Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-01-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. januar 1978síða 14

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 5 — 21. januar 1978 sosialurin Sida 15 Utvarpsvikan 9.—15. januar Vit fara nå undir ein nyggjan tått her å siduni »dag frå degi.« Tåtturin kallast UTVARPSVIKAN og í honum verða út- varpssendingar ummældar. Tað verður tann »meinigi lurtarin,« ikki tann sami hverja ferð, sum her kemur at siga sína áskoðan um sendingar Útvarpsins á Bryggjubakka. Burturi og heima Burturi og heima er ein pakki við blandaðum inni- haldi. Uttanríkistilfarið var bæði aktuelt og upp- lýsandi. Tó saknar ein keldurnar. Utvarpsmad- urin lesur tilfarið, sum um tað snúði seg um ævin- ligar sannleikar. Tað ger að kanska eisini, men vit vildu fegin vita, hvaðan hesir sannleikar koma og hver ið hevur gjørt tær metingar, ið speakarin leggur redd til. Er tað BBC ella upplesarin? Chiletilfarið var nóg so lættliga umfarið. Vit fingu til demis ikki at vita, hví allir atkvødusedl- ar vóru merktir við sama nummari, sum tann ein- staki veljarin hevði á val- korti sínum. Nummarið var víst skrætt av, áðrenn seðilin varð latin, men hvat skuldi tað so brúkast til? Vóru s Ålarnir merkt- ir á einhve: = hátt? mátti chilenski veljarin spyrja seg sjálvan — sama spurning helt útvarp okk- ara opinbart ikki vera ak- tuellan. Samreðan við Ola Jac- obsen var sera aktuell og upplýsandi, men hon var merkt av, at spyrjarin visti ov lítið um fiski- mannamál. Hevði hann verið betur fyrireikaður, so hevði kanska verið hovi til at vidgjørt meira grundleggjandi fiskara- og fiskivinnuspurningar. Spell var, at ikki eisini var skift orð við formannin í Reiðarafelagnum, so kundi verið høvi til at spurt hann, um tað er moralskt forsvarligt, at høvudsmétstødumadur fiskimanna er stjórin i størstu almennu fyritøku i landinum. Spurt kundi so eisini verið um nýggjastu og áhugaverdu iløgurnar hjá Kjølbro. At hitta ein føroyskan u-landsekspert er sjálv- andi bæði stuttligt og spennandi og samreðan hevði verið góð, um bert vit vóru sloppin undan hesi smárasismuni, sum føroyingar heimkomnir úr Afrika ofta avdúka. Teir svertu eru so og so. Harragud, hver hevur gjørt Nigeria til tað, tað er í dag? Europearar! Áðr- enn europearar komu har- til, var Nigeria ein hátt mentað tjóð. Hetta er sum, tá vit tala um Idi Amin. Tá gloyma vit oft- ast, at harðskap og van- virðing fyri mannalivum hevur hann lært í einari enskari hermannalegu! Hvussu vænta vit, at fólkið í Nigeria skal vera aftaná 200 år við útpíning, kúging, trælking og eyð- ræning? Gjegnumgongdin = av ferð Carters var professio- nellur journalistikkur, upplýsandi og greið. Her er bert at viðmerkja kær- leika útvarpsmanna til serstek orð og vendingar. Nú hava teir funnið mál- iskuna »knyklar i bryr« og hevur hon nú verið í mik- rofonini í 14 dagar og tað heldur hon helst á við, til hon er heilt uppslitin. So- leiðis var lagnan hjá »gjørdist firtin«! Barnatimin Barnatiman er i løtuni bert gott um at siga. Børnunum dåmar væl, so er helst alt i lagi. Vónandi sleppa vit i framtidini frå ti vålkan i harðskapi og rasismu, sum børnini voru heilatvigin vid, tå »Nåm Salomons kongs« var å skránni. Einasta góða vid teirri sendingini var, at ein kundi siga við bernini: »Skikka tit tykkum ikki væl, so kemur barnatimin eftir tykkum«! Bókmentatátturin Bókmentatátturin er eitt frálíkt tiltak, men tað var sum Árni misti nakað av sendingini á gólvið. Hvat blivu vit klókari? Tað var eins og tók hann ikki evni sítt í fullum álvara. Ti vóru spurningarnir leysir og vatnskorpukendir. Her høvdu vit annars høvi til at treingja inn å botn hjå einum ungum, men heldur torskyldum yrkjara. Tad, sum helst mangladi, var ein innføring i skaldskap Alexandurs. Hetta kundi t.d. verid gjørt vid at lisid nakad upp eftir honum, áðrenn samrøduna. Ein annar meguleiki er at lata ein yrkjara práta við ann- an. At útvarpsmenninir skulu meistra allar listir og øll kynstur er ov nógv at krevja, og áttu teir tí nógv meira enn nú at nýtt fólk uttanífrá. Ikki tí, Árni hevur áður gjert frá- líkar bókmentasendingar og vónandi heldur hesin táttur fram. Framhalds- søgurnar Framhaldssøgurnar bådar eru vælhóskandi til upp- lestur. Tær eru báðar væl týddar — málið í báðum er nátúrligt og livandi og upplesturin er góður. Margretha hevur eina redd, ið gongur sera væl gjøgnum Útvarpið og Benny lesur róliga og uttan lótir. Útvarpið hev- ur verið heppið við vali- num av hesum báðum. Friggjakvøld- samrødan Friggjakvøldsamrødan var frålik og sama må sig- ast um hinar sendingarnar i rødini. Niels Juel er ein av teimum fåu, sum dugir at fáa eldri fólk at siga frá. Hann kemur at kalla altíð væl burtur úr sínum frigg- jakveldsamreðum. Hetta stendst kanska eisini av, at tað altíð eru sera klók og livandi fólk, ið eru gestir í hesum sendingum. Hetta, at siga frá og duga at fortelja, var ein nátúr- ligur partur av tí gomlu mentanini. Ein partur, sum nú er við at hvørva, og so mikið sterri grund er til at fegnast um, at hesar sendingar eru so væl- eydnaðar. Her liggur eitt stórt sidsøguligt tilfar goymt fyri eftirtíðina. Vónandi heldur eisini hes- in táttur fram eins góður og áður. V-4 sendingarnar V —4 sendingarnar eru ein føst afturvendandi plåga eins og A-krímið ella maðkurin í kjøtinum. Ein- asti munurin er, at tilfarið versnar fyri hverja ferð. Tættirnir eru einkisig- andi og plattir — so platt- ir, at tú heldur, at nú kunnu teir ikki gerast verri og so eydnast tað kortini hverja ferð. Man rekordin tó ikki vera sligin við hesum niðurlag: Og Dimma og Dimma Og Dimma hon verður hundrað ár Hetta má sigast at vera skemt og satira við lit!! Tættirnir eru fullir av neyðrímum og einkisig- andi útfyllingarorðum og ein kann ikki annað enn hava ta sterstu virðing fyri Hera, at hann torir at stilla seg upp og divertera lurtarar og áhoyrarar við slíkum mesni. Men áhoyr- ararnir klappa — feroy- ingar eru jú yvirhevur rættiliga fólkaligir. Spurningarnir eru, hvat teir kunnu vera — verri er við tómu og niðurlátandi viðmerkingunum frá V-4 manningini, sum til dem- is: >Ég skilji, at tú fylgir bara heilt vælvið osfr.