Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-07, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 1977síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 85 Mikudagin 7. desember 1977 50. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Varðin útkomin Tíðarritið Varðin 3. og 4. hefti av bindi 44 er útkomið. Hetta er aðru ferð í ár, Varðin kemur út og samstundis aðru ferð við teimum nýggju rit- stjórunum, Gunnari Hoydal og Steinbjørn B. Jacobsen. Hesaferð skrivar Olavur Michelsen um Martin Joensen, hin sannfera rithevundin. Alexandur Kristiansen hevur fýra yrkingar og eina stuttsegu, Heðin Brú heldur fram við endurminningum sin- um og skrivar hesaferð um m.a. fyrra heims- bardagan og hvussu hann ávirkaði lívið í Skálavík. Ein annar sandoyingur, Ólavur Clementsen, greiðir frá Hanusi í Koytu og son- unum og Erlendur Pat- ursson skrivar um norðurlendska sam- vinnu og smátjóðirnar (hetta er fyrilesturin, hann hevur hildið í ís- lendska og feroyska útvarpinum). Yrkingar eru eftir Martin Næs, Carl J. Jensen, Rolf Jacobsen (norskur), Magnus Dam Jacobsen og Victor Jara (chi- lenskur, myrdur av fasistastýrinum í sep- tember 1973). Eftir er so at nevna tvær stutt- segur, onnur eftir Jens Paula Heinesen hin eft- ir Franz Kafka, og Skilnadarkvødu Ho Chi Mihns, forseta i Norð- ur-Vietnam. Aftast í heftinum verða triggj- ar bøkur ummældar, Fiskivinna og fiski- vinnumál (Erlendur Patursson), Ørindi (Martin Gøtuskeggi) og Skitsur — byurin og stórbýurin (Magnus Dam Jacobsen). Per- mumyndin er tann sa- ma sum seinast, men nú er hon reyð. Suður- streymoyar Javnaðarfelag Suðurstreymoyar Javnaðarfelag boðar frá, at tað verður ongin fundur á Hotel Feroy- um hóskveldið. 5. kv * tk ” BAR ÓVENNNNUNDUU Í starvinum sum dómari er tað bæði ein fyrimunur og ikki fyri meg at vera føroyingur, sigur nýggi dómarin Jógvan H. Andreassen í samrødu við SOSIALIN Fiskiveidusam- rådingar við EF, Island og Noreg Í løtuni er ein norsk sendinevnd í Føroyum, og í morgin fer ein føroysk sendinevnd til Bruxelles Seinnapartin i gjår kom ein norsk sendinevnd til Føroya at samrådast vid landsstýrið um sínamill- um fiskiveiðurættindi hjá norðmonnum og føroying- um. Tann galdandi fiski- veiðusáttmálin við norð- menn fer úr gildi á nýggj- árinum, og endamålid við hesum samráðingunum er at finna fram til, hvussu stóra nøgd føroyingar og noråmenn skulu veida hjå hverjum ødrum í 1978. Fyrsti samrådingar- fundurin var i Tinganesi seinnapartin i gjår, og tad verða aftur samrådingar í dag. Norska sendinevndin fer avstað aftur í morgin Leiðari í norsku sendi nevndini sum telur fimm mans, er Knut Vartal, fiskivinnustjóri. Lesið á síðu 3 Bruxelles og Reykjavík Í morgin fer eisini ein før- oysk sendinevnd til Brux- elles at samráðast við EF um fiskiveiðurættindini í 1978. Ur Bruxelles fer sendinevndin beinleiðis til Reykjavíkar, har hon skal hava samráðingar við is- lendsku stjórnina um Sáttmálin um bygging av nýggju Ternuni undirskrivaður Try tilboð eru komin inn til byggingina av skipi til skúvoyarsiglingina Fyrrapartin í gjár varð sáttmálin millum lands- stýrið og Tórshavnar Skipasmiðju um bygging av nýggjum skipi til sigl- ingina millum Klaksvík og Lorvík, undirskrivadur i Tinganesi. Nýggja Ternan skal taka 300 ferðafólk, og upp til 35 bilar. Ferðin verður 12 mil, og kostnaðurin verður 14,5 milliónir krón- ur. Eftir sáttmálanum skal skipið verða liðugt 1. november í 1979. Finnbogi Isaksen, landsstýrismaður, sigur, at ætlanin er ikki at selja gomlu Ternuna, ti tað fæst neyvan nakað fyri hana. Ætlanin er at hon skal kunna avloysa nýgg- fiskiveiðurættindini Í 1978 Við í føroysku sendi nevndini, sum væntandi verður aftur í Feroyum týsdagin, verða Atli Dam, løgmadur, Petur Reinert, landsstýrismaður, Einar Kallsberg, skrivstovu- stjóri, umframt fiskifrød- ingar og meguliga eisini onnur starvsfólk í lands- stýrinum ja skipið í siglingini um Lorvíksfjorð, og loyvi kann eisini fáast til at hon kann sigla um Vestman- nasund og um summarið millum Havnina og Skála- fjørdin. Skúvoyarbáturin liðugur í summar Landsstýrið hevur eisini boðið út byggingina av einum skipi, sum skal rekja siglingina til Skúv- oyar. Hesin báturin skal taka 23 ferðafólk, og sigla 9 til 10 mil. Eftir ætlan skal hann vera liðugur í summ- ar. Trý tilboð eru uppá byggingina av hes- um skipinum. Poul Eli Bærentsen á Tveroyri hevur boðið 1.190.000 kr., Simun Edvin Rasmussen á Strondum 1.227.615 kr og ein norsk skipasmiðja hevur boðið 1.249.000 kr Landsstýrið hevur ikki tikið stødu til tilboðini enn, men hevur álagt Strandferðsluni at kanna tilboðini, og í letuni eru samráðingar við Poul Eli Bærentsen á Tveroyri. | NÝTT — NÝTT Hentasta tólið í húsi- Radio, ur og sam- komin $ | 15 54 num. vekjari — alt stundis BERT 350 KR. LAMPUBÚÐIN v/ Hjalgrím Davidsen R. C. Effersøesgøta Telefon 14477