mikudagur 17. august 1977síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
VB vann uppiborið móti HB
sjálv, tí tá teir lata ein so skjót-
Við at vinna móti HB gjørdist VB nr. 2 í fyrstu deild
Dysturin millum HB og VB í
Gundadali sunnudagin gjørdist
meira spennandi enn ein hevði
hugsa sær
Bæði liðini byrjaðu varliga,
men tá 5 minuttir vóru farnir av
fyrra hálvleiki fekk HB meira av
spælinum og skjótt vóru tað teir
ið áttu allan miðvellin, men móti
verjuni hjá VB megnaðu teir lít-
ið og einki at gera. Tað sá út til
at VB gav HB-spælarunum
loyvi at eiga miðvellin meðan
teir sjálvir bert nýttu skjót
kontra-álop og í 14. min. gav
hetta eisini úrslit. Skjóti fram
herjin hjá VB, Jóhannis Nielsen,
fekk ein bólt úti í vinstru síðu,
Regin bjargar einum skoti frá Jóhannisi
smoygdi sær millum tveir HB-
verjuleikarar og trekti heilt út
imóti baklinjuni, har hann av
leveraði innfyri til Magna, ið
lætt kundi seta hevdið undir
bóltin og skalla hann í netið til
1—0 til VB.
Nú roknaði ein við at VB fór
at berjast meira fyri at fáa valdið
á miðvellinum, men so varð ikki,
spælið gekk á sama hátt, HB
átti miðvellin, men hevdu teir
ógvuliga ringt við at koma í-
gjøgnum VB-verjuna, men í 28
min. eydnaðist tað. Sverri Jacob
sen fekk bóltin úti frá hogru síðu
og headaði hann uppum Schan-
dorff í VB-málinum til javnleik
|—1. Hetta gjørdist eisini hålv-
leiksstoðan
Seinni hálvleikur byrjaði eins
og fyrri var endadur. HB hevði
yvirvág í spæli, men var tað eins
og short-passing spæl teirra ikki
gekk so skjótt sum vanligt og tá
tað í 13. min. eydnaðist Jóhannis
at skora til 2—1 var tað eins og
fullu HB-spælararnir í fátt, tað
sást einki til teirra annars vakra
álopsspæl, málmeguleikarnir
tilvildarligir, og tá Jó-
gjørdi sitt
vóru
hannis so í 26. min
næsta mál í hesum dysti var tap
ið hjá HB ein veruleiki. Bæði
mál Jóhannusar komu á sama
hátt, hann fær bóltin og fer púra
einsamallur móti HB-málinum
har hann lættliga
bóltin í netið uttan møguleika
hjá Regin at bjarga. Skuldina
fyri hesi mál hevði HB-verjan
kann seta
an og málvandamiklan fram-
herja sum Jóhannis ganga ó-
dekkaðan ja so ..., um Jóhannis
hevði verið eitt sindur meira
heppin og nýtt allar málmogu-
leikarnar kundi hann lættliga
havt 2—3 mál afturat.
Nidurstødan verður tann, at
VB vann uppiborið, teir lótu HB
hava miðvellin og nýttu sjálvir
skjót kontra-álop og gav hetta
eisini eitt gott úrslit.
Triggjar ávaringar vóru givn-
ar. Hjá HB var tað Eyðun ið
fekk eina meðan Jóhannis og
Sjúrður Ludvig hjá VB fingu
hvor sína. Jóhannis skal vera
lukkuligur fyri at hann bert fekk
tað gula kortið og ikki tað reyða.
Aftaná at Eyðun hevði hildið í
troyggju hansara tók Jóhannis
og tveitti bóltin í andlitið á
Eyðuni og einaferð áðrenn hevði
hann Sparka sama Eyðun, slíkar
hevndaratsóknir hoyra
staðir heima sjålvt um mot
stoðumaðurin kanskahevur gjort
onga-
nakað, sum als ikki hoyrir heima
á einum fótbóltsvolli, sum t.d
at hála í troyggjuna,
spenna
bein 0.s.fr
Dómari var Magnus Mikkel
sen og kom hann væl frá dysti-
num.
TB spældi uppvisningsfotbolt
Vedrid var gott sunnudagin, tå
'B og Fram møttust suduri å
] tann seinna lands-
men vøll-
I
Tvøroyri t
kappingardystin I ár,
urin kundi veri betri. I stødum lå
andurin ógvuliga leysur, so
bólturin stakk ikki upp frá aftur,
hetta snýtti nógvar spælarar
Beinanvegin dysturin byrjaði,
tók TB leiðsluna, og hana høvdu
teir allan dystin. Bert svørt 6-
eydna og eitt framurskarandi
målmansspæl frå Høgna gjørdi,
at TB ikki vann nógv meira, ja,
bæði 10 og 12 mál, um ein
hyggur at málmeguleikunum, eg
havi ikki tal á hvussu nógv skot
vóru á stólparnar og hvussu
nógvar frålikar bjargingar Høgni
hevdi, men talid var stort
skolaði
fram móti Fram-málinum, og í
Atsókn eftir atsókn
Trond
min. spældu Asmund
og Henrik, vælstudladir av mid
vøllinum g igjøgnum verjuna
men Høgni tveitti seg i fulla
longd og DJ) rgadi
Fram rjan bardist sum ulv
rá Of en tað 1 ut il at
era el 1 if
pælinum sum
ti hendan dagin
sannur upp ningsfotboltur
Fram hevdi ongan
målmøguleika i dystinum, Gor-
don bert samladi onkran bolt
upp úti i brotsteiginum sum TB
verjan lat rulla inn til hansara
Eitt langskot var, men hetta var
pura Ofarligt
Í 9. min. kom fyrsta málið
Asmund verður spældur friur
uttarliga i brotsteiginum og
skrúar bóltin vid høgra beini upp
í trykantin til 1—0.
Einki mál kom afturat hendan
hálvleikin, sjálvt um TB press
aði ófert.
Seinni hálvleikur byrjaði sum
fyrri endaði, og í 11. min. fer
Henrik igjøgnum í høgru síðu,
driblar gjøgnum verjuna, og til
sidst er bert målvejin eftir,
hendan sleppur hann eisini utt
netið,
dygst inni við vinstra málstólpa
anum og setur bóltin í
2.0
6 min. seinni kemur bólturin
hogt innfyri, aftur er Asmund
har og fluktar bóltin í netið 3 —0
TB helt á at pressa, men uttan
at nakað av teimum mongu á
lopunum gav ur lit
Fin uppiborin sigur, ið lætt
lsa KUNdI verið størri um eydn
in hevði verið við teimum
Jákup Thomsen var dómari
Hann kom væl frá dystinum
men annar linjuverjin veitraði
fleiri ferðir spælarar off-side, tá
bólturin kom frá mótspælara, tó
uttan at Jákup domdi. Hetta er
ein spurningur, sum ISF má
gera meira við, ti nógv rok hevur
staðist av, at linjuverjarnir ikki
hava dugað fótbóltslógina
Jákup gav eitt gult kort, og
var tað Eyðfinn Hansen hjá
Fram, ið fekk tað.
Tvær myndir frá dystinum
á Tveroyri