Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-10-19, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 1977síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 Mikudagin 19. oktober 1977 50. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnaður brødralag Gott miðalár Á Eiði hava teir gingið oll skurðfjellini og okk- urt klippingarfjall. Skurðurin liggur um miðal og klippingin er betri enn miðal, so í heild er talan um eitt gott miðalár til seyð hjá Eiðismonnum. Útlitið var annars ikki ov gott í lembing- artíðini, tí várið var óvanliga kalt og vátt- ligt, men hetta javnaði seg í góðveðrinum í summar. Eplavøksturin er g6dur i år, og hoygg- ingin gekk skjótt. Hó- ast summarið var turt, var ikki minni gras enn vanligt. Støðugt arbeiði Tað hevur verið steð- ugt arbeiði á Nordis á Eiði í hesum árinum. Virkið hevur higartil tikið ímóti 3500 tons- um av ráfiski. Í síðstu viku komu Morgunroðin og Tho- mas Nygaard undan Íslandi. Morgunrodin hevði 97.000 og Tho- mas Nygaard 153.000 pund. Helvtin av veið uni var hýsa. Vaðhorn er undir Íslandi. Tá vit frættu fyrrapartin gjár, var ein útróðrar bátur afturkomin, hann hevdi uml. 6.000 pund, meginparturin var hýsa. Vegagerð Eiðis kommuna er í ferð við at gera veg og leggja kloakk til ein nýggjan býling í bygd- ini. Kommunan tók lut i at útvega hagajerð til íbúðahús, og tey 8 grundstykkini, sum fingust á hesum øki- num, seldust beinan- vegin. Tað hava annars ikki verið trupulleikar at fingið grundstykki á Eiði, frættist norðan- eftir. Modelhavnin liðug Sunnudagin fara menn úr Hvalba við flog- fari til Danmarkar at kanna úrslitið av teim kanningum, sum gjørdar hava verið á Hvalbiarfirði Lesið á síðu 3 Eigil Hentze og Oliver Joensen Flakavirkið »Frost« i Leirvik tekur aftur ímóti fiski Bæði fyrimunir og vansar við politiskt óbundnum blaði Á baksíðuni hava vit prát við blað- Lesið á síðu 5 stjóran á lokalblaðnum Norðlýsinum Svend Jakobsen fór við Fyllu Danski fiskivinnumálaráðharrin, Svend Jakobsen, sum kom til Føroya seinasta hósdag, slepp ikki avstað aftur sum ætlað sunnudagin. Tað hava ikki verið floglíkindi vesturi í Vágum síðani fríggjadagin. Ráðharrin hevði ikki stundir til at liggja veðurfastur her á landi, so verjuskipið Fylla fór við honum og fylgi hansara til Bergen mánadagin, haðani tey flugu víðari til Keypmannahavnar Óvissa um Alaskasendinevndina Tá blaðið fór til prentingar í gjár var óvist, um sendinevndin úr Alaska, sum skuldi koma til Føroya sunnudagin, kemur í hesum umfari, men helst verður vitjanin av ongum. Umi. 40 fólk eru í sendinevndini, sum skuldi gera seg kunnuga við før- oyskan fiskiidnad og fiskivinnu