leygardagur 15. oktober 1977síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 70 — 15. oktober 1977
sosialurin
Síða 13
Íbúð — ein fólkarættur
I
Íbúðarviðurskifti
og íbúðar-
politikkur
- Sambært samgonguskjal-
ið viðvíkjandi íbúðarmál-
um verður sagt: »Atstød-
urnar at fáa sær egin hús
ella íbúð og sita við teim-
um verða lagaðar so, at
eisini fólk við lágum inn-
tokum hava henda møgu-
leika. Lánini til húsa- og í-
búðabygging verða gjørd
langfreistað og bílig m.a.
við framhaldandi og okt-
um studningi til húsaláns-
grunnin. Grundstykkja-
prísurin verður fingin í
eina rimuliga legu, m.a.
við at tað almenna virkar
fyri øktum útboði av
byggilendi og rekur mið-
vísan byggibúningarpoli-
tikk og fremur býarplan-
legging. Við serligum til-
tøkum verður elvt til upp-
sparing til ibudarbygg-
ing.«
kut ur løgmansrøduni
1977 viðvíkjandi sethúsa-
bygging:
>... at tryggja nóg stórt
grundøkisutbod og av-
marka spekulationsmøgu-
leikarnar innan bygging.<
Nú er bert eitt ár eftir
av hesum landsstýris-
skeiði, men enn er onki
gjort frá landsstýrisins
síðu, fyri at loysa íbúðar-
málið, og okkum er enn
ikki greitt, hvat lands-
stýrið ger, ella hevur í
hyggju at gera hesum við-
víkjandi.
Sethúsabygging
Sambært ársfrágreiðing-
ina frá landsstýrinum og
ríkisumboðsmanninum
fyri 1976 vóru eftir bú-
staðarteljingini 1970:
10.345 privat húski.
Av hesum búðu 9.619 í
egnari íbúð, meðan 726
húski búðu til leigu.
Yvirlit yvir sethúsa-
bygging seinnu árini:
Í 1974 90 sethús í Havn
og 152 sethús á bygd. Til-
samans 242 hús.
Í 1975 90 sethús í Havn
og 152 sethús á bygd. Til-
samans 261 hús.
Í 1976 75 sethús í Havn
og 154 sethús á bygd. Til-
samans 229 hús.
Hesi tel eru sjálvandi
góð at vita, men siga okk-
um tó onki um tann veru-
liga torvin á íbúðum í dag.
Í samband við húsa-
bygging í Havn, kann
hertil sigast, at í árinum
1966-73 lat kommunan
byggibúnað umleið 35
grundøkir, soleiðis at
nógv tann stersti parturin
av grundstykkjum tá kom
frá privatari útstykking.
Her er ein vend komin í,
við tað at Tórshavnar
kommuna í árunum 1973
-77 hevur byggibúnað
umleið 150 grundekir,
sum rein kommunal út-
stykking, og tað vit vita,
hevur Tórshavnar komm-
una og Føroya Jarðarráð
gjørt umleið 55 grund-
stykki byggibúgvin á Ter-
nuryggi. Afturat hesum
hevur Tórshavnar komm-
una í umbúnað at út-
stykkja umleið 50 grund-
stykki í samarbeiði við
Feroya Jarðarráð. So um
hetta heldur áfram er onki
at ivast í, at tann privata
spekulatiónin verður
munandi skerd.
Í Ovaru Hoydelum er
ein útbyggingarætlan
uppá 84 grundstykkir í
fyrstu atlogu, sum bert
bíðar eftir góðkenning frá
Tórshavnar Uttanbíggjar
kommunu, og er henda
jørdin landsogn.
Tørvurin á grund-
økjum, sethåsum
og íbúðum
Vit eru greiðir yvir, at
tann fíggjarligi tervurin
til sethúsa- og íbúðar-
bygging er generellur.
Men tá ið tað snýr seg um
grundekir er hetta fyri-
brigdið knýtt til tey storru
plássini og serstakliga her
í Havn.
Í løtuni eru umleið 285
umsóknir, um grundøki til
sethúsabygging, inni hjá
Tórshavnar byråd. Tó
hevur býráðið ikki verið
fort fyri at gingið hesum
umsóknum á meti og tað
langt ífrá.
