mikudagur 14. desember 1977síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 87 — 14. desember 1977
Summar
og vetur
Henda myndin er tikin
í Australiu, har nú er
summar, meðan vit
nakað longur moti
norðuri stríðast við
veturin. Myndin er av
einari ungari damu,
sum er farin út til
strondina at spæla í
sandinum í kveldarsól-
ini.
Borgarstjóri
seldi bygdina
Laurel Summers, sum
tey seinastu 33 árini
hevur verið borgar-
stjóri og ánari av tí
lítlu bygdini Hurtsville
í statinum lowa í USA,
hevur nú selt bygdina
fyri 3,5 miljónir kr.
Tann 70 ára gamli
Summers segði orsek-
ina til seluna vera, at
hann nú er vorðin
troyttur av at stýra
bygdini. Tað eru 6
selumenn, sum hava
keypt bygdina. Bygdin
er ikki stór. 23 íbúðar-
hús, ein matstova, ein
stórur handil og borg-
arstjóraíbúðin í ráð-
húsinum.
Ein melón
og onnur
Hin kendi rithevund-
urin Mark Twain kom
einaferð, hann helt fy-
rilestur, inn á evnið
ærligheit. Her greiddi
hann soleiðis frá eini
hending, honum hevði
verið fyri.
— Tá eg var lítil
drongur, kom eg eina-
ferð fram á ein hesta-
vogn, sum var fullur av
vatnmelónum. Og mær
dámar ógvuliga væl
melónir, so eg fór yvir
til vognin og tók mær
eina melón. Síðani fór
eg inn í eitt skot og
setti tenninar í melón-
ina. Men í somu letu
varnaðist eg, at eg
hevði gjørt okkurt gal-
ið. Eg skundaði mær
yvir aftur til vognin og
legði melónina aftur.
Síðan tók eg eina, sum
var búgvin.
Olkassabátur
Can-tiki er navnið á
einum ølkassabåti,
sum herfyri varð sj6-
settur i Darvin i Au-
straliu. Tað fóru 15000
ølkassar til at byggja
båtin.
Pinochet givid ST
skeiva frågreiding
— spurningurin um 34 horvnar chilenarar framvegis óloystur
Í juni mánað i år pliktadi
Pinochet generalur, nú-
verandi stjórnarleiðari i
Chile, seg at geva ST-
aðalskrivaranum Kurt
Waldheim upplýsingar
um 34 horvnar chilenarar.
Beinleiðis orsekin til
hetta lyfti frá Pinochet
var eitt hungursverkfall,
sum 26 kvinnur og 2 menn
— øll skyldfólk hjá teim-
um horvnu — skipaðu fyri
í døgunum frå 14. til 24.
juni í ár. Pinochet lovaði
tá at fáa til vega upplýs-
ingar um 34 horvin áðrenn
90 dagar vóru lidnir.
Henda tíðarfrestin er nú
farin og hevur Pinochet
generalur sent eina tólv
síður langa frágreiðing til
Kurt Waldheim. Tíverri er
frágreiðingin púra einki-
sigandi at kalla — gevur
ongar nýggjar upplýsing-
ar um tey horvnu. Tvert-
urímóti verður tað av frá-
greiðingini greitt, at hesi
34 horvnu eru í stórum
vanda — meguliga eru tey
longu myrd.
Í frágreiðingini stendur:
„teir persónar, sum eru
fráboðaðir at vera horvnir,
eru ikki í lotuni handtiknir
av nakrari trygdartæn-
astu innan landsins
mark.
Eisini verður í frágreið-
ingini sagt, at fleiri av
hesum 34 horvnu eru farin
úr Chile til onnur lond.
Hetta hevur Solidaritets-
stovnurin hjá chilensku
Kirkjuni kannað — í fleiri
forum saman við sendi-
stovum hjá tí landi, sum
tey horvnu skuldu vera
farin til. Tað hevur púrt
einki hald verið í hesum
påstandi Pinochets —
tverturímóti hevur tað
víst seg at fleiri frágreið-
ingar hava verið falsaðar
av starvsmonnum, sum
eru í tænastu hermanna-
stýrisins.
Tey avvarðandi
um frágreiðing
Pinochets
Tá tey avvarðandi sóu
svar Pinochets, var sent
út eitt tíðindabræv. Hetta
tíðindabrævið var m.a.
sent chilenska uttanríkis-
ráðnum, saman við kopi
av einum brævi, sum var
skrivað, tá hungursverk-
fallið byrjaði.
I tidindabrævinum
stendur:
>l. Avvarðandi teirra
handtiknu og horvnu al-
mannakunngera hervið, at
23. september 1977 hand-
aði chilenska stjórnin svar
sítt til Kurt Waldheim,
sambært lyfti, sum var
ein fylgja av hungurs-
verkfallinum.
