mikudagur 19. oktober 1977síða 11
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 71 — 19. oktober 1977
sosialurin
Síða 11
Politisk spjøldur
Í einum lesarabrævi her-
fyri í onkrum blað varð
mint á, at Jóannes Pat-
ursson í síni tið varð rópt-
ur »nihilistur« av mót-
stødumonnum.
Vit kunnu saktans
flenna at tí í dag, tí sjálv-
andi er tað vitleyst at
kalla Jóannes Patursson
nihilist í tí týdningi, ið
vanliga verður lagdur í
hetta orðið, hann var alt
annað. Men tað var heldur
ikki tað, sum hevði áhuga,
um Jóannes Patursson
var nihilistur ella íkki.
Mótsteðumenn roknadu
við, at fólk av sær sjálv-
um, ómedvitandi, straks
tengdu hetta saman vid
terror, dráp, gudloysi.
Tað, sum hevði teirra á-
huga, var at fáa sumt av
ti, sum fólk imyndadu
sær, tá tey hoyrdu orðið
»nihilist«, heft upp í Jóan-
nes Patursson, og soleiðis
fáa hann gjerdan til ein
gudleysan samfelagsnið-
urbrótara.
Hetta er bert eitt dømi
av mongum um, hvussu
orð, ið eina ferð hava havt
ein ávísan meira ella minni
væl avmarkaðan týdning,
sum frálíður kunnu brúk-
ast ikki í síni upprunaligu
neyvu merking, men sum
spjaldur á so at siga øll-
um, sum onkursvegna
brýtur frá í samfelagnum.
Hetta er sjálvsagt ser-
liga galdandi innan fyri
politikk og propaganda.
Politisk orð hava umframt
ta neyvu, avmarkaðu
merkingina oftast eisini
eina fitta barlast av teim-
um ymisku kenslunum,
sum hjá ymiskum fólki
birtast av hesum orðum.
Sjálvt tá tvey fólk brúka
sama orðið og meina tað
sama, er munur á, hverjar
kenslur knýtast at hesum
orði. Ein fascistur og ein
kommunistur kunnu báðir
brúka orðið >fascisma( í ti
neyva týdninginum, men
tað er ein dekans munur á,
hverjar kenslur hetta orð-
ið vekur hjá teimum.
Vandin er ofta, at ov
nógvur dentur verður
lagdur á tann kensluborna
týdningin av orðunum, so
nógvur, at aðaltýndingur-
in kann hverva, so at eftir
eru orð, sum einki veruligt
innihalda hava ella, sum
er uppaftur verri, bara
hava ein kensluberandi
týdning. Til endans verð-
ur so ofta orðið mistikið
fyri veruleikan, sum ligg-
ur til grund fyri tí.
Okkara politiska mál-
brúk ýður við sovorðnum
orðum.
Eitt orð sum »demo-
krati« hevur ongan tydn-
ing yvirhøvur, uttan tú
veitst, hver tað er, sum
brúkar tað
Og hvat merkir orðið
»sjålvstyri« i grundini á
foroyskum"
»Liberalur« er helst hjá
nógvum feroyingum eitt
sera positivt orð, í hvussu
er eru nógvir, sum fegnir
vilja eita »liberalir«. Men í
Suðurafrika og nógva-
staðni í USA er tað næst-
an líka ljótt sum >komm-
unistur.«
Og vit vita frå søguni,
hvussu slik orå kunnu
brúkast um alt og einki.
Í Týsklandi undir naz-
istastýrinum kundi »jødi«
brúkast um nógv. Um
tann, sum tað varð brúkt
um, ikki altíð var jødi,
hevði minni at siga.
Í oyrunum á teimum
flestu verður »kosmopo-
littur« helst oftast upp-
fatað sum nakað rósandi.
Kortini vórðu fyrst í 1950-
unum nógv fólk í Sovjet-
samveldinum ikki bara
segd at vera, men legd
undir at vera >kosmopo-
littar«, og summi av teim-
um vórðu tikin av dogum
fyri tað.
Tann stersti vandin við
slíkum orðum er, at orðið
til endans verður sett í
staðin fyri
meting og hugsan. Tær
nýtist ikki hugsa sjálvur,
tá tú hevur sovorðin fitt
spjøldur, sum tú kanst
binda upp í ein og hvenn.
Á okkara leiðum tykist
»kommunistur« vera mest
brúkta spjaldrið. Um
tann, sum tað verður
brúkt um, er kommunist-
ur ella ikki, hevur líka
lítlan ahuga, sum tað
hevði at fáa at vita, um
Jóannes bóndi var nihil-
istur. Tað, sum um ræður,
er at fáa ávísar, meira Ó-
greiðar merkingar av hes-
um orði heftar upp í
summi fólk.
Og tá so orðið so við og
við hevur mist allan ve-
ruligan týdning, tá kann
»kommunistur« sleingjast
eftir einum og hverjum, tú
onkursvegna hevur fingið
pikk til — annaðhvert
hann so er kommunistur
ella ikki — eins og »jødi«
varð brúkt í Nazitýsk-
landi, »kosmopolittur« i
Sovjettsamveldinum und-
ir Stalin, »revisionistur«
av nógvum kommunistum
0.s.fr.
