Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 1977síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

RN . f Nr. 59 — 3. september 1977 Ídnaður ella handverk? Landsstýrið avger, hver sleppur undan avgjøldum sosialurin Ofta er torført at skilja millum ídnað og handverk, men er talan um framleiðslu, avger landsstýrið, um eitt virki kann fáa tollsemdir. Fyri at stimbra og menna fer- oyska framleiðslu kann lands- stýrið lata virkir ella fyritøkur sleppa undan avgjøldum fyri rå- verur, sum verða innfluttar. Landsstýrið kann í hverjum einstøkum føri avgera, um eitt virki ella ein fyritøka kann fáa ráveruna innflutta uttan av- gjøld. Við avgjøld skilja vit toll og innflutningsgjald. Treytin fyri at sleppa undan avgjøldum er tann, at talan er um veruliga framleiðslu og ikki um selu av óvirkaðum verum. Í prinsippinum sleppa allar tær fyritøkur, sum framleiða eina veru, undan avgjøldum, sigur Jákup Lindenskov. Uppá fyrispurning um hvat landsstýrið heldur um steðuna hjá smærri handverkarafyritøk- um, sigur Jákup Lindenskov, at tað ofta er trupult at avgera, um verulig framleiðsla fer fram her. Vit spurdu nú landsstýrismann- in, hvussu hann metir støduna hjá einum mebilverkstaði, ið má innflyta alt tilfarið til at umvæla møblarnar við. Til hetta sigur hann, at verður tilfarið ikki selt óvirkað, men ístaðin brúkt til at umvæla meblarnar við, so er í hesum føri talan um eina fram- leiðslu og kann landsstýrið tí í slíkum feri avgera, um veran skal sleppa undan avgjøldum. Fær ikki tollsømdir Blaðið hevur eisini spurt seg fyri hjá einum møbilverkstadi i by- num. Har fáa vit at vita, at við- komandi verkstadur, sum um- vælir møblar, hevur havt eina umsókn liggjandi hjá landsstyr- inum um at fáa tollsømdir. Í um- sóknini verður biðið um at sleppa undan avgjøldum uppá tilfar til at framleiða gamlar meblar til nýggjar. Svarið, ið viðkomandi fyritøka fekk, var, at tað er fullkomiliga Ogjørligt at fáa tollsømdir, tí talan er ikki um framleiðslu. ' Sida 9 Ofta er trupult at avgera um talan er um ídnað ella handverk. Almennur stuðul til idnað Fyri at skapa meguleikar fyri einum idnað í Feroyum roynir tað almenna at stuðla idnadar- ætlanir figgjarliga. Hesin stuðul hevur m.a. verið veittur gjøgn- um fleiri grunnar, eitt nú Menn- ingargrunnin og Ídnaðargrunn- in. Ídnaðargrunnurin Føroya Idnadargrunnur hevur 7 ár á baki. Í logtingslóg frá 1970 um »Føroya Ídnaðargrunn< stendur m.a.: „Stovnaður verður lánigrunn ur við tí endamáli at veita lán til FIEI-/VEGTMENNR SKIFRSMIÐIR # Vestmanna Skipasmiðja idnadar- og handverkarafyritøk- ur við ti í hyggju at veita stuðul í umskipanini til broytt marknað arviðurskifti ella stovnan, vidk- an ella fremjan av skynsamari umlegging av framleidsluni.« Um lånimøguleikarnar verdur sagt soleidis: »Lånini, sum grunnurin veit- ir, mugu ikki vera hægri enn 90% av stovnskostnadinum i samband vid fremjan av ætlan- ini, id liggur fyri, vid frådråtti av teimum lånum, sum eru tikin til tað sama og sum hava pant frammanfyri.< Lán kunnu veitast upp til 20 ár. Lån til útvegan av maskinum og virkisgognum kunnu tó bert veitast upp til 10 ár. Lán kunnu ikki veitast til útvegan av rakstrarpeningi. Í nevndini fyri idnaðargrunnin eru 5 limir, sum landsstýrið velur Menningargrunnurin Logtingslógin um Menningar- grunnin stavar frá 1973. >Menn- ingargrunnur Idnadarins« hevur til endamáls at veita hjálp til fremjan av atgerðum, ið kunnu skapa bata fyri ídnað, handverk og tænastufyritøkum, eitt nu: 1) veitan av uppbyggingar- kreditti, 2) veitan av útflutningskre- ditti ella útflutningsveðhaldi, 3) veitan av rentustudningi, 4) veitan av studningi til upp- læring, gransking og vørumenn- ing, 5) veitan av hjálp til marknað- arkanningar, útflutningsstudn- ing o.l., 6) veitan av hjálp til mennan á serligum stoðum, 7) veitan av lán og/ella studn- ingi til iskoytisiløgu, figgjan og rakstur av nýstovnaðum virkj- um og umskipan av verandi til broyttan marknað o.t Í nevndini fyri menningar grunnin sita 3 limir, sum verða valdir av løgtinginum fyri 3 ár í senn. Lán til smærri idnadarvirkir I fjør kom ein nýggj løgtingslog í gildi um >veðhald fyri lánum til smærri idnadarvirkir.« Gjøgnum hesa lóg er lands- styrinum heimilað landskassans vegna 1 figgjarårunum 1976/77 og 1977/78 at veðhalda fyri lán um upp til 1 mill. kr. hvert figgj- arárið til smærri idnaðarvirkir Lánini kunnu nýtast til stovn- an av nýggjum virkjum, vidkan og nútimansgerð av gomlum o.t. Lánini mugu ikki fara upp um 10“ av ti virði, sum nyggju ilogurnar hava eftir metan og skulu verða tryggjað við panti innanfyri 70% av ti virði, pant- settu lutirnir hava. í | + Stuðul fæst úr fleiri grunnum til idnadarendamål.