2. 30. september 1977
kl. 16 var fundur millum
ST-aðalskrivaran Kurt
Waldheim og chilenska
uttanríkisráðharran Patr-
icio Carvajal. Á fundinum
greiddi Kurt Waldheim
Tríggjar
chilenskar kvinnur
á ST-aðalfundinum
Um mánaðarskiftið sep-
tember-oktober fóru kon-
urnar hjá trimum av teim
horvnu til Geneve og
greiddu har ST-manna-
rættindastovninum frá
teirri sváru stødu, sum
menninir vóru í. Hetta
Vit vita, at neyðin er
stór í Chile — serliga hjá
teimum, har forsyrgjarin
er horvin. Chilenevndin
hevur tí sent kr. 1000 til
Solidaritetsstovnin hjá
Chilensku Kirkjuni at lata
til familjur teirra horvnu
ella at nýta eftir bestu
sannføring. Hóast 1000
kr. eru nógv meira verdar
í Chile enn her, er tað ikki
N
Í meira enn tvey ár hevur hon leitað eftir manni sínum. Hann er ein av teimum 2500
chilenarunum, sum eru horvnir síðani fasistastýrið hjá Pinochet tók ræðið í 1973
frá, at hann, aftaná at
hava lisið svarið frá Pino-
chet, helt seg vera noydd-
an sjálvur at kanna málið
nærri.
3. »Svarid« er í tveim-
um: Fyrri partur inniheld-
ur nakrar avbronglaðar
frásagnir frá skyldfólkum
teirra horvnu til kriminal-
politi og trygdarpoliti
(DINA).
Í seinri helvt vera nøvn-
ini hjá teimum 34 reksað
upp og sagt verður frá
gongdini í onkrari rættar-
sak við vanligu dóm-stól-
ar.
4. Vit kunnu sum
skyldfólk teirra horvnu
ikki góðtaka slíkt svar,
sum avmarkar seg til at
endurtaka upplýsingar vit
sjálv eru komin við og
sum harafturat eru alment
kendar. Tað sigur púrt
einki um, hvat er vorðið
av okkara kæru aftaná at
tey eru handtikin av
trygdarpoliti landsins.
Ti krevja vit, sum vit
eisini søgdu, tá vit
byrjaðu hungursverkfall-
ið, at tað einaferð med ella
verður greitt upplýst,
hvat er vorðið av øllum
teim horvnu.«
vóru tær tríggja Ana
Gonzales, Ulda Ortiz og
Gabriele de Lorca. Síðan
eru tær farnar til New
York, har tær komu sum
persónlig umboð á ST-
aðalfundin. Eisini var ætl-
anin at hava fund við Ro-
salyn Carter, áðrenn tær
fóru aftur til Chile.
Chilenevndin
sent 1000 kr.
til avvarðandi
teirra horvnu
Seinasta árið hevur Chile-
nevndin í Føroyum serliga
arbeitt við at fáa til vega
upplýsingar um sjey av
teimum 2500 horvnu.
Hetta er gjørt eftir åheit-
an frá Chile Democratico.
Tað hevur tíverri ikki
eydnast serliga væl, hóast
nógv brøv eru skrivað til
ymiskar myndugleikar
bæði í Chile, Danmørk og
ST. Tað einasta konkreta
vit hava fingið at vita, er
at tey sjey framvegis eru
horvin og er tað Solidari-
tetsstovnurin hjá chilens-
ku Kirkjuni, sum sigur
hetta.
nóg mikið. Vit vóna at
fleiri hava hug at stuðla
tiltakinum og kunnu tey
senda pening til Chile-
nevndina, Torgaråstrød 7,
3800 Tórshavn, giro nr.
8179913. Peningurin
verður tá óskerdur sendur
til tey neyðsteddu i Chile.
Tey sjey, sum Chile-
nevndin serliga hevur ar-
beitt fyri eru:
1. Eugenio Eugenio Ba-
silio, 44 ár, horvin 16. juni
1976.
2. Pardo Pedemonte
Sergio Raul, horvin 16.
juni 1976.
3. Abello Oscar Eduar-
do, horvin 24. juni 1976.
4. Vargas Leiva Manu-
el, horvin 7. august 1976.
5. Guarantegua Quinte-
ros Orlando, horvin 26.
juni 1976.
6. Raul Guillermo Cor-
nejo Campos, horvin 16.
juni 1976.
7. Castillo Ascencio
Pedro Segundo, horvin 3.
juni 1976.
Try av hesum eru eisini
å listunum hjå Amnesty
International og øll eru
vid i yvirlitinum frå ST-
mannarættindastovni-
num: