Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-08-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 1977síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 57 — 27. august 1977 sosialurin Síða 15 Framhald frá síðu 7 skilja tann ítróttaranda, sum finst í ti, at lið sum tekna seg til kapping taka seg burtur úr í somu letu, tap tykist at verða í hendi. Orðið tap er ikki bert triggir stavir. Tað hevur serligan týdn- ing — og lið sum ikki er ment at bera rættvísan ósigur hevur heldur ikki uppiborið at vinna. Í landskappingini í unglinga- deildini í ár vóru teknað sjey lið. Nú hava fimm lið tikið seg burt- ur úr á hálvari leið. Tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki áhugavekj- andi hjá teimum tveimum liðum sum eftir standa, at noyðast at spæla ímóti hverjum eðrum — og bert ein leikur er eftir. Flestu av hesum liðum um ikki øll, siga seg mega gevast, ti ikki ber til at manna lið. Eg freistist at spyrja: Hava til dømis allir unglingar ímillum 14 og 17 ár t.d. í Klaksvík (4.600 íbúgvar) mist allan áhuga fyri at spæla fótbólt? Eg havi bert hug at siga, at um KÍ, NSÍ, B36, HBb ella B68 ikki kunna manna lið, hvussu skal so GÍ úr eini bygd við o.u. 830 íbúgvarum tá kunna tað? Tað kann neyvan vera so, at tað bert vóru getu- fólk, sum settu bern í verðina fyri 14-17 árum síðani. Nei, sannleikin er tann, at tá hesi lið onki gott úrslit kunnu síggja sær, nýta teir summar av spælarunum í ðrum liðum í fel- agnum, sum tykjast at vera bet- ur fyri. Tíverri kemur hetta ikki bert fyri í samband við ung- lingadeildirnar, ti tað tykist at vera líka galið í hinum deild- unum — tó serliga í triðju deild. Hetta kemst av, at feløgini lut- taka vid ov mongum lidum, og ti hava lættari vid at taka tey veiku lidini ur kappingini, men brúka teir sterkastu spælararnar úr hesum liðum, í teimum liðum, sum hava vón um at vinna. — Og alt hetta kann verða krógvað aftanfyri reglugerðina hjá ÍSF, tí í lands- og steypakappingini í Føroyum tykist tað at bera til at „spasera< út úr kappingini bert við at siga >bye, bye«. Onkur sigur at hetta kann gerast — bert við at gjalda 300 krónur í bót. Sum er skuldi hetta givið ÍSF 1500 krónur frá ung- lingadeildini, men tað skuldi verið av sterri týdningi fyri ítróttarsambandið, at fingið á føtur eini sjey hampa unglinga- lið, enn at fáa hesi neyðars oyru í kassan. Eg vil her fegin koma við nøkrum demum úr Íslandi i hesum sambandi. Fer lið burtur úr landskapping ella kemur tað ikki til leik, sum skrivaður er í kappingarskipanini, verður hetta lið í flestu forum dømt til at missa luttekurætt í tilsvar- andi kapping árið eftir. Hetta kann koma at galda fyri oll lið i sama felag. Harafturat verður felagið domt at gjalda stóra bót. — Hetta ger, at tað neyvan hendir, at lið taka seg úr kapp- ingum. Tað sum mest fekk meg til at tríva til pennin, var tað ið hendi á vellinum í Leirvík seinasta leygardag, tá ið unglingaliðini hjá B68 og GÍ hittust til fyrra finaludyst í steypakappingini. Eftir hendan leik, sum GÍ vann 5-2, segði formaðurin í B68 fyri mær, at teir helst fóru at taka lið sítt úr kappingini, tí teir skuldu nýta tríggjar ella fýra spælarar úr unglingaliðnum á eðrum deildarliðnum hjá felag- num. Hetta gjørdu teir eisini seinni sama dag. Tá helt eg, at málið var fult. Eg vil nú fegin at enda heita á unglingaliðið hjá Tofta Itrotta- felag, um at sýna góðan itrottar- anda og koma við lógligum liði til seinnu finaluna í steypakapp- ingini í Getu 28. august. Ti eg veit, at felagið eigur nógvar glaðir ti alt fer fram eftir reglunum. góðar ítróttarmenn. Tit kunna vera sannferdir um, at tapir GI, skal tað verða við sonnum ítróttaranda. Skuldi GI vunnið, verða teir sjálvsagt Við itrottarkvødu Gisli Magnusson, venjari, GT OLAVSØKAN 1977 Notarius publicus hevur tikið hesi vinnandi nummur: LUTASEDIL til frama fyri ítróttina: 1. Flogferð Vágar — Danmark, aftur og fram, fyri tvey . Ferðaseðil »Smyril«, Tórsh. — Bergen, aftur og fram, fyri 2.. . Ferðaseðil »Smyril«, Tórsh. — Schrabst. aftur og fr. fyri 2... . Ferðaseðil »Smyril», Tórsh. — Ísland, aftur og fram, fyri 2... . Ferðaseðil »England«, Torsh. — Esbj. aftur og fram, fyri 2 .. 6. Hústjald til 4 fólk Hesir lutir eru ikki heintaðir: Ólavsekuskráin, 1 ferðaradio. Atgongumerki til dansin í kommunuskúlagarðinum: Olavsøkuaftan 28/7-77 grønur seðil, I ferðaradio .... nr. 760 Olavsøkudag 29/7-77 reyður seðil, 1 ferdaradio nr. 1965 . 3001 . 6547 . 5325 . 4338 . 4363 . 3026 Vinnarnir bidjast venda sær til Robert Brockie yngra, Pedda við Steinsgøtu tlf. 12079 — 11748, ella Jóannes Dalsgarð, Hoydalsvegi tlf. 11583 — 13111. Tórshavnar ítróttarráð Føroysk framleiðsla 6 ymiskar støddir, frå 95 m*- 130 m? Kvalitetshús: Undirsløg 4"x8" NE Syllar dupultar 4” x 5" Uppstandarar pr. 60 cm. 2” x 5” Hjørnastålpar 5" x 5", SETHUIS UR LO: ILLS IL SEE I RÆK Bíðið um brochurur og prísir. Fe KNOLD OØR as Prisir frå 142.500— 202.500 kr. Frítt leverað á byggiplássið. p/f GUTTESEN 8. STAKSBERG - BRYGGJUBAKKI 1 - TORSHAVN - TLF. 13495 MAGNI THOMASSEN, 3812 Sandavágur, tlf. 32402. ; TNT ILLS: Du SEER EEN RD NDR ED AARAU SAS