Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 123 - 2. juli 2002 Eftir seks sigrar á rað tapti Molde á útivølli, og í síðstu viku vórðu teir eisini sendir úr steypakappingini NOREG Jóannes Hansen Tað hevur seinastu nógvu vikurnar gingið við rúkandi ferð hjá Molde, men hesar seinastu dagarnar hava teir av álvara fingið beinini nið- ur aftur á jørðina. Hós- kvøldið spældu teir í triðja umfarinum í steypakapp- ingini. Tað var á útivølli ímóti Hødd, sum er í næstbestu deildini. Hødd sigur ikki føroyingum so nógv, men tað ger Ul- steinsvik. Har eru nógv skip bygd til føroyingar – serliga var tað í seksti árunum. Men har var Molde og spældi steypadyst, og tað gekk ikki væl. Hødd skor- aði, tá tað restaðu tveir minuttir, og tað var einasta málið. Sagt verður at sig- urin var uppiborin. Molde hevði ikki nógv at bjóða uppá, og Eddie Gustafsson hevði havt tvær ella tríggjar stórar bjargingar, áðrenn málið fór ígjøgnum hjá honum. Eftir at teir høvdu vunnið seks landskappingardystir á rað, tapti Molde stórt sunnudagin, tá teir vóru í Bergen og spældu ímóti Brann. Jákup Mikkelsen er framvegis á beinkinum hjá Molde. Hesa ferð sá hann kappingarneytan Eddie Gustafsson fýra ferðir í 2. hálvleiki fara í meskarnar eftir bóltinum. Tá tað var hálvleikt, var Molde á odda 1–0. Teir skoraðu beinan- vegin upp á brotsspark, og tað sá ljóst út, tá Brann í 1. hálvleiki hevði misnýtt brotsspark. Brann hevur ikki staðið seg nakað serligt í ár, men hesa ferð rósti íslendski venjarin, Teitur Þordarson, sínum monnum upp til skíggja. Hann segði seg ikki hava sæð teir arbeitt soleiðis fyrr í ár, sum teir gjørdu sunnukvøldið. Í hvør sínum enda Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at Lille- strøm saman við Molde skuldi kappast ímóti Rosenborg. Molde er framvegis næstfremst, men tað er hvørki Rosenborg ella Lillestrøm, sum er ovast. Tað er Lyn úr Oslo. Sunnudagin vunnu teir á heimavølli 1–0 ímóti Bryne, og nú er Lyn fimm stig undan hinum. Norsku fjølmiðlarnir siga, at avrikið hjá oddaliðnum hesa ferð var mest átókt tí hjá einum botnliði. Men tá tað ber til at fáa fulla úrtøku burturúr, tá spælið er vána- ligt, so halda norsku miðl- arnir, at tað sær ikki so galið út hjá Lyn. Lillestrøm hevur havt eitt serliga vánaligt kappingar- ár. Sunnudagin vóru teir vesturi í Stavanger, og tað royndist ikki væl. Viking vann 3–1, og nú verður møguleikin, at Lillestrøm skal flyta niður, ikki mettur at vera púra burtur. Rosenborg trilvaði rættu- liga nógv fyrstu nógvu umførini, men teir eru nú komnir alt nærri toppinum, og tað verður mett at vera sannlíkt, at teir fara at enda, har sum teir plaga at vera, tá kappingarárið er liðugt. Hesa ferð vóru teir úr Tróndheimi í Skien og spældu ímóti Odd Gren- land. Frammanundan hevði nógv skaðaplágaða Rosen- borg tapt fimm útidystir upp í slag, men hesa ferð eydnaðist. Rosenborg vann 3–1. Í klønum tráði Í botninum stendur illa til hjá Sogndal, sum inntil í fjør var føroyska felagið í norskum fótbólti. Tað stendur so mikið illa til, at norsku fjølmiðlarnir meta tað rættuliga sannlíkt, at venjarin fer at verða skiftur út. Torbjörn Glommer sig- ur, at hann fer at brúka næstu tríggjar vikurnar, meðan norska kappingin er í stuttum summarsteðgi, at hugsa um støðuna. Hesar seinastu dagarnar hevur Sogndal lagt rygg til tvey stórtap. Fyrst taptu teir 