Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-12-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. desember 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I Nr. 89 — 21. desember 1977 sosialurin egningarmaskinu LinuskipiO Jógvan á Gorðunum hjá J. Dahl á Gørdunum í Vági hevur fingið eina egningarma- skinu isettad. Maskinan er keypt úr Noreg. Teir royndu hana í síðstu viku eystanfyri Nólsoynna. og hon riggaði sum hon skuldi. Við á túrinum var ein maður frá norsku verksmiðjuni Jógvan á Gerðunum fór nýggjan ísfiskatúr undir Foroyum sunnudagin. Reidariid roknar við, at egningarmaskinan og i- setingin tilsamans fer at kosta millum 5 og 600.000 krónur. Men hon sparir nógv fólk. Maskinan klár- ar at egna tað sama sum 15 mans egna. Vanliga plaga teir at vera 16 ella 17 mans við bátinum, men nú rokna teir við at klára seg við 11 ella 12 mans. Umframt Jógvan á Gerðunum er Vaðhorn einasta foroyska línuskip- ið, sum hevur egningar- maskinu umborð. Petur á Gørdunum eisini út aftur Bæði Jógvan á Gerðunum og Petur á Gerðunum hava ligið síðan í summar, ti fólk hevur ikki fingist til bátarnar. Jógvan á Gerðunum hevur ligið síðan í juli mánað, tå hann gjørdi botnkanningar fyri Jarð- frødissavnid. Petur á Gørdunum, sum hevur ligið síðan í august mán- að, fer eisini út aftur nú. Hann verður klárur at fara til fiskiskap í hesi vikuni. Nærdemokrati í kommunupolitikki — Býráðsformaðurin í Runavík verið á skeiði í Noregi um hetta Í dogunum 7.—9. novem- ber hevði Norrøna felagið i Noregi eitt skeið um »nærdemokrati« á Sund- vollen Hotell í Ringariki. 70 fólk, kommunalpoli- tikkarar og onnur, sum starvast i kommunalari umsiting, luttoku å skeid- inum. Hetta vóru fólk úr øllum Nordurlondunum og ur Føroyum var Dia P. Johannesen, byrådsfor- maður i Runavík. Færri kommunur Orsøkin til, at nevnda evni, »nærdemokrati«, varð vidgjørt á einum skeiði, er tann struktur- broyting, sum hesi sein- astu árini eru hend í kommunuviðurskiftum. Tann mest umfatandi broytingin er í Svøriki. Í 1952 vóru 2500 kommunur í Svøriki, men hetta árið varð sett í verk ein saman- legging, soleiðis at talið minkaði niður í 1000 Seinast í 60'unum og fyrst í 70'unum varð aftur ein samanlegging, so nú er talið komið heilt niður á 277 kommunur. Í Danmerk er talið á kommunum tey seinastu árini minkað úr 1063 í 275. Eisini í Noregi og Finn- landi eru hendar broyting- ar, sum bera á sama borðið, men har hevur verið farið Vvarisligari fram. Lítið samband við fólkið Hetta, at fólkatalið í kom- mununum er fleirfaldað eftir stutta tíð, hevur ført við sær, at politikkararnir kenna seg at hava mist sambandið við fólkið og tað er júst hetta samband, sum »nærdemokratiid« skal fåa i rættlag aftur A skeidinum i Noregi vórðu fleiri fyrilestrar hildnir um »nærdemo- krati.« Luttakararnir á skeiðinum vóru samdir um, at kommunustýrini eiga at gera borgararnar kunnigar við ætlanir, sum koma at hava ávirkan á umhvervið í viðkomandi kommunu. Tað vóru kort- ini ymiskar meiningar um, hvussu hetta best kundi gerast. Fleiri kommunur hava brúkt nógvan pening til upplýsing og tíðindatæn- astu, men tær flestu halda seg hava fingið ov lítið fyri peningin — áhugi borgaranna fyri kommun- ala arbeiðinum er lítið vaksin. Ein loysn, ið er megu- lig, er at minka kommun- urnar aftur, men ti tok ongin undir vid. Nevndir vid stórum arbeidsøki Eitt annað evni, sum varð vidgjørt á skeiðinum í Noregi, var tær kommun- alu nevndirnar. Kin spurningur, hesum við- evni vikjandi, sum serliga varð vidgjørdur, var um