mikudagur 16. november 1977síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 79 — 16. november 1977
Seks
ferðsluóhapp
í Eysturoynni
Tilsamans seks ferðslu-
óhapp vóru í Eystur-
oynni um vikuskiftið. Í
trimum ferum fóru bil-
arnir heilt illa. Um
tvey-tidina månanått-
ina fór ein bilur oman
av vegnum í Seldafirði,
og bóltaði einar hálvt-
hundrað metrar oman í
bein. Seks fólk vóru í
bilinum, og tvey av
teimum fingu so álvar-
saman skaða, at tey
vórðu innløgd á Lands
sjúkrahúsið.
Friggjakvøldid varð
brotið inn í ein arbeiðs-
skúr á Glyvrum, har
seks floskur av víni
vórðu stolnar. Politiið
hevur enn ikki uppklár-
að hetta málið
Ein maður varð tikin
av politinum í Fugla-
firði leygarkveldið, fyri
at hava kastað við
gróti eftir einum bili.
Politiið hevði ferðslure-
gulering á staðnum, tá
hendingin fór fram, og
maðurin varð tikin.
Hann hevði kenning.
Friggjakvøldid tók
politiið í Runavík eisini
ein bilforara, sum verð-
ur lagdur undir at hava
koyrt við kenning.
Maðurin varð tikin
millum Skálabotn og
Skipanes
Miðalár
Ur Hósvík frættist, at
oll klippingarfjøllini
eru ikki gingin enn.
Skurdurin liggur um
midal. Fjalllombini eru
um 38—39 pund, men
annars liggja lombini
um 28 pund.
Veksa um
kirkjugardin
I Hvannasundi er kom-
munan farin undir at
veksa um kirkjugarðin.
Í fyrsta umfari verður
hann viðkaður suður-
eftir, men seinni er ætl-
anin at vidka omaneftir
eisini. Landið hevur nú
asfalterað vegin gjøgn-
um bygdina. Vegurin
varð vorðin ógvuliga
vánaligur og elvdi m.a.
til blaðskriving fyrr í
ár.
Fjellini eru gingin og
skarst verri í ár enn
vanliga plagar. Tað
hevur verið ov turt í
summar og hagarnir
venda móti vesturskin-
inum. Hinumegin
sundið, í Depli og
Norðdepli, var seyður-
in betri. Turkurin á-
virkaði eisini gras-
veksturin á bønum.
kring oyggjarnar
Útflutningurin
Í oktober mánað út-
flutti Føroya Fiska-
søla saltfisk og frystar
fiskavørur fyri 35,2
mill. kr. Try lond
keyptu saltfisk henda
månadin, Italia 882
tons, Frakland 766 og
Bretland 197 tons, til-
samans er hetta 1.845
tons fyri 17,5 mill. kr.
443 tons av flaki fóru
av landinum i oktober.
Fyri hetta fingust 5,8
mill. kr. Rækjuútflutn-
ingurin var 461 tons
fyri 8,8 mill. kr.
Av ødrum sløgum
kann nevnast fars, 149
tons fyri 693.000 kr.
Borðtennis-
kapping
Vikuskiftini 26.—27.
nov. og 3.—4. des.
skipar ltróttarfelagið
Fram fyri borðtennis
kappingum í fimleikar-
hellum kommunuskúl-
ans í Havn.
26. og 27. nov. verða
kappingar fyri piltar,
dreingir og unglingar.
Kappast verður í sing-
le, double og fyri lið. 6
leikarar úr hverjum fel-
ag kunnu luttaka í
hverji deild, tó bert eitt
lið í liðkappingini í
hvørji deild.
Aldursmarkini eru:
Piltar: foddir eftir 1.1.
-64. Dreingir: føddir
eftir 1.1. -62. Ungling-
ar: føddir eftir 1.1. -60.
