leygardagur 10. september 1977síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60 — 10. september 1977
stødan 5—1, sum eisini
var tann endaliga
Um dystin kann annars
sigast, at hann var alt
annað enn vælspældur
Tað annars so kvika spæl-
ið vit eru von at síggja TB
spæla, sóu vit bert í
einstøkum forum. Vit sóu
alt ov nógvar luftbóltar og
avleveringar uttan mið og
mál, ja, ein skuldi ikki trú
ein sá oddaliðið spæla, so
vánaligt var spælið. Tó
hevði TB yvirlutan allan
dystin, so úrslitið var
uppiborið.
Gordon um at missa bóltin
sosialurin
Stødan í 2. deild
nærum óbroytt
Stødan í 2. deild broyttist ikki nógv sein-
asta vikuskiftið. Tað var bert NSÍ, sum
skifti pláss frá nr. 7 til nr. 5. Sostatt er
MB støðugt á odda við 14 stigum, næst
teimum HB við 10 og síðani KÍ við 9 stig-
um.
Tríggir dystir skuldu eftir
rettum verið leiktir í
landskappingini í 2. deild
seinasta vikuskiftið. Í
Havn HB og MB, í Runa-
vík NSÍ og B68, og á Eiði
EB og TB.
Men enn einaferð varð
tann eini dysturin ikki
leiktur. TB metti ikki upp
norðuri á Eiði orsakað av
manningartroti, og tapti
sostatt uttan dyst. Spell,
at tílíkt hendir við einum
so týðandi dysti, og burdi
TB avgjert fingið ein
harðari straff. Peningaliga
gevur ein slíkur dystur
ikki onki, við tað at felog
sum EB næstan bert fáa
pening við dystirnar í 2.
deild.
Í Havn mettust bæði
oddaliðini, og ikki sert av
spenningi var fyri henda
dyst. Tað fyrsta korterið
gekk heldur stirvið, men
sum frá leið, bleiv spælið
Stødan í 2. deild
MB 9 18—8 14
HB 8 24—9 10
KI 8 21—19 9
EB 8 12—20 8
NSI 8 12-18 6
B68 8 13—22 5
TB 8 16-20 i
betur. Tó kom einki mål i
fyrra hálvleiki. Í seinna
hálvleiki fingu MBararnir
heldur meira spæl enn
HB, og í 15. minutti kom
so fyrsta málið. Tað var
Pauli Danielsen, sum setti
bóltin í netið fyri MB. Tá
umleið 10 min. vóru eftir
av dystinum, skeyt Albert
Ellefsen eitt hart skot utt-
anfyri brotsteigin, og
bólturin sat trygt í vinstra
horni á málinum, eitt
»flott« mál. Hetta var eis-
ini úrslitið, og kann sigast
at sigurin hjá MB var
uppiborin. Dómari var
Jerleif Næss, men kom
hann ikki serliga væl frá
dystinum.
Dysturin inni í Runavík
sunnudagin ímillum NSÍ
og B68 endaði við 3—1 til
NSÍ. Hesin dysturin var
eisini, sum allir hinir
sunnudagin, tarnaður av
vindi. Eftir hvat Vit
frætta, hevdu NSÍararnir
sigurin uppibornan. Mál-
ini gjørdu — fyri NSÍ
Justinus Justiniussen 2,
AR Í
Mikkjal, Sámal, Valde-
mar og Kári, enn er lið
teirra á odda í 2. deild
og Edvard Nielsen 1. Fyri
B68 var tað Axel, sum
scoraði. Steðan í hálvleik-
inum var 3—0. Dómari
var Torbjern Mikkelsen.
Fótbóltslógin
Hvussu ofta hava vit ikki
hoyrt áskoðarar rópa „út
við dómaranum<, ella
„hann var ikki offside«,
sjálvt um hann var off-
side. Hví gera fólk hetta?
Jú, av teirri einfaldu or-
sek:
Tey kenna ikki
fótbóltslógina
Fyri at geva teimum ein
meguleika at seta seg inn i
lógina, fara vit av og á at
nerta eitt sindur við ym
iskt í lógini.
Vit kunnu taka eitt lítið
dømi hesaferð: Ein spæl-
ari verður skaddur og má
seta seg út um síðulinjuna
eina løtu. Letu seinni
rennur hann inn á vellin
uttan loyvi frá dómara-
num, hann fær bóltin og
scorar. Hvat skal domast?
a. Málið skal góðtakast
b. Spælarin fær ávaring,
og spælið byrjast aftur
við einum málsparki.
c. Spælarin fær ávaring
og spælið byrjast við
einum óbeinleiðis fri-
sparki
Hvat hevði tú dømt? Ræt-
ta svarið er c
Um tit ivast í onkrum
kanst tú skriva ella ringja
til Sosialin, og vilja vit so
royna at geva tær svar í
blaðnum.