Eftir = niðanfyristand-
andi reglum, hevur býráð-
ið ein lista við umleið 90
umsekjarum, ið lúka hes-
ar treytir við 4 stigum, og
tey, ið hava fingið 3 stig
eru 173, og tey, ið hava
fingið 2 stig eru 20 um-
søkjarar. Umframt hesar
umsekjarar, má verða
roknað við, at fleiri um-
søkjarar eru, id enn ikki
eru innstillaðir, og sostatt
ikki eru við í hesum tøl-
um.
Reglur fyri viðgerð av
umsóknum um grund-
stykki frá Tórsh. komm.:
1. Fyrimun hevur um-
sekjari
a. sum eigur heima í
Tórsh. komm.
b. sum hevur elstu um-
sókn
c. sum ikki eigur hús
ella grundstykki
d. sum ikki áður hev-
ur fingið grundstykki
frá kommununi
e. sum er uppihaldari
f. sum hevur serstakar
grundir, ið býráðið
kann góðkenna
2, Umsóknir verða sett-
ar í raðfylgju eftir dagset-
ing og fyrimunum.
3. Umsekjari, ið stend-
ur fyrst í raðfylgju fær
boðið rrundstykki, so
hvort tey verða leys at
lata.
Figging
av sethúsabygging
Úrslitið av kanning, ið
nevnd, sett av landsstýri
og danska státinum í
1975, kom til, er tað, at
fyri at bera eini hús, ið
kosta 500.000,— kr. skal
inntøkan verða umleið
150.000.— kr. árliga.
Vanlig fígging fyri set-
húsabygging, sum aloft-
ast eru sethús til eitt
húski, er henda (telini eru
frá 1976):
1. Veðlán í sparikassa
innanfyri 30—40% av
virðinum, vanliga ikki
uppum 100.000,— kr. í
Tórshavn og 80.000, — kr.
uttanfyri Havnina.
2. Veðlán í banka ella
P/f Husalån, í mesta lagi
helvt av sparikassaláni-
num.
3. Veðlán úr Húsaláns-
grunninum og somuleiðis
helvt av sparikassaláni-
num.
Viðmerkjast skal, at út-
lánspeningurin hjá Húsa-
lansgrunninum er av-
markaður.
Av omanfyristandandi
sæst, at ein í mesta lagi
kann fáa 200.000,— kr. í
lániveitingum.
Bólkurin er samdur um,
at skal munagóð broyting
henda, hesum viðvíkj-
andi, er neyðugt skjótast
gjørligt at seta lands-
banka á stovn, og at hesin
náttúrliga millum síni ar-
beidsøki, eisini fær fígging
av allari íbúðarbygging.
Ein meguligur lands-
handil eigur eisini at hava
innflutning av byggitil-
fari.
Byggiøkir
Bólkurin hevur umhugsað
moguleikarnar hjá ti van-
liga borgaranum at ogna
sær eitt byggiøki, um so
var, at hann hevði eitt
slíkt til taks.
Av møguleikum ið vóru
umreddir vóru m.a. hesir:
Øll privat jørd verður
ognartikin, og her verður
serstakliga hugsað um
jørdildi við tey sterru
plássini og býareindirnar.
Hervið verður skaptur
tann meguleiki, at fólk
kundu fingið byggiøki bi-
liga til leigu yvir eitt langt
áramál, eins og tað er og
verður gjørt aðrar staðir,
har myndugleikarnir hava
havt ans fyri tí vanda-
máli, ið íbúðarspurningur-
in veruliga er.
Ein annar meguleiki
kundi verið, at keyparum
verður veittur lånimøgu-
leikar til grundstykkja-
keyp
At tað almenna helt all-
ar útreiðslur av byggibún-
ing, tá ið tað má verða ein
uppgáva at:
kloakkering,
V.m. atti at
sjálvsogd
vegagerð,
vatnveiling
verid ein avgjørd komm-
unal uppgåva.
Leigaravidurskifti
og leigulóggáva
Umstødurnar hjá teimum
ið búgva til leigu, hava nú
í mong ár verið út av lagi
vánaligar, og líkt er til at
politikkarar als ikki hava
hugsað um henda samfel-
agsbólk.
Umframt ein hóp av
vanligum — fyrispurning-
um, vóru hesar umsóknir
til býráðið um vanligar
leiguibúðir.
Í 1975 28 umsóknir
Í 1976 19 umsóknir
Í 1977 16 umsóknir
Viðmerkjast skal, at í-
búðirnar hjá Tórshavnar
kommunu gjøgnumgang-
andi eru gamlar og vána-
ligar.
