leygardagur 12. november 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2 sosialurin Nr. 78 — 12. november 1977
H i tlf. 14720 11820 giro 6282725
Sosialurin box 76. 3800 Tórshavn
Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmaður
Uppseting
Høgni Djurhuus
Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Heppin politikkur
TAD ER NU eitt år eftir til regluligt
løgtingsval skal vera, og sostatt
hevur sitandi landsstyri try år å
baki. Åsannast må, at hóast vaks-
andi trupulleikar á nógvum økjum,
so hevur politikkurin hjá landsstýr-
inum hepnast avbera væl.
FYRSTU tíðina eftir at landsstýrið
var skipað, legði andstødan rættu-
liga stóran dent á yvirtøkupolitikkin
hjá landsstýrinum. Sambandsflokk-
urin spåddi, at hesar yvirtøkur fóru
at kosta skattgjaldarunum í dýrum
dómum, men so er kortini ikki.
STØDAN ER nú heldur tann, at yvir-
tøkurnar samanlagt geva yvirskot,
soleiðis at hesar í roynd og veru ikki
kosta skattgjaldarunum eitt einasta
oyra. Tað, sum yvirtgkan av umsit-
ingini av almannamálum og yvir-
tøkan av skúlaumsitingini kosta,
gevur føroyska postverkið aftur í
rakstrarvinningi.
EITT ANNAÐ mål, sum andstødan
eisini legði rættuliga stóran dent á,
var keypið av Smyrli fyri skjótt trim-
um árum síðan. Men tiltakið við
hesum nýggja Smyrli hevur roynst
sera heppið. Í uttanlandssiglingini
hevur skipið givið ein rættuliga
stóran vinning. Her er eisini talan
um eitt nýtt arbeiðspláss, og somu-
leiðis hevur Smyril opnað nýggjar
møguleikar fyri útflutningi av fiska-
verum úr Føroyum.
EISINI HEVUR samráðingarpolitikk-
urin við onnur lond um fiskirættindi
staðið fyri skotum. Á hesum øki
kunnu vit eisini sláa fast, at hóast
munandi avmarkingar á øllum leið-
um, so hava vit føroyingar ongantíð
veitt so stórar nøgdir, sum júst í
hesum árum.
HETTA KANN einans vera teimum
áhaldandi samráðingunum og tí av-
bera góða samráðingakynstrinum
hjá sitandi landsstýri og løgmanni
fyri at takka. Hóast stórar og vaks-
andi trupulleikar á nógvum týðandi
økjum, so mugu vit kortini ásanna,
at politikkurin hjá sitandi landsstyri
hevur hepnast væl.
HJÁ Ti størsta andstøduflokkinum
er nå eitt mål eftir. Ein nakin skips-
skrokkur úr Svøriki.
SJÁLVANDI er vandi eisini fyri, at
politikkurin hjá hesum flokki fer at
roynast eins nakin sum tað hálv-
lidna skipið.
Talfalsan
í Dagblaðnum
Í blaðnum mikudagin var
grein av Ola Jacobsen,
fiskimannafelagsforman-
ni, har hesin í tølum
prógvar, at Dagblaðið við
skriving síni um útreiðsl-
urnar til almannamål hev-
ur gjørt seg skyldugt i
misbrúki og falsi.
Dagblaðið billar inn i
lesarar sínar, at útreiðsl-
urnar til avlamispensión
og aðrar almannaveitingar
hava verið í rættuliga
stórum vekstri. Burtur úr
skrivingini í Dagblaðnum
hava fólk fingið tað, at so-
sialhjálpin svarar til 43
prosent av útreiðslunum á
fíggjarlógini í ár, og at
hesar útreiðslur eftir bert
einum ári eru vaksnar úr
33 upp í 43 prosent.
Við tølum hevur Oli
Jacobsen víst á, at í 1960
—61 vóru almannaút-
reiðslurnar 23 prosent av
samlaðu almennu útreiðsl-
unum í Feroyum, og í
1975—76 vóru almanna-
útreiðslurnar 23,7 prosent
av samlaðu almennu út-
reiðslunum í Feroyum.
Talan er sostatt ikki um
vekstur. Taka vit eisini
tað við í myndina, at í
1975 —76 umfatar postur-
in almannamál á figgjar-
lógini eisini Húsaláns-
grunnin og kommunala
lánigrunnin, ið als ikki
vóru til í 1960—61, so er
talan um eina minking í
útreiðslunum til almanna-
veitingar.
Óli Jacobsen vísir eisini
á, at uppi í tí talinum,
sum Dagblaðið billar les-
arum sínum inn, verður
útgoldið sum almanna-
hjálp, eru í hesum fíggjar-
árinum 11,7 milliónir til
Húsalánsgrunnin, komm-
unala lánigrunnin og skúl-
an á Treðni. Eisini fara
aðrar upphæddir til
barnaheim, barnagarðar,
vøggustovur, dagrektir
av bernum, sjúkrakassar
0.s.fr.
Somuleiðis vísir Óli
Jacobsen á, at av samlaðu
útreiðslunum í 1975 —76
fóru 4,8 prosent til avlam-
ispensión móti 5,7 pro-
sentum í 1970 —71, og er
sostatt eisini talan um
eina minking her.
