Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-10-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 15. oktober 1977 sosialurin Síða 3 Ov seint at keypa bjargingarútgerð, tá vanlukkan longu er hend Havnar bjargingarfelag, sum í ár hevur 20 ár á baki, fær ongan almennan studning Í samband við, at Havnar bjargingarfelag í hesum døgum sendir út árligu girokortini fyri at útvega felagnum pening til at starvast fyri, varð hildin tíðindafundur í hólum felagsins á Bryggjubakka seinasta tyskvøld. Nevndin greiddi frá felagnum, starvsemi tess og trupulleik- um. Eisini vórðu vístar kvikmyndir um bjargingarroyndir, sum felagið hevur gjørt. Tað hevur ógvuliga sjáldan verið boð eftir felagnum hesi 20 árini, tað hevur verið til. Tibetur, men vanlukkur kunnu altíð henda, og tá er avgjørt ein fyrimunur at hava bjargingarútgerð tøka og fólk, sum dugur at brúka hana. Tað var júst ein vanlukka, tá Goðanes sigldi á Flesjarnar, sum førdi til, at Havnar bjargingarfelag á sinni varð stovnað. Nevndin leggur dent á, at felagið gjarna vil hava fleiri limir, kvinnur og menn, sum kunnu taka lut í starvsemini 2. januar 1957 sigldi is- lendski trolarin Goðanes, sum var á veg inn á Skála- fjørdin eftir fólki, á Flesj- arnar. Trolarin sakk og ein maður, skiparin, lat lív. Orsakað av náttar- myrkri, brimi og boða- brotum, gjerdist bjarg- ingararbeiðið sera torført. Men hendingin, og tann hvekkur, menn her fingu, ti teir komu eftir, at lítið var til av neyðugari bjarg- ingarútgerð, varð bein- leiðis atvoldin til, at Havnar bjargingarfelag varð sett á stovn ein góð- an mánað seinni. Bjarga, har vandi er fyri sjóláti Havnar bjargingarfelag varð stovnað á einum fun- di í Sjónleikarhúsinum 21. februar 1957, har uml. 80 fólk vóru til staðar. Í fyrs- tu nevnd felagsins vórðu valdir Jákup í Jákupssto- vu, skrivari, Jóannes Ras- mussen, jarðfroðingur, Johan Joensen, skrivari, Pauli Dahl, yvirlækni, Jákup Joensen, próstur, Hans A. Djurhuus, skip- ari og Dánjal J. Joensen, skiparaskúlastjóri, sum eisini var fyrsti formaður felagsins. Í lóg felagsins, sum varð samtykt á stovnandi aðalfundinum, stendur, at >mið felagsins er at fremja bjargingar- mál, har vandi er fyri sjó- låti« og fremstu mál tess eru „at fáa til vega bjarg- ingaramboð, at vekja ans fyri bjargingarmálum og at venja upp menn og kvinnur til bjargingar á havi og við strendurnar. a Umframt eigur felagið »at samstarva við onnur fel- og, sum hava líknandi en- damál og gongur í lands- felag saman við ødrum fel- øgum.« Einstaklingar, feløg og stovnar kunnu gerast lim- ir i Havnar bjargingar- felag. Gåva år islandi Sum eina tøkk fyri tad bjargingararbeidi, sum varð gjørt, tå Goðanes sakk, gav Kvennadeild Slysavarnafélags Islands Føroya fiskimannafelag, hetta var ådrenn Havnar bjargingarfelag varð stovnað, fullfiggjaða út- gerð til at bjarga fólki í land úr strandaðum skipi. Aftaná stovnina fekk Bjargingarfelagið hesa út- gerð. Nevndin í Havnar bjargingarfelag. Frá vinstru: Gudmund Isfeldt, Páll Klein, Halldór Jóhannsson, Guttorm Eysturoy, formaður og Rólant Patursson, næstformaður Dýr útgerð Havnar bjargingarfelag húsaðist undir trongum umstødum á ovasta loft- inum á Sælingarhellu til 1975, tá telagið flutti í húsini á Bryggjubakka Merkið hjá felagnum er nýtt. Hans J. Egholm hevur gjørt tað Helini á Bryggjubakka eru hugnalig og nosslig. Á vegginum hanga línurnar til bjarg- ingarstólin og gummibátin. Tær