leygardagur 20. august 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 55 — 20. august 1977
sosialurin
Síða 5
panelið
Húsaneyð — ein samfelagsspurningur
Býráðið í Havn eftir
íbúðum til heimleys.
Fleiri og fleiri ungar familjur
við børnum verða stúgvaðar inn
í ósunnar kjallarar.
Fleiri og fleiri einstøk — eisini
eldri búgva á smáum og óhugna-
ligum kamarum til leigu.
Feroyar eru eitt ríkt land —
serliga uppá mytur. Ein hin best
umtókta er tann gitni fóturin
undir egnum borði. Hesin fótur
hevur ein týðandi leiklut í
politiskum reðum og teim rós-
andi blødåum og bóklingum, ið
vit geva út um okkum sjálvi.
Kortini vísa tey turru tølini,
at 2137 føroyingar ella 726 húski
búgva til leigu hjá eðrum.
Meginparturin býr helst í íbúð-
um, sum er í hampiligum standi,
og einans 100 íbúðir hava meira
enn 2 fólk uppá rúmið.
Tað skerst tó ikki burt, at ein
alt ov stórur partur av leigaru-
num búleikast undir umsteðum,
sum ikki kunnu góðtakast um
okkara leiðir. Hetta vita tey
flestu, antin av egnu royndum
ella tí tey kenna vinir og
skyldfólk, ið sita í hesum trongu
og fuktugu kjallarunum, sum
hevuðsstaðurin er so ríkur uppá.
(T.d. hava 128 íbúðir í Havn ikki
hita!)
Samstundis tykja meguleikar-
nir fyri at seta búgv til ein
yvirkomuligan pris stødugt at
versna fyri tann partin av
fólkinum, ið skal liva av einari
dagløn. Ein partur av hesum —
serliga ungar arbeiðarafamiljur í
Havn hava lítlar vónir um í
bræði at kunna seta fót undir
egið borð. Henda myndin hóskar
illa við eina aðra vældámda
lýsir
foroyska mytu — hana, sum
gongur út uppá, at einhver, sum
vil og tímir, kann fáa eini hús
upp — fært tú tey ikki upp, er
tað tín egna skyld!
Uppfatanin, at tú sjálvur ert
sekur í tínari neyðsteðu, breiðir
seg í samfelagnum og er við at
kvala tann sosiala solidaritetin,
sum vit við neyð og deyð hava
bygt upp tey seinastu 20-30
árini. Her er hver sín egni
eydnusmiður — akkurát sum í
Amerika! Spekulatión, jobbarí,
skattasvindil og jagstran eftir
innantómum statussymbolum
blóma sum ongantíð áður, og øll
á >sólsíðuni< seta fót undir egið
borð. Nekur sita eftir í skugga-
num og mugu hjálpast við einum
kjallara burtur av frá „fót undir
egið borð< — fólkinum — og
harvið hjálpa tí at finasiera
húsini.
Hví? Jú, nógv ung hjún sita
frá fyrsta degi av í so trongum
korum, at tey ongan meguleika
hava til at klára ta lítlu
uppsparingina, ið oftast krevst
fyri at koma í gongd við eini
sethús.
Hevur tú ongantíð hitt fólk í
Havn, sum hava havt eitt
grundstykki í boði, men sum
hava verið noydd til at siga tað
frá sær aftur. Peningastovnarnir
hava kravt ein ávísan eginpen-
ing, áðrenn teir hava kunna
játtað fígging. Teir hava sínar
reglur at ganga eftir, men
hvussu nógvir ungir arbeiðs-
menn við tungum húsi eru ferir
fyri at meta upp í sparikassa-
num við tí kravdu uppsparing-
ini? Nakrir, men minni enn so
allir. Ella hvussu nógvar stakar
Teknisk Fyrireiking (TF)
Tey ið ætla sær at luttaka á nýggjum teknisk-
um fyrireikingarskeiði á kvøldskåla, ið er
ætlaður at byrja 29. í hesum, biðjast venda
sær beinanvegin til skúlan í Torsgøtu um
upptøku.
TEKNISKI SKULIN i Torshavn
Telefon 11957
Sang- og
musikklæraraskeid
i blokkfloytuspæli, orkesturspæli og fólka-
dansi, verður á Føroya Læraraskúla hós-
kvoldið, friggja-,
25. —28. august.
leygar-
og sunnudagin
Sigið frá í seinasta lagi týsdagin 23.
Føroya Sanglærarafelag
telf. 13507 — 14183
mammur? „Ná tey um tað,
tykjast myndugleikarnir at
hugsa, »tey kundu bara havt
spart meira!«
Tað, sum í roynd og veru tí
ofta kemur fyri, er, at timalønt
við ongum eginpeningi ikki fáa
figgjad grundstykkjakeyp, með-
an tað vanliga gongur betur hjá
ti fastlenta. Av honum krevst
ofta bert ein lønkonto, so fæst so
frægt, at hann kann byrja. Eftir
stendur hin við sviðið soð, hóast
hann sjálvandi hevur líka nógv
brúk fyri húsum, sum vit onnur.
Her er upp á pláss, at vísa á ta
løgnu mannagongd, ið verður
nýtt í samband við almennar
útstykkingar í Feroyum, tað
veri seg kommunalar ella av
kongsjørd. Her verður ofta sett
ein so stutt freist fyri inngjald-
ingini, at nógvir av umsekjar-
unum hava ikki ein kjans at
skaffa neyðturviligan eginpen-
ing, ti fær næsti ella triði maður
á listanum stykkið. Soleiðis
gekk á Konmansmyri og soleiðis
gekk í Hoyvíkshaganum.
