kið I
Polarfrost ki } 1
ran I Í
at fáa 1 AAA .
gamla virkinum bert er ein linja,
t.v.s. ein flekimaskina og ein av
høvdari so eru tilsamans fimm
linjur å nyggja virkinum.
Fyrimunirnir nógvir
Fyrimunirnir við nýggja flaka-
virkinum eru nógvir. Umframt
tað at maskinurnar eru nýggjar,
kann arbeiðsgongdin nú heilt
leggjast um og skipast á betri
hátt. Virkið kann við hesum
arbeiða fiskin betri, og hetta fer
at geva eina størri urtøku.
Slógvið til
minkafóður
Fleiri flakavirkir í landinum
hava ongantíð gjørt stórvegis
burtur úr slógvinum. Hetta er
logið. ti slógvið er umleið 60
prosent av fiskinum. Leingi
hevur eisini Polarfrost koyrt
slógvið í havið. Men síðani
sildaverksmidjan í Lopra fór at
taka ímóti slógvi, hevur Polar
frost latið slógvið higar. Prisurin
fyri kilo er 7 oyru. Hetta gav
virkinum alt árið í fjør umleið
280.000 krónur.
Ein av fyrimununum við
nýggja flakavirkinum er nevni
liga tann, at virkið skal arbeiða
slógvið og síðani selja tað út
av landinum fyri ein størri pris
Á flakavirkinum er ti uppsett ein
siloskipan og fýra vertikalir
plátufrystarar. Alt slógvið verð
ur koyrt igjøgnum hesa siloskip
an og síðani fryst. Bert ein
maður skal ansa eftir siloskipan-
ni, meðan nakrir mans koma at
arbeiða við
men samanumtikið verður lit
plåtufrystarunum,
ið arbeiði av at arbeiða slógvið.
Maskinurnar gera nærum alt
arbeiði
Jákup Joensen vísur á, at
Føroya Fiskasøla hevur gjørt ein
áttmála við Dansk Pelsdyr
avlerforening um sølu av slógvi
til minkafóður. Danska felagið
sigur seg kunnu taka ímóti
tórum nøgdum av slógvi fyri 60
ovru fyri kilo. Taka vit nú árið
1976 vóru umleið 60 prosent ella
umleið kvart miljón fyri í 1976.
Hetta er sostatt ein meirinntøka
uppá góðar tvær miljónir krón-
ur.
Flakaframleiðslan
stórri
Á gamla virkinum hjá Polarfrost
er bert ein linja. Hetta ger, at
allur fiskurin, ið skal skerast til
flak, smáur ella stórur skal
gjøgnum somu maskinu.
Á nýggja virkinum er ødrvis-
ið. Her eru tilsamans fimm linj-
ur, sum kunnu taka tær ymsu
stoddirnar av fiski. Henda
broytingin ger, at vánaliga úr-
tøkan á gamla virkinum nú kann
gerast munandi betri. Jákup
Joensen sigur, at við nýggju
maskinunum er møguligt at økja
um sjálva úrtokuna av flakinum
við fimm prosetum. Hetta fer at
geva virkinum tilsamans 3,5
miljónir krónur meira fyri somu
råvørunøgd, sum kom uppá land
i fjør
6 miljónir kr.
meira burtur úr
Við at arbeiða slógvið og selja
tað sum minkafóður og fáa meira
burtur úr flakaframleiðsluni
kann virkið fáa umleið 6 mill.
krónur meira burtur úr og
hetta er fyri somu råvørunøgd,
sum virkið tók ímóti alt árið í
fjør. Leggjast skal eisini aftrat
hesum, at nýggja flakavirkið
kann taka ímóti nógv meiri fiski
árliga enn gamla virkið — sjálv-
sagt er tað ein treyt, at nóg
mikið er av fiski
Arbeiðstíðin
Eisini arbeiðstíðin verður broytt
á nýggja flakavirkinum. Vanliga
mannagongdin á gamla virkin-
um er tann, at arbeitt verður í
tveimum skiftum alt samdøgn
ið. Hetta er ein óheppin loysn,
sigur Jákup Joensen, og teir
ætla tí at sleppa undan hesum á
nýggja virkinum og istadin ar-
beiða í fleiri skiftum frá klokkan
8 til | Hetta er møguligt, ti
leiri jur eru á virkinum
Fin tann stórsti meinbogin vid
ngantid sleppa til at umvæla
ri i ti erða
ÍKÍI i amdøgnid N Í SKULU
maskinurnar umvælast og
haldast við líka, tá arbeiðsfólkið
er farið til hús eftir vanliga
arbeiðstið.