eru 300 m langar hver. Ovast hanga línurnar, sum Kvennadeild Slysavarnafélags Íslands gav Feroya fiskimannafelag í 1957. Tær eru sum ell onnur útgerð bjargingarfelagsins, væl raktar 20. Helið har varð sett i stand fyri 15.000 kr. Til hetta arbeiðið fekk felagið fíggjarligan studning frá m.a. havnarnevndini og Kvinnufelagnum. Havnar bjargingarfelag hevur hesi seinastu árini fingið nýggja tíðarhósk andi útgerð. Størsta iløg- an er ein týskur gummi- bátur við tveimum 28 hes- ta motorum. Hann kostar 75.000 kr., men Bjarging- arfelagið hevur fingið hjálp frá Lions Club í Tórshavn til keypið. Um- framt hevur felagið ein gummibát til 6 fólk, sum kann brúkast ístaðin fyri bjargingarstólin, tá fólk skal takast í land av skipi Hesin bátur kostar 11.000 kr. Felagið hevur tveir ljósmotorar, sum kosta 7.000 kr. hver, og royk- og vatnkavaraútgerð fyri 13.000 kr. Samstarv Havnar bjargingarfelag er við í landsfelagnum hjá foroysku bjargingarfelog- unum, L.F.B., saman við Vága bjargingarfelag, Eiðis bjargingarfelag, Kollafjarðar bjargingar- felag og Eysturoyar eyst ara bjargingarfelag. Fel- agið hevur eisini samstarv við Froskmannafelagið og Ríðingarfelagið. Havnar bjargingarfelag hevur gjørt tvær royndir í ár, aðra í Havn og hina úti í Hesti. Felagið tók eisini lut í royndini, sum varð gjørd á Joansøku Sjålvbodid arbeidi I felagnum eru nu 48 mans, sum eru byttir i 4 lið, hvort vid sínum for- manni. Seinasta vetur hittist hvert liðið einaferð um mánaðin í felagshús- - inum, og verður roynt at hava hesa skipan aftur í vetur. Alt arbeiðið í fel- agnum er sjálvboðið. Fel- agið hevur ikki hesi 20 ár- ini, tað hevur starvast, goldið eitt oyra í samsýn- ing til nakran lim. Men felagið er heldur ikki sterkt figgjarliga, tað fær ongan almennan studn- ing, hverki frá landi ella kommunu. Einasta inn- tøka er árliga selan av girokortum, sum verða send í hvert hús í Havn og uttanbiggjar kommunu. Í ár sendir felagið út 3740 kort. Tey, ið vilja styðja felagið, kunnu gera tað annaðhvert við at lata gávu ella gerast limir og gjalda limagjald eigur nú útgerð fyri slakar 200.000 kr., men slík út- gerð verður neyvan heilt fullfiggjað, tað ber altið til at keypa afturat. Tað má tíverri ast, at foroysku bjarging- arfelogini eru rættiligir eftirbátar í mun til gran- nalondini. Tað, bjargingarfelag mest í løtuni, er eitt høli til gummibátin, ein vogn til at hava hann á og róð- Felagið hevur búnar til asann Havnar tervar sum urútgerð heldur teir, sum fara út við bát inum. Búnarnir, her verð ur hugsað um, eru av ti ongar slagnum, sum verja móti kulda og halda ti, sum er í honum, flótandi, hann verður sligin út Eitt annað ynski, felag ið hevur, er at fåa VHF telefon Nevndarlimirnir halda eisini, at ein so stór ur býur sum Havnin skul- di havt sín egna bjarging- arbát. um Starvsemin útbygd Sum nevnt frammai.:and- an er endamål Havnar jargingarfelags at fremja jargingarmål, har vandi er fyri sjóláti. Hesin lóg- arbókstavur er gjørdur yri 20 årum sidani. Nu eru tidirnar hinvegin nógv royttar, ferðslan, ikki ert á sjónum, men eisini á landi og í luftini, er nóg okt. Felagið hevur tí í 1wga at útbyggja starv semina, so hon umframt skipsbrot kemur at um fata flogvanlukkur og aðr ar vanlukkur Annars ætlar at boða til eykaaðalfundar nevndin em av fyrstu døgunum, leggja fram har hon fer at eitt uppskot um, at felagið skal umboða allan Suðu i streym og hava ein fas umboosmann l !