Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-11-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 1977síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Myndin sýnir seinastu telefonluftlinjuna sum er í nýtslu. Henda er millum Sand og eystanbygd- irnar á Sandoynni. Um tríggjar vikur, tá Skálavík fær automattelefon, verður eingin luftlinja eftir í nýtslu. 1400 tons av svartkalva á goymslur Fiskaselan hevur nu 1300—1400 tons a svartkalvaflaki ligg} andi á goymslu í Hirts Is og Århus og tað gongst illa at sleppa av við tað Orsekin er, at útboð ið er so stórt, m.a. ti týskarar heilt óvæntað veiddu 4.500 tons í juli Annars hava eisini fer oyingar, norðmenn, ís lendingar og grønlend- ingar fiskað meiri kalva í ár enn árini frammanundan. Birgir Danielsen, stjóri í Fis- kasøluni, upplýsir, at eftirspurningurin var stórur fyrr í ár, tvs áðrenn týskarar fisk- aðu tey 4.500 tonsini í juli. Hann sigur, at tað verður neyvan fyrr enn langt inni í 1978, at alt tað føroyska svartkal- vaflakið verður selt. Og tað eru útlit fyri at prisurin lækkar. kring oyggjarnar Svartkalvaflakið verður goymt leyst fryst Hvítanes komin heim Rækjutrolarin Hvíta nes kom heim undan Grønlandi månakvøld- ið. Hann hevur 185 tons av kókaðum rækj um inni Hvítanes fór yvir tann 21. mars og tað hevur gingist væl hjá teimum, teir hava veitt 1650 tons í ár. I fjør fingu teir tilsamans 1130 tons, men tå var Hvítanes longri tíð heima. Tað er enn óvist, nær Hvítanes fer aftur til Grenlands, men tað verður einaferð í janu- verður í fyrsta lagi einaferð í januar. 18 mans eru við Hvitanesi og skipari er Dånjal Pauli Danielsen. sosialurin Førovingar sleppa at gera fiskiroyndir í Barentshavinum Rammusáttmáli um sínámillum fiskiveiðurættindi mill- um Feroyar og Russland undirskrivaður sunnudagin Vit eru stoltir av at hava fingið hesa avtaluna í lag, tí tað er ikki sum at siga tað at gera ein sátt- mála millum tvey lond, sum eru so ólík búskapar- liga Hetta segði Atli Dam, løgmadur, m.a. seinna- partin sunnudagin, tá hann og russiski fiski- vinnumálaráðharrin, Al- exander A. Ishkov, og Leif Groth, ríkisumboðs- maður, høvdu undirskriv- að såttmålan um sinåmill- um fiskiveidurættindi. Sáttmálin er úrslitið av samráðingum, sum byrj- aðu fyrr í ár. Rammusåttmåli Talan er um eina rammu- avtalu, sum er galdandi í 10 ár og um hon tá, tvs. í 1988 ikki verður uppsegd av oðrum ella báðum pørt- um verður hon galdandi 6 ár aftrat. Avtalan er ein karmur um fiskiveiðuna hjá russum á føroysku landleiðini og føroysku veiðuna í Barentshavi- num. Sambært avtaluni sleppa føroyingar í 1978 at veiða 8.000 tons av fiski við toskaskræðu og 2.000 tons av flatfiski í Barents- havinum umframt 25.000 -30.000 tons av lodnu. Afturfyri sleppa russar við 12 skipum at veiða 50.000—60.000 tons av svartkjafti í feroyskum sjógvi. Sáttmálin heimilar eisini 5 russiskum skipum at gera royndarfiskiskap uttanfyri 700 metra dýpd- arlinjuna, og feroyingar sleppa at gera royndir í Barentshavinum við 5 skipum. Hetta kann fáa tydning, ti tað varð upp- í Nr. 83 — 30. november 1977 PE * Atli Dam, Alexander A. Íshkov og Leif Groth undirskriva avtaluna, sum sambært Ishkov „ikki bert snýr seg um fisk, men eisini um sål og hjarta fólksins<. lýst á tíðindafundinum aftaná undirskrivingina, at rækja fæst í Barents havinum. Framtíðar- samvinna Upplýst varð á tíðinda- fundinum, at stórur dent- ur verður lagdur á, at bæði londini skulu fylgja teimum alheimsreglum um fiskiveiðu, sum eru galdandi. Báðir partar skuldbinda seg til at varð- veita fiskastovnarnar, og úrslitini av royndarfiski- skapinum skulu leggjast fyri myndugleikarnar í báðum londum. Atli Dam vísti á, at hetta, at sáttmálin er fyri 10 ár, prógvar, at partar- nir síggja eina framtíð í samvinnuni. Fiskað ov lítið í ár Spurdur, hvussu nógvan svartkjaft russar hava fiskað undir Føroyum i ár, segði Ishkov, at teir hov- du fiskað ov lítið, ella minni enn ætlað. Henda vinnan er enn ikki so framkomin í Russlandi, har svartkjaftur verður brúktur til mannafødi. M.a. eru tei ut farnir undir framleiðslu av svartkjaftaflaki. Í 1976 veiddu russar 6.500 tons av svartkjafti undir Før- oyum. Um viðurskiftini mill- um Russland og EEC, segði Ishkov, at ein nýggjur fiskiveiðusáttmá- li verður gjørdur millum partarnar. — Tað ber ikki til at hava ósemju millum lond- ini í longdini. Sunnumorgunin legði Alexander Íshkov ein krans við minnisvarðan í Viðalundini Polarfrost millum bestu flakavirki í heiminum Alexander Ishkov var í Føroyum í 1964 og segði hann, at síðani tá eru hend stór framstig her. Hann var hugtikin av teimum foroysku flaka- og fiska- virkjunum og serliga nevndi hann Polarfrost i Vági sum eitt tað mest framkomna í heiminum. Øll arbeiðsgongdin er væl fyriskipað, soleiðis at onki av råevninum fer til spill- is. Polarfrost er, segði hann, eitt fyridomi fyri onnur. — Eg haldi, at lívið her i Feroyum gongur fram- eftir, allastaðni verður bygt og fólk tykjast at vera glað. Í sambandi við, at tað varð nevnt, at tað er eitt bragd at gera eina avtalu millum tvey so ólík lond, segði Ishkov, at Russland ongantíð roknar við stór- um og smáum londum. — ØIll lond standa okk- um nær og vit vilja hava vinarlag við øll lond. Fyrrverandi løgmadur tykkara, Hákun Djur- huus, orðaði hetta so snildisliga, tá eg var her seinast. Hann segði: tykkara land er ógvuliga stórt, tit hava nógv landa- eki. Men vit eru eisini eitt stórt land, tí vit hava eitt stórt hav uttanum okk- um.