Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 1977síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Heimavirki kann ikki innflytast ella lærast av fremmandum — Norrøna felagið og Føroyskt heima- virki hava havt vitjan av heimavirkisráð- gevanum í Gotlandi Kjell Wikstrøm og konu hansara, Kerstin. Kjell Wikstrøm hevur hildið fyrilestrar og víst film um heimavirkið í Gotlandi, sum aftur er vorðið sera væl umtókt á oynni í Eystra- salti. Við studningi frá tí almenna hava nú 200 fólk ta vinnu burturav, at gera gotlendskar lutir, fyrst og fremst gagn- lutir. Á einum tidindafundi tys- dagin Kjell Wik- strom, at tey 25 lenini í Svøriki hvørt sin Men segði hava heimavirkisráðgeva. tað er ætlanin at teir skulu verða tveir í hverjum leni, ein fyri tað, teir rópa »hård hemsløjd« og ein fyri »mjuk«. Hóast tað er GOTLANDS LANS PÅ. -— HEMSLOJD mr ed HH || eitt eyðkent kvinnuyrki at vera heimavirkisráðgevi, eru teir triggir menn, sum eru í hesum starvi, upp- lýsti Kjell Wikstrom. Ferðast nógv Arbeiðið hjá einum heima- virkisráðgeva er at vitja tey, sum fåast við heima- * virki. Hann gevur teimum ráð og leiðbeiningar um fyrimyndir at arbeiða eftir og um, hvat tilfar og hvørjar maskinur tey sku- lu brúka. Men heimavirk- isráðgevin fæst eisini við at avmynda og skráseta alt tað gamalt heimavirki, hann kemur framá á ferð- um sínum. Upplýsingar- nar eru so goymdar á ein- um skjalasavni. Tá ráð- gevin finnur okkurt ser- liga forkunnugt, biður hann onkran av teimum, sum fáast við heimavirki, um at gera hesar lutir. 200 fólk, 100 menn og 100 kvinnur, í Gotlandi hava heimavirki sum vinnu burturav í heimi sínum. Á oynni búgva 55.000 fólk. Kjell Wikstrøm við einum vøkrum dømi um gotlendskt heimavirki. Veiftran er gjørd úr EINUM træpetti. Træ- ið verður kókað, áðrenn tað verður skorið ut. Hesa hev- ur ein 25 ára gamal maður gjert. »Hemsløjds- føreningen« Kjell Wikstrøm hevur út- búgving sum smíðlærari. Tað eru einans kvinnur, sum kunnu læra til heima- virkisráðgeva. Kjell Wik- strøm arbeiðir hjá »Svens- ka Hemsløjdsføreningar- nas Riksforbund,< deildini í Gotlandi. Landið rindar helvtina av lenini og kommunan hina helvtina. Kjell Wikstrom segði, at sølan av heimavirkislut- um er sera stór teir triggj- ar summarmánaðirnar. Men, legði hann afturat, tað eru tíverri eisini nógv, sum koma frá svenska meginlandinum til Got- lands at selja heimavirki, sum yvirhøvur er illa gjørt og óektað. Ahugin fyri heimavirkinum er aftur vorðin ógvuliga stórur á Gotlandi. Hann var ann- ars minkaður nógv seinast í trýssunum, men nú er vent í holuni. Kjell Wikstrom at tá lýst varð við skeið- um, vóru tað bert heilt fá, sum teknaðu seg. Nú er hinvegin ikki neyðugt at lýsa, skeiðini eru fulltekn- að beinanvegin, tað frætt- Sum dømi um segði, ist um tey áhugan nevndi hann, at í »hemsløjdsføreningen« i Gotlandi eru 1300 limir, men i Stokkholmsdeildini eru bert 400 Hvørt land sitt heimavirki Kjell Wikstrøm visti å týdningin i at lofta hesum áhuga fyri heimavirki- num. Hann undraðist á, at tað almenna ongan studning letur til heima- virkið her í Feroyum. Svensku myndugleikarnir hava sæð týdningin í at stuðla heimavirkinum har í landinum. T.d. verður studningur latin til keyp av maskinum til tað grov- ari arbeiðið í sambandi við tilevningina av teimum ymisku lutunum. Kjell Wikstrom segði seg vera ógvuliga hug tiknan av føroyska parti num á heimavirkisfram- sýningini í Gotlandi í 1974. Hann varð ti vón svikin, tá hann sá, at ong in føroysk luttøka var á framsýningini í Reykjavík í ár. Kjell Wikstrom legði dent á, at hvort land hevur sítt egna heimavirki. Hann er ikki komin higar fyri at siga okkum, hvussu vit skulu gera, men fyri at vísa okk- stóran um, hvussu tey gera á Gotlandi Undirhonds havi eg frætt, at Uppistovu- per fer at gera hevnd- aratsókn móti russum. Komandi sunnudag skal hann standa á Reyða torginum og býta myndir út av Chr N. Chr., Andreas E Joensen og G. L. Løg tingsmanni. + Eg havi nu verid so heppin, at eg havi hitt matrósin á Langeland, fyri stuttum skrivaði lesarabræv í Dimmalætting. Krist- na navn hansara er G.L. Land. sum Ja, eg haldi tað vera alt ov galið, at bern í Havn skulu fáa myndir av Lenin, so leingi vit eldru í Feroyum ikki | hava sæð eina mynd av Chr. N. Chr. * Seinastu fiskiroyndir- nar hjá D. P. og Stein- bjørn hava sýnt, at mótmælisstovnurin er í minking. Og hetta er sera hugvekjandi. + Og so hevur ein illa- vorðin EEC sendi- nevnd verið í Føroyum og vakt hugvekjaran. Teir áttu at skamma seg. er U VEDRID landsynningur megi 3—4. Skyggjad og ælingur. Hitin mill- um 7 og 9 stig. Í morgin landsynn- ingur sunnan, megi 4 til 5, skýggjað ella samdrigið, og av og á regn. Hitin millum 9 og 11 stig I dag