Eftir stendur nú tað, at
Dagblaðið hevur givið les-
arum sínum fullkomiliga-
skeivar upplýsingar, ella
rættari, blaðið hevur latið
vera við at geva lesarum
sínum teir nágreiniligu
við-
merkingar
upplýsingarnar
veruligu telini.
um tey
Vit fara ikki at meta
um, annaðhvort hetta er
gjørt við vilja ella av 6-
sketni, men vit halda tað
vera eitt minsta krav til
ein tingmann, at hann
hevur so mikid av vitan
um teir ymisku postarnar
á fíggjarlógini, at slíkt
ikki kann henda av ósket-
ni.
Samanumtikið eru tað
bert útreiðslurnar til fól-
kapensión, sum eru vaks-
andi, og kemst hetta
sjálvandi av tí, at alt fleiri
og fleiri gerast eldri. Í oðr-
um londum verður hetta
tikið sum eitt prógv um
vælferð. Í Føroyum kann
hetta takast sum eitt
prógv fyri, at javnaðar-
politikkurin síðan 1959
hevur virkað eftir ætlan.
dagbókin
Gudstænastur
Vesturkirkjan: Eivind
Vilhetm, altargongd;
Havnar Kirkja: Hogni
Poulsen; Skáli: Niels
Pauli Danielsen kl. 12;
Oyndarfjørdur: Niels
Pauli Danielsen kl. 19,
offurgudstænasta; El-
duvik: Torkil Beder,
altargongd; Sumba:
Martin R. Jacobsen kl.
12; Seldarfjarðar mis-
siónshús: Torkil Beder
kl. 12; Glyvrar: Torkil
Beder kl. 18, skrifta-
mál og altargongd v/
Jóhs. Follend; Hósvík:
P. Petersen; Sandvík:
J. Weihe kl. 12, altar-
gongd (talvan gongur
fyri Kirkjuligt missi-
ónsfelag); Famien: J.
Weihe kl. 19, altar-
gongd; Tveroyri: Elsa
Funding (talvan gong-
ur fyri kirkjuna).
Adventista-
samkoman
Bíbliuseminar á Ad-
ventistaskúlanum i
dag kl. 10—12 og sun-
nudagsskúli kl. 11.
KFUM og -K,
Klaksvík
Sunnudagsskúli kl. 14
og meti sunnukveldið
kl. 18 v/ Henry An-
dreasen. Ungdómsmeti
kl. 21 v/ sama um evn-
ið: Við Nansen norður í
isin (filmur).
Viðareiði
og Hvannasund
Sunnukveldið kl. 18
meti í missiónshúsi-
num á Viðareiði og kl.
21 í skúlanum í Hvan-
nasundi, bæði metini
v/ Martin Hammer,
trúboðara.
Missiónsvikan
í Kaldbak
Í kveld kl. 20 meti v/
Hera Tróndheim, lær-
ara. Viðrar syngur
Toftakórið á metinum.
Sunnukveldið kl. 19
meti v/ Jóhs. Bæk,
trúboðara.
Frelsunarherurin
Vági
Basarurin í dag og má-
nadagin byrjar við
tombola kl. 17.
Sunnukveldið kl. 20
talar Emma Jónsson á
almennum fundi.
Evangeliska
røddin
hoyrist hvert måna-
kveld kl. 9 frá Monte
Carlo (við síðuna av
Luxembourg) á mill-
umbylgju 205 metrum
(1466 kHz). Sendingin
varir eitt korter.
Orð krossins,
ið er kristilig sending á
íslendskum máli, hoyr-
ist hvenn leygarmorg-
un kl. 10. Sent verður á
stuttbylgju 31 metr-
um. Sendingin varir
eitt korter.
Umframt festu sendingarnar:
07.15: Veðurtíðindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Veðurtíðindi og tíðindi
07.35: Tónleikur
08.00: Veðurtíðindi og tíðindi
08.05: Lurtararnir og vit
spæla grammofon
09.00: Veðurtíðindi og tíðindi
09.05: Morgunlestur
2.00: Middagskonsert
2.20: Veðurtíðindi og tíðindi
2.32: Dogurðatónleikur
„50: Veðurtíðindi
.51: Tónleikur
30: Veðurtíðindi og tíðindi
oo N
Leygardagin 12.
13.00: Endursendingar
13.00: Burturi og heima
14.15: Barnaútvarpið
14.50: Brúkaratátturin
15.15: Hin nýggi Bor Bor
son. 17. partur
15.45: Friggjakveld kl. 20
Arbeiðs- og frítið-
arspurningar hjá
ungfólki.
Ovi Olsen og
Sonne Smith
18.30: Veðurtíðindi og tid-
indi
18.42: Nátturðatónleikur
19.00: V 4 dráttur
19.05: Nær var tað?
kapping
20.00: Fimtan tær bestu
20.45: Bombibitt og eg
2. partur av fram-
haldssegu eftir
Fritiof Nilsson
Piraten. Hans
Thomsen umsetir,
Benny Samuelsen
lesur
21.10: Kveldljóð
21.50: Hetta heilaga
evangeliið skrivar
Framhald á síðu 8
SJÓNLEIKARHÚSIÐ
sjónleikurin
HITABYLGJAN
eftir
Ted Willis
verður spældur:
Sunnudagin
13.11. kl. 18.00
LEIKHÚS BIO
Leygarkvoldið
Sunnukvøldid
12.11. kl. 19.00
og kl. 21.00
13.11. kl. 21.00
ÉT ||| meeen
Le eo |||