300.000 skaðar
300.000 av skaðunum,
ið donsku læknarnir
hvort ár hava at drag
ast við, eru orsakaðir
av itrotti. Hetta sigur
ítróttarlæknin yvir
skurðlækni, dr. med
Preben Thestrup An
dersen, í nýggjasta
nummarinum av blað
num »Helse.«
Talið av itrottarskad
um er vaksid javnt vid
øktu fritidina og eru
tað fótbóltsskaðarnir
ið eru nógv teir flestu
teir eru umleið 60
av samlaðu skaðunum
meðan hondbóltsskað-
arnir eru um 10— 12
Av hesum sæst, at
ítróttur, har leikt verð
ur á liðum, er meiri
vandamikil enn ein
staklingaítróttur, sigur
Preben Thestrup
Utyvir teir skaðar, ið
eru framkomnir á ein
vanligan hátt, koma
oftani innan itrottin
sokallaðar »Trætheds-
læsioner>, best kenda
dømi um hetta er
»marchbrotid« í beina-
grindini i millumfóti
num.
Læknin Bjarne
Gramkow skrivar um,
hvussu neyðugt tað er
at fáa eina rætta við-
gerð av skaðunum, um
ein fær ta rettu við-
gerðina kann ein verða
spardur fyri mangar
trupulleikar. Ein skeiv
viðgerð av t.d. eini for
stúvning, kann oftani
fora við sær, at tað
verða veskusamlingar í
liðinum, og at hesar
verða verandi í langa
tíð.
Fótbóltsfelag
á heysin í Italia
Sjálvt um Antonio
Griffi, forseti fyri pro-
fessionellu A- og B-fót-
bóltsfelogini í Italiu,
ferð eftir ferð hevur
biðið felogini vera meiri
sparsom, hevur hetta
ikki hjálpt nakað.
Italsku felogini hava
eina skuld uppå 325
mill. i donskum pen-
ingi og fleiri eru um at
fara á húsagang.
Orsakað av hesum
hevur Antonio Griffi
sagt forsetastarvið frá
sær.
Hann má hava
nokk av peningi
Ein forrætningsmaður
í Manchester, Ramesh
Bhojwani hevur lovað
hvørjum Manchester
United-spælara 11.000
pund (um 110.000 kr.),
um tad eydnast teim
um at vinna »the doub
Sida 13
ítróttur
le« næsta leikar. Ann
ars hevur sami Ramesh
Bhojwani givið Jimmy
Greenhoft 1.000 pund
fyri málið, ið hann
scoraði móti ensku
meistarunum Liver-
pool, tá bæði liðini
hittust í finaluni í mai
mánaða
Skotskir leikarar
tiknir til náði
Arthur Graham, 24-åra
gamal skoti, er tikin til
náði eftir at hann í tvey
ár hevur verið útihýst
ur frá skotska landslið-
num
Graham var millum
teir fimm skotsku
landsliðsleikararnar,
sum aftaná at teir fyri
tveimum árum síðani
hevdu vunnið 1—0 á
Danmark í Keypman-
nahavn, fóru á verts-
hús og gjørdu so mikl-
ar ónáðir, at logreglan
mátti leggja uppi. Fyri
hetta vóru teir domdir
til livlanga útihýsan
frá skotska landslið
num
Billy Bremner, Joe
Harper og Willie
Young vóru aðrar tyst-
ar og erkvisnar sálir, ið
vóru demdir somu
sekt. Teir eru nú allir
slopnir undan hesum
livlanga leikbanni
Graham, ið leikar
vongur og júst er
keyptur til Leeds frá
Aberdeen fyri 1,5 mill.
kr., er bert 14 dagar
eftir leikbanni er sett
úr gildi úttikin til tann
I8-manna bólkin, ið
Ally McLeod, skotski
venjarin, hevur sett
saman til dystin móti
Eysturtýskalandi tann
7. september.
LEEDS UNITED
FOOTBALL CLUB
applications for
position of Chief
Trainer from
persons having had
previous league club
experience.
Applications in writing
should be addressed to
he Manager and will be
reated in strictestå
confidence.
LEEDS UNITED A.F.C.
ELLAND ROAD,
LEEDS 11.
Hvør vil verða
venjari hjá Leeds
Enska 1. deildarfelagið
Leeds United manglar
ein venjara. Omanfyri-
standandi lýsing stóð
stutt herfyri í enska
blaðnum Daily Ex
press, so um nakar for
oyingur heldur seg ve
ra føran fyri at taka
starvið, so er møgu
leikin kanska enn til
staðar