Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-10-15, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 1977síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AA Nr. 70 Mikudagin 15. oktober 1977 50. årgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Í morgin er loyvt at seta pikadekkini undir bilarnar. Vit prenta he:: KUNNGERÐ um nýtslu av píkadekkum Við heimild í $ 4, 1. stk. og $ 10 í lógar- kunngerð nr. 10 frá 18. mars 1966 um ferðslu, verða við hesum fyri- settar hesar reglur um píkadekk. $ 1. Bert í tíðarskeiði- num frá 16. oktober til 30. apríl er loyvt at nýta píkadekk. $ 2. Bannað er at nýta rerpíkar, heilt spískar píkar og píkar við fleiri tindum. 8 3. Størsta tal á pik- um, loyvt er í einum dekki er a) 110 stk., um felgan er minni enn 15” í tvør- máti b) 150 stk., um felgan er sterri enn 15" í tvør- máti. $8 4. Píkar mugu ikki verða settir í miðjutrið- ingin av deksbreiddini. 8 5. Hver einstakur pikur má ikki vera tyngri enn a) 3 g í dekkum undir persónvogni og ødrum løttum akfari (total- vekt minni enn 3,5 t). b) 8 g í dekkum undir tungum akfari (total- vekt meiri enn 3,5 t). 8 6. Pikarnir mugu ikki stinga longur út úr nýggjum dekki enn a) 1,2 mm, tá ið talan er um persónvogn og annað lætt akfar. b) 2,0 mm, tá ið talan er um tungt akfar. $ 7. Verða píkar nýttir á persónvogni ella ødr- um lettum akfari, sku- lu ell dekkini vera pík- að, og má munurin millum talið á píkum í tí dekki, sum hevur flestu píkarnar og talið á pikum i ti, sum hevur fægstu, ikki fara upp um 20% av størra tali- num Danski fiskariministarin og landsstyrid havt fund um m.a. hvítingsbróðurkassan — týdningarmikil vitjan, sigur Atli Dam, løgmadur, um ferðina hjá danska fiski- vinnumálaráðharranum higar Hósdagin kom danski fiskivinnumálaráðharrin, Svend Jakob- sen, til Føroya. Umframt at vitja ymisk virki, hevur ráðharrin havt fund við landsstýrið um ymiskar spurningar viðvíkjandi fiskivinnuni. Hesin fundur var seinnapartin hósdagin. Tað mest aktuella málið, sum varð viðgjert á fundi- num hósdagin, er hvit- ingsbróðurkassin í Norð- sjónum, sum EEC hevur avgjørt at hava stongdan fyribils til 1. november 1977. Tó er hann minkað- ur við einum stigi vestan- fyri fyri at feroyingar kunnu góðtaka hann. Hesin kassin liggur eyst- an- og norðanfyri Skot- land, og hevur hann verið stongdur meginpartin av árinum. Tað er ikki í sam- ynskini hjá donskum og føroyskum fiskimonnum, at hesin kassin framvegis verður stongdur, og á fundinum millum landsstýrið og danska ráðharran varð svari við tosað um, hverji felagstil- tok kunnu gerast fyri eisini at fáa rúmari ræsur eystanfyri í kassanum Rækjur, svartkjaftur og sild Av ødrum málum, sum vórðu vidgjørd, kunnu nevnast danska-føroyska rækjuveiðan í Grenlandi komandi ár, donsk luttøka í svartkjaftaveiðuni undir Føroyum og avtalan um sildaveiðuna í Skagerak, sum danir, norðmenn og sviar hava gjørt. Eisini varð gjøllari við- gjørdur spurningurin um felagsrikisstøduna mót- vegis EEC. Atli Dam, løgmadur, sig- ur i samrødu við SOSTAL- IN, at hann heldur, hesin fundur hevur havt stóran tydning fyri møguleikar- nar at taka eina danska- føroyska stødu i hvørjum einstøkum føri, sum tænir báðum londunum best samanumtikið. Lands- stýrið hevur boðið Svend Jakobsen higar, og hann fær nú møguleika at gera seg kunnugan við tær treytir, vit liva undir og serliga ta truplu stødu, at ein partur av ríkinum ér limur í Felagsmarknaði- num. Ráðharrin verður aftaná vitjanina betur ferur fyri at skilja ynski og krev fer- oyinga viðvíkjandi fiski- veiðu og rættindum. Frá fundinum millum Svend Jakobsen, fiskivinnumálaráðharra, og landsstýrið hós- dagin. Svend Jakobsen er annar frá vinstru Bústaðaviðurskiftini Á síðu 13 í blaðnum í dag hava vit eina sera áhugaverda grein um bústaðaviðurskiftini her á landi. Greinin er skrivað av í- búðarbólkinum hjá Suðurstreymoyar javnaðarfelag og hevur nógvar upplýsingar um støðuna, sum hon er í dag. Tað er týðuligt, at enn er langt á mál á hesum øki. Stutt fyri middag hósdagin varnaðust fólk, sum búgva eystast í Bókbindaragetu, at roykur kom úr trans- formatortorninum, sum stendur við endan á gøtuni. Streymurin fór í øllum miðbýnum um sama mundið, men kom kortini skjótt aftur uttan i økinum við tað brenda tornið, har fólkið ikki fekk streymin aftur fyrr enn friggjamorgunin. Tað vardi eina letu, áðrenn Slekkiliðið kom, og tá hurðin á torninum varð latin upp, kom nógvur roykur út, so eldurin hevur rættiliga gjørt um seg har inni. Orsekin til eldin' var tekniskt brek. Olja varð líkin út inni í torninum og síðani kortslu.tadi. Havnar bjargingarfelag 20 ár Núverandi formaður felagsins, Guttorm Eysturoy, peikar á Flesjarnar, har ís- lendski trolarin Goðanes sakk 2. januar 1957. Tað vísur seg, sum um okkurt óhapp skal henda fyrst, áðrenn farið verður at seta í verk trygdartiltøk. So- leiðis eisini í hesum førinum. Hálvan annan mánað seinni varð Havnar bjarg- ingarfelag stc NC g g stovnad Lesið á síðu 3