Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-10-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 1977síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 69 — 12. oktober 1977 »Hjålparloysi« — Hjálparloysingar? Í Sosialinum 8. í h. hevur jbm. grein til Dagblaðið og Óla Breckmann. Hesin sami jbm. vil helst ikki út við sinumekristna navni. Hann hevur onkuntid ver- id spurdur, um tað skuldi lesast sum jarða-brúks- maður ella jakkaklæddur- bygdar-maður ella okkurt heilt annað, men svar havi eg einki sæð. Eitt feitt við ti, av g:einini er — sum hann sjálvur málber seg — ikki stórt at »fornema« annað enn tað, at eisini hann hevur kagað í álmanakkan og varnast, at valgið nærkast, og rætttrúgv- andi, sum hann er, kann hann sjálvsagt ikki fara undir valpropagandu utt- an at draga jarðarbrúk og bøndur uppi, ti hesi mega fyri allan pris haldast niðri í »hjålparloysi« um væl skal vera. Ein av hjálparloysing- unum, jbm. hoyrdi í út- varpinum fyri stuttum, var undirritaði. Hetta er kortini ikki einasta staðið, eg havi verið staddur á. Til domis var eg staddur á áhoyrarastaðnum í Ting- húsinum, tá ið uppskotið um flyting av Royndar- stødini og búnaðarskúla var fyri á tingi til fyrstu **xx sosialurin lesarabrøv viðgerð. Har høvdu nógvir mans orðið og vidgjørdu málið bæði fyri og ímóti og lutvís við uttanumtosi, men eitt kundi eingin, ið har var, lata vera at varnast. Hesir menn vóru úr ellum flokkum uttan størsta flokki á tingi — Javnaðarflokkinum. Tað, sum kom úr tí flokkinum, var samskipad tegn. Størsti flokkur á tingi vildi ikki so mikið sum viðgera málið. Er hetta Javnaðarfloks- ins jarðarbrúkspolitikkur? Um so er — hvar er hann ætlaður at føra okkum að- rastaðni enn í hjálpar- loysi? A Sandi 9/10 -77 Hanus í Miðstovuni Wurmbrand ein meinbogi Tað er ikki eiti á, sum Hans Andrias Joensen, Jørmund Vágadal o.a. oysa út av øllum ti galli, sum sál teirra er á tremur av. Ikki tí, henda ljóta skriving teirra ger meg enn vísari í, at tað at vera javnaðarmaður er tað rætta fyri meg. Sum ein av teimum mongu javnað- armonnum — en for alle og alle for en — sum av hesum eru lýstir fyri illa- mansins bern at vera, loyvi eg mær at koma við eini rættleiðing. Tað, sum Hans Andrias Joensen skrivar í Dimma- lætting 29. sept. og Jør- mund Vágadal tann 27., man til dagin í dag hava sligið rekord í ljótari blað- skriving. Og álíkavæl eri eg ikki vísur í, at Jørmund ikki sló sína rekord í Kristiligt Dagblad 28/10 -76. Sum føroyingur rodn- aði eg av skomm við at síggja eina so ónda og ósanna skriving í einum donskum blaði um anda- ligu viðurskiftini her heima á landi. Nú í hesum døgum eru tað javnaðarfólk og tjóð- veldisfólk, sum verða av- myndað sum verstu búr- kroppar. Í Dimmu 24. sept. skrivar Hans Andri- as um tjóðveldismenn: „Tann sum vil styðja Tjóðveldisflokkin í dag við >14. September« á odda, hevur selt sál sína til Antikrist, tí Antikrist hevur fullkomuliga valdið yvir fleiri av oddamonnum tjóðveldisflokksins. Tjóð- veldismálgagnið >14. Sep- tember< er ein skekja, sum horast við orði juds.« Så mange var ordene!! Og i Dimmu 29. sept. skrivar hann: »Sosialistarnir eru verri at avdúka enn hinir, ti teir eru snildari og duga betur at halda maskuni uppfyri andliti enn hinir, men å botninum eru teir ikki betri — teir eru brødur!« Henda knúsandi dóm tit her fella — sum sagt hann nervar meg slettis ikki — fella tit út frá skeivum præmissum (grundum). Tit brúka henda mannin Wurm- brand sum skotbjálva og blása Wurmbrand og ar- beiði hansara upp um all- an sannleika og veruleika og harvið kasta tit torv- mold í eyguni á Feroya fólki. Ti hvat er sannleikin um arbeiðið hjá hesum manni??? So vitt eg skilji, so hevur hesin Wurm- brand gjørt eitt stórt nummar út av teirri bib- liusmugling til londini eystan fyri jarntjaldið, sum hann er undangongu- maður fyri. Er hetta eitt so stórt kristiligt bragd, at tað er grund til at lyfta henda mannin upp til skýggja? Nei og aftur nei!!! Sannleikin er ein