Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 1977síða 19

‹ fyrra síða allar 19 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

> Føroyskt og norður- lendskt i Listaskålanum — Fyrsta framsyningin hjå ungum listamanni og norðurlendskar barnabókamyndir Tann 23 ára gamli klaksvíking- urin, Olivur við Neyst, hevur 15 málningar og nakrar tekningar á framsyningini í glasstovu Lista- skålans. Tær flestu myndirnar eru gjørdar hesi tvey seinastu årini. Olivur gongur å Kunst- akademinum i Keypmannahavn og skal nidur aftur i oktober Hann sigur seg dåma best ex- pressioismuna, tvs. denturin verður lagdur á at lýsa ávirkan- ina, sum motivið hevur á málar- an. Hetta er fyrstu ferð, Olivur við Neyst hevur sjålvstøduga framsýning, men hann hevur fleiri ferðir luttikið á ólavsseku- framsýningum, fyrstu ferð, tá hann var 18 ára gamal. Hann hevur gingið tvey ár á Akademi- inum. Tað eru ongir møguleikar at læra hesa listagrein her á landi, so tey, sum vilja læra seg at tekna og mála, noyðast at fara av landinum. Ein onnur framsýning verður eisini í Listaskálanum um viku- skiftið. Hon kallast >Norður- lendskar barnabókamyndir<. Á hesi framsýningini eru myndir eftir 48 norðurlendskum lista- fólkum, harav 11 føroyskum. Tað var Sønderjyllands Kunst- museum í Tender, sum fekk framsýningina í lag, og hon hev ur higartil verið í Tonder, Vasa í Finnlandi og í Reykjavík. Hið- ani fer hon til Stokkhólmar. Tær flestu myndirnar eru nýggjar. Myndirnar eru tær upprunaligu. Tað hendir annars ofta, at tær missa nógv við at verða prentað- ar. Her er so høvi at síggja tær óskalaðar. Báðar framsýningarnar eru opnar í dag og í morgin frá kl. 15 til 18. »Postbåturin« å Flensborg Fjord — fyramannafarid, sum Postverk Føroya hevur givid einum barnaheimi i Danmørk, er nu flotad H ] EG „Tjaldur“ á Flensborgarfirði. »Tjaldur« er eitt fýramannafar, men teir hava kortini tríggjar árar í hverjum borði. Róðursmaðurin er ein av lærarunum á Fjordmark Tað er eitt sokallað jólamerkja- heim, tvs. eitt heim, sum fær vinningin av donsku jólamerkj- søluni til at figgja raksturin við, sum hevur fingið bátin. Tað eru fýra slík heim í Danmørk, og tað sum hevur fingið fyramannafar- ið frá Postverkinum, eitur Fjordmark og er í Kollund í suð- ur-Jutlandi. Heimið er fyri nervaveik bern. Tjaldur Fýramannafarið varð smíðað á Hafnia 76, eini frimerkjafram- sýning, sum var í Keypmanna- havn í fjør summar. Tað varð longu tá avgjørt, at aftaná fram- sýningina skuldi báturin latast til okkurt gott endamál í Dan- mark. Postverkið fekk nógvar fyrispurningar, men stutt fyri jól varð so avgjørt at geva børn- unum á Fjordmark bátin. Fýra- mannafarið hevur fingið navnið Tjaldur. Sigla á Flensborgarfirði Fjordmark liggur við Flensborg- arfjørdin, so børnini hava góðar møguleikar at brúka gávuna frá Postverkinum A heiminum starvast fólk, sum hevur kunn leika í sigling, og tey stima við børnunum á fjørdinum Annars eru fleiri føroyskir bátar í Danmark Óli í Áarstovu Orsakað av ferðkanningum logreglunnar er eitt 4. GEAR biliga til sølu. Pr. v. å … Og so var tað snigilin, sum kom heim til kaldan degurða — hann noyddist at halda seg niðan fyri 30 km ferðmarkið. A politistødini verður upp- lýst, at trý fólk vórðu tikin í Havnini í gjár fyri at ganga ov skjótt. Hósdagin varð ein maður tikin uppi á oynni fyri at renna ov skjótt. . * Sambært Dagblaðið og Dimmalætting er nú eftir at gera eina meting um, hver hevur tjykkri húð, Pauli ella Óli. Seinni verður væntandi biðið um boð uppá skinnið. +. Veit nakar annars at siga mær, um tad er nakar prisur fyri revskinn? * Teir, sum venja til landsdyst- kappingarnar, eru undan- tiknir av ferðkanningunum. Í dag vestan ella útnyrðingur megi 5 til 6 minkandi til megi 4 til 5. Smáskýggjað ella skýggjað og ælingur. Í morgin sunnan ella land synningur megi 4 til 5 vaks- andi til megi 6 til 7. Skýggjað ella samdrigið og regn av út- synningsleiðini Hitin í dag millum 8 og 11 stig og í nátt millum 6 og 9 stig. Hitin í morgin millum 11 og 13 stig.