mikudagur 30. november 1977síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 83 — 30. november 1977
sosialurin
Síða 7
itrottur
Muturgøla innan
føroyskan fotbolt???
Hetta kom fram å årsfundinum hjå fotboltsdeildini,
ið varð hildin i Havn seinasta vikuskiftið
Tað vóru 18 feløg um-
boðaði á fótbóltsdeildar-
ársfundinum, ið varð hild-
in leygardagin. Tað var
komin ein hópur av broyt-
ingaruppskotum til reglur
ISF's og vóru fleiri av
teimum samtykt
8 lið!
Ein av stórbroytingunum
var, at til kappingarárið
1979 skulu 1. og 2. deild
okjast til 8 lið. Hetta var
uppskot, ið var sett fram
av Skála, men uppskot
teirra hevði tó annað orða-
ljóð, enn tað, ið varð við-
tikið
Eitt lið skal flyta í
fyrstu deild hverja ferð,
meðan tað skulu flyta
tvey lið niður frá aðru til
triðju deild
Gul kort
Deildin legði
fram um, at broyta lógina
um tey gulu kortini soleið-
is, at um tú fekk 2 gul
kort, so fekst. tú ein dag
leikbann, fyrr skuldi tú
hava 3 gul kort, áðrenn tú
fekk leikbann.
Deildin upplýsti eisini,
at komandi ár kom vænt-
andi eitt uppskot um, at
t.d. spælari, sum fær eitt
gult kort í síðsta dysti í
árinum, byrjar næsta árið
við einum gulum korti.
uppskot
Deildin misti ikki
atkvødurættin
HB legdi fram uppskot
um, at fótbóltsdeildin
misti atkvoðurættin, til
nevndarvalið. Hetta var
lagt fram, ti sum nú er,
hava nevndarlimirnir eina
atkvødu hvør, t.v.s. 5,
medan hvørt felag bert
hevur eina. Hetta uppskot
fall.
Hvar eru pengarnir
farnir
Jógvan Sundstein segði,
at hann hevði ofta undrað
seg yvir, at brævbjálvar
við einum 100 kr. seðili í,
komu til dómsnevndina
hverja ferð ein klaga kom.
Hetta var ikki neyðugt, ti
felogini áttu bert at gjalda
um klaga varð um dómar-
an, ikki tá klagað varð um
vellin ella spælararnar.
Vallir verða
møguliga
kolldømdir
Deildin hevur eitt vallar-
hevur verid
eftirlit, sum
runt um i Føroyum og
kannad, hvussu vallirnir
siggja ut. Tad er Sverri
Trónd Hansen, ið hevur
staðið fyri hesum kann-
ingum. Sum heild kann
sigast um vallirnar, at teir
eru góðir, men mangla
viðlíkahald. Í álitinum
mælti hann til, at vallirnir
á Tveroyri, Fuglafirði og
Klaksvík verða kolldomd-
ir, um ikki okkurt muna-
gott verður gjørt við teir.
Her varð eisini upplýst,
at nevndin skuldi hava ein
fund við feløgini í vár,
áðrenn kappingin byrjaði
fyri at tosa um vallirnar.
Dýrir dómarar
Tosað varð nógv um dóm-
araspurningin. Hetta er
ein spurningur, ið møgu-
liga verður arbeitt nógv
við í deildini. Sum vit
hava sagt frá fyrr, so hava
sviar lovað okkum allan
tann stuðul, teir eru ferir
fyri at veita okkum, og
hetta ætlar deildin at gera
nýtslu av í vetur.
Fleiri dømi vóru, har
menn vistu um felog, ið
hevdu goldið 1500 kr. fyri
ein dómara, og tað sum er
verri, felag hevur goldið
2500 kr. fyri ein dómara.
Hetta mál verður nú
kannað, tí tað stendur
greitt í lógini hjá ISF,
hvat dómarin skal hava
fyri at døma dystin og
hvørjar aðrar útreiðslur
hjá dómaranum felagið
skal gjalda.
Muturgøla???