3. og 4. desember
verdur ein kapping i
meistara- og meðal-
deildini. Yngri leikarar
hava eisini loyvi at lut-
taka í hesi kapping, tó
so at tað ikki eru fleiri
enn 6 luttakarar úr
hverjum felag og í
mesta lagi 2 lið í lið-
kappingini.
Kappingin fer fram
eftir cup-skipanini og
vinnararnir fáa steyp
til ognar.
Tilmelding til kapp-
ingarnar 26. —27. nov.
fer fram á tlf. 11676
mikudagin 30. nov. m
millum kl. 15.30 og 19.
Nevnda tíðin er í
báðum førum síðsta
freist fyri tilmelding.
Liljan komin
Skótablaðið Liljan er
útkomin. Millum inni-
haldið i blaðnum hesa-
ferð er ein frágreiðing
um eitt jardfrødisligt
kanningartiltak, sum
verður í Íslandi kom-
andi summar, og sum
einir 12 føroyskir skót-
ar fara at luttaka í.
gav yvirskot
— Strandferðslan keypir bil til trailaraflutningin
Upplýst verður á Strand-
ferðsluni, at farmaflutn-
ingurin við Smyrli í sum-
mar gav ein hampuligan
vinning. Mest varð flutt
millum Føroyar og Skot-
lands, uml. 1000 tons ur
Føroyum og 600 til Føroy-
ar. Ur Noregi flutti Smyril
uml. 700 tons av farmi til
Føroya, men lítið varð
flutt hiðani til Noregs.
Millum Ísland og Feroyar
var flutningurin eisini
heilt lítil, hetta stendst
av, at siglt verður á eyst-
urlandið.
Krevur útgerð
Strandferðslan leigaði
trailarar frá einum skotsk-
um felag í summar og ein
skotskur bilstjóri var
staddur her alt summarið.
Hetta var rættiliga kostn-
aðarsamt og hevur
Strandferðslan nú ætlanir
um at keypa ein forvogn
til at koyra trailararnar
um borð og í land. Tað
verður ein føroyingur,
2
Farmaflutningurin
Farmaflutningurin til Skotlands var í vekstri alt summarið og móti endanum vóru
upp til 8 trailarar við bæði niður og upp. Trailararnir eru 40 føtur langir og taka 56
kubikkmetrar, ella góð 20 tons
sum kemur at koyra
henda bilin, sum skal út-
gerast soleiðis, at hann
bæði kann taka skotsku
trailararnar og teir sokall-
aðu mafivognarnar, sum
koma úr Noregi.
Annars verður upplýst
at fyri at reka slíkan far-
maflutning, roll on—roll
of, krevst, at reiðaríið
hevur alla útgerð til at
taka trailarar í land og
koyra teir um borð.
Bert í Havn
Av tí at Smyril í Klaksvík
og á Suðuroynni bert kann
brúka síðuportrið, ber ikki
til at brúka trailararnar á
hesum plássum. Talan
hevur verið um at fáa
stytri trailarar enn teir,
sum vórðu brúktir í sum-
mar, og tá nýggja Ternan
kemur í sigling um Lor-
viksfjorð, fer soleiðis at
bera til at sleppa til Norð-
oyggjarnar við teimum.
Uppskotið óviðgjórt
— lokalpolitisk togan í landsstýrinum tarnar felagsbyggingini av vinnu-
skúlum við Marknagilsvegin, sigur Heðin Samuelsen, handilsskúlastjóri
Várið 1975 settu Feroya
handilsskúli, Tekniski
skúlin í Havn og Feroya
maskinskúli eina arbeiðs-
nevnd til at gera tilmæli
um felagsskúlabygging
úti við Marknagilsvegin.
Um ársskiftið seinasta
sendi = henda nevndin
landsstýrinum eitt upp-
skot og umsókn um við-
mæli. Heðin Samuelsen,
handilsskúlastjóri, sigur,
at hetta uppskotið liggur
óviðgjert hjá landsstýri-
num orsakað av lokalpol-
itiskari togan, um hver —
landspartur skal hava
rættin til hvenn skúla.
