fríggjadagur 23. desember 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
. im telf. 14720. 11820. giro 6282725
Sosialurin box 76. 3800 Tórshavn , hi
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Bladmenn: Høgni Djurhuus
Jógvan Jespersen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Hvussu skarst?
BLADID, tygum i løtuni
hondini er seinasti SOSIALUR i år,
og er tå vanligt, at vit lita aftur um
bak, og spyrja hvussu skarst, og so-
muleidis gera onkra meting um,
hvussu fer at gangast blaðnum i
komandi ári.
HVAT BLAÐNUM viðvíkir, kunnu
vit ikki annað enn lata heilt væl at.
Um somu tíð í fjór kom blaðið út í
stivliga 2000 eintøkum, og verður
blaðið í dag prentað í umleið 4000
eintøkum. T.v.s. ein tvífaldan av
upplagnum.
HETTA KEMST av einum munandi
øktum haldaratali og munandi økt-
ari leysasølu. Eisini hevur tað eydn-
ast okkum at fáa leysasølur í fleiri
bygdum, enn vit frammanundan
høvdu.
EIN ANNAR tåttur å inntøkusiduni
eru lysingarnar, sum gerast alt fleiri
og fleiri. At hesar økjast i tali kemst
sjálvandi av, at blaðið nú kemur út
til fleiri fólk, og kemur hetta sjálv-
andi lýsaranum til góðar.
TAÐ ER tó ein tåttur sum ikki skal
verða gloymdur, tað er tann fjøld av
javnaðarfólki, sum so trúliga stuðlar
blaðið, bæði peningaliga og mo-
ralskt. Hetta man helst vera tað,
sum hevur gjørt mest til framgongd
blaðsins hetta árið.
AT VINNA gull burturúr føroyskari
blaðútgávu man helst vera torført,
og hevur tað heldur ongantíð verið
okkara hugsan, men tað sum vit
hava stríðst fyri er at kunna skapa
blaðnum so mikið fræg fíggjarlig
kor, at vit hava verið førir fyri at
geva eitt hampuliga gott blað út og
samstundis kunna svara hvørjum
sítt.
UTTAN AT taka munnin ov fullan
halda vit okkum kunna siga, at vit
ongantíð hava verið so nær tí mál-
inum, sum í dag. Men hetta er ikki
nóg mikið. Blaðið skal gerast enn
betur, og verður hetta best gjørt við
hjálp frá øllum góðum kreftum.
VIT HAVA góðar vónir um 1978 og
fara vit at royna at geva tygum eitt
so gott blað, sum umstødurnar
loyva, við sakligum frágreiðingum
um dagsins viðurskifti bæði í Føroy-
um og í útheiminum.
VIÐ HESUM fara vit at ynskja ollum
eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi
nýttár við tøkk fyri brátt farna árið.
hava í
sosialurin
Nr. 90 — 23. desember 1977
Náði og friður frá Guði
Um høgtidina verða mong góðynski borin fram, og
tað eigur so at vera.
Tá ið ápostlarnir bera kirkjuliðunum heilsan,
gera teir tað ofta við ynskinum um náði og frið frá
Guði, faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi.
Hetta signingarynskið hevdu teir frá Harranum,
tá ið Jesus aftan á uppreisnina opinberaði seg fyri
lærusveinunum, bar hann teimum friðarheilsan:
„Friður veri við tykkum!«
Líka síðan hevur henda verið tann heilsan, vit í
kirkjuliðinum bera hverjum eðrum, tá ið vit koma
til gudstænastu: Ynskið um frið frá Guði og frið
við Guð. Tað kunnu vit eisini gera, tí at hann, sum
vit nú halda hegtið fyri og er okkara millum, tá ið
vit koma saman í hansara navni, hann gjørdist
menniskja fyri at bera okkum náði og frið frá Guði.
Tað er boðskapurin um Jesus Krist sum Guðs
son, ið tók búgv her á jorð, sum skapar høgtidina,
boðskapurin, ið varð boðaður av einglum. »Ottist
ikki, ti si, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð,
sum skulu verða fyri alt fólkið. Ti at tykkum er í
dag ein frelsari føddur, er Harrin Kristus í Dávids
staði. Við honum hevur Guð givið okkum náði og
frið.
Guðsfriðin kunnu vit menniskju hverki skapa
ella geva. Við hesum friði er tað ikki, sum tá ið tal-
an er um at skapa frið landanna millum. Tá kunnu
teir stýrandi seta seg niður at samráðast um og
áseta friðartreytirnar og síðan gera av, at nú skal
vera landafriður.
Friðin frá Guði kunnu vit bert fáa og ikki taka.
Hann er tann gávan, Jesus kemur við frá sínum
faðiri, og har ið hann við trúnni fær innivist í
hjartanúm, har gevur hann guðsfæiðin til hvønn
tann, sum leingist eftir at kenna Guð sum sín mis-
kunnsama faðir.
Í Bíbliuni stendur ynskið um frið sjáldan einsa-
malt, men er knýtt at Guðs náði: Náði og friður frá
Guði veri við tykkum.
Jólini bera okkum gleðiboðskapin, >at Guðs náði
er vorðin opinberað til frelsu fyri allar menniskj-
ur,< at Guð í sínum kærleika hevur givið okkum
son sín, hin einborna, til tess at ein og hver, sum
trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.
