Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. desember 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 84 — 3. desember 1977 H * telf. 14720. 11820. giro 6282725 sosialurin box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf Høgni Djurhuus Jogvan Jespersen 56411 Bladmenn Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting FÅ rå FÅ = Frálíkt úrslit RUSSISKI fiskimálaráðharrin, Alex- ander Ishkov hevur verið á vitjan í Føroyum, og seinasta sunnudag varð ein russiskur-føroyskur fiski- vinnusáttmáli undirskrivaður. HØVUDSINNIHALDID í såttmåla- num er tað, at føroyingar í komandi ári sleppa at veiða 8.000 tons av toski og 2.000 tons av flatfiski í russ- iska partinum av Barentshavinum, og at russar við 12 skipum sleppa at veiða 50 til 60.000 tons av svartkjafti i føroyskum sjógvi. SÁTTMÁLIN loyvir eisini 12 før- oyskum skipum at veiða 25 til 30.000 tons av lodnu í Barentshavinum. | p Såttmålin, sum er ein rammusått- máli, ið fevnir yvir 10 år, og sum, um hann ikki til ta tíð verður uppsagdur av ødrum partinum, fær gildi í fimm ár afturat, umfatar eisini samarbeiði innan royndarfiskiskap. ONGIN IVI er um, at toskurin, flat- fiskurin og lodnan, sum vit sam- bært hendan sáttmála fáa loyvi at veiða í russiskum sjógvi, má hava stóran áhuga hjá føroyingum. Her er júst talan um fiskasløg, ið vit hava kunnleika til, og um veiðu- hættir, sum vit eru útgjørdir við. SPURNINGURIN er, um vit við teimum 50 til 60.000 tonsunum av svartkjafti, hava goldið ov dýrt fyri tonsini í Barentshavinum. Men tað meta vit ikki. Hjá okkum er svart- kjafturin ónyttufiskur, meðan tosk- urin og flatfiskurin eru virðismikil fiskasløg, sum geva lutfalsliga nógv meir í peningi. EISINI ER at hava í huga, at vit í løt- uni ikki eru so væl fyri, at vit sjálvir kunnu veiða tær heilt stóru nøgd- irnar av svartkjafti. Her verður neyðugt við umfatandi og nágreini- ligum royndarfiskiskapi fyrst. Í løt- uni hava vit heldur ikki møguleika fyri at virka svartkjaftin til matna. SAMANUMTIKID må haldast, at úr- slitid av fiskiveidusamrådingunum millum Russland og Føroyar, er frå- likt. EFTIR samráðingarnar segði løg- maður, at talan var um ein sáttmála við perspektivi í. Hesum kunnu vit av fullum huga taka undir við. + I seinna helmingi av 15. øld vard tad vanligt at halda ad- vent sum eina fyrireiking til jólini, eins og føstan varð hild- in sum fyrireiking til påskir- nar. Tær ymsu årstidirnar i kirk- juárinum vóru í gomlum døg- um vístar við skiftandi litum á altarforhangi og messuakuli. Hin hvíti liturin var jóla- og påskaliturin, hin greni liturin varð nýttur í trettinda- og trinitatistíðini, á hvítusunnu / varð tað hin reyði liturin, men í adventstíðini varð hin violetti liturin nýttur, sum vísir, hvat álvarsemi liggur í tí at angra. Adventstíðin bar angur. Prædikutekstirnir í ad- ventstíðini eru angurstekstir. Tað eru tekstir, ið tosa um hin stóra angursprædikumannin Jóhannis Doypara. Tað eru tekstir, ið tosa um at vera til reiðar og at hava olju á lamp- uni. Álvarsemi í adventstíðini skal hjálpa okkum til at kenna N synd okkara og okkara trongd til frelsu. Og á tann hátt fyri- reika okkum til við hjartanum merki av NR Lg f S at taka ímóti jólanna glediliga boðskapi um komu frelsarans í heimin. Síðani annan heimsbardaga er tað vorðin vanligur siður í mongum heimum her á landi at hava ein adventskrans við fýra ljósum, har eitt verður tendrað hvønn av teimum fýra sunnu- døgunum undan jólum. I] mongum heimum er advents- kransurin vorðin eitt ómiss- andi lið í jólafyrireikingunum. Henda sið hava vit fingið úr Týsklandi um Danmark. Lon- gu í 1890 var hesin siður kend- ur í Suðurjútlandi; men hann kom ikki rættiliga fyri seg í øllum Danmark beinanvegin, tí hann var týskur. Amtmans- konan, Ingeborg Refslund- Thomsen, greiðir frá í sínum endurminningum, at vinkonur hennara høvdu adventskransar í heimum teirra, men í heimi hennara, hjá tí danska tals- manninum, H. P. Hansen, máttu tey ikki hava nakran, tí hesin siður minti ov nógu um tað ráðandi fólkið. Drotningin Aleksandrina, sum var frá Meklenburg- Schwerin, tendraði hin fyrsta adventskransin á Amalienborg í 1918. Men tað var serliga undir tí týsku hersetingini, at advents kransurin kom meiri í nýtslu í Danmark. Tá ið vit nú hanga advents- kransin upp við teimum fýra ljósunum, og fyrsta sunnudag í advent tendra tað fyrsta ljósið, er tað ein góður siður, at húsfólkið kemur saman rundan um kransin og saman syngur adventssálmar okkara. Tey fýra ljósini á advents- kransinum siga í veruleikanum ikki nakað um teir fýra ad- ventssunnudagarnar. Fyratal- jólagleðiboðskapinum og ikki ið er eitt avgamalt bilæti upp á menniskjalívið: Tey fýra ljós- ini ímynda tey fýra aldursstig- ini: Barndóm, ungdóm, mann- dóm og aldurdóm. Ljósini brenna niður. Barndémur, ungdómur, manndómur og aldurdómur fáa ein enda og hvat so? . Ljósini eru sett á ein grønan krans. Kransurin er uttan enda og er eitt bílæti upp á ævin- leikan, sum er uttan byrjan og N uttan enda. Er liv okkara rót- fest í trúnni á Jesus Kristus, tá eiga vit hitt æviga lívið. Tað eru mong, ið ikki skilja hesa djúpu ímynd, sum hin grøni kransurin hevur. Tað er / tað sama, ið metir okkum, tá ið vit heingja hin grøna krans- in upp á einum nýbygdum húsum. Tey gomlu, ið byrjaðu henda sið, vildu á henda hátt siga: >Vit byggja her í tíðini, men gloyma ikki tað æviga lívið. « Á Og tá ið vit leggja hin grøna kransin á grøvina, so vilja vit harvið siga, at vit trúgva ti, sum kransurin ímyndar, tað æviga lívið heima hjá Gudi. Advent merkir koma. Jesus kemur til okkara í orði sínum og í sakramentunum. Og hann vil einaferð koma í dýrd fyri at halda dóm, og fyri at heinta síni heim til ta ævigu dýrd. Adventstíðin vil áminnav okkum um at halda jól við gleði og tokk fyri jólanna dýrd- arríka boðskapi: >Tykkum er í , þh. dag ein frelsari føddur. « Lat so adventskransin et // na okkum um at taka ímóti halda jól uttan jólanna harra, Jesus Kristus. Umsett úr donskum hevur* Guttorm Zachariasen 77 dagbókin Gudstænastur Havnar kirkja: Hans J. altargongd; Høgni Kirkjubøur: Poulsen kl. 14; Kaldbak: Hans J. Joensen Vestmanna: P. Axel 12; Hósvík: Tórgarð kl. 19; Glyvrar: Jóhs. Follend kl. 12, kl. 14 verður gudstæn- asta fyri foreldur og bern, har Chr. Hej talar og bar- nakór v/ Símuni Nónklett Niels altar- gongd; Fuglafjørdur: Tor- barna- Joensen, Vesturkirkjan: Poulsen; Høgni kl. 17; Petersen; Saksun: Tórgarð kl. Axel Selatrad: Danielsen, syngur; Pauli kil Beder kl. 12, gudstænasta kl. 15 (Fug lafjarðar sangkór luttekur og talvan gongur til frama fyri nýggja kirkju); Norð- skáli: Peter M. Rasmus- sen kl. 12; Eiði: Peter M. Rasmussen kl. 20; Klaks- vík: J. Magnussen; Hvan- nasund: S. J. Joensen, altargongd; Svínoy: Ei- vind Vilhelm, altargongd; Kirkja: Henning Bøges- vang kl. 12, altargongd; Hattarvik: Henning Bøg- esvang kl. 18, altargongd: Sandur: Bergur Jacobsen kl. 12, altargongd; Dalur: Bergur Jacobsen kl. 19.30; Hvalba: Elsa Funding, altargongd; Fa- mien: Johan Weihe kl. 12, altargongd; Vágur: Mart- in R. Jacobsen. Jólakonsert Kirkjukórið Ljómur undir leiðslu av Nielsi Nolsøe hevur jólakonsert í Hovs kirkju sunnukveldið kl. 19.30, Johan Weihe præd- ikar. Famien Missionsvikan heldur fram i kveld og annað- kvøld kl. 20. Jéhs. Bæk og aðrir tala. Evangeliska røddin hoyrist hvort månakvøld kl. 9 frá Monte Carlo (við síðuna av Luxembourg) á millumbylgju 205 metrum (1466 kHz). Sendingin varar eitt korter. Orð krossins, ið er kristilig sending á ís- lendskum máli, hoyrist hvønn leygarmorgun kl. | KFUM og -K, 10. Sent verdur å stutt- | , i c 3 SØN . Í Klaksvík bylgju 31 metrum. Send | . | ingin varar eitt korter. | Limafundur i kvøld kl. 20. | unnudagsskúli kl. 14, Strendur } meti v/ Martin Hammer, trúboðara, kl. 18 og ung- dómsmeti v/ Jóannes Jo- hannesen kl. 21 um spurn ingin fríur abortur (frítt orðaskifti). J endar motið Johannesen Ungdomsmøti í kveld kl. 21 í Missiónshúsinum v/ Jóhs. Alvheygg, blákross skrivara. Filmurin »Café Paradis< verður vistur. Innsavning til frama fyri Blákross