Tveir
handilsskúlar?
Heðin Samuelsen leggur
afturat, at meirilutin í
landsstýrinum hevur
mælt til, at tveir handils-
skúlar verða bygdir, ann-
ar í Kambsdali og hin í
Havn, hóast landsstýris-
maðurin í skúlamálum
bert vildi hava tann eina í
Kambsdali.
— Tað ljóðar væl við
tilsøgn um tveir dagskúl-
ar, men hvat sigur undir-
vísingarmálaráðið og
hvussu fáa vit loyvi til at
byggja, soleingi stoða ikki
er tikin til samskipan við
aðrar skúlaformar.
Skúlaheimini
Heðin Samuelsen nevnir í
hesum sambandi, at tvey
skúlaheim eru bygd, eitt í
Havn fyri tilsamans 15
mill. kr. og eitt í Klaksvík
fyri uml. 10 mill. kr. Sein-
astu hagtel siga, at nýt-
sluprosentið av hesum
heimunum liggur um 19
og rakstrarútreiðslurnar
eru omanfyri 200 kr. fyri
næmingin um dagin. Í
Danmark er nýtslan av
slíkum heimum yvir 70%
og hver næmingur kostar
minni enn 70 kr. um dag-
in.
— Hvussu nógv sethús
kundu vit ikki fingið fyri
henda pening?
Undantaksreglur
Føroya handilsskúli varð
stovnaður í 1936 sum ein
partur av kommunala
kveldskúlanum, men nek-
ur ár seinni kom hann
undir handilsmálaráðið
sum sjålvstødugur skúli.
Seinni er skúlin so fluttur
undir kenslumálaráðið.
Umframt í Havn hevur
Føroya handilsskúli deild-
ir í Klaksvík, Fuglafirði,
Servági, Tveroyri, Vági
og á Sandi og Oyrabakka.
Skúlin hevur eisini próv-
tøkusamstarv við ALV-
skúlan.
Í vetur eru 594 næm-
ingar í Handilsskúlanum
og lærararnir eru 50 í tali.
Heðin Samuelsen metur,
at skúlin tekur 20—25%
av teimum, sum hvert ár
útskrivast úr fólkaskúla-
num.
Feroya handilsskúli
eigur at fylgja somu lóg-
um og reglum sum aðrir
handilsskúlar í ríkinum,
men av ti at hann er
kveldskúli, má hann rek-
ast eftir nógvum undan-
taksreglum.
Frítíðar-
undirvísingin
Handilsmedhjálparaund-
irvísingin hevur tríggjar
linjur. Deildirnar í Havn,
Klaksvík og Fuglafirði
hava skrivstovulinju og
heilselulinju, men smá-
sølulinjan er bert í Havn.
Allar deildirnar hava fak-
royndir, men hægri fak-
royndir kunnu einans tak-
ast í Havn, Klaksvík og
Fuglafirði eins og merko-
nomskeiðið. Deildin í
Havn hevur eisini ein ban-
kaskúla.
Í heyst varð eisini farið
undir undirvising í før-
oyskum í Vági og á Tver-
oyri, tvs. á teimum pláss-
um, har føroyskt ikki er
við í frítíðarundirvísing-
ini.
Heðin Samuelsen sigur,
at hann er eitt sindur iv-
andi í sambandi við frítið-
arundirvísingina.
— Henda undirvising er
ógvuliga nyttug, ongin ivi
um tað, men eg haldi ikki
tað er rætt, at hon hevur
lærigreinar, sum Handils-
skúlin er betur førur fyri
at undirvísa í og náttúr-
liga hoyra til ein vinnu-
skúla, eitt nú maskin-
skriving og bókhald.
Og hver hevur annars
eftirlitið við innihaldinum
í frítíðarundirvísingini og
hver er hægsti myndug-
leiki í hesum førinum?
4
;