Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 1977síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FNSU-ráðstevnan: Alheimsvápnagoymslan í dag kann týna jørdina 45 ferðir — Herdubbingin í dag er tað størsta oyðslusemið av peningi, vit nakrantíð hava sæð. Onki mark er fyri, hvussu nógv nýggj vápn hervaldið krevur. Í dag eru so nógv krigsvápn á goymslu, at tað ber til at týna alt livandi á jorðini, ikki bert eina ferð, men 45 ferðir ' Bert ein litil procent- partur av heildaraalheims- herfiggjarætlanini — vildi skapt munandi betur kor fyri milliónir av menniskj- um í teimum tilafturs- komnu londunum. Soleiðis tók 63 ára gamla Inga Torsson, ið er svenskur ríkisskrivari og orðferari á avvápnaðar- samráðingunum í Geneve til orða á FNSU (Forbun- det Nordens sosialdemo- kratiske ungdom) -ráð- stevnuni i Kjøvik i Nor- egi. Eisini hópur av menniskjum verða brúkt til onga nyttu. Uml. 60 mill. verða í dag lent yvir hernaðarligar peningajátt- anir og helmingurin av heimsins visindamonnum og teknikarum arbeiða við hernaðarligum ætlanum. Vit hava fingið eina reð av semjum, men í veru- leikanum bert eina semju um avvápnað — nevniliga semjuna um bakterologisk vápn. Nú seta vit ávísar vónir til sertingsetuna í ST næsta ár um avvápn- að. Persónliga trúgvi eg, at samráðingarnar verða á hægsta stigi og at bæði Jimmy Carter, Leonid Breshnev, Valery Giscard d'Estaing og Helmut Sch- midt verða hjástaddir. Arbeiðið í fyrireikandi ST- nevndini hevur gingist væl og eg haldi, at ST- sertingið um avvápnað hevur fingið eitt gott byrj- anarstødi, segði Inga Torsson. FNSU-stevnan varð hildin i døgunum 2.—4. desember og hevuðsevnið var politiskur linni og av- vápnaður landanna mill- um. FNSU-ráðstevnan end- aði við eini fundarsam- tykt. Her verður m.a. sagt, at tær hernaðarligu samgongurnar eru mein- bogar fyri varandi heims- friði og norðurlendskt samarbeiði uttan hernað- arligar samgongur eigur at vera ein fyrimynd um frið. Víðari verður sagt, at FNSU heitir á Norðanlond um at samarbeiða á ST- serráðstevnuni um av- vápnað, so at sáttmáli verður gjørdur um at steðga framhaldandi spjaðing og nýtslu av kjarnorku og kemiskari herútgerð. Johan Nielsen ferðaleiðari Føroyski fólkatingsmaðurin Johan Niel- sen, sum í summar var ferðaleiðari hjá einum donskum ferðalagi á eini ferð í Føroyum, skal aftur komandi summar visa donskum ferðafólki runt í Føroyum. Í fjór var tað Kristelig Dagblad sum skip- aði fyri ferðini til Føroyar, men næsta summar skal Johan Nielsen vera ferða- leiðari i Føroyum fyri ferðamannafelagið Irma-pas. Borðtenniskapping Tveroyrar borðtennisfelag skipar fyri jólakapping í borðtennis á Tveroyri 17. og 18. desember í meðal- og meistaradeildini. Byrjað verður tann 17 kappingina. Kl. 15 spælir meðal- deildin double- og single- kappingina, soleiðis, at teir, sum koma í kvartfin- alurnar, leika aftaná við í kl. 10 við liðkapping í single- og doublekapping- meðaldeildini og aftaná ini í meistaradeildini. spælir meistaradeildin lið- = Sunnudagin verða teir av- gerandi dystirnir leiktir. Tilmeldast kunnu bert tvey meðaldeildarlið og tvey meistaradeildarlið úr hverjum felag. Tilmelding á tlf. 71197, leygardagin 10. desember millum kl. 12 og 13. Borðtenniskapping fyri piltar, dreingir og ung- lingar verður beint eftir jól Tekningar eftir Lasse Vili Ø ELP Ð 5 7 KÍ ? 27 VÁ MF á Á ÁM tø IT; / Edt HDR. P Á Á 7 +, > ; Á VÍ 7 Á Ey 4 VD Aj. Lið på på Pt #2 ra 4 or ÆLGØK 5022 HOV og verður boðað nærri frá henni í blød unum. Eystan ella landsynn- ingur megi 5 til 6. Skýggjað, okkurt ælið og gott sýni. Hitin millum 5 og 7 stig. Nú vóni eg bara, at báðir sjálvstýrismenn- inir hava sæð fundar- boðini í >Amtstidende for Færøerne. « * Flogferðslumálaráð- harrin hevur sett sum treyt fyri føroyskari luttøku í flogferðsluni, at Svøriki verður koyrt ur SAS. Burturstødd håtidardagin hvi ikki i ISANSGARDI? GN 3811 SANDUR Nam OPIÐ ALT ARIÐ BLAÐTALVIÐ Fyns Kunst Forlag hevur givið út fýra tekningar við motivum úr Føroyum eftir Lasse Sørensen, sum er búsitandi í Servági og mest er kendur fyri fuglamyndir sínar. Tær fýra tekningarnar eru steinprentaðar (litograferaðar) og kosta 140 kr. Tær kunna ikki keypast hver sær. Myndin omanfyri er av Leitisvatni. PL Hvitur Svartur Andrias Ziska Luitjen Apol 16. ør Ró d8x d1