Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-10-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Grótkastið munaði ikki nóg mikið Bátar slitu við bryggjuna Grótkastið, sum er lagt út 4 uttan fyri havnalagið í Miðvági, er liðugt. Men enn er ikki nóg kyrt. sosialurin Mikudagin slitu fleiri bátar, sum lógu við bryggju, og teir, sum lógu við endan á pierinum, vóru illa fyri. Tað visir seg, at tað dregur nógv inni við flakavirkið og utt- ast við molan. Hetta hendi hóast veðr- ið ikki var serliga ringt. Nakað av uppgangi var, men tó ikki verri enn út- róðrarveður var. Sagt verður úr Miðvági, at menn har eru ógvuliga spentir, um teir nú fáa ein pier á sunnara landinum. Kanningar vísa, at um ætlaði pierurin á sunnara landinum eisini var gjørd- ur, hevði verið kyrt inni í havnini. Roknað verður við at ein tílíkur pierur kostar einar tvær miljón- ir. Sagt verður eisini, at vísir tað seg, at kyrt er við sunnara landið, og frá nýggja brimgarðskróki- num og umleið 250 metrar heim móti tí gamla. Hetta er eisini tað, sum roynd- irnar vísti. Stórur áhugi fyri installeringum Stórt tal av installeringum bílagdir til Tveroyri Tað er nógvur útróður á Tveroyri í letuni. Um vi- kuskiftið komu bátar upp ímóti 12.000 pundum. Sagt verður, at mest verð- ur roynt tætt í landi eyst- anfyri, men eisini verður nógv roynt vestanfyri. Tað er stórur áhugi fyri at byggja fleiri installer- ingar til heimaútróðurin á Tveroyri. Í letuni er heilur hópur av teimum, og eru teir eitt gott ískoyti til flakavirkið. Í Hvalba eru 10 install- eringar umbidnir til Tver- oyrar, og eisini hevur bátasmiðjan á Tveroyri úr at gera. Deksbátarnir = Knúka- berg, Vesturhavið Blíða, Vestnes, Suðurfarið, Brimnes og Grunnur róg- Sirius ger klárt til trolveiðu va út, og er nógv at fáa. Av teimum sterru bát- Nýggi bátahylurin á Tveroyri # .r R Bs …i… unum eru at nevna Blå- fossur, vid linu og Sirius, sum trolar. Hjå honum hevur gingist heilt væl i heyst. Teir høvdu nogvar trupulleikar i fyrstani, men nú sær út, sum teir hava vunnið á teimum. Suðringur Trolarin Suðringur,. var fyri fyrstu ferð á Tveroyri næst seinasta sunnudag. Mottøka var á bryggjuni, har Signar Dam, vara- borgarstjóri, helt reðu. Trolarin er ikki farin til fiskiskap enn, men verður tað helst fyrsta dagin. Hann fer tá eystureftir. Sagt verður av Tveroyri, at teir seta stórar vónir til nýggja trolaran, um talan er um ráfiskatilforing til flakavirkið. Síða 5 kring oyggjarnar Barnadansur Aftur í ár hava bernini í Havn hevi til at fáa leiðbeining í foroyskum dansi. Eins og í fjør verður dansað í Skansastovu við Bringsnagetu, og varð byrjað mána- kveldið. Dansað verður hvert mánakveld kl. 19. „Frost“ tekur aftur móti fiski Flakavirkið Frost í Lorvik tekur nú aftur móti fiski. Virkið hevur verið stongt í nakrar mánaðir, meðan ein um- og útbygging er farin fram. Triggir bátar avreid- du fimm ferðir í síðstu viku, Guliklettur til- samans 30.000 pund, Sigatindur 28.000 og Morid 26.000. Eystnes avreiddi tvær ferðir, tilsamans 12.000 pund. Mánadagin bar ikki so væl til hjá teimum, tí streymurin var harð- ur. Tveir av bátunum høvdu tá uml. 4.000 pund og hinir báðir 2.500 pund. Teir royna við línu. Virkið kann arbeiða væl meira av ráfiski enn tað í letuni fær, men triggir bátar, sum fiska til virkið, eru ikki í vinnu. Sjófarið er á Vestmanna skipasmið- ju, har tað fær nýggjan motor í settan og yms- ar umvælingar. Hetta arbeiðið verður vænt- andi liðugt einaferð í november. Fyri einum 14 dog- um síðani brotnaði mo- torurin í Vørdukletti, og sleppur hann neyv- an út aftur í hesum ár- inum. Línuskipið Hagaleit- ið liggur framvegis or- sakað av manningar- troti. Vitjan av professara Í vikuni fær Stoðisút- búgvingin vitjan av Per M. Boll, sum er professari við Odense Universitet. Hann er har leiðari av deildini fyri lívrunnari evna frødi og skal hava tim- ar við næmingunum á Stødisutbugvingini í hesi grein. Harumframt er ætl- anin, at hann skal hal- da ein almennan fyri- lestur um eitt evni, hann hevur arbeitt við í sínari gransking. Tað eru tey ymisku luktevnini, ið skordýr eins væl og súgdýr lata frá sær, og sum annað- hvert hava eina spont- ana ávirkan (lokka hitt kynið, boða frá vanda, vísa veg o.t.), ella sum virka fysiologiskt og broyta atburðin. Hesi evni, pheronom nevnd, virka soleiðis igjøgnum luftina, á nekurlunda sama hátt sum hormon virka i- gjøgnum blóðið. I fyrilestrinum verð- ur komið inn á spurn- ingin, um luktevnini eisini kunnu rína við menniskju, og at enda verður greitt frá einari kanning av pheromon- um hjá krúnhjertinum, ið teir eru í holt við á Odense Universitet. Tid og stað fyri al- menna fyrilestrinum verður lýst í útvarp- inum. Akraleiti er í løtuni á beding í Klaksvík og fær nýggjan motor ísettan. Roknað verður við at ar- beiðið fer at taka umleið ein mánað