Alt Jesu lív, líka frá fjósinum í Betlehem, har
hann varð reivaður og lagdur í eina krubbu, tí at
ikki var rúm fyri honum aðrastaðni, til deyðan á
Golgata og uppreisnin á triðja degi er ein saman-
hangandi heild. Í ollum var tað Guðs vilja hann
fullfordi fyri at bjarga okkum aftur til sín faðir.
Fyri at okkara lív skal verða undir Guðs náði,
hevur Jesus við sínum lívi og deyða fullgjørt fyri
allar okkara syndir, og honum, ið hann fyrigevur
syndina, kann eingin meina at koma til Guð, har er
einki, sum longur ger skilnað frá Guði, tí »rættvis-
gjørd av trúgv hava vit tå frið við Guð við harra
okkara Jesus Krist.«
Náðin og friðurin frá Guði er givin okkum við
honum, sum vit nú halda jól fyri.
Trúgv er ikki so torgreidd, sum hon mangan
verður gjørd. Trúgv er at líta á Guðs náði, at hon
er mær nóg mikið, og at takka honum fyri Jesus,
sum Guð frelsar heimin aftur til sín við.
Jól verða hildin á so mangan hátt, men kristin
jól kunnu vit bert halda í gleði yvir, at Jesus varð
føddur, og trúgva á hann sum okkara frelsara og
tæna honum sum okkara harra.
Tann vandi er, at vit kunnu koma at standa við
hondunum fullum av ellum okkara egna, so at vit
ikki fáa hildið tær saman til bøn og i tokk fyri Guðs
gávu.
Men tað, sum vit sjálv avrika, ber ikki frið við
Guð við sær, tí sigur Jesus, skulu vit læra at gera
sum bernini; tey taka glað móti tí, sum teimum
verður givið. Soleiðis mugu vit læra við einum
opnum hjarta og sinni at taka við gledibodskapi-
num, at Guð gav okkum son sín og við honum sína
náði og sín frið.
Við hesi gávu frá Guði kunnu vit halda eini
gleðilig jól, hvussu okkara umstødur annars eru.
Tað var hesa gleði, sum er sprottin av Guðs náði
og friði, einglarnir bóru boð um, tá Jesus varð
føddur, himmiríkis gleði, sum Guð unnar øllum, ti
hon skuldi verða fyri alt fólkið.
Tað er gott, tá ið vit royna at spreiða nakað av
gleði, ljósi og góðsku, har vit eru. Hetta eigur ikki
bert at verða gjørt um jóltíðir, men allar ársins
tíðir, ti at tann, sum ger getuna slættari og ljósari
fyri ein annan, gongur erindi fyri Guð, sum vil, at
vit skulu gera hansara gerningar. Men ta gleði,
sum eingin sorg kann gera til einkis, hevur Guð
givið okkum við Jesusi, og hansara náði og friður
standa við, eisini tá ið okkara jólahald er farið
afturum, tí at tey vara alt lívið og um ævir.
Jólanátt birtist Guðs dýrd her á jorð, soleiðis
sum tað verður sagt okkum í jólaboðskapinum, tá
ið eingilin talaði til hirðarnar, tá ljómaði dýrd
Harrans rundan um teir. Tað var ikki tann dýrd,
sum er glitur og skart, men dýrdin av Guðs náði og
friði, tá ið hann talar sitt orð: »Ottist ikki, ti sí, eg
beri tykkum stór gleðiboð: Tykkum er ein frelsari
føddur.«
Ti at Guds sonur gjørdist okkara br6dir, okkum
líkur, eru vit við honum vorðin Guðs fadirs børn.
Hann kom til okkara jorð, fyri at vit við honum
skulu koma í Guðs ríki. Latið okkum tá fara við
stillum sinn,
sum hirðarnir til barnið inn,
við gleðitárum takki so
for miskunn Guðs og náðiboð.
Ejvind Vilhelm
[fy [fy [fy AA [AA AA AAA AA
Jólasangur
Lag: Tre smá soldater.
:,: Tríggir vísir menn, teir gingu eftir vegnum, :,:
vegurin er langur,
Teir gingu eftir vegnum.
:,: Tann eini av teimum, hann hevur eina rósu, :,:
ein rósa av gulli,
hann hevur eina rósu.
:,: Tann annar av teimum, hann ber eina lampu, :,:
við roykilsi í,
hann ber eina lampu.
:,: Tann tridi av teimum, í hondini hevur ein posa :
við myrra í,
í hondini hevur ein posa.
:,: Inni í fjósinum við barnið er Maria, :,:
og pápin Jósef,
við barnið er Maria.
:,: Høgt yvir fjósið, har stendur ein stjarna, :,:
so stór og klár,
har stendur ein stjórna.
:,: Teir triggir vísu menn, nú steðga við fjósið, :,: Í
og banka uppá, i
teir steðga nú við fjósið. i
:,: Hurðin fer upp, hvat finna teir harinni?
Tað nyfødda barn,
tað finna teir harinni.
:,: Leggja seg á knæ, teir hava sæð Guds gåvu, :,:
og takka Guði,
teir hava sæð Guds gåvu.
:,: Barnið fær gull, roykilsi og myrra, :,:
ein heilan posa,
av roykilsi og myrra.
it bera við okkum, tað besta vit kunnu geva, ;,
okkar' sang og tokk,
tað besta vit kunnu geva.
Ruth og Herluf Andersen
til foroyskt Sigrun Juul Samuelsen