«, sum um bygdafólk ikki hugsa og lesa blød. Ella: >Tak tað bara heilt róligt, hin gamli. Tað er legið, at V-4 manningin ikki kann læra at tosa nátúr- liga við gestirnar. Tað duga teir jú væl til aðrar tíðir. Man tað hanga sam- an við, at teir innast inni vita, hvussu innantómt hetta tiltak er og at teir ti skamma seg. Vónandi er hetta forkláringin! Tað besta, man til dato kann siga um V-4, er, at nú er bert ein sending eft- ir. 15 tær bestu 15 tær bestu er ein send- ing, ið teimum ungu dám- ar væl. Sonny greiðir skiftivis vid ålvarsrødd og skiftivis vid uggandi tona- lag frå lagnuni hjå teimum ymsu plåtunum. Hann må antin vera ein stórur sjón- leikari ella uppfatar hann kanska tær ymsu plátu- lagnurnar sum katastrof- ur og stórhendingar. At enda nekur orð um samfelagstáttin hjá Kris- tionnu Jespersen. Frá hir ari vikuni. Hesin táttur hevur altíð vidgjørt álvar- samar samfelagsspurning- ar. Seinast snúði hann seg um avlamispensiónir. Tað var gott í hesum breck- mannstiåum at hoyra landslæknan vátta, at í Feroyum fær eingin av- lamispensión, uttan sak- ligar grundir eru fyri ti. Óli Breckmann hevur, sum øll vita, pástaðið tað mótsatta. Tá tað er heilt óhugsandi, at landslækn- in, sum er almennur em- bætismaður, fer at siga 6- satt um hesi mál, má nið- ursteðan verða, at Óli Breckmann hevur logið fyri sínum lesarum — vónandi kemur rætturin til sama úrslit, so hesin politiski skemdargesturin kann fáa sær eina læru- striku. Sendingarnar hjá Kris- tionnu er nakað av tí besta, ið Útvarpið hevur at bjóða. Tær eru eitt gott prógv um, at tað ikki er satt, sum ofta verður verður sagt, at skalt tú rekka til pensiónsaldurin innan fyri Útvarp Føroya, V-4... ein afturvendandi plága??? so mást tú ongan góðan idé fáa og onga góða send- ing gera, ti annars seta feðgarnir brýr. “ »knyklar i Lurtari Umfra 07.15 07.17: 07.30: 07.35: 08.00: 08.05: 09.00: 09.05: 12.00: 12.20: 12.32 12.50: 12.51: 18.30: mt føstu sendingarnar: Vedurtidindi Morgunlestur Veðurtíðindi og tidindi Tónleikur Veðurtíðindi og tíðindi Lurtararnir og vit spæla grammofon Vedurtidindi og tíðindi Morgunlestur Middagskonsert Vedurtidindi og tíðindi Degurðatónleikur Veðurtíðindi Tónleikur Vedurtidindi og tíðindi Leygardagin 21. 13.00: Endursendingar 13.00: Burturi og heima 13.45: 14.30: 15.15: 18.42: 19.00: 19.05: 19.35: 20.00: 21.00: Barnaútvarp Framhaldssegan »Katrin« 2. partur Náttúrufreðiligir spurningar Nátturðatónleikur V-4 dráttur Útvarpsleikurin »I trappuni« eftir John Whiting. Johnsigurð Johan- nessen tyddi. Oskar Hermanson leggur til rættis. Tónleikur Fimtan tær bestu Framhaldssegan >Bombi Bitt og eg< eftir Fritiof Nilsson »Piraten«. Hans Thomsen uinsetti Benny Samuelsen lesur 21.30: Kvøldlj68 21.50: Hetta heilaga evangeliid 22.00: Vedurtidindi og tidindi 22.10: Dansimusikkur 23.00: Vedurtidindi Sunnudagur 22. 14.00: Vedurtidindi og tidindi Konsert Framhaldssøgan »Katrin« eftir Sally Salminen. Oskar Hermansen umsetur. Margreta Næss lesur. 3. partur (e.) : Kveðuljómar : Orðabókin Jóhan Hendrik W. Poulsen : Guðstænasta : Veðurtíðindi og tíðindi Tíðindi á grøn- lendskum Grenlendsk guðstænasta 14.10: 14.30: 18.40: 18.50: Mánadagin 23. 08.05: Enskt 3 17. sending 18.42: Nátturðatónleikur 19.00: Framhaldssegan »Katrin« eftir Sally Salminen. Oskar Hermansson umsetur. Mar- greta Næss lesur 4. partur 19.30: Lett leg 20.00: Veðurtíðindi og tíðindi 20.10: Enskt 3 17. sending (e) Tysdagin 24. 08.05: Enskt 4 17. sending Skipalistarnir Nátturðatónleikur Burtur og heima Country-leg Veðurtíðindi og tíðindi Enskt 4 12.51: 18.42: 19.00: 19.30: 20.00: 20.10: 7” 17. sending (e)