Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-07-23, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juli 1977síða 32

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 32 sosialurin Nr. 48 — 23. juli 1977 Olavsoókuferðin, = sum endaði í Utistovu í Vági Jógvan Heinesen á Viðareiði sigur frá eini ólav- søkuferd miðskeiðis í nitjandu old. Omma hans- ara, Elsa uttan av Kirkju, var við í ferðini Frá ommu síni, Elsu Joensdatt- er, hevur Jógvan Heinesen á Viðareiði hesa fråsøgn frá eini ólavsekuferð, ið omma hansara var við til Í 1850-unum. Jógvan greiðir soleiðis frå: Av tí at Fugloyggin ikki var sjálv- bjargin við torv, varð tað neyð- ugt og eisini vanligt hjá fugling- um at fáa torvheiðar til láns í Svínoy. Hetta summari hevdu fuglingar verið í Svínoy og arbeitt torv. Í torvtidini høvdu fuglingar og sviningar lagt sam- an ráð um at gera eina ólavseku- ferð í felag. Olavsøkuaftans morgun varð áttamannafarið „Hin Stóri á Kleivini« flotaður á Kirkju. Við í ferðini vóru bæði konufólk og mannfólk úr Fugloy. Tey fóru av Kirkju suður gjøgnum Svinoy- arfjørå og løgdu at við Eiði í Svinoy. Her komu svíningar umborð. Omma segði, at mann- fólkini vóru átta í tali, eitt til hverja árina og síðani vóru konufólk við í ferðini. Tá lagt varð frá landi í Svínoy gekk leiðin suður eftir. Komin suður fyri Barmin á Borðoynni, sóu teir ein bát, ið lá nakað nærri landi og hevði upp á mastur. Talan varð um >Upp- salabåtin«, sum lå har við eini stórari grind, og uppsalamenn komu beinan vegin at borðið. Teir bóðu fulgoyarbátin fara at landi á Norðoyri at geva grinda- boðini og at seta konufólkini av. So varð gjørt. Ólavsekuferðin varð gloymd. Meðan grindaboðini fóru runt, róku >Hin Stóri á Kleivini« og >Uppsalabáturin< grindina inn á Bordoyarvik, har hon varð goymd fyribils, til so nógvur bátur varð komin, at farast kundi undir raksturin. Grindin varð rikin á vánna í Klaksvík og legði beinini har. Olavsøkukvøld vóru allir grindamennirnir og alt ólavsekuferðalagið úr Fugloy og Svínoy til grindadans í Útistovu í Vági. Víðari greiðir Jógvan frá, at frá grindadansinum í Utistovu i Vági, kundi omma hansara ser- stakliga minnast ein mann, ið var norðan úr Eysturoynni. Hann var annaðhvort úr Funn- ingi ella frá Gjógv. Einsamallur kvað hesin eystringur Regin- smið og Brynhildartátt, ið til- samans eru sløk 500 erindir, og hon beit merki í, at røddin varð óbroytt, frá ti at hann kvað tað fyrsta erindi til hann kvað tað seinasta. Elsa Joensdatter var ættað av Reyni uttan av Kirkju. Hon varð fødd í 1835 og giftist i 1866 vid Jógvan Heinesen vanliga róptur Heina-Jógvan á Viðareiði. Elsa doyði 97 ára gomul í 1933. Um Elsa annars nakrantíð var í Havn á ólavseku visti ommu- sonurin Jógvan ikki, men her visti kona Jógvans, ið er ættað av Velbastað, og sum kom til Viðareiðis í 1932 meðan Elsa enn var á lívi, at Elsa hevði sagt fyri sær, at hon bert einaferð hevði verið á Velbastað og var hetta í På sambandi við eina ólavseku. Allar ólavsekuferðirnar hjá Elsu eru sostatt ikki, eins og hendan eina, avbrotnar av grindaboðum og endaðar í grindadansi í Útistovu í Vági. Á élavsøku i 1920 Jógvan Heinesen, sum fyllir 77 seinni í hesum ári, var sjálvur fyri fyrstu ferð á ólavseku í 1920. Hann var tá 20 ára gamal og var til skips við »John Brown« úr Vestmanna. Jógvan sigur, at teir skuldu til fiskiskap á Eysturlandinum, men bíðaðu vid at fara til Olavsøkan hevði verið. Vit lógu á Havnini við skipinum um ólavsekuna og silgdu dagin eftir ólavseku. Jógvan heldur annars, at bæði Havnin og ólavsekurnar eru nógv broyttasr síðani tá. Vit dansaðu í avhaldinum, sigur Jógvan, sum annars ikki minn- ist nakað serligt frá tí ólavsek- uni. Jógvan greiðir frá, at hann 15 ár seinni var á ólavseku fyri aðru ferð, og frå ti olavsøkuni kann eg minnast, at tå eg Olavsøkuaftan kom niðan imåti Sjónleikarhús inum, kvóðu brødurnir Antinis og Janus Sørensen úr Húsavík eina føroyska visu, sum eg ikki hevdi