heilt annar. Í mai mánaði 1976 var formaðurin fyri >Det danske Bibelselskab«, presturin Gurle Vibe Jen- sen og skrivarin i hesum sama felag Grethe Morth- orst her uppi i Føroyum og greiddu frå arbeidi fel- agsins. Millum annað eis- ini frå ti arbeiði, ið hetta felag saman við eðrum bibliufeløgum gera, eisini við at fáa Bíbliur til lond- ini eystan fyri jarntjaldið. Tá kom hon eisini inn á hesi, sum eftir ólógligum vegi royndu at fáa Bíbliur inn, nevniliga við at smugla tær inn. Hon segði, at hesi gjørdu meira skaða enn gagn, ti henda ólógliga smuglingin spenti bein fyri teimum, sum gingu tann lógliga veg við at venda sær til myndug- leikarnar. Enn eitt prógv skal eg taka. Um sama mundið, sum hesin Wurmbrand kemur til Føroyar og legg- ur framferð sína á tann bógv at esa ein part av fólki okkara, og fær fleiri at renna erindi fyri seg at blása persónin Wurm- brand og arbeiði hansara upp, kemur ein frágreið- ing frá »Det lutherske Verdensforbund« um kristniarbeidid i teim eyst- ureuropeisku londunum. I hesari frågreiding verður millum annað sagt um Wurmbrand og hansara líkar: At fremhæve medlem- merne af de ikke-regist- rerede grupper, der bliver chikaneret eller straffet på grund af f.eks. søndags- skolevirksomhed eller of- fentlig mission — som det bestandig sker i dele af den vestlige presse — at fremhæve disse som de mest oprigtige og idealist- iske kristne er en uret mod de mange troende, som udøver deres gudstjenes- teliv inden for rammerne af deres lands lovgiv- ning.« Beit tú merki i: ...de mange troende... Ímóti hesum verður gjørdur ein órættur av hesum Wurm- brand og teimum, sum »geila« hann og arbeiðið hansara upp. Ti sannleik- in er jú tann, at russisk lóg krevur, at trúarfelog- ini skulu vera skrásett, og tey, sum tað eru, verða roknað fyri lóglig, og hini, sum ikki vilja tað, verða viðfarin sum ólóglig. Tað eru nógv, sum eru skrá- sett. Sjálvandi fyrst tann stóra grisk-katólska kirkj- an ella ortodoksa við sín- um 136 milliónum, har ein stórur partur av hesum liva innan fyri russiskt landamark. Lutherskar kirkjur og eisini baptist- iskar kirkjur o.a. Og tað verður arbeitt í og út frá hesum kirkjum, so tit gera órætt, tá ið tit vilja gera tað til hetta, at kommun- istarnir nærum einki annad gera, enn at for- fylgja teimum kristnu. Ur somu frágreiðing frá <Det lutherske Verdensfor- bund« skal eg enn taka eitt brot: »I de russisk-ortodokse kirker holdes der daglige gudstjenester; í de pro- testantiske kirker er det almindeligvis 3 gange ugentligt. Ved de kirke- lige højtider er kirkerne overfyldte. I pinsedagene i år var der således 6000 — 8000 troende forsamlet i den ortodokse domkirke i Novosibirsk. I Frunse var der 2. pinsedag ca. 1.200 til evangelisk kristen bap- tistgudstjeneste. Flertal- let er ældre mennesker; men der er også en del børn og unge til stede.« Vit siggja, at tær skrå- settu kirkjurnar gera eitt trútt arbeiði, ja, enntá verða dagligar gudstæn- astur hildnar. Um hetta verður einki skrivað um í propagandablødunum — i vesturheiminum. Nei, men sum altid, tað trúgva og dagliga arbeidid verdur burturtagt, medan tad sjukliga og óreiðuliga blæsir seg upp. Hesin Wurmbrand er ur Rumenia, og ti verður tað, sum hann hevur sagt um kommunistarnar at missa nokk so nógv av trúver- dugheit síni, tá ið vit vita, at tær ymisku kirkjurnar hava tað enn lættari í Rumenia enn í Russlandi. Hetta kemur av, at tá ið tað kommunistiska ódnar- veðrið kom inn yvir Russ- land í 1917, so var tað kommunisman í síni byrj- an og hon var harðlig. Men har hevði jú kirkjan árini frammanundan stillað seg sum tann tann- leysi og munnlamni varð- hundurin við síðuna av tí rotna tzarstýrinum. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at hon hevur latið seg spenna fyri vognin hjá kapitali- num. Men tá ið kommun- isman kemur til Rumenia í 1945, tá er tað ringasta farið av kommunismuni og kirkjan har stóð eisini í eini aðrari stødu til rikis- stýrið. Prestarnir verða eisini i dag partvís løntir av statinum. Patriarkurin Justinian dugdi væl at stýra kirkjuni igjøgnum hetta nýggja stýrisveður- lagið. Og tá ið so Georg- hiu-Dejs doyr 1965 kemur Nicolae Ceausescu til sum fyrstiskrivari fyri komm- unistfelagið og formaður fyri statsráðið. Hesin gongur so langt við at visa virðing fyri kirkjuni, at tá ið pápi hansara doyr 1972, tá letur hann 15. apríl faðir sín fáa kirkjuliga jarðarferð, men ikki nokk við tað. Hann letur hesa kirkjuligu jarðarferð koma í statsfjarsynid og kunn gera í útlondunum við myndum. Og sambært frágreiðing frá teirri ru- mensku kirkjuni fyri árið 1975, so vórðu í 1975 ikki færri enn 345 prestar vigdir og 171 kirkjuvigsl- ur og av hesum 29 nýggjar kirkjur. Tað er heystardagur, og tað er nú, at bernini blása tær mongu bleðrurnar og gleða seg um tær, og tað var ongin av hesum, eg ætli mær at stinga hol á; men fegin vildi eg við hesum, sum eg her havi skrivað, stinga hol á ta følsku blødru, sum tit hava blást rundan um henda Wurmbrand. Hvaðani Hans Andrias Joensen og Jørmund Vå- gadal hava tað frå, at An- tikrist skal koma frå Russlandi — nei, tad er rætt, nakrir ganga longu ljóslivandi í Havnini — veit eg ikki, og eg leggi als ikki í at vita hetta; ti hesin pástandur teirra hongur líka so væl í leysari luft, sum tann, ið maður kom við her inni í stovuni hjá mær og segði, at Jesu aft- urkoma fór at verða innan 6 ár. Tá id eg spurdi hann, hvaðani hann hevði hetta frá, so fekk eg hetta logna aftursvar, at tað hevdu teir roknað út í Amerika Og heldur ikki missi eg svøvnin , at tit lýsa meg, vegna tað at eg eri javnað- armaður, til at fara skeiv- an av málinum. Nei, tað verður frægari maður enn tit báðir, sum verður funnin verdugur at lata upp bókina, eftir hverjum vit verða domd. Janus sáli umsetti so stálsterkt úr látinskum: Bókin mikla tá uppletist, har alt mannalívið metist, eftir henni dómur setist. Dómarin at døma tekur, dulsmál ell úr myrkri rekur, eingin sleppur undan sekur. Ti fari eg at biðja tykk- um um at halda uppat við hasi skilaleysu skriving. Tað er so livandi galið, at tit við skriving tykkara ganga erindi fyri komm- unismuna, vegna tað, at tit kasta torvmold í eyg- uni á vesturheiminum; so at hann ikki sær tað gróð- ralendi fyri kommunism- una, sum stórkapitalurin ger búgvið til sáðing og vekstur. Spennið ikki kristindómin fyri vognin hjá kapitalinum og teim- um nýggju góðseigarum, so at vit her, vegna hetta illamansins skálkabragd, koma at síggja okkara samfelag at fella líka so lætt, sum Abesinien nú fyri 4 árum síðani fall fyri kommunismuni, ti at eis- ini kirkjan har hevdi tagt, medan tad fria initiativid — previlegiið altíð hjá teim fáu hevði gjørt tann himmalvida :munin millum fjøldina og toppin Henry Andreasen Klaksvík Le. Falsan av skrivi? Ikki lukkuligt sum lív kom aftur í kalda kriggið millum eystur og vestur, nú rumenskt-feddi Ric- hard Wurmbrand, sum er búsitandi í USA, leitaði sær hendavegin at halda almennar fundir á kristi- ligum grundarlagi. Øsingin hevur verið oði- lig, og tað er ikki hissini, ið eystantjaldslond hava fingið oman yvir sin kropp i blødunum seinastu dag- arnar Nu vita folk flest, at verðin er ånd, brotsgerðir og ræðuleikar fara fram so manga staðir á knøtti- num, og neyðin er stór manga staðir, ikki bara elvd av kúgan, men eisini av náttúruvanlukkum og kanska mest av hungri. Toluliga fast man stan- da, at í viðurskiftunum eystur/vestur ber helst illa til at skíra annan part in Guds børn og hin av- kom hins versta, so sum åvisir bólkar og åvis blød her å landi hava havt lyndi til at gjørt, alt frå tí at kalda kriggið tók seg upp Ut frá hesari sannføring setti undirritaði navn sítt undir eina yvirlýsing, sum felagið SAMSOS, Før- oyskur landsfelagsskapur til samarbeidi vid tey sosi- alistisku londini, bað um studul til i samband vid skrivingina, sum verið hevur aftan á vitjan Wurmbrands. Tá yvirlysingin so kem- ur í eitt av bloðum okkara »Dimmalætting«, ber hon yvirskriftina >Kommun- FM