Beint áðrenn fundurin
varð slitin, segði Johnny
Nyby, (AB), at teir høvdu
fingid eina uppringing frå
B36, ið spurdi, um teir
ikki vildu trekkja eitt lið
úr kappingini fyri at B36
skuldi hava ein møguleika
at gerast vinnari. B36
vildi átaka sær at gjalda
allar útreiðslur av hesum,
og harafturat gjalda AB
300 kr.
Hugin (B36) segði seg
ikki kenna nakað til hetta,
men segði hann, at B36
hevði spurt AB, um teir
fóru at trekkja seg úr
kappingini, tí teir hevdu
oyðilagt hana við at meta
við 9 monnum móti HB.
HB vann hendan dystin
við 25—0, og fekk tí 2
ferðir 25—0 afturat fyri
dystir har mótsteðuliðið
ikki møtti upp. Hetta
hevði gjørt tað, at B36
hevði spurt AB, um teir
fóru at trekkja seg, men
so at siga, at teir høvdu
boðið teimum pening, tað
kendi hann einki til, men
tað skuldi kannast.
Umboðsmaðurin fyri
AB reisti seg upp og segði
navnið á manninum, ið
heyði ringt hann upp.
(Hesin er ikki í nevndini
hjá B36).
Lesið annars meiri um
ársfundin í blaðnum leyg-
ardagin.
Fótbóltsdeildin og fundarstjórin. Frá vinstru Jógvan Eliassen, Ole Christensen,
Christian Olsen, Liggjas Joensen fundarstjóri og Marcus Køtlum
Sidsta vikuskiftid skipadi Fram fyri
fyrstu borðtenniskappingini í vetur
Itróttarfelagið Fram úr
Havn skipaði um viku-
skiftið fyri stórari borð-
tenniskapping í pilta-,
dreingja- og unglinga-
deildini. Fram hevur tey
seinastu árini skipað fyri
einari jólakapping, sum
altíð hevur verið væl til-
rættislogd, og so var eis-
ini hesaferð.
Piltadeildin
Í piltadeildini vann H71
felagskappingina, single-
og doublekappingina. Av
hesum sæst, at tað ber til
hjá teimum smærru bygd-
unum at gera seg gald-
andi. Enn hava vit heldur
ikki gloymt nólsoyingar,
teir vórðu ikki tiknir, tá
teir luttóku. Felagskapp-
ingina vann H71 5—4 á
Fram.
Single kappingin varð
vunnin av Jógvan Ellef-
sen. Hann vann á Eyðuni
Luid úr Fram við 19—21,
21—15 og 21 —10.
Hondbóltsúrslit um vikuskiftið ,0ovvnsn yu
Gentur
VB—Royn 9—5
Pinkugentur
TB — Neistin B 4—2
Smágentur
VB—TB 5—0
Royn— Neistin A —1
Dreingir
Kyndil—SIF 21—1
SÍ — Neistin A 12—19
SIF—KIF 7—12
2. deild menn
VIF—NeistinA 24—18
J. deild menn
Neistin— SIF 34—19
Tad er tiverri ikki eydn-
ast okkum at gera støduna
upp innan teir ymsu bólk-
arnar.
huus (H71) á Gunnar
Djurhuus og Martin Jo-
ensen eisini úr (H71) við
21—6 og 21—6.
Dreingir
I deilngjadeildini vóru tað
Fram og TBF, ið mettust
í finaluni. TBF vann 5—1.
Í single var tað aftur
H71, ið fór avstað við
sigrinum. Jógvan Ellefsen
á Birgir Karlsen (Fram)
við 21—18 og 21—12.
Í doublekappingini
vunnu Fríði Jensen &
Bárður Enni (TBF) á Jens
Chr. Carlsen & Tummas
Ola Mortensen (Fram) við
21—13 og 21—17.
Unglingar
Her mettust TBF og H71
í felagskappingini. TBF
vann 5—3. TBF vann eis-
ini singlekappingina, hon
var vunnin av Rólanti
Sørensen. Hann vann 21
— 13 og 21—13.á Jens
Chr. Carlsen ur Fram.
Eisini doublekappingina
vann TBF, Rólant Sør-
ensen og Dåvur Jacobsen
vunnu å Håkuni Djurhuus
og Andrasi Róin úr H71
við 16—21, 21—16 og
21—13.