mikudagur 23. november 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Nr. 81 — 23. november 1977
sosialu sm telf. 14720. 11820. giro 6282725
rn box 76, 3800 Torshavn
Føroya Javnadarflokkur
Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411
Utgevari
Blaðstjóri
Blaðmenn: Høgni Djurhuus
Jogvan Jespersen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Bygdamenning
LEYGARDAGIN fóru vit undir eitt
nýtt evni í blaðsins panelteigi. Vit
hava nú valt evnið bygdamenning,
og í teimum komandi leygardags-
bløðunum fara ymiskir persónar at
siga sína hugsan um tann spurning-
in.
FYRSTA greinin í hesi greinarød
varð skrivað av landsstyrismanni-
num Finnboga Isaksen. Hann býtti
bygdirnar upp í tríggjar bólkar.
Hann nevndi fyrst bygdir, sum hava
møguleika fyri egnari sjóvinnu, síð-
ani bygdir, við møguleika fyri sjó-
vinnu frá grannabygdini, og at enda
bygdir, sum ikki hava møguleika
fyri sjóvinnu.
GREINSKRIVARIN mælti síðan til
eitt arbeiðsbýti millum bygdirnar,
og í hesum eru vit fullkomiliga
samdir. Ongin ivi er um, at við al-
mennari stýring og skilagóðari al-
mennari planlegging vildi tað eydn-
ast at framt eitt skilagott arbeiðs-
býti og harvið eisini ein skilagóðan
bygdarmenningarpolitikk.
ALLAR TÆR bygdir, sum liggja høg-
liga við sjógvin kunnu av fleiri or-
søkum ikki fáa eitt flakavirki ella
eitt fiskavirki. Ein orsøkin til hetta
er, at tað kemur at skorta bæði við
råvørugrundarlagnum og við ar-
beiðsorkuni. Tað vildi eisini verið
órationelt og harvið dýrt at bygt og
rikið alt ov nógv og smá fiskavirki.
MEN NÚ kundi talan í onkrum føri
verið um aðra og meira ótraditio-
nella sjóvinnu og her hugsa vit um
eitt tiltak sum fiskaaling. Í blaðnum
leygardagin bóru vit tey tíðindi, at
fiskaaling í hesum ári væntandi fer
at útflyta meir enn 100 tons av sílum
fyri eitt virði uppá meir enn tvær
milliónir krónur.
SITANDI landsstýrissamgonga hev-
ur sett sær fyri at fremja ein bygda-
menningarpolitikk. Í samgongu-
skjalinum hava vit eisini eina form-
ulering um alment initiativ. Fiskaali-
stødin verður rikin av ti almenna, og
haldast må, at úrslitið av hesum til-
taki hevur hepnast væl.
VID kanningum åtti tad almenna nå
at funnið fram til, hvar fleiri alistødir
kundu verið lagdar, og síðan at sett
hesar á stovn, og her eiga vit fyrst at
hugsa um tær bygdir, sum ikki hava
møguleika fyri traditionellari sjó-
vinnu.
EITT ER greitt: uttan alment initia-
tiv, ongin bygdarmenning.
Samstarv innan-
og uttanlands
Blødini høvdu nú um dag-
arnar frásegn frá einum
fundi, sum Norrena Fel-
agið hevði skipað fyri, og
sum bar heitið: Norður-
lendskt fiskivinnusam-
starv, dreymur ella veru-
leiki. Eitt sum fall í eyg-
uni í hesum frásegnum
var nakað av ti, sum for-
maðurin i M.U bar fram.
Hann fortaldi, at islends-
ka fyritøkan Coldwater,
sum keypir okkara flaka-
vørur i USA, hevdi i fjør
ein umsetning uppå 700
mill. kr., og so hevdi hann
roknad ut, at av hesum
åttu vit tær 400. Hetta
var nú ein rættuliga stór
ur roknifeilur, ti rætta
talið er nú um 100
Men so helt sami for-
maður eisini, at tað var
lítið hopi í at samstarva
við onnur, tá vit høvdu so
lítið samstarv innanlanda.
Men her vilja vit mæla
formanninum til at stinga
hondina í egnan barm.
Skal hann rokna vid nøkr-
um sum helst samstarvi,
so er fyritreytin, at hann
letur vera við at stinga
sínar samarbeiðsmenn í
bakið, og at hann letur
vera við at leggja seg út í
innanhýsisviðurskifti hjá
eðrum felogum. Vit eru
enn nekur sum minnast,
tá hann tollaksmessudag í
fjør legði formannin í fis
kimannafelagnum undir
mandatsvik ímóti hansara
limum. Hetta var gjort
fyri at skaða hann í sam
band við tað val, sum
beint tá fór fram, og at tað
var lygn og heilaspuni
fekst ikki prógv fyri fyrr-
enn fleiri mánaðar seinni,
tá hesin formaður varð
demdur fyri injuriur!!!
Annars kom rættuliga
fram á fundinum, at tað
var so sum so við megu-
leikunum fyri einum norð-
urlendskum samarbeiði á
fiskivinnugkinum. Norð-
urlondini eru jú sera ym-
isk hesum viðvíkjandi. Vit
og Ísland hava jú bert
fiskivinnu til álit, meðan
fiskivinnan hevur lítlan og
ongan týdning fyri lond
sum Sveríki og Finnland.