— Hetta halda vit hevur ser-
liga stóran týdning fyri eitt
arbeiðspláss sum eitt flakavirki,
sigur Jákup Joensen stjóri.
Hann sigur víðari, at teir
leggja stóran dent á at beta um
arbeiðsumsteðurnar hjá flaka-
fólkinum. Gjerd er eisini stór og
rúmlig kantina og umklæðingar-
rúm.
Reinsisentralur
Hugsað verður eisini um at
halda alt so reint og nosligt sum
til ber. Til hetta endamålid
hevur virkið keypt ein skúm-
reinsisentral fyri 30.000 krónur.
Skúmreinsisentralurin stendur í
samband við 7 ymiskar stráli-
pistólur ymsa staðni á virkinum.
Alt verður tá reinsað og sterili-
serað við kemikalieskúmi.
Smyrjisentralur
Tað, sum felstu flakavirki strid-
ast við dagliga, er sjálvt vidlika-
haldið av teimum ymsu maskin-
unum. Smyrjingin er ein týðandi
táttur fyri at arbeiði skal ganga
væl. Fyri at finna eina loysn á
hesum spurninginum hevur
falkavirkið útvegað sær ein so
nevndan smyrjusentral úr Nor-
egi fyri 200.000 krónur. Manna-
gongdin er tann, at konsetens-
feitt verður pumpað út í eina
rorleiðings skipan, sum røkkur
til allar lutir, ið skulu smyrjast
Henda smyrjiskipan er rættiliga
nýggj. Teir hava roynt hana í
Noregi, og hon hevur riggað so
væl, at larmurin er reduseraður
við 10 prosentum.
Borgirnar avreiða
Tað er ætlanin, at tær báðar
Borgirnar skulu avreiða til
nýggja flakavirkið. Vit spurdu
Jákup Joensen, um teir ætla at
keypa nýggjar trolarar. Til hetta
svarar hann, at so leingi alt er so
Óvist við fiskivinnuni undir Fer-
oyum, fara teir ikki at seta
pengar í nýggj skip. Men hann
vónar, at aðrir í Vági taka stig
til at fáa sær skip, tí tá nýggja
virkið verður tikið í nýtslu,
kunnu teir taka ímóti væl meiri
av fiski.
18 —20 miljónir
Nýggja flakavirkið er mett at
kosta millum 18 og 20 miljónir
krónur
Tad verður figgjað við 70
prosent láni úr Sjóvinnubankan
um, 20 frá Egnudviklingsdi
rektoratet, harav eru 10% lán og
10 udningur. Hini restandi
10 eru eginpeningur
Óli í Áarstovu
Meðan eg eri í summarfri frá
25/6—20/7, rekja hinir
skemtaranir praksis.
Serliga verður víst til týs-,
hós- og leygardagsprát Kray-
ons. kr—
Einki Joansøkubål verður á
Uringahálsi í ár, eg eri burt-
urstaddur í summarfri.
Rudnic
brennimeistari
*
Um Jóansekuna verður borg-
arstjórin bert at hitta í tivoli-
tjaldbúðinum
Tveroyrar Býráð
*
Mær er sent: Eg haldi ikki, at
tit altið skulu stinga Paula
hasar henurnar upp í nesina.
Tað er bæði sind og skomm
fyri hønurnar.
Spyr hann heldur um okk-
urt nýtt frá seinastu fri-
merkjaframsýningini.
Gl. legtingsmaður
*
Spennandi verður at síggja
hverja ávirkan tað hevur á
burðatalið í Tórshavn nú apo-
tekið verður flutt nærri Viða-
lundina
Utsynningur ella útsynning-
ur vestan. Seinrapartin
sunnudagin hækkar hann í
ein vestan ella útnorðing
megi 2 til 4. Smáskýggja ella
skyggja og ælingur. Hitin
um dagin millum 9 og 12 stig.
Um nåttina millum 6 og 9
stig.
Keypmannahavn 19, Ålborg
24. Oslo Bergen 14,
Stockholm 21, Gøteborg 20,
Helsinki 16, London 15, Edn
inburgh 13, Reykiavik
Paris 21. Mallorca 25, Mal
Kom 28, Venezia 24,