Tað man hava verið av-
markað, hvat býráðið
hevur kunnað gjørt, fyri
at hjálpa hesum umsekj-
arum. Herfyri sóu vit lýs-
ing í bløðunum, har kom-
munan søkti eftir íbúðum,
men eftir hvat vit hava
fingið uppspurt, hevði
ongin latið við seg komið.
Í seinastu figgjarætlan
hjá Tórshavnar komm-
unu, varð uppskot sett
fram av javnaðarflokki-
num í býráðnum um, at
seta 1,5 mill. kr. til íbúð-
armál, men varð hetta tal
skarvað niður til 100.000
kr. tá ið figgjarætlanin
endiliga varð samtykt.
Leigarafelagið gjerdi,
fyri umleið einum ári síð-
an, eina kanning fyri at
kanna tervin og dygdina á
íbúðum. Men av ti at bert
62 svar komu inn, er hetta
tilfar ikki nóg haldgott.
Bólkurin åsannar at
galdandi leigulóg, sum
kom í gildi undir seinna
heimsbardaga, er ógvu-
liga ótíðarhóskandi, og í
alt ov lítlan mun verjir
leigarar. Flokkurin eigur
tí beinanvegin, møguliga í
samstarvi við Leigarafel
agið, at gera uppskot til
nýggja leigulóg.
Sum eitt av alternativ-
unum í byggihættum ella
møguleikum kann verða
nevnt sambyggifelog. He-
si skuldu av røttum átt ein
sjålvsagdan almennan å-
huga og stuðul, men tær
royndir, sum higartil hava
verið gjørdar hesum við-
víkjandi hava í hvussu so
er í Havn fingið lutfalls-
vísan litlan stuðul, sum
bæði kundu verið komm-
ununi, sum slíkari og
borgarum hennara at
gagni
At enda varð samtykt
um, at við
almennar!
ein åheitan
víkjandi allari
bygging má verða havt í
huga umstødurnar hjá lik
amstarnaðum, og at log
samsvarandi Boligminist
eriets cirkulære nr. 49 af
23. marts 1972, »...om
bygge- og anlægsarbejder
indretning med hensyn-
tagen til bevægelses-
hæmmede<, verður alt
fyri eitt sett í gildi í For-
oyum.
Almenna skapar
figgjarmøguleikar
Íbúðarspurningurin = må
loysast og kann verða
loystur um tann politiski
viljin er til staðar, men
uttan mun til hverjir byg-
gihættir verða nýttir til at
loysa málið, annadhvørt
talan er um einfamilju-
hús, eigaraibud, leigarai-
bud, sambyggifelag ella
hvørt av sinum, so må å-
sannast, at målid eigur at
verða loyst generelt, so-
leidis at skilja, at folk, id
ikki er nøgd vid ta gene-
rellu loysnina, megu sjålvi
syrgja fyri, at loysa teirra
egna tørv, har tad snyr
seg um borgir innan set-
húsabyggingina.
Niðurstoðan hjá ibudar-
bólkinum er, at tað al-
skapar fíggjar-
meguleikar, sum kunnu
berast av låginntøkum.
Ella við oðrum orðum, at
vera lánilíkindi,
sum eisini kunnu berast
av teim låginntøkum, sum
samfelagið heldur åvisum
samfelagsbólkum i.
menna
skapt
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Tyskvøldid 18. oktober kl. 20 verður
felagsfundur å Hotel Føroyum, har
evnið verður
ÍBUÐARSPURNINGURIN
NEVNDIN
Vit ferma
hvønn månadag og tysdag
hvønn mikudag
hvønn hosdag
hvørja viku i Larvik
hvørja viku i Ålesund
hvørja viku i Sandnes
3
3
1. hvørja viku í Blyth
í Alborg
í Halmstad
i København
(næstu ferð 24/10)
(næstu ferð 21/10)
(næstu ferð 20/10)
(næstu ferð 27/10)
til Føroyar
Frystikontainarar eins væl og
vanligir kontainarar eru tøkir
AVGREIÐSLUR:
Chr. Jensen, tlf.
122566 Álborg
A/s Traderline, tlf. 203311 København
Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad
Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik
J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund
T. Schancke Olsen, tlf. 66028 Sandnes
W. Harney á Co.,
tif. 2331 Blyth
BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TÓRSHAVN
BLAÐIÐ sum hevur eina politiska áskoðan,
men sum kortini gevur ødrum áskoðanum
innivist.