Afturat hesum sita danir
og norðmenn ikki alt ov
væl um sátt í fiskivinnu-
málum. Teir hava gjogn-
um fleiri ár skuldsett
hvønn annan fyri at hava
beint fyri sildini í Norð-
sjónum, og beint nú sigg-
ja vit, at norðmenn hava
við-
merkingar
nærum bannað danskari
veiðu eftir idnadarfiski í
teirra parti av Norðsjó-
num, og hetta verður av
dønum roknað sum ein
»hevnd« fyri at norðmenn
ikki sleppa at fiska fleiri
rækjur undir Grenlandi!!
So heilt einfalt og upplagt
við norðurlanda samvinnu
á fiskivinnuøkinum er tað
ikki
Men vit sjálvir skuldu
tó havt sera góðar fyri-
treytir fyri samstarv. Vit
hava góða samvinnu við
íslendingar, norðmenn og
danir, og hetta kann væl
gerast enn betri. Afturat
hesum mega vit gera mei
ra fyri at koma í samband
við grønlendingar, og at
fáa eina betri og gagnliga
samvinnu við teir. Vit og
grønlendingar eru hóast
alt meira enn nakar annar
í sama báti.
dagbókin
Missiónshúsið
við Landavegin
Møti í kveld kl. 20.
Vårgledi
Fundur i KFUK i dag kl.
16.
Adventista-
samkoman
Alment møti i Arbeids-
mannafelagshúsinum i
kvøld kl. 19.30, har Finn
Myklebust, ungmanna-
prestur úr Noregi, talar
um evnið: Pláss nådigåv-
unnar í samkomuni.
Frelsunarherurin
Tórshavn
Ungdómsfundur í kveld
kl. 20.30, Heimaforbundið
i annadkvøld kl. 20.
Evangeliihúsið
Evangeliskt meti í kveld
og annaðkveld kl. 20,
Torkel Terkelsen og Per
Olsen úr Noregi tala og
syngja.
Sion, Vági
Evangeliskt meti í kveld
kl. 20.
Oyndarfjørdur
Missionsvikan byrjar i
kvøld kl. 20.
Skåla
håsmødrafelag
Fundur i kvøld kl. 20 i
Losjuni, kaffiborå og
pakkaveitsla
Fødingardagur
Ole Hans Pauli Hansen,
Svinoy, verður 65 år i dag
Lærarasetan
Skúlastjórnin hevur boðað
frá, at Pauli Mortan
Mortensen er settur sum
lærari við Eysturskúlan
frá 1. august 1976 at
rokna.
Barnabókasavnið
Í dag kl. 16 vitjar Bárður
Jákupsson tey 5—10 ára
gomlu.
AAA —
em
Få <<"
| N
Umframt festu sendingarnar:
07.15: Veðurtíðindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Veðurtíðindi og tíðindi
07.35: Tónleikur
08.00: Veðurtíðindi og tíðindi
08.05: Lurtararnir og vit
spæla grammofon
09.00: Veðurtíðindi og tíðindi
09.05: Morgunlestur
12.00: Middagskonsert
2.20: Veðurtíðindi og tíðindi
12.32: Degurðatónleikur
12.50: Veðurtíðindi
12.51: Tónleikur
18.30: Veðurtíðindi og tíðindi
Mikudagin 23.
08.05: Enskt 5.
9. sending
13.00: Kveðuljómar til
sjófólkið
18.42: Barnaútvarpið
19.15: Kvæði og dansur
Herluf Berthelsen
greiðir frá Runsi
valsstriðnum
seinni partur
Nólsoyingar og
Velbastaðmenn
kvøda Runsivals-
stridid
20.00: Vedurtidindi og tid-
indi
20.10: Grammofongestur
å Bryggjubakka
Pauli Hansen
Fyrsta sending
20.40: Enskt 5
9. sending
21.00: Vedurtidindi
Hósdagin 24.
18.42: Nátturðatónleikur
19.00: Hin nyggi Bør
Børsson. 22. partur
av framhalds-
søguni eftir Johan
Falkberget. Marius
Johannesen um-
setir og lesur
19.30: Poppur
20.00: Almennar
veitingar. Fólka-
pensión. Kristian
na Jespersen
20.20: Oratoriid »Israel in
Egypt» eftir Georg
Fr. Håndel
Janus Mohr.
21.20: Vedurtidindi og
tidindi
Friggjadagin 25.
18.42: Nåtturdatonleikur
19.00: Burturi og heima
19.30: Crown Imperial
Tónleikasending
sum Sonne Smith
leggur til rættis
20.00: Friggjakvøld kl. 20
21.00: Veðurtíðindi og tid-
indi
Fotoframsýning
í Smiðjuni í Lítluvík
Fríggjadagin
Leygardagin
Sunnudagin
Mánadagin
25. nov. 17—21
26. nov. 14—21
27. nov. 14—21
28. nov. 17—21
Bitte Nisbeth og
Ove Jensen
Fotosatsur
Skjót avgreiðsla.
Sosialurin
tlf. 11820 og 14720
É
£
;
þ
i
EEN