Hvørjar avleidingar
hetta kann hava, fingu vit
eitt dømi um, tå Mccart-
hyisman herjadi USA og i
mong år eitradi samfel-
agslivi3 og múlabant
nogvar av teimum bestu
amerikanarunum. Hon
fekk vinmann at geva
vinmann upp til yvirvald-
ið, fekk fólk at koma við
teimum ótrúligastu ákær-
unum o.s.fr. (um hetta
fær onkran at hugsa um
rættarmálini í Moskva í
1930-unum, er tað ikki so
logið, fyri ein part er tað
nakað av ti sama, sum býr
sjålvstøduga
undir)
Tann hysteriska øsing
in, sum i seinastuni er far
in um oyggjarnar sum elti
ódnarveður, hevur ikki
sert av hesum sama í sær.
Og hon hevur eisini
nakað annað í sær, sum
ofta eyðkennir slíkar
rørslur: tess meira tær
berjast móti einum veru-
ligum ella óveruligum
fígginda, tess meira taka
tær alt tað upp, sum er
andstyggiligt hjá figgind-
anum. Í bardaganum móti
figgindanum gerast tær
meira og meira líkar hes-
um sama figginda.
Vit sóu, hvussu Mc-
Carthyisman tók meira og
meira av stalinismuni til
sín, vit síggja, hvussu
okkara heimligu andsfel-
agar hjá McCarthy í síni
einoygdu fanatismu og
intoleransu gerast alt
meira líkir tí rerslu, teir
siga seg berjast ímóti.
Og vit hava dømir um
heil lond, sum eru merkt
av hesum fyribrigdi.
Tann vesturtýska lógin
um »Berufsverbot«, sum
ger, at fólk vid åvisum
politiskum áskoðanum
ikki kunnu fáa arbeiði,
minnir ikki heilt lítið um
viðurskiftini í Eysturtýsk-
landi, har ein og hver,
sum mutar ímóti, beinan
vegin verður arbeiðsleys-
ur, um ikki okkurt, sum
verri er.
Tað forvitnisliga í hes-
um viðfangi er, at fittur
partur av teimum, sum
nýliga eru víst úr Eystur-
týsklandi ella rýmd av fri-
um vilja, júst vóru komin
inn undir »Berufsverbot«,
um tey hevdu livað í Vest-
urtýsklandi. Atfinningar-
nar bæði móti ti eystur-
tyska og vesturtýska
stýrislagnum koma fyri
ein part frá sama slagi av
fólki, og í hvørgum landi
verður hetta tolt.
Í sínari ræðslu
kommunismu, fyri Eyst
urtýsklandi, er Vestur-
týskland meira og meira í
ferð við at taka eystur-
týskar siðir upp.
Og at doma eftir ti, sum
fyri
Sjúkrasystur
Suðuroyar Sjúkrahús,
3880 Tvør-
oyri, søkir sjúkrasystur til náttavakt
eina viku um mánaðin (56 tímar).
Umsókn verður at senda til fyri-
stødukvinnuna.
Suðuroyar Sjúkrahús
3880 Tvøroyri
Tollarastørv
Tvey-størv sum tollarar åvikavist i
Fuglafirdi og Saltangarå eru leys at
søkja. Størvini eru ikki tænastu-
mannastørv, men verða lønt sam-
svarandi 11. — 14. lønarrammu i tæn-
astumannalógini. Nærri upplýsingar
um størvini fáast frå Føroya Gjald-
stovu.
Umsóknir
við møguligum
viðmælum verða at senda Føroya
Landsstýri innan 1. november í ár.
Føroya Landsstýri
Tilboð
Arbeiðið við at koyra skålabørn
millum Hvítanes og Hoyvík er leyst
at søkja.
Skrivlig tilboð verða at senda
kommununi skjótast.
Allar
upplýsingar fáast við at
venda sær til kommunuskrivstov-
una, tlf. 12934.
Tórshavnar uttanbíggjar
kommuna
verður bjórað saman á
onkrum blaðstjórnum og
sett fram í summum les-
arabrøvum, kundi okkurt
bent á, at hesin vestur-
týski = hugsunarhátturin
heldur ikki er ókendur í
Feroyum.
Johnny Thomsen
nihilistur: serliga brúkt
um vidgongdar kollvelt
ingarmenn i Russlandi i
19. øld, sum ætladu at
fremja fullkomiliga oyði-
legging av verandi sam-
felagsskipan; ofta í leysari
merking um ein, ið av-
noktar virðið av øllum
verandi politiskum stovn-
um, avnoktar virðið av
allari religión, av ellum
morali.
kosmopolittur: heims-
borgari; ein, sum er so væl
kendur við mentan og
siðir um allan heim, at
hann hevur slept ellum
tjóðskaparligum fordóm-
um.
McCarthyisma: nevnt eft-
ir amerikanska senatori-
num Joseph Meccarthy
(1909—1957); tann poli-
tikkur, sum varð fordur í
1950-unum í USA, har
nógv fólk á sera veikum
grundarlag vórðu ákærd
fyri kommunismu ella fyri
at hava samhug við kom-
munismuna
Heimaskipara-
prógv
í Suðuroy
Um nóg nógvir tekna seg, verður
kvøldskeid til heimaskiparaprógv í
Vági í vetur.
Undirvísingin verður fyriskipað av
Suðuroyar HF skeiði í samstarvi við
Føroya sjómansskúla.
Tilmelding á tlf. 73202.
Suðuroyar HF skeið
Radarsimulator-
skeið
Á Føroya Sjómansskúla byrjar 5
daga skeið í nýtslu av radar til navi-
gering og fyribyrging av saman-
stoyti mánadagin 24. okt. 1977 kl.
15.00.
Í mesta lagi 8 kunnu taka lut í
hesum skeiði.
Áhugaðir eiga at siga frá sum
skjótast.
Føroya Sjómansskúli
Fotosatsur
Skjót avgreiðsla.