Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. januar 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin Nr. 5 — 21. januar 1978 Vi er på veg — sola går ned — t — og tydeleg natta kjem ein Vanliga føroyska teaturlívið fekk ein álv- arsligan hvøkk av vitjanini, sum Grøn- lendski sjónleikarbólkurin Tukak hevði her í fjór í februar. Bæði hvat formi og innihaldi viðvíkir, breyt tann bólkurin við vanligu vanarnar. Ja, hann undirstrik- aði, hóast ikki fyrstu ferð, men av álv- ara, at vit trongdu til nýtt lív her á okk- ara pallum. Á ein hátt var tað undarligt, at avgerandi sparkið skuldi koma uttani- frá, tí í longri tíð hava teaturáhugað vit- að, at sjónleikurin her líður av álvars- ligari gikt. Men. Eitt er at viðganga støðuna, nakað heilt annað er at fara í gongd við at rætta skeivleikarnar, tí til tað krevst nakað so heilt elementert sum pengar. Og tå myndugleikarnir stuðla lítlum ødr- um enn tí, ið gevur profitt, er tað satt at siga eitt váðaverk at fara í gongd. Og tó. Nøkur av teimum, ið vistu, hvussu stød- an var, vóru byrjað at mótast, og so smátt gekk sum slatur, at nakrir sjón- leikarar høvdu tikið seg saman í bólk og ætladu at starvast við sjónleiki burturav. Soleiðis føddist Gríma og soleiðis byrj- aði av álvara ein endurnýgging í føroysk- um sjónleikaralívi. At 1. mai-leikurin Trælaliv, og seinni íslendski leikurin Skollaleikur stuðlaðu Grímu, veitti teim- um álit til komandi uppgávur, er onki at ivast í. Men nú yvir til fyrsta leikin hjá Grimu, sjónleikurin >Kvæðið um kópa- konuna« » Vid norðuratlandsstrend- ur, so sigur søgnin; at for- fedrar at kópum eru fólk, ið stoyttu seg fyri bakkan, ella á annan hátt av egn- um ávum druknaðu á sjó- num.« Soleiðis byrjar leik- urin, og víðari kann sig- ast, at kópakonan kennir gjøgnum sínar forfedrar til lívið á landi. — Eina- ferð um árið, gomlu trett- andanátt, fáa kóparnir loyvi at fara upp á land, smoyggja sær úr hami- num og stuttleika sær, spæla og dansa eins og menniskju. Hasi orðini kjarnuna í innihalda segnini um Fjóskonan, húskallurin, íspegilin og bóndin og út frá Gríma kópakonuna teimum hevur so spunnið leikin Stórt tikið vil eg siga, at leikurin er væleydnaður Men tilfarið, sum er til kundi nøkrum verði betri og sterkari nýtt, og vil eg nevna nekur demi, men eisini lýsa tey pettini, sum í poetiskari og sosialari kraft skara framúr. Handlingin gongur fyri seg í lítlari bygd fyri nekr- um hundrað árum síðani, har bóndin, sum vitað man, hevði valdið. Júst nær kann man ikki siga, men fyri so vitt hevur tað minni tydning, ti leikurin er ikki fyrst og fremst ein søgulig lysing, men heldur ein paralellur til dagsins veruleika. Og at brúka kópakonuna, eina, ið ikki kennir spælireglarnar í samfelagnum, men handl- ar út frá spontanum kær- leika til menniskjuni yvir- hevur, er sera heppið fyri ikki at siga genialt valt. staðar forum Uttan at verða spurd, verður kópakonan ferd inn í samfelagið. Og tá hon ikki kennir siðirnar, ið galdandi eru, ikki veit, hvat semir seg, hvussu ein kvinna eigur at bera, ger hon beinanvegin teir fyrstu brelararnar. Og sjálvandi er har ongin, ið greiðir henni frá hví og hvussu, men við keldum ábreiðslum verður hon sett uppá pláss — kvinn- an skal bert akta, ikki spyrja. Tá hon er einsa- mell og ongan hevur at stuðla seg, missir hon uppreistrarmegina og glíður særd inn í umsteð- urnar. Her verður tilfarið um kópakonuna frålikt Tveir sprellimenn, embætismaðurin og politikkarin brúkt til at lýsa okkara siðir igjøgnum. Hetta pettið er eftir mínum tykki sterkasti partur av leikinum, og so rámandi sæst, at siðirnir ikki eru eitt úrslit av tervi og viti, men tvertur ímóti verða brúktir til at stuðla vald- inum í samfelagnum. Men lívið livst víðari. Næsta stórhendingin er um ein seyðatjóv. Undir rættarsakini játtar hann sín stuldur. Men, um dómurin hann fær, er kák- strúking ella hann dømist í gálgan, er eftir leikinum ilt at siga. So vítt eg skilti, var tað fólkið í bygdini ið geyladi hann til kákstrúking — akkurát sum dómsvaldið er stýrt av fólkinum. Men tá so sangurin hjá T. N. Djur- huus, ið er um ein seyða- tjóv, ið bleiv dømdur til deyðan á Selatrætingi. í 1621, er áskoðarin aftur har í iva. Men hvussu er og ikki, á undarligan hátt verður seyðatjóvurin leys- latin — av fólkinum? ella dómsvaldinum? og hvat í framtidini verður av hes- um stemplaða manni, hvussu hann fer at yvir- liva, tí spurninginum hev- ur Gríma bert slept niður- fyri. Kann vera, at hend- ingin, sum hon gekk fyri seg í leikinum, eisini hev- ur sítt demi úr seguni. Men tá styrkin í leikinum frammanundan hevði ver- ið ein beisk endurgeving av veruligu seguni, tykist tað mær sera jánkasligt nú at brúka eitt heldur iv- ingarsamt tilfelli. Seyða- tjóvurin sjálvur rópar: >eg stjól av neyð. Men hvat leggur dómsvaldið í tað. Ognarrætturin skal fyrst og fremst verjast, tað at yvirliva kemur í næstu rekkju. Har skuldi Gríma verið meira vandin um til- farið, ti frålikir møguleik- ar lógu í ti. Men lívið livst víðari. Hóast onkran veikleika, byrjar leikurin nú at taka fastari form, serstakliga gjøgnum ein húskall og eina fjóskonu. Tey eru blivin góð við hvert ann- að, men tá tey hverki eiga jørd ella annað materielt góðs, hava tey eftir lógini ikki loyvi at lata kærleik- an, tey kenna, búnast, og allarminst hava tey loyvi at fáa sær barn. Men sjálvandi klárar onki lóg- arforboð at niðurbinda erotiska himmalin, og so hendir tað, at fjóskonan gerst við barn. Um sama mundið er kópakonan eis- ini við barn, men tað sum fyri hana er ein gleði, verður hjá fjóskonuni ein vaksandi ræðsla, tí fram- tíðin hjá teimum er gálg- in. Ognarleys hava ikki loyvi at elska, bara úr okkara søgu eru fleiri demi. Men kópakonan, ið ikki kennir til samfelags- ins lógir, sær meira ljóst uppá tað. Sjálvandi skulla tey fáa jerð frá bónda- num, tað er jú ein sjálv- fylgja. Men bóndin tekur tað ikki sum eina sjálv- fylgju, men sum ognar- maður, og nýtir hann lóg- Framhald á síðu 13