5–0 í steypakappingini. Og sunnukvøldið gekk illa í landskappingini. Á heima- vølli høvdu teir vitjan av Moss, sum ikki á nakran hátt hevur skarað framúr í ár. Men Moss avrikið var nóg mikið til, at teir kundu fara suður aftur við 4–0 sigri í viðførinum. Tað er heilt illa statt í verjupart- inum hjá Sogndal, og nú frættist tað, at mest eyð- sýndi álopsmaðurin kanska er á veg úr felagnum. Tommy Øren spældi ofta saman við Kurt Mørkøre í Sogndal álopinum. Eitt ár er eftir at sáttmálaskeiðnum hjá honum og Sogndal, men nú ljóðar, at tað eru góðir møguleikar fyri, at Tommy Øren longu í summar flytir til Rosen- borg, sum hevur ráð at keypa hann leysan úr Sogndal. Bodø/Glimt hevði ikki skorað á heimavølli síðani 28. apríl, tá teir fingu vitjan av Vålerenga. Úrslitið var 2–2, og tað vóru teir á heimaliðnum ikki illa nøgdir við. Stabæk sendi Start aftur til Kristiansand við 5–2 tapi. Verjuspælið hjá Start var út av lagi vánaligt. Fimtanda umfarið verður spælt 20. juli. Nú er avgjørt at dystirnir, sum skuldu havt verið spældir næst- síðsta vikuskifti, skulu spælast 31. juli. Tá skal Molde spæla á útivølli ímóti Sogndal. Dystirnir vórðu útsettir, tí spælar- arnir vóru í verkfalli. Norska tippeligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Lyn 13 10 - 1 - 2 21 14 7 31 2 Molde 13 8 - 2 - 3 24 12 12 26 3 Odd. Grenl. 14 8 - 1 - 5 23 18 5 25 4 Rosenborg (M) 13 7 - 3 - 3 26 14 12 24 5 Stabæk 13 6 - 4 - 3 24 15 9 22 6 Viking 13 6 - 4 - 3 26 18 8 22 7 Våleranga 13 5 - 5 - 3 24 15 9 20 8 Brann 13 5 - 2 - 6 19 23 -4 17 9 Bodø/Glimt 13 4 - 3 - 6 18 17 1 15 10 Lillestrøm 14 3 - 4 - 7 13 20 -7 13 11 Moss 13 3 - 4 - 6 15 23 -8 13 12 Bryne 13 3 - 3 - 7 15 23 -8 12 13 Sogndal 13 2 - 2 - 9 15 32 -17 8 14 Start 13 1 - 4 - 8 13 32 -19 7 Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde) Felagið hjá Toda Jónsson keypti í gjár fyrrverandi landsliðs- spælaran Peter Nielsen at styrkja miðvøllin, og í hesi vikuni verður gjørt av, um teir eisini skulu keypa ein argentinskan álopsspælara DANMARK Jóannes Hansen Hóast fyrsta umfarið í superliguni er ein knappan mánað burtur, so er nógv lív í danska fótbóltsheim- inum. Ikki minst felagið hjá Toda Jónsson, FCK, liggur ikki á løtu síðuni. Í gjár keypti FCK Peter Nielsen. 34 ára gamli miðvallarin hevur áður verið í FCK, har hann var liðformaður frá 1997 og til 1999. Síðani tá hevur hann verið í Borrussia Mönchen Gladbach, har hann spældi so mikið væl, at Morten Olsen í fjør hevði hann við í tveimum HM undan- kappingar dystum. Men so varð Peter Nielsen so mikið illa skaddur, at hann ikki fekk spælt í Týskalandi, og hann kom so mikið seint fyri seg, at tað ikki eydn- aðist honum at sleppa upp í part í HM endaspælinum. Peter Nielsen og týska felagið høvdu sáttmála fyri komandi fótbóltsárið, men danin nýtti regluna, sum segði, at tað bar honum til at sleppa burturúr sam- starvinum í summar, um hann vildi sleppa til hús. Tað gjørdi Peter Nielsen, sum aftur nú verður liðfelagi við Toda Jónsson. Teir báðir hava áður spælt saman í FCK. Umframt Peter Nielsen er møguleiki fyri, at ein argentinskur álopsspælari, sum hevur spælt átjan landsdystir, verður nýggjur spælari í FCK. 29 ára gamli Marcelo Delgado skal royndarvenja við FCK, sum í hesi vikuni er í Jyllandi. Seinni í vikuni verður støða tikin til, um sáttmáli skal skrivast við argentiska