hoyrt ådrenn og sum eg heldur ikki havi hoyrt sidani. Eg minnist bert ein mann, ið tók undir, og var tað Jóannes bóndi í Kirkjubo. Annars veit Jógvan Heinesen á Viðareiði onki um, at viðingar hava gjørt serligar ólavsekuferð- ir, men tó leggur Jógvan aftur- at, at hann ofta hevur verið burtur við skipi um ólavseku- mundið. Tað vanliga hevur óivað verið, sigur Jógvan, at fólk er farin av Viðareiði við postbátin- um til Klaksvíkar og víðari úr Klaksvík við rutuni. Ongantíð á Olavsøku Í Norðoyggjum hittu vit eisini Kaj Simonsen á Kirkju. Vit spurdu Kaj, um hann visti frá nakrari ólavsekuferð at siga, og Kaj, sum fyllir 68 ár í summar, svarar, at hann sjálvur ongantíð hevur verið á ólavseku. Kaj Simonsen leggurafturat, at fuglingar hava onki gjørt av at vera í Havn til ólavseku, og minnist hann bert einaferð á sínum ungu árum, at fuglingar, einir fimm-seks í tali, mannaðu bát til Havnar á ólavseku. Dagmar Joensen-Næs úr Mið- vågi var á nærum hverjari Olavsøku i gott hálvthundrað ár. Hon er nú 81 ár og býr á Ellisheiminum í Vágum. Dagm- ar var fyrstu ferð á Ólavseku í 1910 Ég var tá 14 ar og lá á hospitalinum, men pápi mín kom út á hospitalið eftir mær við báti fyri at visa mær »seværdig- heitirnar« í Havn. Tann stórsta seværdigheitin var at síggja butiskvindeyga hjá Ludvig Poulsen og tað var mítt stórsta upplivilsi fyrstu Olavsøkuna, sigur Dagmar. Hví fóru fólk á Olavsøku? Einahelst fyri at hitta skyld- fólk og kenningar. Fyrr var ikki so einfalt at ferðast millum bygdir fyri ikki at tala um oyggjarnar. Fólk hittust nærm- ast bert hesu eina ferðina um árið. Í hesum sambandi minnist eg væl hvussu rerandi tað var at síggja gamlar menn hálsfevnast á gøtunum. Hvussu ferðaðist tygum til Havnar á Ólavseku? Smyril sigldi bert einaferð um mánaðin vestur í Vágar. Tað mundi vera seinast í mánaðin- um, tí oftast fór eg vestur aftur við honum dagin eftir Olavsøku. Men ferðin suður var long. Fyrst gingu vit til Fútaklett, síðani við báti til Kvívíkar. Úr Kvívík varð gingið til Kolla- fjarðar so aftur í bát til Havnar. Lættast var at fara við báti úr Miðvági beinleiðis til Havnar, men so skuldi ein eisini vera vinur við keypmann, ið átti bát. Gistu í Mettustovu —Eg og systrarnar gistu hjá Vilhelminu Effersøe í Mettu- stovu. Hon hevði ein mótahand- il, ið varð nógv vitjaður av teimum ungu kvinnunum. Ser- liga minnist eg teir vøkru hatt- arnar, ið vóru til keyps. Tær ungu genturnar hevdu eisini høvi til at fáa hattarnar pyntað- ar á Olavsøku Hvat minnast tygum frå teimum fyrstu Olavsøkunum? Frá best skránni minnist eg kappsvimjingina á Eystaru Vág og sjónleikirnar Pað var ein damdur prestur, sen, ið stílaði fyri kappsvimjing ógvuliga væl Absalon Joen Í Gundadali var fólkafundur og fótbóltur, men Gundadalur lá so uttarliga í býnum tá, at tað var ein heilt onnur verið, so har kom ein sjáldan. Móti kveldi fór eg altíð til sjónleikirnar hjá Rasmus Effer- sæ: »Hjå Dalabóndum, Magnus og Best man vera sum er«. Tað vóru góðir sjónleikir, ein goymur teir ikki aftur, og eg haldi, at tað er stóru saknur á sjónleiki á Olavsøku, nú á døgum. Um kveldið varð dansað í trimum steðum. Í klubbanum og Losjuni var enskur dansur og føroyskur dansur í Avhaldshús- inum. Vit dansaðu til langt út á morgunin, ofta so leingi, at ein fór beinleiðis úr dansinum um- borð á Smyril heimaftur. Munur á Ólavsekuni fyrr og nú? Dagmar heldur at stílurin yvir Olavsøkuna var betur fyrr. M.a hon frá, at fólk fóru í bestu stásklæðir til sjónleik, dans o.tl Ja, tað var greiðir líka sum meira håtidarligt, ein sá t.d. íkki fólk drukkin úti á gøtunun ar vita OR VUIIKA gott, so stemmningurin var góður, tá vit samlaðust uttan fyri gamla bókhandil fyri at hoyra G.H.M. spæla — teir spældu fleiri ferðir hvorja Olav- søku Men, endar Dagmar, alt var ikki bara gott hugsi eg um stættarmunin. Vanligt var, at bóndurnir og børn teirra hildu seg fyri seg sjálvan, hetta var galdandi allar staðir. sjálvt í dansinum e.j.