Ein góður og sunnur bústaður
er ein mannarættur, og at vísa
einum parti av fólkinum til
heilsuskaðiligar kjallarar í Havn
og stórplássunum er at synda
ímóti hesum mannarætti. Tað
má tí metast sum ein samfelags-
uppgáva at skapa somu møgu-
leikar fyri oll at fáa tak yvir
hevdið.
Myndugleikarnir eiga tí sum
skjótast at fáa í lag eina kanning
av húsatervinum, fyrst og
fremst i hevuðstaðnum. Úrslitið
av hesari kanning eigur at verða
lagt til grund fyri einari almenn-
ari 5-åraætlan fyri sethúsa- og
íbúðarbygging.
Hvussu ein slík ætlan skal
vera vorðin er ikki lætt at siga,
tí her snýr tað seg um nógvar
torførar spurningar og nógv
mótstríðandi áhugamál. Ein
byrjan kundi tað tó verið, at
hitt almenna undir einum ella
ødrum formi gjørdist nógv meira
aktivt í at skaffa fólki byggiklár
grundstykki.
Fíggingin av grundstykki er
ofta, sum longu nevnt, tað
tyngsta takið. Tá grundstykkið
er klárt, eru lánistovnarnir oft-
ast rættiliga lagaligir. Men
fígging er ikki nóg mikið, tað
tykist at vera stórt trot á jorð til
útstykkingar. Ti má nógv meira
av kongsjørdini rundan um
Havnina útstykkjast — tað
mátti ikki verið nakar stórur
óloysiligur spurningur, vit eiga
han jú øll, so vitt eg veit.
Harnæst er at ognartaka allar
privatar traðir í Havnarøkinum.
Tann virdisøking, ið hesar traðir
hava fingið, er skapt av sam-
felagnum og má tí kunna takast
aftur av samfelagnum — hvat
tá?
Hesi grundstykki, sum tað
almenna fekk til vega, eiga at
vera tryggjað móti spekulatión.
Hetta er bert ein tekniskur
spurningur og kann loysast við
t.d. at leiga monnum stykkini
fyri t.d. 100 ár.
Hetta hevði verið ein góð
byrjan, ti nógvir menn eru so
hegniir, og konurnar, at tey
kunnu smíða heilt nógv sjálvi.
Í dag mugu tey flestu tó brúka
handverkarar, og tað er dýrt.
Afturat hesum kemur byggitil-
farið. Tað er tí stórur tervur á
langfreistaðum lánum, so hví
ikki seta á stovn ein almennan
realkredittstovn fyri sethúsa- og
íbúðarbygging? Ein stovn, sum
kundi tikið við frá fyrsta degi
av.
Nú er henda leið tó neyvan
politisk megulig, hon vildi ging-
ið teim núverandi lánistovn-
unum alt ov nær.
Í staðin kundu vit roynt ein av
tveimum ødrum meguleikum: 1)
Vit kundu sett á stovn eitt
húsalánsfelag, har tað almenna,
tey ríku hálvalmennu feløgini
t.d. Tryggingarsambandið og
teir privatu lánistovnarnir lut-
tóku. Er henda leið ikki gongd,
má setast á stovn ein almenn
veðhaldsskipan fyri langtfreist-
að lán til útstykking, grund-
stykkjakeyp og bygging. Sam-
stundis áttu myndugleikarnir at
umhugsa ein landshandil við
byggitilfari — einans ætlanin
hevði hjálpt uppá teir óhugna-
ligu prísirnar í hesi vinnugrein.
Harnæst má farast undir ein
virksaman bygdamenningarpoli-
tikk, sum kann venda fólka-
steyminum burtur frá Havnini. Í
1960 búðu 23,2% av øllum
foroyingum í Havn í dag er
talið 30,9% Henda ótamda
gongd má skapa húsatrupuleik-
ar.
Og vit mugu fáa ein leigulog,
sum verjir leigaran so, at hann
ikki framvegis verður rættsleys-
ur persónur.
Húsaneyðin í Feroyum og
serliga í Havn tykist at verða ein
gloymdur spurningur. Teir ovur-
Jóannes Dalsgaard
honds stóru trupuleikarnir innan
høvudsvinnu okkara sýnast at
upptaka allan huga og alla
arbeiðsorkuna hjá politikkaru-
num.
Husaspurningurin er heldur
eingin einfaldur spurningur, tað
skal viðgangast. At loysa henda
spurning á forsvarligan hátt
krevur bæði politiskt mót,
fantasi og evni til nýhugsan.
Og tað krevur vilja til at gera
djúptgangandi broytingar.
Og tað verður ógvuliga dýrt,
men spurningurin er, um tað
ikki verður dýrari at lata vera
við at skapa ein haldgóðan
sethúsa- og íbúðarpolitikk, og
um teir trupuleikar, vit skapa
við framvegis at sita hendur í
favn, ikki í longdini koma at
kosta meira sæð frá einum
politiskum, sosialum og menn-
iskjaligum sjónarmiði.
Jóannes Dalsgaard
Nýtt danskt fiskibátaslag
= RE PLA a AR
I hesum døgum før eitt nytt slag
av fiskibåtum av bakkastokki i
Nexø á Bornholm, ein 34 fót
båtur, sum Jysk Teknologisk
Institut hevur verid vid at gera
tekningarnar til. Hetta er størsti
båtur av hesum slag i Danmark,
båturin fekk navnið »Søvind«,
og myndin visir Søvind beint
aftaná sjósetingina