mikudagur 3. august 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Nr. 50 — 3. august 1977
H åm telf. 11820 — giro 6282725
sosialurin box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmaður: Jan Miller
Prent: Dimmalætting
Nikkudukkan
BLAÐSTJÓRI Dimmalættingar hevur svarað
uppá frågreiding løgmans í skrokkamálinum.
Seinni hava vit eisini lisið eitt onkisigandi
svar frá Paula Ellefsen.
Í SVARI sínum sigur blaðstjórin m.a.: Í
ávikum er óivað løgmanni hent at eiga nóg
nógvar nikkudukkur á rætta stað. Men teirra
millum verður honum ikki unt at hitta
Dimmalætting.“ Tað er ikki sørt skemtiligt at
lesa slíkt, og serstakliga tá ein hugsar um,
hvør greinskrivarin er.
FYRI AT gera heilt stutt av vid sjålvt skrokka-
málið á hesum sinni, skulu vit bert slåa fast,
at sølan av Bjarnoy II og keypið av skrokkin-
um, sætt út frá tí liberalistiska sjónarmiðn-
um, sum sambandsflokkurin og Dimmalætt-
ing umboða, er ein framúr góður handil.
Liberalistiska sjónarmiði byggir nevniliga á
frían handil við markleysum vinningi uttan
almenna uppílegging.
MEN GAMLA Dimma nikkar ikki fyri hesum.
Nei, tað ger hon avgjørt ikki, ti í hesum eina
málinum hevur formaður sambandsfloksins
funnið uppá, at nú kóka vit okkara gomlu
liberalistisku sjónarmið og síðani eta vit tey
hálvrá úti í túni, og alt hetta gera vit, bert fyri
at EG og flokkur mín kunnu vinna nakrar
fleiri atkvødur.
OG HAR uttari í túninum stánda gamla
Dimma (fødd í 1877) og blaðstjórin við
húgvuni í hondini og nikka, alt meðan for-
maður sambandsfloksins etur tey gomlu
liberalitstisku sjónarmiðini, men kortini, bert
í hesum eina málinum, tí tað er oportunt fyri
hann í løtuni. Sum danir taka til: »Dette er
sandheden í et nøddeskalk«.
ANNARS hava bædi Dimmalætting og blad-
stjórin altíð verið fúsar nikkudukkur. Hevur
tað verið amerikanskt ella danskt, hava tey
altíð nikkað fyri øllum, og hevur sambands-
flokkurin verið í landsstýri, hava tey somu-
leiðis staðið við húgvuni í hondini og nikkað.
Ongantíð eitt øvugt orð og ongantíð eina
einastu atfinning.
BÆÐI UNDIR hesum, seinasta og næstsein-
asta landsstýri hevur SOSIALURIN prentað
atfinningar móti landsstýrinum. Hetta uttan
mun til at javnaðarflokkurin hevur havt
leiðsluna. Nær er nakað slíkt komið fyri í
Dimmalætting tá sambandsflokkurin hevur
verið uppi í? Ongantíð! SOSIALURIN hevur
eisini tikið ímóti lesarabrøvum við atfinning-
um móti okkara egnu monnum. Nær er
nakað slíkt komið fyri í Dimmalætting?
Ongantíð!
NÚ ER TAÐ blaðstjórin á Dimmalætting, sum
farin er at skriva um nikkudukkur, og frá
okkum skal hann bert fáa tað skoðsmál, at
nikkudukkur valdast.
HYGG HER
NÝGGJHEIT
0)
HR om
Í hesum døgum hava vit
fingið. ein hóp av
nýggjum. lampum, tað
sokallaða QUALITY-
SYSTEM.
Hesar lampur, ið vit
hava fingið, eru lamp-
ur, ið ein kann samla.
Soleiðis kunnu tygum
fáa eina biliga lampu.
Í hesi seriu er hugsað
bæði um bernini og tey
vaksnu.
Vakrar lampur til
barnakamari, spísi-, og
dagligstovu.
Vitjið inn í fakmans-
forrætningina, har tyg-
um trygt kunnu keypa
lampuna.
Omanfyri vísta stativ
fæst til útstilling til
forrætningarnar.
Smá- og heilsela
Einaumboð
LAMPUBUÐIN
R.C. Effersøesgøta
3800 Tórshavn
:/ KJARTAN
*/ DALSGAARD
TROGINGAR
Á UMBOÐS /;
HOYDALSVEGUR 6
TLF 15222
| ENDURSKIN
livstrygging
fyri gangandi
Adalfundur
Lyst verdur til adalfund å Hotel Hafnia tann
15. august kl. 19.
Dagsskrå:
1. Sambært lógina.
2. Lógarbroyting.
Føroya mekaniski grótídnaður
Torshavn 1/8 77
Kunngerð
Ross og onnur kríatúr, ið uttan skrivligt loyvi
ella leigusáttmála verða havd á kommunalari
ogn eftir 1. august 1977, verða tikin upp sbrt.
gr. 31 í hegnslógini, sbr. eisini gr. 20 í somu
lóg.
Samstundis verður forboð sett fyri at tjóra
ella hava ross og onnur kríatúr á gki hoyrandi
til almennan veg.
Tórshavn 22. juli 1977
Tórshavnar býráð
Fleiri tryggingar
ið verða teknaðar
— Ódýrari gjald!
Síðani vit í 1940 fóru undir at tryggja móti
eldsvanda, er tryggingargjaldið farið niður í
helvt.
Tryggið hús, innbúgv, vørur o.a. móti skaða
av eldi, stormi, vatnleiðingsbroti og oman-
lopi. Eisini tryggja vit innbúgv og verur móti
innbrotstjóvarí. Vit tekna eisini glastrygging-
ar.
Eru tað serstøk viðurskifti viðvíkjandi trygg-
ing av ogn tygara, ið tygum hava áhuga fyri,
geva vit fegnir gjøllari frågreiding.
eisini umboðsmenn á
ið fegnir eru tygum til
Tryggingin hevur
hesum plássum,
hjálpar:
Sverre Skaalum, tlf. 73012
Tvøroyri .. Hjørleif Enni, tlf. 71061
Torhsavn . Kjartan Dalsgaard, tlf. 15222
Vestmanna Gunnar Dahl-Olsen, tlf. 24097
Sandavågi. Petur Heinsen,
Eidi Oli Ellingsgaard, tlf. 23005
Runavík .. Havstein Ellingsgaard, tlf. 47055
Klaksvik .. Påll Josephsen, tlf. 55835
FØROYA BRUNATRYGGING
telefonir: 11089, 11098, 11288
Sverrisgøta 5 — Postbox 45
3800 Torshavn