kommunurnar eiga at miða ímóti at hava fáar nevndir við vittfevnandi arbeidsøki ella fleiri nevndir vid neyvt av- markadum arbeidsøki. Hetta varð fyrst umrøtt i trimum fyrilestrum og sidani byttu luttakararnir seg í bólkar, sum so við- gjørdu spurningin aftur. Allir bólkarnir vóru samdir um, at rættast er at hava fáar nevndir við vittfevnandi — arbeidsøki. Grundgevingin fyri hesum sjónarmiði var i høvuds- heitum tann, at ein slik nevnd fór at hava betri innlit í kommunala arbeið- ið sum heild og harafturat varð eisini mett, at arbeið- ið hjá nevndini á henda hátt kom at vera meira heildarjavnvegað, skrivar Dia P. Johannesen í ein- um tidindabrævi um skeiðið. Hann sigur, at hóast skeiðið var stutt, var tað sera áhugavert og lærurikt. Parkerings- viðurskiftini í Runavík í rættlag Eftir at vegurin gjøgn- um Runavik er gjørdur av nyggjum, og gongu- breytir eru gjerdar báðumegin vegin, hava parkeringstrupulleikar verið í stødum, har vegurin er smalast. Men hesi viðurskift- ini koma væntandi skjótt í rættlag. Poli- tiið og kommunan í Runavík hava gjørt eina skipan fyri, hvus- su parkeringsviður- skiftini skulu vera frá Høgaboli og inn til Sjómansheimið, og skiltini til hesa av- merking eru biløgd. Bíðað verður nú bert eftir at tey neyðugu skiltini skulu koma. Tingið saman aftur 16. januar Løgtingid, sum kom saman týsdagin i sidstu viku, for til hus aftur friggjadagin. Aðrenn tingið fór heim, boðaði løgtingsformad- urin frá, at næsti ting- fundurin verður mána- dagin 16. januar. Tá verður orðaskifti um Olavsøkurøduna hjå løgmanni. Aðrenn tingid fór heim, samtykti tað teir fiskiveiðusáttmálar, sum landsstýrið hevur gjørt við Noreg, Sov- jetsamveldið og Is- land. Meðan tingið hevur verið saman, hevur tað havt fyrstu viðgerð av uppskotinum til eyka- figgjarlog fyri 1976-77. Hetta målid er beint i figgjarnevndina. Ting- ið hevur eisini havt fyrstu viðgerð av teim- um báðum uppskotu- num hjá Sambands- flokkinum um agn- studning og prísstudn- ing til manningarnar á feskfiskaskipum. Demmus Hentze, landsstýrismaður i figgjarmålum hevur eisini lagt figgjarløg- tingslógina fyri 1978- 79 fram. Síða 5 »Færøsk fuglefangst« útkomin Bókin hjá Arna Nerre- vang um fuglaveiði í Feroyum >Færesk fug- lefangst« er útkomin á donskum. Tað er for- lagið Rhodos, sum gevur út, og bókin er 280 síður. Í blaðnum Aktuelt verður sagt um bókina, at hon er vet usædvanligt smukt værk, fuld af dejlige billeder.« Bókin er dýr, hon kostar 278 kr! Tad hevur ljóðað, at hon skuldi koma ut samtid- is å donskum og før- oyskum, men nu er hon so komin å donskum. Bakkafrost Sildavirkið Bakkafrost á Glyvrum tók mána- dagin móti slekum 8.000 kassum av sild. Havernin avreiddi 4.000 kassar, og Polar- is hevði eisini slakar 4.000 kassar. Tveir eykatúrar Hesar dagarnar er hvert pláss við danska rutuflogfarinum til Føroya selt og aftaná nýggjar eru fimm túrar longu útseldir. Tveir eykatúrar eru fyri jól, annar var sunnudagin og hin er í dag. Hesar dagar verð- ur annars ikki flogið millum Føroyar og Danmerk um veturin. Aftaná hátíðina verður ein eykatúrur, hann verður mikudagin 4. januar. Flogferini hjá Flog- felagnum hava eisini havt nógv at gjørt i seinastuni. Tað minna hevur gjert fleiri túrar millum Ålesund og Aberdeen við norð- monnum, sum arbeiða á oljupallunum í Norð- sjónum. Teir verða fluttir út á pallarnar við helikoptara úr Ab- erdeen. Flogfarið brúkar tveir tímar millum Ále- sund og Aberdeen. Tað hevur eisini gjørt fleiri túrar millum Álesund og Feroyar við sjó- monnum. ES