spælaran ella ikki. Delgado hevur tvey tey seinastu árini spælt við argentinska toppfelagnum Boca Juni- ors. Todi skoraði FCK spælir nógvar venj- ingardystir, nú teir fyrireika seg til nýggja kappingar- árið. Fríggjakvøldið vóru teir í Slagelse, har teir vunnu 5–0. Todi var ímill- um teir fyrstu ellivu, og hann skoraði til 1–0. Hini málini skoraðu Carsten Fredgaard, Pascal Simpson, Jesper Bech og Thomas Røll, sum umsetti úr ellivu metrum. Todi Jónsson spældi fyrra umfarið, so varð hann avloystur av Pascal Simpson. Í hesi vikuni er FCK á fýra daga venjingarlegu í Jyllandi, har teir skulu spæla tríggjar dystir. Tann fyrsti verður í kvøld í Spjald, har mótstøðuliðið er superliga liðið hjá Viborg. Hinir dystirnir verða ímóti lægri støddum liðum. Í annaðkvøld verður spælt í Vingsted, og hóskvøldið verður spælt í Næsbjerg. Nógvir føroyingar, sum eru í Danmark í summarfrí, vóna at fáa møguleikan at síggja FCK spæla. Tað eru fleiri møguleikar fyri tí í juli, sjálvt um fyrsta um- farið í landskappingini ikki verður á skránni fyrrenn ólavsøkuaftan. Leygardag- in skal FCK spæla í Rød- ovre, og 16. juli skulu teir spæla í Helsingør ímóti Sheffield Wednesday. Leygardagin 13. juli skal FCK spæla á Bislet í Oslo ímóti oddaliðnum í norsku tippuliguni, Lyn. Síðsti fyrireikingardysturin verð- ur í Parkini leygardagin 20. juli, tá FCK í Parkini skal spæla ímóti belgiska Club Brügge. Nú FCK er í Jyllandi, er tað við øllum kanónunum. Tað vil siga, at allir teir, sum vóru við í HM enda- spælinum, eru komnir aftur til arbeiðis. Talan er um Sibusiso Zuma, Magnus Kihlstedt og Tomas An- tonelius. Argentinskur álopsspælari er á veg til FCK Molde kom rættuliga niður á jørðina C M Y K 26 Nr. 123 - 2. juli 2002 27 Dr. Jacobsensgøta 15 Tlf 311099 Væ n lkomin ( við síðuna av Lampubúðini og Skálabúðini ) Restir frá merkinum -60% Til sølu VW Transportari 2,4 D hvítur, árg. 1999, koyrt 65.500 km, tvær síðuhurðar og hurðar aftan + krók. Sýnaður í 11/2001. Kostnaður kr. 170.000,- v/ mvg. –––––––––––––– Mercedes Benz lastbilur árg. 1983, sýnaður 9/2001, koyrt 72.700 km, til sølu fyri kr. 30.000,- v/ mvg. Tlf. 311631 / 211631 Býráðsskrivstovan í summarfrí Nú flestu starvsfólk fara í summarfrí, fer býráðs- umsitingin í tíðarskeiðinum: 15. juli – 16. august 2002 bert at avgreiða tey mest neyðugu og átrokandi málini. Telefon- og upplatingartíðirnar eru hvønn ger- andisdag millum kl. 09.00–12.00 Tvøroyrar býráð Postboks 80 - FO-800 Tvøroyri Tlf.: 371085 - 371814 Video-handil til sølu DVD og VHS filmar at leiga út, við innbúgvi, verður selt fyri sámuligan prís – møguleiki er at leiga núverandi høli. Video 2000 Tlf. 310767 – 213388 Vaskifólk Søkt verður eftir 1 vaskifólki til Mentanarhúsið í Fuglafirði at byrja skjótast gjørligt. Nærri upplýsingar fáast við at ringja tlf. 223336. Skrivlig umsókn skal verða Mentanarhúsinum í hendi innan 6. juli 2002. Mentanarhúsið í Fuglafirði 530 Fuglafjørður Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3392 Navn: Sp/f Svartbakur Adressa: c/o Jóan Petur Olsen, Nýggivegur 21, 700 Klaksvík. Kommuna: Klaksvíkar Kommuna Stovningardato: 19.06.2002 Viðtøkudato: 19.06.2002 Kapitalur: Kr. 440.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kr. 440.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: Jóan Petur Olsen, Nýggivegur 21, 700 Klakvík. Nevnd: Edvard Sofus Olsen, Garðsgøta 24, 160 Argir (formaður), Jóan Petur Olsen, Nýggivegur 21, 700 Klaksvík og Kristoffur Dion Olsen, J. C. Svaboesgøta 52, 100 Tórshavn. Stjórn: Jóan Petur Olsen, Nýggivegur 21, 700 Klaksvík. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum, nevndarformanninum ella av allari nevndini í felag. Grannskoðari: : Sp/f Grannskoðan Jóannis Skorheim, Klaksvíksvegur 28, 700 Klaksvík. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2002 - 31.12.2002 Endamál: Endamál felagsins er at reka fiskivinnu, keyp, søla og annað í hesum sambandi. Felagið er stovnað við umskipan av virki eftir umskipanarlógini. Skráseting Føroya tann 1. juli 2002 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2599, P/F Sansir, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 27.06.2002. Nýtt navn: P/F Tinghúsvegur Skráseting Føroya tann 1. juli 2002 Kristin Balle _____________________ Tiltøk í juli 2002 Summarframsýningin 2002 er í húsinum v/ verkum hjá Hansinu Iversen, Hanni Bjartalíð, Astri Luihn, Anker Mortensen, Sigrun G. Niclasen, Hans Paula Olsen, Eyðuni av Reyni og Kára Svensson. Summarframsýningin er í húsinum til og við 30. juli. Mikudagur 03. kl. 17.00 Jazzfestivalur. Konsert v/ Stig Rossen (DK) saman við orkestri Mikudagur 03. kl. 20.00 Jazzfestivalur. Konsert v/ Stig Rossen (DK) saman við orkestri Leygardagur 06. kl. 16.00 Fyrilestur v/ Lars Huldén professara (FIN) og Jón Karl Helgason, doktara (ÍS). Fyriskipari er Fróðskaparsetur Føroya. Eyðun Andrasen (FO) professari innleiðir. Tiltakið er knýtt at ungdómsleguni »Norðurlendskur Mentanararvur og nýskapan«. Sunnudagur 07. kl. 16.00 »Norðurlendskur Mentanararvur og nýskapan«. Ung millum 11 og 16 ár úr Íslandi, Finnlandi og Føroyum framføra eina konsert v/ verkum eftir Paula Hansen (FO), Paula í Sandagerði (FO), Harri Wessman (FIN), þorkell Sigurbjörnsson (ÍS). 3 verk verða frumframførd. Dirigentur er Nikolaos Kapnas. Sunnudagur 07 kl. 18.00 »Norðurlendskur Mentanararvur og nýskapan«. Sjón- leikur. Ung millum 11 og 16 ár úr Íslandi, Finnlandi og Føroyum framføra hesar sjónleikir: Kullervo v/ Hämeenlinnan Miniteatteri (FIN). þrymskvíða v/ Skagaleikflokkinum (ÍS),Margretu Kvæði v/ Skúlanum í Havnar Sjónleikarafelagi Týsdagin 09. kl. 19.30 Føroyskt Mentarkvøld v/ sjónleiki,tónleiki,upplestri og føroyskum dansi. Fyriskiparar: Vár B. Jacobsen og Páll Danielsen Leygardagur 13. kl. 21.00 Føroysk Dansinátt. Fyriskipari er Sláið Ring Mikudagur 17. kl. 19.30 Fólkatónleikarastevnan 2002. Konsert v/ Færd, Desislava & Valeri Dimchevi, Vullivor Fiddlers, Niels Midjord og Spælimonnunum Fríggjadagur 19. Føroyskt mentanarkvøld v/ sjónleiki, tónleiki, upplestri og føroyskum dansi. Fyriskiparar: Vár B. Jacobsen og Páll Danielsen Leygardagur 20. kl. 19.30 Konsert við Sigrid Rasmussen og Gunnar Guttesen Sunnudagur 28. Ólavsøkuaftan. Húsið er opið kl. 14.00-20.00. Týsdagur 30. Húsið er opið kl. 14.00-18.00. Broytingar í skránni kunnu koma fyri. Høvi er at keypa te, kaffi, sodavatn, øl, breyð, køkur o.a. í kaffistovuni. Húsið er opið gerandisdagar kl. 10.00 -18.00 og sunnudagar kl. 14.00-18.00. NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM Telefon nr. 317900.Telefax nr. 319790 e-mail:nlh@nlh.fo · http://www.nlh.fo Tekstvarp í SvF frá síðu 650 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in 27